Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 166 - 3. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið SEV ætlar sær at bora upp undir áirnar Millum Fjarða, men fólk í Skálafirði siga nei... Kortanei, SEV... Til tess at byrgja upp fyri SEV-útbyggingini, ið kann hava við sær, at áirnar millum Fjarða verða turrlagdar, eru fólk í Skálafirði farin at savna undir- skriftir. Tað gongur sum eftir ánni, at fáa fólk at mótmæla, og Eyðun Eltør, landsstýrismaður í umhvørvismålum, kann vænta sær mótmælisbræv í kvøld HOGNI MOHR Beint áðrenn blaðið fór til prentingar frættist úr Eyst- uroynni, at fólk eru farin at savna undirskriftir til tess at mótmæla SEV-útbygging- ini í oynni. Sambært keldum verða Vesturdalsá og Fjarðará meira ella minni turrlagdar, verður ætlanirnar hjá SEV veruleiki. Ætlanirnar hjá SEV snúgva seg um, at virkna el-felagið ætlar sær at bora úr fjallinum og upp í áirnar í økinum. Hetta vatnið verður savnað í vatn- tunlinum við Sundalagið: og rennur haðani til Eiðis- verkið, sum stendur millum Eiði og Ljósáir. Nærum øll eru org Tað eru púra vanlig privat- fólk í Skálafirði, ið savna undirskriftir. Tey rædast fyri, at alt lív fer at verða týnt í áunum, sum sambært teimum hava serligan týdn- ing fyri landbúnaðin í øki- num Almfinnur Jacobsen, maskinmeistari á Skálafirði, er ein av stigtakarunum, og hann váttar, at tey fóru undir at savna undirskriftir í fyrra- kvøldi. Eftir ollum at dóma gongur tað sum eftir ánni at fáa fólk at skriva undir. Nærum øll hava higaril tikið undir við mótmælis- skrivinum, sigur Almfinnur, ið ikki enn ætlar sær at al- mannakunngera orðaljóðið í mótmælinum. Eftir ollum at dóma verð- ur mótmælisskrivið sent Eyðuni Elttør, landsstýris- manni í umhvørvismålum í kvold. Almfinnur og tey skunda sær, tí Dan Petersen, løgtingsmadur hevur reist málið í tinginum, og tað hevur sambært Almfinni týdning, at eitt mótmælis- skriv er at vísa á í politisku viðgerðini Flovi á Glyvrum Mánadagin 6. september 1999 Kl. 15 letur »Fløvi« dagtilhald fyri pensiónistar uppaftur í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag, Við Hurð á Glyvrum. Hetta er 10. árið, at dag- tilhaldid hevur opið. Dag- tilhaldið byrjaði sítt virk semið í september 1990. Opið er vanligar dagar frá kl. 15-18. Dentur verður lagdur á, at so nógv sum gjørligt koma at vitja. Biðið verður ti um. at tey sum óhjálpin eru, verða hjålpt av avvardandi, soleiðis, at tey kunnu koma trygt til og frá staðnum Allir pensiónistar - í øll- um aldri - i Eysturoynni, verða við hesum bjóðaðir vælkomnir at luttaka í teim- um tiltøkum sum »Fløvi« - dagtilhald fyri pensiónistar skipar fyri í vetrarhálvuni Kalvaaling nærkast laksinum Um få ár hevur kalvaalingin fingið laksin aftur, meta norskir aliserfrødingar. Norðmenn byggja nú upp eina kalvaalivinnu við hjálp frá Íslandi JÓGVAN HUGO GARDAR, OSLO Í ár megna norðmenn at framleiða 650.000 kalva- yngul, og roknað verður við framleiðslan fer uppumm eina millión yngul komandi ár. Yngulframleiðslan hevur allatíðina verið størsti trup ulleikin hjá norðmonnum, og higartil hevur framleiðsl- an verið so lá, at tað ikki hevur loyst seg at framleiða við vinningini fyri eyga. Um fýra ár rokna norskir serfrødingar við, at fram- leiðslan er farin uppum tíggju tons. Við íslendskari hjálp Tað norðmenn higartil ikki hava lært, hevur ein fyritøka í Akureyri megnað. Felagið Fiskeldi Eyðafjarðar fram leiddi í 1998 250.000 kalva- yngul, og i år rokna tey vid at fara uppum 500.000 yng- ul. Nú hevur hetta íslendska felagið avgjørt at geva norð- monnum eina hjálpandi hond. Íslendingarnir hava keypt seg inn i fyritøkuna Risørfisk og hava tryggjad sær atgongd til norsku firð- irnar. Afturfyri skal mann- ingin í Risørfisk læra, hvussu kalvaalingin fer fram í Íslandi. Prísurin pr. yngul er 70 krónur, meðan meðalprísur- in pr. kilo av kalva eisini er 70 krónur. Prísurin pr. yngul er á veg niður, og um ikki langa tíð rokna norðmenn við, at alararnir kunnu sita eftir við einum yvirskoti. Livandi fóður Størsti trupulleikin hjá norðmonnum hevur verið og er, at kalvayngulið bert vil eta livandi fóður. Hetta merkir so, at alararnir eisini noyðast at ala upp fóður. Í løtuni verða nógvir pengar brúktir til at finna fram til ikki-livandi fóður, sum kalvaynguli vil eta. RUSH HOUR meter ton GR 6 Dette UR þe) RUSH HOUR MTTE MILL IMAETEI Nýggir filmar hvørja viku FREMMEDLEGIONEN Leiga videofilmar á hesum stoðum: Statoilstoðin í Gundadali tel. 314770 Statoilstødin í Kollafirði tel. 421083 Statoilstødin i Saltangarå tel. 449133 Statoilstødin i Klaksvik tel. 457353 Statoilstødin i Sørvågi tel. 332001 Statoilstødin i Skålabotni tel. 441200 Statoilstødin i Leirvik tel. 443360 Ó STATOIL stødirnar kring landið