Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 166 - 3. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið 3 Lítil áhugi fyri at taka livur Nú er besta tíð at taka livur til víðari virking á landi hjá bæði Kovanum og Lýsiverksmiðuni, men ikki kann sigast at áhugin er stórur hjá fiskimanninum at vinna sær nakrar skattafríar krón- ur eyka. Lýsiverksmiðjan í Leirvík hevur bert fingið 10 tons higartil í ár og Kovin hevur onga livur fingið enn ÓLAVUR i Beim Hvør orsøkin er til, at før- oyski fiskimaðurin lítlan og ongan áhuga hevur í at taka livur til víðari virkingar á landi hjá bæði Kovanum í Sandavági og Lýsiverk- smiðjuni í Leirvík er ilt at siga, men tað er ikki tí, fisk- imaðurin ikki hevdi fingið nakað burturúr. Eitt árið var livraparturin 28.000 skattafríar krónur til mannin, umframt manning- arpartin á tí báti, hann var við, og sambært bæði leið- aranum á Kovanum og stjóranum á Lýsiverksmiðj- uni er tað harmiligt at før- oyski fiskimadurin ikki metir hesa eykainntøku stórri enn hann ger. Bæði íslendingar, norðmenn og danir taka livur til víðari góðsking. so tað er at undr- ast á, at føroyski fiskimað- urin ikki sær stórri virði í at taka livrina eisini til víðari virkingar. Í tvey ár er eisini kunn- gerð galdandi, sum gevur føroyska fiskimanninum møguleika at vinna sær nakrar skattafriar krónur eyka, men heldur ikki hetta hevur hjálpt nakað munandi higartil sambært bæði Eiriki Husamørk, stjóra á Lýsi- verksmiðuni í Leirvík og leiðaranum á Kovanum, Ari Thomassen. Higartil í ár hevur Lýsi- verksmiðjan fingið eini 10 tons frá einum báti og hetta er alt ov lítið, tá ið hugsað verður um, at vit júst eru í bestu tid at taka livrina. Liv- urin er av tí feitasta nú og er yvir 10 prosent av t.d. upsanum. Keðilig gongd LL, Eiríkur Husamørk, stjóri á Lýsiverksmiðuni sigur, at GRAVIMASKINUR OG Kaj Andreasen Pf. Sandvíkarhjalli - TIf. 315600 - Fax 318008 um t. d. bátur fiskar 1000 tons, so fær manningin 150.000 skattafríar krónur at býta millum sín, um manningin tekur livrina úr fiskinum. Og tað er ikki neyðugt at bróta vakt til tess at taka hondina einaferð aftrat niður í fiskin eftir livr- ini, tí hetta kann væl gerast á vanligari vakt. —Eg havi roknað tað leysliga út, at um ein maður á báti bert tók livur, so fekk hann meiri burturúr enn manningin fekk annars, sig- ur Eiríkur Husamørk, sum harmast um hesa keðiligu gongd, tá ið vit siga okkum at hava so gott sjófólk sum onga aðrastaðni í heimi- num. Lýsiverksmiðjan í Leir- vík keypir livrina fyri 2 krónur kilo, og tekur mann- ing á báti livur er útgjaldið 1,50 fyri kilo, so hetta er ein ótrúlig eykainntøka til føroyska fiskimannin, sum nú í stóran mun verður tveitt aftur í havið. 20 milliónir krónur Í 1988 niðursjóðaði Kovin í Sandavági nakað av livur til føroyska marknaðin, men síðan tá hevur ikki verði niðursjóðað nakað mun- andi. Ari Thomassen, dag- ligur leiðari á Kovanum, hevði eisini kunnað hugsað sær at fingið livur til niður- sjóðingar, tí marknaður er fyri ti. Fyri ikki so langari tíð síðan fekk Kovin ein opnan sáttmála um 400.000 dósir til eitt virði um 2 mió. krónur, men Kovin fekk onga livur. Fyrispurningar koma úr fleiri londum um niðursjóðaða livur, men stóru trupulleikin er at gera sáttmálar, tá óvissan er so stór um råvøruna. Ari Thomassen metir, at umboð i Føroyum Flest allar entre- prenørmaskinur fåast hjá okkum, bæði NÝGGJAR og brúktar Kovin lættliga hevði kunn- að niðursjóðað eini 300 tons árliga, og hetta svarar til einar 20 milliónir krónur aftrat í umsetningi hjá virk- inum. Og sum skilst á leið- arunum á Kovanum og stjóranum á Lýsiverksmiðj- uni eru ætlanir um samstarv i soleiðis at Kovin fær tað góðu livrina til niðursjóð- ingar. Men hetta samstarv er sjálvandi nógv treytað av, at føroyski fiskimaðurin tekur livrina úr fiskinum. — Fáa vit ikki livur nú, tå ið hon er ein skattafrí eyka- inntøka hjá fiskimanninum, Hevur tú ikki fingið tíðindablaðið Vit gera alt, hvat vit kunnu, fyri at haldarar fáa leygardagsblaðið til tíðina. Men villur kunnu koma fyri, og um tú ikki hevur fingið blaðið friggjakvøldid, ring so til Eyðbjart Danielsen, tel 214502, so vit kunnu syrgja fyri, at tú fært blaðið FA ja so mugu vit hugsa um at fara undir aðra framleiðslu, sigur Eiríkur Håsamørk. Og Ari Thomassen heldur, at skulu vit tryggja okkum at fáa livur til víðari góðsking, ja so má kunngerð koma um at loyvt er ikki at tveita hana í aftur havið. Tá kanska Kovin hevði lættliga kunað niðursjóða 12.000 dósir um dagin av livur, og eingin trupulleiki heyði verið at fingið sáttmálar um fleiri milliónir dósir savnsmynd vend hevði komið i, sigur Ari Thomassen. FLOGFRAKT/ GREIDA ALLAN FLUTNING & ØLL PAPPIR Nee TI. 31 22 22