Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 tíðindablaðið NR. 166 - 3. SEPTEMBER 1999 - Vit hava spælarar sum tora Hondbóltur: Tað hevur styrkt mun- andi um liðið hjá VIF, at Ingi Olsen er komin við aftur, eftir at hava leikt hondbólt í Danmark seinasta árið. Ingi hevur nógvar royndir, sum kunnu koma væl við í dystunum um vikuskifti TERII NIELSEN (VESTMANNA) Hann leikti sín fyrsta Europa Cup dyst fyri vestmenningar fyri heilum tólv árum síðani. Tað var í 1987 í Vestmanna, tá ið mótstøðuliðið vóru týsku = meistararnir úr Tussem Essen Hondbóltsúrmælingurin Ingi Olsen er kanska besti hondbóltsleikari, ið vit eiga í Føroyum, og saman við beiggjanum,Aka, venjara- num Daniel Rapa og Sámal Joensen gera teir VIF til eitt lið, sum hevur eina sera stóra breidd av góðum lang- skjúttum. Heldur avbjóðing enn upplivilsi Ingi Olsen er ikki sort spentur upp á dystirnar ímóti finska liðnum. Teir vita ógvuliga lítið um Denn- is Turku, og tað einasta, sum teir hava funnið fram um liðið, eru nøkur hagtøl við yvirlit yvir spælararnar, hvussu nógvar dystir teir hava leikt, og hvussu nógv mál teir hava skotið. Hetta sigur tó ikki so nógv, men teir vita tó, at hondbólturin í Finlandi ikki er eins frammalaga, sum hann er í flestu av hinum nordur- lendsku londunum, so sum Svøriki, Danmark, Noreg og Íslandi. Eftir teimum av- markaðu upplýsingum, sum vestmenningar hava funnið fram til, sær tað heldur ikki út til, at nakar útlendskur leikari er á liðnum hjá Turku Tá ið man spælir Europa Cup. møtir man sum oftast liðum, sum man lítið og einki veit um áður, og hetta kann vera ein trupulleiki hjá føroysku liðunum, tí her í Føroyum kenna oll liðini so væl hvønn annan, at tú fært onga venjing í at spæla ímóti ókendum liðum, sum gera nakað óvæntað. Aw somu orsek var tað av stór- um týdningi, at vit vóru á venjingarlegu í Íslandi, har vit sluppu at royna okkum ímóti liðum, sum vit einki kendu til frammanundan, sigur Ingi Olsen. At vestmenningar hava verið hepnari í sínum luta- kasti enn strandingar, dylur Ingi ikki fyri, og hann sigur eisini, at tað er stuttligari at fara við í Europa Cup og so fáa eina ítróttarliga avbjóð- ing heldur enn eina upp- living, har tú veitst, at tú fert at tapa Stort. Longu tíðliga í juli mán- aða fóru vestmenningar undir at venja fram ímóti Europa Cup dystunum, men Ingi Olsen sigur, at teir flestu av leikarunum hava verið í gongd við annan ítrótt alt summarid, so sum kappróður. Hesir vandu ti- skil ikki so nógv við fyrstu vikurnar, tí tá var talan fyri tað mesta um konditións- venjing, og tað høvdu rógv- arnir ikki tørv á tå, tí teir — Tað er stuttligari at fara við í Europa Cup og so fáa eina ítróttarliga avbjóðing heldur enn eina uppliving, har tú veitst, at tú fert at tapa stórt, sigur Ingi Olsen. Mynd: Alvur Haraldsen vóru í fullari venjing, sigur Ingi Olsen. Dystarvenjingin er ikki optimal Tað hevdi nógv at siga fyri VIF, at teir fingu spælt nakr- ar dystir á venjingarleguni í Íslandi, tí rættuliga trupult er at fáa neyðugu dystar- venjingini í Føroyum í løt- uni. Tey flestu feløgini eru ikki av ålvara farin undir venjingina, og tí hevur mót- stødan ikki altíð verið so stinn, ið vit hava fingið í teimum heimligu venjing- ardystunum, sigur Ingi. Um manningina hjá VIF í dag heldur Ingi Olsen, at hon er so mikið væl fyri, sum hann yvirhøvur minnist hana á nøkrum VIÍF-liði, ið hann hevur leikt á. Hann heldur, at miðalhæddin á leikarunum, serliga skjútt- unum, er so høg, sum hon ikki hevur verið áður, og hetta kann hava stóran týdn- ing í altjóða dystum, sigur Ingi Olsen. Somuleiðis hava at kalla allir leikararnir á liðnum hjá vestmenning- um í dag altjóða royndir, og hesar koma uttan iva væl við, heldur Ingi. Tað liðið, ið leikti ímóti rumensku meistarunum fyri tveimum árum síðani, er at nærum tað sama, sum vit hava í dag, og hesi bæði árini hava uttan iva styrkt liðið. Somuleiðis er Ingi av teirri fatan, at vestmenning- ar, í mun til eitt nú strand- ingar, ikki hava so stóra virðing fyri mótstøðulið- num, og tískil fara vit helst ikki at vera so nógv merktir av nervum, sum strandingar vóru tað í tí fyrra dystinum serliga, sigur Ingi og leggur aftrat, at tað sást tyduliga í seinna dystinum hjá StÍF, at teir leiktu betur, tá ið teir ikki vóru merktir av nerv- um. Ingi vónar sjálvsagt, at drúgvu royndirnar hjá hon- um, og eisini Hjalmar Klein Olsen og Sjúrða Holm, fara at koma væl við í dystunum um vikuskifti, tí teir hava allir leikt á besta liðnum hjá VIF í meiri enn tólv ár. Til dagligt starvast Ingi í Foroya Banka í Vestmanna, og har koma sjálvsagt nógv fólk inn á gólvið, og tað eru tey fæstu, sum ikki hava hondbóltin á máli við Inga, men hetta er ikki annað enn væntandi í einari slíkari hondbóltsbygd sum Vest- manna. Bygdarfolkid ger tað møguligt Hondbóltur: Uttan stuðulin frá bygdarfólkinum hevði tað verið ógjørligt at vera við í Europa Cup, sigur formaðurin í VIF, Jón Nielsen, sum eisini er ein av leikarunum í 1. liðshópinum TERI NIELSEN (VESTMANNA) Er tað nakað, sum vestmenningar standa saman um, so er tað hondbóltsfelagið og kapp- róðurin i bygdini. Hvørja ferð at ítróttarfelagið skipar fyri onkrum tiltaki, so eru vestmenningar beinan veg- in klárir til at veita eina hjálpandi hond, og er talan um eitt nå eydnuspæl, so stendur ikki á at fáa vinn- ingar Alt bygdarfólkið stendur saman um felagið, og tað er tað, sum ger tað møguligt hjá okkum at fara við í altjóða hondbólt, sigur Jón Nielsen, ið er formaður í VIF Dansitiltakið eydnaðist væl Herfyri hevði VIF eitt dans- itiltak við nógvum av teim- um gomlu orkestrunum í Vestmanna, og hetta tiltakið eydnaðist stak væl, sigur Jón Nielsen. Haraftrat hava vit nakrar stak góðar spon- sorar, sum hava veitt góðan stuðul. Jón Nielsen, sum hevur sitid í nevndini í VIF í fýra ár, sigur, at tað er ikki nógv- ur peningur spardur við at spæla báðar dystirnar í For- oyum. Vestmenningar gjalda finnunum eitt sindur av samsýning fyri at spæla í Føroyum, so alt í alt er lítið spart í hesum. Tað í alt verð- ur roknað við, kemur Eur- opa Cup luttøkan hjá vest- menningum at kosta felag- num nærum 200.000 krón- ur. Tað er greitt, at luttøkan er eitt stórt tak fyri felagið, men formaðurin í VIF ivast ikki í, at tað ber til at fáa tað at hanga saman, eisini tá ið man hevur venjingar- leguna í Íslandi í huga. Hon var heldur ikki heilt ókeyp- is, men Jón sigur, at stuðulin hevur verið Oførur, og har- aftrat hava spælararnir verið raskir at hjálpt til, tá ið tørvur hevur verið á tí. Tað krevur tó hart arbeiði frá nevnd og øllum, sum vara av felagnum, at fáa alt at hanga saman, men higartil hevur tað víst seg at borið til. Ein tann størsta útreiðslan hjá flestu hondbóltsfeløgum í Føroyum er hallarleiga. Her eru vestmenningar tó hepnari enn tey flestu, tí teirra leiga er ikki so høg sum so nógva aðrastaðnis. Formaðurin í VIF í vast ikki í, at tað fer at koma nógv fólk til dystarnar ímóti fin- ska liðnum, og hann vónar, at úrslitið verður gott í kveld, tí so kemur eisini nógv fólk til tann seinna dystin. Jón Nielsen, sum er ein av teimum trimum málverj- unum hjá VIF, hevur góðar vónir til dystirnar, og hann heldur líkindini fyri nókrum spennandi dystum vera stak góð. At karmarnir kring dystirnar vera í topp, man fåur ivast í, ti åskodarafjøld- in í Vestmanna er altíð sjón- lig og hoyrist, og neyvan Jón Nielsen, formaður og málmaður í VIF verður tað nakað undantak í so máta, nú VIF aftur fer á vøllin í høllini í Vestmanna til enn eina altjóða roynd.