Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 1999síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 166 - 3. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið Vestmenningar hava møguleikan Hondbóltur: Tað er ikki sørt, at man hevur varhugan av, at besta mansliðið hjá VIF kann gera ein vørr í Europa Cup dystunum ímóti finska liðnum Dennis Turku um vikuskifti TERH NIELSEN (VESTMANNA) Spenn- ingurin er stórur í Vest- manna, nú garparnir hjá VIF enn einaferð skulu royna seg í altjóða hond- bólti. Liðið hevur gjørt nógv við fyrireikingarnar, og tað eru einir tveir mánaðir farnir aftur um bak, síðani teir fóru undir venjingina. Mótstøðuliðið var ikki tað truplasta, sum VIF kundi fáa, og í Vestmanna eru teir heldur ikki heilt énøgdir við lutakastið. Finskur hond- bóltur er ikki eins sterkur, sum hann er í grannalond- unum fyri vestan, Svøriki, Noreg og Danmark. Liðið er væl fyri Tað er eingin ivi um, at liðið hjá VIF í dag er so mikið væl fyri sum sjáldan áður. Menninir eru í góðari venj- ing, og haraftrat er breiddin á liðnum eisini óvanliga stór. Um man skal saman- bera liðið hjá vestmenning- um við liði hjá strandingum, sum royndi seg seinasta vikuskifti, so hava vest- menningar ein avgerandi fyrimum, ti at teir hava so nógvar høgar mans, og tað kann hava stóran týdning í altjóða hondbólti. Hyggja vit at teimum fýra ella fimm bakspælarunum hjá VIF, so er talan um rættuliga høgar menn, ið allir hava eitt gott skot, og sum heldur ikki eru bangnir fyri at royna seg. Brødurnir Ingi og Aki Ol- sen vera uttan iva å hvør sinum bakkplåssi, og har- aftrat eru Såmal Joensen, leikandi venjarin Daniel Rapa og lidskiparin Hjalm- ar Klein Olsen g6dir menn at hava á liðnum. A hinum plåssunum er kappingin eisini hørð. Vinstra vongplássi fara fyrst og fremst Martin Humme- land og Harald Bjørgvin at stríðast um, meðan tað vera John Zachariassen og Agnar Joensen, sum fara at kapp- ast um høgra vongplåss. Um tað er nakað pláss á VIF-liðnum, sum ikki er so sterkt í løtuni, so er tað á strikuni. Seinasta kapping- arár leiktu ávíkavist Rógvi Nielsen og Oyvindur Brim nes á hesum plássi, men Oyvindur er givin, og Rógvi hevur slitið hælssinuna, so hvørgin av teimum er tøkur. Tískil fara vit helst at síggja Petur Frank Joensen spæla á hesum plássi, og eftir hvat Sosialurin skilur, so hevur hann staðið seg væl í venjingardystunum higartil. 19 Daniel Rapa stýrir venjingini hjá VÍF, nú liðið hevur gjørt kárt til Europa-Cup dystirnar í vikuskiftinum. Mynd: Alvur Haraldsen Eisini hevur veteranurin Hjalmar Klein Olsen roynt seg á strikuni við góðum úrsliti. Tríggir málverjar eru í hópinum hjá VIF, og teir tríggir, Eli Muller, Bárður Nielsen og Jón Nielsen eru allir góðir málverjar, men allarhelst verður tað Eli, sum stendur frá byrjan. At áhugin fyri dystinum er stórur í Vestmanna, man fáur ivast í, og tað er heldur einki ivamål, at vestmenn ingar fara at møta fjølmentir til dystirnar. Askoðararnir í Vestmanna plaga at vera ógvuliga sjónligir og hoyr- ast væl, og alt hetta fer uttan iva at vera við til at lyfta leikararnar tað allarseinasta pettið Dystirnir millum VIF og Dennis Turku vera i høllini i Vestmanna i kvøld og annadkvøld klokkan åtta, so hjá teimum, ið ætla sær bæði til landsdyst og Eur- opa Cup hondbólt leyg- ardagin, ræður um at skunda sær norður til Vest manna eftir landsdystin, um tey vilja tryggja sær eitt gott pláss. Bygdarfólkið í Vest- manna fer uttan iva at vera í hellini í góðari tíð, so tey sita so væl fyri sum møgu- ligt til at stuðla liði sínum Dómararnir í dystunum vera úr Íslandi. og eyg- leiðarin kemur úr Noreg Sosialurin ynskir VIF góða eydnu við dystunum, og týsdagin fara vit at hava frá sagnir frá dystunun í blaðnum báðum Palli Joensen, fyrrverandi leikari og venjari: - Eg havi soðar vonir Hondbóltur: Fyrrverandi leikarin og venjarin hjá VIF, Palli Joensen, er bert ein av teimum mongu vestmenningunum, sum eru sera spentir til dystirnar um vikuskifti TERJI NIELSEN (VESTMANNA) Tá ið vestmenningar tóku lut í Europa Cup í 1984 móti russisku meistarunum, CSKA Moskva, var ein av leikarunum á liðnum Palli Joensen. Í dag er Palli skúlastjóri í Vestmanna, og hann er eisini pápi at einum av leikarunum hjá VIF, nevnliga = vongin John Zachariassen. Vónirnar eru góðar Palli sigur, at hann heldur vestmenningar kunnu hava góðar vónir til dystirnar um vikuskifti. Fyri tað fyrsta eru finnar ikki so framma- laga í hondbólti, sum so nógvar aðrar norðurlendsk- ar tjóðir, og haraftrat heldur hann, at breiddin í hópinum hjá VIF er so stór sum ong- antíð áður. Einasta staðið, har vestmenningar ikki hava dupultmanning, er å strikuni, men har heldur Palli, at Petur Frank Joen- sen hevur staðið seg stak væl í venjingardystunum, sum liðið hevur leikt higar- til. Eftir at hava sæð fleiri av venjingardystunum hjá VIF, eru vónirnar hjá Palli ikki vorðnar verri, tí hann heldur liðið hevur sýnt stak góðan hondbólt í hesum dystum. Serliga hevur hann lagt til merkis, at leikararnir hava spælt við stórum hugflogi, og haraftrat hava skjótálop- ini verið góð og neyv. Palli heldur eisini, at venjingar- dystirnir hava víst eina góða rútmu í spælinum hjá vest- meningum, sum ikki er van- lig so tíðliga á árinum. Somuleiðis heldur Palli, at venjingarlegan í Íslandi hevur havt stóran týdning fyri liðið, tí tað er einasti veruliga máti hjá teimum at fáa roynt seg í dysti undan Europa Cup. Eitt, sum Palli heldur kann fáa stóran týdning í dystunum ímóti finnum, er, at liðið í ár hevur so nógvar royndir frá altjóða dystum. So at siga allir leikararnir hava roynt seg í Europa Cup áður, og fleiri hava eisini roynt seg á ymiskum lands- liðum. VIF mett nógvum sterkum liðum Tað er ikki sørt, at vest- menningar hava mett nógv- um sterkum liðum í euro- peiskum kappingum. Palli minnist aftur á, at teir hava leikt ímóti týsku, norsku, svensku og russisku meist- arunum. Serliga minnist hann væl, tá ið teir møttu russiska liðnum, CSKA Moskva. - Vit høvdu meldað okkum til í kappingina fyri steypa- vinnarar, tí at vit altíð trektu so sterk lið, tá ið vit vóru við fyri meistarar, og vænt- aðu t.skil, at vit á henda hátt ikki fingu so ovurhonds sterkt måtstødulid. Eg minnist týðuliga, at Heðin Winther Olsen, táverandi formaður í VIF, ringdi til mín og segði: Palli, veitst Palli Joensen heldur. at tað kann fáa stóran týdning í dystunum ímóti finnum, at liðið í år hevur so nógvar royndir frá altjóða dystum. So at siga allir leikararnir hava roynt seg í Europa Cup áður, og fleiri hava eisini roynt seg á ymiskum landsliðum. tú hvønn vit hava trekt og so var ein long pdusa vit hava trekt CSKA Mosk- va. So tá gav tá ordiliga bakslag at royna at spæla smartur, heldur Palli fyri Annars heldur Palli, at hondbólturin i Foroyum i dag er blivin nógv skjótari, enn hann var fyrr. men hann heldur ikki, at tann taktiski parturin er mentur nakað serligt seinastu árini. Tað tekniska er eisini ment nógv, sigur Palli, og hetta heldur hann serliga stavar frá teimum mongu útlend- sku venjarunum, sum vit hava havt i Føroyum sein- astu årini. Sjálvur sigur hann, at tað ikki er sort, at hugurin til venijng framvegis er har, men hetta hevur hann ikki tíð til, tí starvið sum skúla- stjóri í Vestmanna tekur ov nógv tíð, so einki yvirskot er til hondbóltin, sigur Palli Joensen at enda.