Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- B68 fór frá ÍF KR i $ i | 1 NR. 465- 2. SEPTEMBER, 1999 tidindabladid Fótbóltur í 3. deild: Súni Fridi Johannesen skoraði sjey mål fyri triðji besta liðið hjá HB, sum enn eina ferð ger bjargingarroynd Mest spennandi uppgerðin hesa ferð var á graslíkinum á Svangaskarði, har fugl- firðingar vitjaðu og telvað- ust við heimaliðið um næst fremsta plássið og harvið møguletkan at spæla um eitt pláss í næstbestu deildini Heimaliðið vann, og harvið bendir nógv á, at B68, ið ikki hevur verið so sann førandi í kappingini, sum tað kanska kundi havt verið roknad við undan kapping arbyrjan, fer at vinna silvur men royndirnar vísa, at einki skal takast fyri givið í lægru deildunum, har tað á summum liðum eru nógvar skiftingar í mansskapi frå umfari og til umfar Sandoyingar hava fram vegis ein møguleika at blanda seg upp í stríðið um heiðursmerkini, men um tað skal eydnast, so skulu teir vinna, tá teir komandi sunnudag fara at spæla í Fuglafirði. Í botninum var tað merkisvert, at HB vann so stórt móti TB. Havnar- menninir eru framvegis væl aftast, men tað eru fram- vegis tólv stig at spæla um. B36 vann sannførandi, og um tvær vikur verður iva- leyst greitt, at teir hava end- urvunnið plássið í 2. deild, sum teir klossaðu burtur í fjór. Nógvu málini á útivelli móti B71 øktu eisini um sannlíki fyri, at teir fara at røkka teimum hundrað mål- unum, sum teir hava sett sær sum mál. Hóast 1. deild hevur fri komandi vikuskifti, tí tað verður landsdystur, so fer tað sunnudagin at verða spælt bæði í 2. og 3. deild. VB-KI 2—1 (1-1) Talan var um tætta uppgerð í góðum líkindum. Eitt gott korter var farið, tá Jógvan Páll Krosslá setti hol á fyri heimaliðið, sum hesa ferð hevði betri manning, enn teir høvdu í Fuglafirði næst- síðst. Eftir 33 minuttir javnaði KI, og enn eina ferð var Jón Simonsen mál- skjútti. Í 2. hálvleiki kom bara eitt mál. Finnbogi Ol sen, sum ivaleyst er besti málverjin í 3. deild, helt tætt, meðan heimaliðið fekk ein bolt igjøgnum hjá Ola Poulsen i KI målinum. 57 minuttir vóru farnir, tå Jón Gærdbo skoraði Sigurin hevði við sær, at VB hoppaði av níggjunda og upp á sætta plássið. Tað er framvegis møguleiki fyrr, at bæði KI og VB kunnu koma í niðurflytingarvanda, men skal hetta gerast veru- leiki, so skal gangast illa tey síðstu fýra umførini. HB-TB 12—3 (4-1) Undan summarstedginum kom tað ikki fyri, at eyka- menninir í 1. deild hjá HB, sum ikki komu inn, hjálptu til í 3. deild. Nú sær tað út til, at hetta er broytt. Súni Fríði Johannesen, sum hev- ur verið skaddur, og sum ikki fekk pláss í álopinum hjá HB móti sumbingum, fekk dystarvenjing í 3. deild. Kanska hevur topp- skjúttin hjá HB í fjør saknað rákan av at skjóta nógv mál í ár. Tað man neyvan kenn- ast á sama hátt at skora í 3. sum at skora í 1. deild, men fyri ein máltjóv man tað altíð kennast væl at skora. Hesa kensluna hevði Súni Fríði Johannesen sjey ferðir sunnudagin, og harvið slerdi hann hóast ússaliga avrikid hjá HB móti Sumba í |. deild fast, at tað er stórur munur á at vera ein lítið vandur tvøråmadur á næst- besta liðnum hjá teimum, og ein væl vandur 1. deild- arspælari hjá HB. Venjarin hjá TB, Egil Steintórsson, er ein gamal málrevur. Onkuntíð hevur hann verið betri fyri, enn hann er nú, men måltev inum bilar einki. Egil legði TB á odda, tá níggju min- uttir vóru farnir, og hann minkadi um munin til 4-2, tá 2. hálvleikur var fimm minuttir gamal, men TB kundi einki gera við Súna Fríða, sum frá 85. og til 88 minutt skoraði trý av teim um sjey málunum GI-FS Vágar 5-1 (2—0) Eingin ivi var um, at heima liðið var betri fyri. Tað er ikki so langt síðani, at Vága menn høvdu try lid í 1. og 2. deild, men nú tykist næst besta liðið hjá teimum, sum spælir í 3. deild, fyri ein stóran part at vera manna við monnum, ið venja mill- um lítið og einki. Osbjørn Jacobsen setti hol á, tá ellivu minuttir vóru farnir, og tá Hans Pauli Pet- ersen, sum er ein av ungu monnunum, ið tað hevur verið roknað við fór at gera um seg í 1. deild (lítla venj- ingin í ár hevur gjørt, at hetta er óhugsandi) sjey minuttir seinni økti, lá í luft- ini, at GI fór at vinna stórt. Men FS Vágar minkaði um munin tíðliga í 2. hálv- leiki, og teir trýstu eina løtu fyri at javna. Tað eydnaðist ikki, og tá GI, sum neyt gott av Magna Jacobsen og Alva Justinussen, ið høvdu sitið á beinkinum í 1. deild, økti til 3-1, var alt avgjørt. Síðsta málið skoraði Krist- ian Werlo upp á brotsspark, tá tað restaðu tríggir min- uttir. Télv minuttir undan leikloki var hann fyri fyrstu ferð skiftur inn á liðið hjá GI. B71-B36 2—7 (1—4) Kanska var tað eitt lítið sindur spennandi at vita, um B36 eftir ósigurin á heima- vølli móti B68 aftur fór at snáva, og tá Allan Simonsen (hesa ferð var hann næstan eins vandamikil framman fyri málinum sum meiri kendi navnabróðurin var í síni tíð!) heilt tíðliga legði heimaliðið framum, kundi tað sæð soleiðis út Men B36 fótaði sær skjótt, og eftir at Piddi Jo hansen við beinleiðis frí sparki úr vinstru og í hand ara síðunetið hevði javnad, var ongantíð 1vi um, hvor fór at Vinna Millum málskjúttarnar hjá B36 var miðverjin Her bert í Lon Jacobsen, sum hevði siid á beinkinum í I deild. Tað heyði Carl H. Høgnesen eisini gjørt, og saman við ollum hinum evnaríku, ungu monnunum hjá B36, sum bíða eftir møguleikanum á besta lið- num, vóru teir sannførandi. B68-IF 3—1 (2-0) Líkindini á graslikisvølli- num vóru ikki so góð, sum tey frammanundan høvdu verið á grasvøllinum á Svangaskarði. B68 hevdi fitta lotið undan fyrra um- farið. Tá vóru teir eitt sindur omaná, og tað eydnaðist at fáa tvey mál. Men í báðum førunum hjálpti verjan hjá IF væl til. Hálvur tími var farin, tá verjan hjá ÍF, í staðin fyri at lata langan bólt frá B68 fara inn til málverjan, royndi at temja og draga framvið álopsmanni. Hetta seinna miseydnaðist, og frísparkið dygst uttanvert brotsteigin sendi liðformaðurin hjá B68, Oddmar Andreasen, sum dugir tað mesta við ein- um bólti, rundanum mann- garðin og í málið aftanfyri Emil Toftegaard. , Stutt eftir misti IF i vinstru verjusidu, toftamad- urin smeyg sær móti brots- teiginum, og tá hann varð feldur, metti dómarin, at brotið varð gjørt innanfyri strikuna, og Oddmar And- reasen sendi brotssparkið í netið. IF minkaði um munin á tímanum, tá Jógvan Arnfinn Jacobsen, sum í 1. hálvleiki hevði verið í verjuni, um- setti innlegg úr høgru til mál. Og so kendu fuglfirð- ingar, sum saknaðu fleiri spælarar, ið vóru fluttir upp í I. deild, at teir høvdu fing- ið um endan. Men teir punkteraðu orduliga, tá Jan- us Petersen miðskeiðis í 2. hálvleiki fekk seinna gula kortið, og stutt undan leik- loki slerdi Jákup Olsen, sum stutt frammanundan var komin á vøllin, heimasigur- in fastan. jh Súni Fríði Johannesen gjørdi sjey mål, tá HB vann størt å TB A ítróttar - sosialurin 23 3. deild hagtøl VB-KÍ 2-1 (1-1) 1-0: Jógvan Páll Krosslá 1-1: Jón Simonsen 2-1: Jon Gærdbo HB-TB 12-3 (4-1) 0-1: Egil Steintórsson 1-1: Súni Fríði Johannesen 2-1: Arni Arge 3-1: Súni Fríði Johannesen 4-1: Håvard í Stórustovu 4-2: Egil Steintórsson 52: Súni Fríði Johannesen 6-2: Súni Fríði Johannesen 7-2: Gunnar Justinussen 8-2: Rani Christiansen 8-3: Kai Roest 9-3: Vagnur M. Mortensen 10-3: Súni Fríði Johannesen 11-3: Súni Fridi Johannesen 12-3: Súni Fríði Johannesen Gi- FS Vágar 5—1 (2—0) 1-0: Osbjørn Jacobsen 2-0: Hans Pauli Petersen 2-1: Magnus Simonsen 3-1: Bogi Jacobsen 4-1: John Petersen 5-1: Kristian Werlo br B71-B36 2-7 (1-4) 1-0: Allan Simonsen 1-1: D. P. Johansen 1-2: Bårdur Anthoniussen 1-3: Bårdur Olsen 1-4: Herbert i Lon Jacobsen 2-4: Allan Simonsen 2-5: Gunnar Nielsen 2—6: Áki Mørk 2-7: Gunnar Nielsen B68-IF 3-1 (2—0) 1-0: Oddmar Andreassen 2-0: Oddmar Andreassen br 2-1: Jógvan Arnfinn Jacobsen 3-1: Jåkup Olsen Stødan B36 14 13-0-1 B68 14 10-2-2 IF 14 9-1-4 B71 14 8-0-6 GÍ 14 5-2-7 VB 14 51-10 Kl 14 5-0-9 TB 14 5-0-9 FSV 14 4-2-8 HB 14 2-0-12 Málskjúttar Jónsvein Thomsen, B71 Heini Heinason, GI Bárður Olsen, B36 Bárður á Lakjuni, IF Sørin Petersen, Kl Dånial P. Johansen, B36 Gunnar Nielsen, B36 Tórolvur Poulsen, B36 Egil Steintórsson, TB Jón Simonsen, Kl Sigfríður Clementsen, B36 Jón Hardley, B36 | John Petersen, GÍ Súni Fríði Johannesen, HB Kristjan Poulsen, B68 Ronnie Svalbard, B68 Ken Bærendsen, ÍF Høgni á Lakjuni, ÍF Eyðun Samuelsen, ÍF Hergeir Eldevig, IF Just Johannesen, TB 82-23 47-21 52-25 51-32 45-41 28-46 51-62 38-83 23-52 28-71 39 32 28 24 17 16 15 15 14 mb — — = — > Á ODDO -NN — MOUODDODODDÅDVOVOO