Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið NR. 166 - 3. SEPTEMBER 1999 Óli Poulsen produ- serar danskan heidursprisvinnara Týsdagin fekk danski jazz komponisturin Palle Mikkelborg størsta tónleikaheiðurslegat í danska rikinum — “Carl Nielsen“ legatið. I løtuni produserar Oli Poulsen nýggja fløgu við Mik- kelborg NICLAS JOHANNESEN Tað var ikki heilt uttan før- yskt ísletti, at tann fyrsti ikki klassiski komponistur- in varð heiðraður við Carl Nielsen legati týsdagin Palle Mikkelborg fekk hálva millión krónur hand- aðar á hátíðarligaðari løtu á tí Kongaliga Danska Tón- leikakonservatoriunum. Kendi klassiski komponisturin, Palle Mikkelborg Produserað Miles Við á hátíðarhaldinum var eisini føroyski produsarin Oli Poulsen, sum seinastu mánaðirnar hevur arbeitt saman við Palla Mikkel borg. Fyri nøkrum árum síðani produseraði runavíkingurin sera nógv róstu útgávuna „Anything But Gray“, ið Palle Mikkelborg gav út „Anything But Gray“ fekk danskan grammy Palle Mikkelborg er sann iliga heldur ikki hvor sum helst í altjóða tonleikahøpi Hann hevur spælt við jazz legendum so sum Gil Evans og Bill Evans. Hartil er danski komponisturin eisini maðurin aftan fyri einastu amerikanska grammy-heið- urslønina, sum kanska størsta jazz navnið nakran tíð — Miles Davies — fekk í åttatiårunum. Palle Mikkel- borg skrivaði og produser- aði nevniliga verkið Aura Oli Poulsen hevur seinastu mánaðirnar arbeitt saman við Palla Mikkelborg serliga til Miles Davies. Sjálvur spælir Miles trom pet á verkinum, ið vann tveir amerikanskar Gram my. Sum ungur tónleikari spældi Palle Mikkelborg trompet í eitt nú danska Radiojazzbolkinum, sum seinni gjørdist Radiones Big Band. Hann hevur eis ini mangan stjórnað hesum orkestri, ið eisini hevur framført fleiri komposition ir hjå ti ofta rættiliga ab strakta Mikkelborg. Oli produserar nyggja utgåvu Nu hevur danski trompet spælarin og komponisturin aftur vent sær til Ola Poul sen og biðið hann um at produsera komandi útgávu Væl er komið áleiðis. Talan er um rættiliga eksperimen- terandi tónleik, har eitt nú kendi guitarspælarin Terje Rypdal, og ABBA trumm- usláarin Per Lindvall spæla á. Teir báðir Palle og Oli hava eisini verið í Bergen og tikið strúkarar upp, og sum skilst varierar stilurin frá knallhørðum techno rútmum til sveimandi, fríar kompositiónir . Eftir ætlan verður arbeið- ið við nýggju fløguni liðugt 1. oktober.