Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—— 05 Ábyrgdarblaðstjórt: ; Marknaðardeild: Jan Múller Jonhard A Dagbjørt S. Hansen Blaðstjóri: gbjo Eirikur Lindenskov Blaðfólk: Internet: www.sosialurin.fo Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Hegni Mohr | Niclas Johannesen Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, Jens Kristjan Vang 110 Tórshavn Álvur Haraldsen Telefon: 311820 Útgevari, uppseting: Telefax. 314720. Sp/f Sosialurin e-mail: post 2 sosialurin.fo Bústaður: Lýsingar: lysing€ sosialurin.fo Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin Messutíð Oddagrein HETTA er tíðin, tá messur - framsýningar og ráðstevnur - verða hildnar heima sum burturi. Hetta vikuskiftið er stór solumessa fyri heil- selur í itrottarhøllini i Havn. Hesar royna at vísa fram stórt og fjølbroytt úrval av alskyns vorum og tænastum. Ahugin fyri slíkari messu tykist stórur og vaksandi hyggja vit eftir mongu luttakarunum. | dag fer eingin minni enn vinnu- málaráðharrin at seta messuna. Í hesum dogum eru eisini messur í útland- inum, har foroyingar luttaka. Hesa vikuna hevur fiskarimessa verið í Íslandi, har stórt tal av foroyskum virkjum hevur verið við. Her hava foroysk virki gott høvi til at vísa um- heiminum, hvat vit hava at bjóða uppá. Tá hugsað verður um, hvussu fá vit eru, so má sigast, at tað er ótrúligt, hvussu nógv kemur burtur úr og hvussu fjølbroyttir vit eru, tá talan er um at lata vorur og tænastur til fiskivinnuna. Tungvektarar rokka frá Oilwind í Miðvági til Vónina í Fuglafirði. Frá snellu til trol. Slík stór fiskarimessa gevur so eisini føroyingum, sum hava sítt dagliga yrki í fiskivinnuni, møguleika at síggja, hvat aðrir hava at bjóða. So ein kann siga, at slík messa tænir mongum enda- málum. Og hóast tú ikki altíð kann máta úrslitið beinanvegin, eru slíkar messur við til at skapa kontaktir, sum kanska eru tað týdn- ingarmesta. At vit foroyingar kunnu gerast umboð fyri útlendska framleiðslu her í For- oyum er so eisini ein partur av hesum at fara á messur. Tað er eisini sera týdningarmikið, at vit sleppa undan dýrkandi millumhandlarum í eðrum londum. Nettup orsakað av okkara geografisku fjarstoðu hendir tað oftani, at handilsfólk í oðrum londum leggja seg millum framleiðara á meginlandinum og keypara í Føroyum sum eitt dýrkandi millumlið. Tað er hetta vit eiga at sleppa undan, og átti hetta eisini at verið meira miðvísur politikkur frá ikki bert vinnuni men frá almennari síðu eisini. Her eiga Vinnumálstýrið og landsstýrismað- urin at strongja á soleiðis at tað er almennur politikkur at sleppa undan dýrkandi millum- liðum í Danmark og aðrastaðni. OG tað er við sama hugburði, at vit eiga at meta upp á oðrum messum, eitt nú á olju- messum. Longu í næstu viku fara ikki færri enn umleið 150 foroyingar á altjóða oljumessu í Skotlandi. Hetta kann ljóða ogiligt, og er tað eisini. Men neyvan er hetta so nógv oðrvísi enn tað vit hava upplivað áður, tá talan hevur verið um forvitnisligar messur. Her er so eisini talan um nakað nýtt, og nakað, sum boðar frá eini nýggjari tíð her á landi. Foroyskur ídnaður hevur gjørt greitt, at hann ynskir at vera við, tá ein møgulig oljuvinna tekur seg upp her heima. Frá almennari síðu er tað eitt ynski at oljuvinnan brúkar føroyskar vørur og tænastur í tann mun hesar eru kappingarførar. Luttoka á oljumessu sum hesari er so eitt lið í royndini at gera seg kappingarforan og at fáa knýtt samstarv við útlendsk felog. Eisini hava okkara oljumyndugleikar brúk fyri at kunna um komandi útbjóðing. Sosialurin Viðmerking: Mortan Winther Poulsen hevur havt tvær sera óhugnaligar upplivingar sum súkklari á Hvítanesvegnum, sum hann heldur vera sera vandamiklan fyri súkklarar Mynd: Álvur Haraldsen Hvítanesvegurin - vandaleið Sum væntað kom nýggja strekkið á Hvítanesvegnum at roynast vandaleið. A vegnum er ikki pláss fyri súkklum og bilum sam- stundis og er hetta, sum vera man, sera vandamikið fyri tann súkklandi. Í viðtalu við Dimmalætt- ing 8/10-1997 segði lands- verkfrødingurin, at eingin súkklaði longur, og var hetta orsøkin til, at einki bleiv gjørt fyri at geva súkk- lunum pláss á vegnum!! I Degi og Viku 16/10- 1997 var Hvítanesvegurin til viðgerðar, hvar lands- verkfrødingurin og løgregl- an søgdu sina hugsan um vegagerðina. Av viðgerðini skiltist heilt greitt, at tá veg- urin varð liðugur, kundi eingin koyra skjótari enn 40 km. um tíman. Landsverk- fróðingurin segði eisini uppá fyrispurning nakað so- leiðis: Eingin koyrir ordi- liga skjótt longur. Tá var orsøkin bert tann einkla, at arbeitt varð á vegnum, bæði við fólki og maskinum, og tí kundi eingin koyra skjótt har. Síðani vegurin varð lið- ugur, hevur tað víst seg, at hesum pástandinum var einki hald í, tí her kann koyrast ovurhonds skjótt, og tað verður tað eisini ofta gjørt, men nú er tað bara meira vandamikið, av tí at vegurin er so trongur, og hallini í bogunum ganga skeiva vegin. At koyrt verð- ur skjótt, prógva tær higartil hendu bilvanlukkurnar, við stórum materiellum skað- um. Ég vil eisini meta, at skeivu hallini í bogunum eiga stóran lut í teimum skaðunum hendir eru, so her hevur landsverkfrødingurin lagt ein fótongul fyri ferðsl- una. Súkklararnir illa fyri Aftur til súkklurnar sum - hóast pástandin hjá lands- verkfrødinginum - eru nógvar í tali, serliga nú um summarið, tá nógvir út- lendskir súkklarar leita sær hendan vegin. Eg síggi at kalla dagliga, hvussu tær verða kroystar, serliga av teimum stóru bilunum. Sjálvur havi eg havt tvær sera óhugnaligar uppliving- ar sum súkklari. Tann fyrra var 9. juni í år, tá tann stóri býbussurin yvirhálaði meg, beint sum eg var komin um ta næstu oynna sunnanífrá. Hann fór sjálvsagt inn á miðleingina, men fyri ikki at rena á oynna framman- fyri snarar hann knappliga inn fyri meg aftur, við tí úrsliti, at hann kroystur meg inn at gongubreytakanti- num. Tað stóra bakhjólið nærum slokti eftir lærinum á mær, og um eg ikki fall av inn á gongubreytina, var eg fastur í tí. So gott sum somu hend- ing var eg út fyri 23. í h.m., tá ein bussur hjá Bygdaleið- um yvirhálaði meg á sama staði. Hvat sigur løgreglan Eg metti hesar hendingarnar so mikið álvarsligar, at eg vendi mær til løgregluna um tær. Har fekk eg at vita, at teir kundu einki gera við ein slíkan óbrúkiligan veg, tí landsferdslunevndin og landsverkfrødingurin standa fyri vegunum. Hesir stovnar eru kendir fyri at svara fólki aftur, so hagar nyttar helst einki at venda sær. Her hevði ein løgtings- ins umboðsmaður helst ver- ið tann rætti at vent sær til. Góð ráð Frá ferðslukónum manni, sum av og á eisini súkklar eftir Hvítanesvegnum, fekk eg tey ráðini, at einasta trygdin tann súkklandi hev- ur, er at vera so mikið langt úti á vegnum, at stóru bil- arnir ikki fáa yvirhálað hann. Við bussvíkiplássini kann súkklarin fara til viks og sleppa stóru bilinum framvið, og so gera á sama hátt fyri restina av strekki- num. Eg meti hesi ráðini so góð fyri trygdina hjá tí súkkl- andi, at eg við hesum latið tey víðari. Skomm Fyrr var eitt vanligt hugtak, ið nevndist skomm, sera fyribyrgjandi, at framdar vórðu skeivar gerðir. Eg haldi, at landsverkfrødings- stovnurin mátti kent skomm av hesum vegastrekkinum, serliga tá havt verður í huga, at ein góð súkklubreyt kundi fingist hvørjumegin vid vegin, burtur ur ti um fyra metur breida økinum, teir nýttu til eina moldrúgvu á niðaru síðu á vegnum. Í omanfyri nevnda Degi og Viku 16/10-97 mundi landsverkfrødingurin ikki føla seg so heilt tryggan við støðuna, tí segði hann eisini: Tað er altíð loyvt at koma afturumaftur, og um ein metir seg at hava gjørt ein feil, rættar ein hann. Vónandi tekur stovnurin nú í egnan barm og ger nak- að munagott við hesa vandaleiðina, áðrenn fólka- skaði hendir. Hoyvík 31. august 1999 Mortan Winther Poulsen