Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 167 - 4. SEPTEMBER 1999 SL hevur tikið avgerð um, at nú skal betrast um tænastuna á farleiðum teirra kring landið. Byrjað verður við Suðuroyarfarleiðini hjá Smyrli, og í hesum sambandi verður í løtuni gjórd ein brúkara- kanning við spurnarblødum JOHN JOHANNESSEN Stjórin í SL, Reidar Nén- fjall, ásannar, at viðskifta- fólk stovnsins ikki altíð eru lika væl nøgd við tænast- una, ið verður veitt teimum. Men samstundis sigur hann, tað sjálvsagt ikki bera til at betra um tænastuna, um ikki verður farið út til viðskifta- fólkini fyri at vita, hvat tað er, tey kundu hugsað sær betur. Tískil hevur SL tikið avgerð um, at gera eina brúkarakanning. Í fyrstu at- løgu umfatar hon bert Suð- uroyarsiglingina, men hugs- andi er, at slíkar brúk- arakanningar eisini verða gjørdar fyri aðrar farleiðir. Nøktandi fyri oll Brúkarakanningin hjá SL verður gjørd í sambandi við, at nýggj ferðaætlan, ið fær gildi 1. november, skal gev- ast út. Endamálið við kann- ingini er greitt. Hon skal gera ferðaætlanina millum Suðuroynna og Tórshavn nøktandi fyri so nógvar málbólkar sum gjørligt. Kanningin er í tveimum pørtum. Einum, ið umfatar vinnuna og einum, ið um- fatar vanligu ferðafólkini. Tann parturin, ið umfatar vinnuna er skipaður soleið- is, at spurnarblað er sent 134 vinnuligum fyritøkum og handlum í allari Suður- oynni, soleiðis at ein heild- armynd kann gerast av tørv- inum og viðurskiftunum annars viðvíkjandi flutningi við SL. Spurnarblaðið, ið sent er vinnuni, er skipað av 6 høv- uðsspurningum. Fyrst verð- ur biðið um navn og bústað hjá fyritøkuni. Síðani verð- ur spurt, hvørjir dagar og nær fyritøkan nytir sam- bandið millum Suðuroynna og Tórshavn ella øvugt. I triðja høvudsspurninginum verður spurt, hvat slag av farmaflutningi = fyritókan vanliga flytir og hvussu stóra nøgd í tonsum talan er um mánaðarliga. Í fjórða spurninginum verður spurt, um verandi farmaflutnings- skipan er vånalig, nøktandi, góð ella sera góð. Síðani skal eisini grundgevast, hví fyritøkan til dómis heldur verandi farmasflutnings- skipan vera vánaliga. Í fimta teiginum verður spurt um møguligir vansar ella fyrimunir við at sigla á Vág mitt í viku og í sætta og seinasta spurninginum verður biðið um uppskot til broytingar av verandi ferða- ætlan. Spurnarblað teirra ferð- andi er eitt sindur øØrvisi skipað enn tað til vinnuna. Hesi spurnarblødss liggja til taks umborð á Smyrli og verða tey ferðandi biðin um at svara teimum og lata tey inn í kioskina áðrenn farið verður í land. Á hesum spurnarblødum skal hvor einstakur ikki skriva navn. Krossast skal av, hvort tú ert maður ella kvinna, og síðani skal krossast av, hvønn aldursbólk tú hoyrir til. Síðani skal skrivast nær tú komst umborð, hvussu ofta tú siglir og hvar tú býrt. Men hetta er ikki alt. 10 spurningar eru á spurnar- tíðindablaðið ; blaðnum, har svarast skal, hvussu tú ert nøgdur við tal- ið av fráferðum, hvussu frá- ferðirnar passa tær, hvussu komutíðirnar passa tær, hvussu Smyril passar til bussar og onnur skip, hvussu er við bíðitíðum millum skip og buss, um bidiumstødurnar við ferju- bakkarnar eru nøktandi, um prísirnir fyri at ferðast við Smyrli eru nøktandi, um trygdin er nóg góð, um skipið heldur ferðaætlanina nóg væl og at enda hvussu tú ert nøgdur við longdina av ferðini. Til allar hesar tíggju spurningarnar eru fimm møguleikar at velja ímillum. Til ber at svara, at tú ert sera nøgdur, nøgdur, hvorki ella, 6nøgdur ella sera onøgdur. Gerst betri — Eg eri sannførdur um, at brúkarakanningin fer at gera okkum betri før fyri at veita eina betri tænastu. Seinastu ferðaætlanina, vit gjørdu, gjørdu vit eftir okk- ara bestu sannføring, men tað hevur víst seg, at fleiri eru 6nøgd við hana. Einasti møguleiki fyri at betra um hetta, er at fara út til brúk- aran og spyrja hann, hvat vit kunnu gera betri. Ikki fyrr enn tá ber til at gera so mongum sum møguligt til vildar, sigur Reidar Nón- fjall, stjóri í SL. Reidar Nónfjall leggur afturat, at eftir hansara tykki, eru føroyingar alt ov stirvnir, tá tað kemur til at spyrja brúkaran eftir. Føroy- ingum dáma væl sjálvir at SL hevur nú tikið stig til at kanna, hvussu tað á bestan hátt ber til at betra um Suðurovarfarleiðina við Smyrli sleppa at leggja til rættis, men tað eru jú brúkararnir, ið skulu nýta tænastuna, og tí heldur hann tað vera sjálv- sagt, at brúkararnir verða eftirspurdir. Hann vísir á, at hetta er nakað, ið er púra vanligt flestu aðrarstaðir í okkara parti av heiminum Setast í dátubásu Freistin hjá vinnuni í Suður- oynni at lata SL spurnar- blødini aftur er sett til 6 september og ætlanin er, at spurnarblødini umborð á Smyrli skulu liggja í einar 14 dagar. Eftir freistirnar verða svarini sett í dåtubåsu, ið roknar saman, hvørjar åbøtur eru mest neyðugar á Suðuroyarfarleiðini. Sostatt fær SL einæheildarmynd av tørvinum og kann gera tær broytingar, ið sýnast vera neyðugar Reidar Nónfjall sær kann- ingina av Suðuroyarleiðini sum byrjanina til eina bet ran av gøllum virkseminum hjá SL. Ætlanin er nevniliga at fara undir slíkar kann- ingar á øðrum leiðum, so tað so líðandi fer at bera til at laga fólka- og farmaflut- ningin hjá SL til brúkarar- nar. Nú aftur á goymslu í flest øllum útgávum Komið og royni hann OPIÐ ER EISINI LEYGARDAGIN 4. SEPT. KL. 10.00-14.00 Akranesgeta 5 - FO 100 Tórshavn Tlf. 313873 - Fax 311173