leygardagur 4. september 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ri: Marknaðardeild:
ðindablaðið
Jan Møller Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Eirikur Lindenskov Blaðfólk:
internet: www.sosialurin.fo i Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Teen
Eyðun Klakkstein
Høgni Mohr
Niclas Johannesen
n: Postadr: Postsmoga 76,
Myndamen
Jens Kristian Vang
110 Tórshavn
Álvur Haraldsen Telefon: 311820
ari, uppseting: Telefax. 314720
Sosialurin e-mail: post &sosialurin.fo |
Bústaður: Lýsingar: lysing€ sosialurin.fo
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
Dekkari og skipari -
røktari og viðgerðari
Oddagrein
SJUKRASYSTRAR eru at sammeta við
dekkarar á einum fiskifari, meðan lækn-
arnir eru at sammeta við skiparan. Hvar í
verðini kemur dekkari uppá brúnna og
tekur róður í hond og krevur at stýra
skútuni saman við skipara og yvirmonn-
um!!! Nakað soleiðis málbar ein yvirlækni
- skipari - seg í sjónvarpinum hóskvoldið,
tá leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahús-
inum var til umroðu.
HENDA margháttliga samanbering kemur
í kjalarvørrinum á avgerðini hjá lands-
stýriskvinnuni í almanna- og heilsumålum.
Hon kunngjørdi mikudagin, hvussu fram-
tíðar leiðslubygnaðurin skal vera á lands-
ins storsta arbeiðsplássi, Landssjúkra-
húsinum.
AVGERÐIN hjá Helenu Dam á Neystabo
setir í gildi aftur upprunaliga uppskotið til
bygnað, har viðgerð og røkt eru síðustillað
við einum læknastjóra og einum sjúkra-
systrastjóra men við einum sjúkrahús-
leiðara í toppinum.
HETTA hóvar helst sjúkrasystrunum betri
enn læknunum. Formaðurin í felagnum
hjá sjúkrahúslæknum hevur tískil longu
boðað frá, at teir fara ikki at góðtaka hesa
gongdina. Hann hevur gjørt greitt, at
landsstýriskvinnan við hesi avgerð bert
hevur fingið eitt lítið „pusterúm“ tvs. at tað
innan ávísa tíð kann henda, at lækna-
parturin rætt og slætt ikki fer at innrætta
seg eftir nýggju loysnini.
TAÐ er so eitt. Men tá læknaformaðurin
kemur við myndini og samanberingini mill-
um dekkara og skipara, er hann farin ov
langt. Sjálvandi eigur hann at verja sítt
fak, men tað tænir ikki framtíðar samstarvi
millum fakbólkar og ynskinum um at fáa
arbeiðsfrið og eitt vælvirkandi arbeiðsum-
hvørvi á LS, at læknar nú alment leggja
seg út i stríð við røktina og á ein hátt
royna at undirmeta hesa.
UTTAN her at skula taka dagar ímillum
fakøki og kompetansu, so er tað ein sann-
roynd, at eitt vælvirkandi sjúkrahús byggir
á viðgerð og røkt. Talan er um eitt sam-
spæl, sum kanska onga aðrastaðni er so
týdningarmikið í praksis sum júst á einum
sjúkrahúsi. Neyvan nakar undirmetir ar-
beiðið læknar sum heild gera, men teirra
arbeiðið er bert hálvt fylgir røktin tí ikki
upp. Tí tænir tað ikki nokrum góðum enda-
máli, tá framstandandi yvirlækni á so nið-
urgerandi hátt sum í SVF roynir at leggja
sjógv millum bæði fakini. Torvur er á júst
tí a. . ,
Í evugt Sosialurin
Vårharra, domarin og yvirlæknin
Tad sigst, at tad bert eru
tveir mans, ið kunnu javn-
metast við Várharra her á
jørð: Dómaranum í fótbólti
og yvirlæknanum á einum
sjúkrahúsi. Teirra avgerðir
kunnu sjáldan appelerast,
og verða tí so at siga aldrin
broyttar, meðan vit vita, at
Várharra kann veita synd-
anna fyrigeving, og ger tað.
Havandi hetta í huga var tað
áhugavert at síggja og hoyra
Jóhan Petur Davidsen føra
fram síni sjónarmið í degi
og viku 2. september, sum
umboð fyri yvirlæknahugs-
anina á Landssjúkrahúsi-
num, tá tað snýr seg um
samstarv og leiðslu við aðr-
ar fakbólkar, serliga sjúkra-
systrarnar.
Størri arrugansu skal ein
leita leingi eftir. Eg meini,
tað var ikki meir enn hann
tímdi at svara, og grundgev-
ingarnar, í tann mun tað ber
til at tosa um tílíkt, vóru
einastandandi. Sum grund-
geving fyri einstrongdari
leiðslu, og ikki einari, ið
fevnir um samskipan av
økonomiskari, læknaligari
og sjúkrargktarliga kompe-
tansu, vórðu leiðsluviður-
skiftini umborð á skipi
nevnd. Mær vitandi eru fáir
skiparar so byttir, at teir ikki
tryggja sær gott samstarv
við teir í maskinuni, fyri ikki
um at tala teir, ið hava
royndirnar á dekkinum. Um
tað so verður til kollektiva
leiðslu í einari neydstødu,
er ein annar spurningur.
Men tað hava vit dómi um
á virkjum og innan fyrisit-
ing, ið setur demokrati, op-
inleika og menning í hásæt-
ið. Og tað eru júst tílíkt slag
av leiðslu, ið gevur størstu
framleiðsluna og bestu tæn-
astuna.
Annars skal eg gera vart
við, at í sáttmálunum hjá
akademikarunum, eisini
læknum, stendur nakað um
samstarvsráð, hóast ongin
endalig reglugerð enn er
komin, So avgerðin um fel-
ags leiðslu, er ikki nakað,
ið er heilt fremmant. Og tað
stendur eisini í sáttmálu-
num hjá sjúkrasystrum,
starvsfólkum og øðrum fak-
bólkum við.
Eg haldi at læknastættin
sum so, men serliga yvir-
læknarnir, skulu koma nið-
ur av soklinum. Tað er ong-
in sum er í iva um, at teirra
fakliga kompetansa ikki er
góð og neyðug. Men vit,
sum skulu brúka tænastur-
nar, vita, at einsamallur
dugir læknin ikki nógv. Og
vit kunnu ikki liva við ti
hóttan, sum yvirlæknin á
Landssjúkrahúsinum ó-
beinleiðis kom við, at tað
verða sjúklingarnir, ið
koma at kenna svidan,
verður maktin hjá yvir-
læknunum broytt frá eina-
veldi til felags leiðslu.
Ein málari í Havn segði
tað so væl: Teir arbeiddu á
Landssjúkrahúsinum, og
meðan teir sita og fáa sær
kaffi fyrrapartin, kemur ein
yvirlækni framvið, moyrur
eftir eina langa og drúgva
skurðviðger. Tá hann sær
málararnar sita og hugna
sær, letur í honum: "Ja, tað
var málari mann skuldi ver-
ið!" "Ja", letur í einum av
teimum, "tú kundi bara lisið
víðari!"
Heri Kragesteen
Nógv kjøt - eingin ond
Í hesum døgum verður sum
vituligt er nógv skrivað og
tosað um okkara fortíð, nú-
tíð og framtíð, og við hvort
minnur hetta okkum um orð
Janusar í ávísum vertskapi
>nógv kjøt ongin ond<, sum
sló menn fyri nevið.
Eisini Steinbjørn B. Jac-
obsen er farin at trútta inn í
fólk, at NATO-stødirnar í
Mjørkadali og á Eiði guldu
allan blokkin, og at danir
koyrdu tað føroyska sam-
felagið á heysin.
Sancta simplicitas! Heil-
aga fávitska!
Don Quijote sigur eina-
staðni: »Sig mær hvørjum
tå kemur saman vid, og eg
skal siga tær, hvør tu ert«.
Hann kundi skoytt uppi
»Sig mær hvat tú lesur, og
eg skal siga tær, hví tú
tvætlar og møsnar«.
Lærarin, skaldið, rithøv-
undurin, dramatikarin og
fyrrverandi háskúlastjórin
skrivar nú um dagarnar:
>Hóast bókin um tær (nato-
stødirnar, HM) ikki enn er
komin, vita vit so nógv nú,
at allir fóroyingar mugu á-
sanna, at hesar stoðir í rik-
iligt mát guldu allan blokk-
in. Tað er ikki ríkisfelags-
skapurin ella heimastýris-
lógin, ið hetta gjørdi… Sum
víst er áður, koyrdu danir
tað føroyska samfelagið á
heysin aftaná at Sovjetrikid
datt sundur...« og annað
mangt úr somu skuffu, sum
ikki er vert at endurgeva.
Við sínari stóru vitan átti
hann eisini at vitað, hvor tað
var, sum rætti okkum bróð-
urhond, tå Føroyar rendu
seg fígtgjarliga fastar og
fóru um koll í 1951 við
heimastýrisskipanini á
fjórða ári, og í 1992 tá kort-
húsið raplaði alt sum tað var
við blokkskipanini fimm ár
á baki. Heldur ikki Føroya-
grunnurin (JFK) og 60-mill-
i6énagrunnurin í 60-unum
eiga at verða gloymdir, tá
ið talan er um at rætta bróð-
urhond.
Og hvaðani kom tann
grundtvigski háskúlaandin,
sum gloppaði okkara glugg-
ar til ta europeisku mentan-
ina, (undirritaði hevdi tað
privilegium at vera trý ár á
einum grundtvigskum há-
skúla í Danmark), og hvað-
ani hava vit fingið upplýs-
ing við hægri útbúgving,
sum er mergurin í sømilig-
ari samfelagstilveru og heil-
ivågur móti heimfødisligum
trongskygni?
Hetta åtti ein lærari og
fyrrverandi háskúlastjóri
eisini at vitað nakað um.
I 1992 kom stór-bókverk-
ið Essays hjá aðalsmann-
inum og humanistinum
Michel de Montaigne út á
donskum, og hendan and-
ans kelda gjørdist so statt
eisini tilgongilig fyri okkum
føroyingum. Kendi danski
kritikarin, Poul Borum,
skrivadi tå m.a.: »Montaig-
nes essays er en fortrolig
samtale med læseren over
fire århundreder. At læse
ham er at få en god ven for
livet«. I einum av teimum
107 hugleidingunum skriv-
ar Montaigne: »Digteren«
siger Platon, »sidder på mu-
sernes trefod og lader ekst-
atisk alt hvad der falder ham
på læben størmme ud som
et springvand spyr vand ud,
uden at veje eller gruble ov-
er sine ord. En ujævn strøm
af brogede, modstridende
og væsensforskellige ting
vælter ud af ham«. 2400 år
broyta onga sål.
Her er »short passing«
trivið í, hvat kend og minni
kend hava sagt og skrivað,
tað er tí kanska hóskandi at
tríva í greinina > Vandi er á
hvørjari = vælferð<, sum
klóki og virdi háskúlamað-
urin Rasmus Rasmussen
skrivaði í september 1951:
>...Løgtingið hevur tó
fingið eitt eiti av lóggávu-
valdi, sum heldur innanfyri
eitt vist mark og eitt sam-
svarandi fíggjarvald, tí
stendur eisini í boði at taka
meira. Hetta krevur eina
væl stórri ábyrgd, enn er,
bæði hjá tingmonnum og
hjá veljarafjøldini, um ikki
alt skal fara fyri bakka. Tað
er tí ikki at fata, at vitugir
menn og vitugar kvinnur,
dagin í dag í tíð og ótíð rópa
upp um, at vit ikki hava
skuldina, men at tað eru 6-
flýggjaligir danir, sum hava
alla skuldina. Burtur sæð frá
tí, at danir, nærri avmarkað
danastjórn, kann og má bera
skuldina fyri, at eitt og ann-
að er Ogjørt og lagt á láni
fyrr í Føroyum, so er tað
vitleyst, at vitugir menn, tá
høvi gerst, rópa upp um
hetta, sum bert fær eitt úrs-
lit, at doyva og køva eina
vaknandi ábyrgdarkenslu í
Føroyafélki. Slíkir menn
eru av sonnum skaðadýr, tí
teir skaða vitandi ella óav-
vitandi ta sók, sum teir í
huga sínum helst ynskja at
fremja.
Vit hava í Føroyamåli eitt
gott gamalt orð ið ljóðar so:
„Ikki kemur í kór tað, ið
sjálvt vil fara í flór<. Hetta
góða orðatak hevur bæði
rangu og rættu. Sum tað
stendur her, vendur rangan
út. Rættasíðan sipar til, at
tann, sum vil í kór, kemur
ikki í flór. Báðar síður sipa
til, hvat viljin hjá menniskj-
uni er verdur. Viljastyrkin
er harri yvir sjálvari lagn-
uni. Ein seigur vilji er førur
fyri at traðka allar mótburð-
ir av vegnum.
Ein tjóð, sum vil vera
fræls, verður umsíðir fræls,
men so er eisini neyðturvil-
igt, at tjóðin veit vegirnar
til frælsi: Sparsemi, trú-
skapur, hugagóðska, á-
byrgdarkensla og upplýs-
ing. Hetta eru vegirnir.
Finnur føroyafélk teir og
gongur teir, so er vón fyri
bjarging«.
Hetta var mergjad tala,
men eru ljóðini frá vitugum
fólki í dag ødrvisi enn ljóð-
ini frá teimum vitugu í
1951?
Heri Mohr