leygardagur 4. september 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Flogvit á flogi
síða 18-19
Síða 16-17
FJØLMIÐLAR. Gongst sum ætlað verður ein nýggjur norðurlendskur
oo
ungdómsmiðil at finna á internetinum um ikki so langa tíð. Talan er
um eina norðurlendska verkætlan, men hóast hetta verður málið enskt
og eingi krøv eru um, at vidgjørdu evnini skulu vera norðurlendsk
Føroysk ungdóms-
John Johannessen
Týsdagin í farnu viku vóru
norðurlendsk umboð á óal-
mennum fundi í Norður-
landahúsinum. Á skránni
fyri hesum fundi var eittans
evni: At skapa ein nýggjan
norðurlendskan ungdóms-
miðil, ið kann koma í staðin
fyri útnorðurverkætlanina
OZON.
OZON
Verkætlanin OZON hevur
koyrt í nøkur ár, og talan
hevur verið um eina útnorð-
urlendska verkætlan, ið
hevur havt til endamáls at
geva út ungdómsblaðið
OZON. Hetta blað hevur
verið skrivað av ungum í
Grønlandi, Íslandi og Før-
oyum. Men av tí, at pening-
ur ikki longur er til taks til
hetta endamál, eru projekt-
leiðarar í norðurlondum
farnir undir at skipa nýggja
verkætlan um ein norður-
lendskan ungdómsmiðil.
Ætlanin er ikki, at tann
nýggi miðilin skal vera ein
endurtøka av OZON, hóast
hildið verður, at tilfarið í
blaðnum sum heild var gott.
Størsta broytingin er helst
tann, at talan ikki verður um
blaðútgávu. Ætlanin er, at
miðilin skal vera at finna á
internetinum og íkki á
prenti. Hartil verður ikki
skrivað á norðurlendskum
máli, men á enskum.
Hugsað er ikki so nógv
um tilfar, men fyriskiparar-
nir, ið hava drúgvar royndir
innan miðlaverkstaðir fyri
ung í norðurlondum, vænta,
at tilfarið fer at líkjast tí í
OZON. Spurd, um ætlanin
er at seta mørk, soleiðis, at
meginparturin av tilfarinum
verður um norðurlendsk
viðurskifti, svara tey, at
hetta als ikki kemur upp á
tal.
— Tey ungu skulu hava
loyvi til at skriva um tey
evni, tey hava hug at skriva
um, so leingi tey halda seg
innanfyri vanligar etiskar
karmar, sigur Turid Marthi-
Stefan Simonsen, Ardis
Sigurðsdóttir, Turid
Martinsen og Ida Zeru-
neith arbeida vid verk-
ætlanini um nyggjan
nordurlendskan ung-
dómsmiðil á interneti-
num. Her eru tey av-
myndað uttanfyri Norð-
urlandahúsið í Føroyum
saman við stjóranum
Helgu Hjørvar. Mynd:
Alvur Haraldsen
sen úr Noregi. Hon hevur
starvast við midlaverkstød-
um í heili fimtan ár. Hon
heldur, at hetta í fóroyskum
hópi gevur eina góða bland-
ing av til dømis føroyskari
mentan og MTV mentan.
Nógvir møguleikar
Av ti at nýggi midilin verður
å internetinum, gevur hann
møguleikar fyri ymiskum,
ið ikki hevði borið til, um
talan var um ein prentaðan
miðil. Millum annað nevna
fyrireikararnir debatforum
og sokallaða chat rás, har
til ber hjá fleiri ungum
samstundis at mótast yvir
andamørk og kjakast um
eitthvørt evni ella bert at
pråta um leyst og fast. Har
afturat vísa fyrireikararnir á,
at við einum ungdómsmiðli
á netinum fer at bera til at
1ava dagsaktuelt tilfar, ti har
er nevniliga til at dagføra
síðuna so ofta redaktiónini
ystir.
Bíligt
Afturat øllum, er tað ein
sannroynd, at tað er mun-
andi bíligari at hava ein
internetmiðil enn tað er at
prenta eitt ungómsblað á
gott pappír og í litum. Síð-
ani er eisini ein møguleiki
fyri at fáa lýsingar á heima-
síðuna, um áhugin fyri
henni gerst stórur, og serliga
eisini, um áhugi somuleiðis
verður fyri henni uttan fyri
norðurlond. Hesum hava
fyrireikararnir góðar vónir
um, tí síðan er jú á enskum.
Ætlanin er, at Norður-
landaráðið skal stuðla verk-
ætlanini við peningi, eins og
tað hevur gjørt vid OZON,
men enn er ikki komið so
mikið langt, at ætlanin er
løgd fram fyri Norðurlanda-
ráðnum. Tó vænta fyrieikar-
arnir ikki, at tað fer at vera
nakar trupulleiki at sannføra
Norðurlandaráðið um, at
talan er um eina skilagóða
verkætlan, og tískil eru tey
næstan vís í, at tað fer at
bera til at fara undir verk-
ætlanina um ikki so heilt
langa tíð. Men tó er eitt
sindur at fáa upp á pláss
áðrenn
Skiftandi
redaktiónsábyrgd
Eins og gjørt varð í OZON
verkætlanini er eisini ætl-
anin at redaktiónsábyrgdin
fyri nýggja norðurlendska
internetmiðlinum skal
ganga uppá skift millum
londini, ið eru við. Eftirsum
nýggja ætlanin fevnir um oll
norðurlond, kemur redak-
tionsåbyrgdin sjálvsagt at
skifta millum fleiri lond enn
í OZON verkætlanini, ið
einans fevndi um útnorður,
tvs. Grønland, Island og
1). mentan i cyberspace
Leygardagur 4. september 1999
Føroyar
Hóast redaktionsåbyrgdin
skal skifta millum londini.
fer hetta ikki at merkja, at
tað bert er tað landið, ið
hevur redaktiónsábyrgdina,
ið skrivar. Ætlanin er, at tað
skal bera til hjá so nógvum
ungum í norðurlondum sum
møguligt at skriva. Hesi
senda síðani tilfarið til
landið við redaktións-
ábyrgd, har stóða verður tik-
in til, um tilfarið er hósk-
andi at leggja út á internet-
síðuna
OZON on the net
Fyrireikingarbólkurin hevur
enn ikki tikið støðu til, hvat
heiti nýggi ungdómsmiðilin
á netinum skal hava, men
hugsað hevur verið um at
kalla hann fyri »OZON on
the net«. Orsøkin til hetta
navnið er sambært fyrireik
arunum, at talan í roynd og
veru er um eitt stig víðari á
leiðini eftir ungdómsblaðið
OZON
Hvussu leingi føroyski
ungdómurin skal bíða eftir
at sleppa at skriva og lesa
tilfar í nýggja ungdóms-
miðlinum á heimsfevnandi
internetinum, er ikki greitt
enn, men gongst sum ætlað,
fer tað ikki at taka drúgva
tíð