Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 | Rigmor Dam, FR lærari segði Oluf Palme. Og hvat Siggi fyri mær ein bólk av kvinnum fara umborð á Smyril. Spentar og sminkaðar. Tær skulu til Aberdeen ke S til smågenturnar, so tær kunnu e. Eisini fara tær at keypa gávur, g góðgæti heim við. Einaferð um árið tær allar, tí tær hava funnið út av, at tað loysir seg liga. Burtur frá fiskafrikadellum, stokkum, Bingo og Ude og Hjemme. Men hvat hendir? | verður nidurløgd SKotlandssigiingin oDaiun Henda lítla hugleiðing er bara eitt dómi um eitt tilboð, sum passaði ul vanliga løntakaran og pengapung hansara. Men sum ikki einaferð, má tað ikki blíva for stuttligt tað heila. Tá eg hoyri, at molin skal breidkast, tinghús skulu reisast, leikvallir víðkast og tingmannalønir hækkast, hugsi eg »vei tær, litli mannaheimur Føroyar«. Hvat eru hetta fyri fólk. ið fyri landi ráða? Ongin er skrivaður inn í søguna, og her tali eg um søguna, sum í hjørtum fólksins býr. fyri at hava sprongt eitt hol í jørðina ella at fylla sína egnu vomb. Men fólk eru skrivaði inn í hjørtu okkara við at hjálpa fólki. Ti fólki, sum ikki megnar at hjálpa sær sjålvum, og sum ikki eigur ta gávu at sannføra ráðandi fjøldina um neyð sína. Tey heiðursfólk, ið valdu at vilja halga lív sítt til tey minni mentu, teimum sum hava verið fyri Orætti, og teimum, ið ikki kunnu livbjarga sær sjálvum, eru minnisverdug og kunnu fara hiðani við æru. Tá eg so hoyri menn tala, skammist eg. Líkasælir og hástórir eru teir. Jú, her skal einki vanta. Flogvallir, leikvallir og oljuhavnir. Tí ein er ongantíð nokk, nei, vit skulu hava fleiri flogvallir, fleiri landsstadion og fleiri oljuhavnir. Vit látast at vera vælbjargin. Men hetta er ein glastrimynd. Eg sigi: at tað land, ið ikki vil geva sínum gomlu fólkum ein tryggan, mettan og reinan aldurdóm, er fátækt. Eg sigi: at eitt land sum vil hava barnaskúlar, ið liggja í skeljasori, líðir stóra neyð. Eg sigi: at eitt land, sum ikki vil geva góðar og sámuligar íbúðar- møguleikar, líður armóð. Eg sigi: at eitt land, hvors heilsuverk verður spart burtur í einki, er ein skomm. Eg sigt: at eitt land, sum ikki vil gera ansingarplåss til børnini, er óhóskandi fyri smærri børn. Og eg sigi: at eitt land, har man vil hava loyvi at banka børn síni, líður vanæru. Jú. vit eru vælbjargað, men tit velja ikki at vilja fólkinum tað besta. Lækkið lønarlagid, burtur við rentustudlinum, hækkið barnaansingarkostnaðin, niðurleggið smáu sjúkrahúsini, noktið timaløntum sjúkradagpening og eg kundi hildið áram. Ja, politikkur er at vilja. Ella at prioritera (okkara egna orð >raðfesta< hevur tíverri fingið týdningin at útseta!), og tí kann tað ikki forsvarast, at rikidømi landsins ikki kemur okkum øllum til góðar, men einans frammanundan múgvandi fáveldi, sum samstundis ynskir at føra ein skynsaman búskaparpolitikk! Nr. 167 — 4. SEPTEMBER 1999 JÓLASKIPIÐ. Undan jólum í 1941 gekk útgerðarskipið Sauternes burtur í ódnarveðri á Fugloyarfirði. Í Stríðs- árunum nr. 3 skrivar Niels Juul Arge um tilburðin. Jólaskipið gongur burtur Tann 6. desember 1941 var ringt veður vestaneftir við vindmegi 10, og móti kveldi hækkaði hann upp í útnyrðing og vaks til ódn. Seint seinnapartin, klokk- an 1610, raktu viðingar við, at ein dampari kom suður ímillum Viðoynna og Fugl- oynna saman við einum trolara. Damparin legði seg inn móti Delunum nakað sunnanfyri Eiðsvík. meðan trolarin fór suður á Viðvík. Tad var tjúkt í vedrinum, og viðingar kendu ikki damp- aran, men nakað logið tókt- ist tað teimum, at eitt skip skuldi koma inn higar úr havinum at leggja seg upp- undir ódnarveður av høg- ætt. Hans Jákup á Brekku- mørk var álitismaður hjá bretska hervaldinum og hevði bundið seg til at boða Skansanum frá, tá ið hann helt seg hava rakt við eitt skip, sum hevði løgnan at- burð. Hann ringdi til fútan klokkan 17.10 og segði frá báðum skipunum, og hann hugsaði við sær sjálvum, at sendu teir onkran av oyðar- unum, sum lógu á Skála- firði, norður beinanvegin, so fingu teir høvi til at kanna skipini, áðrenn dag- sett var. Einki skip kom tó norður at kanna, um hetta vóru frið- ar- ella ófriðarskip, men Hans Jákup fekk at vita, at Skansin hevði fingið tráð- leyst samband við bæði skipin. Á Skansanum høvdu teir skilt tað soleiðis, at tey vóru komin á Fugla- fjørð. Skiparin á tí 414 NRT stóra franska damparanum, sum æt >Sauternes< og sigldi undir Union Jack við útgerð til herliðið í Føroy- um spurdi Skansan, hvat hann skuldi gera. Skansin svaraði aftur, at hann skuldi ankra. Tað bleiv av ringasta veðri av útnyrðingi og norði hesa náttina. Fólkið á Kirkju sá hesi bæði skipini koma inn mill- um Vidoynna og Fugloynna og inn ímóti Viðvík. Tað sá út fyri teimum, sum tey ankraðu har, og tað var tað ringasta plássið, nakar kundi velja sær at ankra á, tí hann stóð og hótti við at koma av landnyrðingi, og tað var tí sum at fara í fell- una. Men tá ódnarveðrið kom, lættu bæði skipini og fóru út aftur millum oyggj- arnar og gingu undir á Kirkju. Tað bleiv av allar størstu dyningum. Dagbókin hjá Lovat Scouts sigur, at hitt minna skipið var vápnaði trolarin >Kerrera<, ið fylgdi damp- aranum. Skipini vóru stødd so eystarlaga og norðarlaga, tá ið tey fingu landkenning, at tey fingu ikki søkt havn fyri veðri meðan ljóst var. Tey royndu so at sleppa inn á Viðvík at kroka, men har var ikki liggjandi. Dampar- in fór so útum aftur, og Skansin tykist hava havt samband við skipini aftur, tí War Diary hjá Lovat Scouts sigur, at tey vóru í havsneyð alla náttina. Símun Hansen var lærari í Fugloy og sá allan tilburð- in. Hann skrivaði í Norð- lýsinum í 1952 soleiðis: >Sunnudagur kom. Vind- urin var minkaður. Hann var útnyrðingur við hvøssum, tjúkkum heglingsælingi og ógvuliga kaldur. Ta ringastu ødina heyði hann tikid úr sjónum, tó enn var meir enn vanligt vetrarbrim. Menn hittust á Vegginum, tosaðu um veður og —skipini. Kanska vóru tey hildin til havs, áðrenn ódnin kom. Fólk fóru í kirkju, men tá klokkarin fór upp í tornið at ringja út, sær hann skip koma rekandi inn um sundagrynnuna. Tað stóð framá, brúgv og mastur tyktist skotin framat, og straks vóru allir greiðir yvir, at hetta var annað tað skip- ið, sum kveldið fyri fleyt út- fyri Viðvík. Ivaleyst høvdu teir roynt at sloppið sær úr deyðsfelluni, ein fáfongd Sunnudagin 7. desember 1941 sá klokkarin á Kirkju eitt sundursmildrað skip koma rekandi inn um Sunda- grynnuna Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2'aran: turid &Gsosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller. Blaðstjórn: Turið Kjølbro. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin.