leygardagur 4. september 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 167 — 4. SEPTEMBER 1999
Kirkjumenn vóru komnir saman á Vegginum at práta um veðrið og skipini. Teir sóu eisini skipið reka suður
millum oyggjarnar, men stóðu hjálparleysir
roynd, sum hevði gjørt skip-
ið lamið, og sum eitt hjálp-
arleyst vrak slept tí leyst
aftur eina løtu, fyri tess bet-
ur at fanga tað aftur og geva
tí mønusting. Ja, havið er
lúrið. Eftir eystfallinum
kom tað rekandi viljaleyst
suður gjøgnum fjørdin. I
kikara sóu vit, hvussu vorð-
ið var: alt í einum hurlivasa,
bond og endar slongdust
higar og hagar, skipið hevði
væl av slagsíðu til bak-
borðs, men lá upp í vindin,
á dekkinum sløddist órudd
allar stødir. Fólk sást einki,
men tað reyk. Meðan vit so
standa og hyggja mest sum
niður yvir skipið, sum av
teim veldugu breiðu dyn-
ingum verður blakað aftur
og fram eins og var tað ein
borðabátur, koma try 6før
Oløgi suður gjøgnum fjørdin
- skipið lå nú nógv undan
alduni. Tað fyrsta kastar aft-
urendan upp í loft, men tað
liggur sum flesin, komið
fram um tvørs brýtur tað
tvørtur um båtin frå bådum
sidum og fyllir hann
framman, so forendin fer
langt niður, nú er annað
óløgið undir hekkuni,
skumpar av grimd upp
frameftir undir ta søkkandi
skútu og gevur henni tað
drepandi skumpið framyvir,
so hon eftir høvdinum
hvørvur í dýpinum. Eitt puff
úr skorsteininum var tað
síðsta vit sóu... Triðja
óløgið kom bert fyri at
leggja síðstu hond á hesa
havsins ógerð, ella breyt tað
bert fyri at káva burtur tey
síðstu sporini av hesum
oyðingarverki? Ja, havið
skavar skjótt burtur mis-
gerðir sínar og sigur ikki
frá. Tær næstu aldurnar sóu
út, sum vistu tær einki ilt at
siga. Høvdu vit ikki staðið
og hugt at, var sorgarleik-
urin ókendur, men vit stóðu
hjálparleysir, umgyrdir av
brimi<, skrivar Símun Han-
sen.
Fugloyingar stóðu hjálp-
arleysir. Tað var jú ódn í
brimi, og tað var tí ikki
hugsingur um at skjóta bát.
Nógv flotnaði upp av
>Sauternes<, harímillum
tveir bjargingarflakar, fimm
mans komu sær upp á annan
og tríggir á hin. Har vóru
ljósglæmur at síggja, og tær
komu óivað frá teimum lýs-
andi bjargingarvestunum,
sum fólkið var í. Tann stórri
flakin visti seg at flóta
ógvuliga lágt í sjónum og
fór mest sum eftir streym-
inum, meðan hin, ið fleyt
høgt í sjónum, mest fór und-
an vindinum. Hann fór inn
undir Svínoynna. Henry
Mellemgaard var staddur
har yvir á Eiðinum júst tá.
Hann var sjálvur triði, sum
farin var frá húsum, tí teir
høvdu hoyrt fugloyingar
bodad frå i radiotelefonini,
at eitt skip vid ongari mask-
inu var komið rekandi suður
ímóti Sundagrynnuni.
Svínoyingar vistu, at
»Sigurfarid« var á veg úr
Aberdeen til Føroyar, og var
tað nú hon, sum var stødd í
havsneyð, máttu teir royna
at bjarga teimum. Tí fór
Henry sjálvur triði frá hús-
um yvir á Svínoyareiðið.
Skip sóu teir einki, men fyri
at síggja betur fóru teir
norður á Heyggj, og tá kom
undan Heygnum ein bjarg-
ingarflaki við trimum
monnum rekandi inn ímóti
Eiðinum. Teir royndu at
fylgja við honum suðureftir,
men tá ið flakin kom inn
ímóti Høgkletti — ella lend-
ingini, kom eitt brot, sum
hálvdi hann runt, og tá ið
avfjarðaði, var eingin mað-
ur at síggja. Eina løtu seinni
kom ein maður upp hinu-
megin við Høgklett, men
tað sást, at hann var deyður.
Tá ið teir komu í urðina,
mistu teir hann burtur og
sóu hann ongantíð aftur.
Tá ið svínoyingar seinni
komu yvir á aftur á Eiðið.
var flakin brotin upp á land,
men hann var brotnaður og
fór avstaðaftur. Teir stóðu
nú her yviri, tað sum eftir
var av degnum, men einki
var at síggja.
Hin flakin fór suður
igjøgnum Svínoyarfjørð.
Hann fór við streyminum
miðskeiðis suðureftir og
hevði einki við land at gera.
Ljósglæmurnar sóust á
Kirkju inntil hann kom suð-
ur fyri Berg, og har var
slætt. Hann gekk so undir
Posaklett og gekk eisini
leysur av landi har. Nú kyrr-
aði so mikið í sjónum, at
fugloyingar hildu tað var
líkindi hjá stórum báti at
fara at royna at bjarga, men
radiotelefonin hevði av-
markaða senditíð, sum her-
valdið hevði ásett, og eingin
senditíð var henda seinna-
partin. Men so dygt tók hes-
in sorgarleikur fugloying-
um, at teir kortini fóru í tele-
fonina og søgdu frá van-
lukkuni, sum hend var, og
bjargingarflakunum, sum
fóru suðureftir. Boðini
hoyrdust í Svínoy, og tey
hoyrdust eisini aðrastaðni í
Norðoyggjum, tí sýslumað-
urin heitti á Kaj Johannesen
um at fara við motorbátin-
um >Skagen< sum var 16
tons, at vita, um nakað
gjørdist.
Kaj og bróðir hansara
Andreas hildu, at teir skuldu
royna at fara, hóast lítið var
eftir av degnum, og veðrið
var ógviliga ringt. Tað var
so heppið, at tað vóru bara
40 favnar út til bátin, har
hann lá fyri fortoyning. Teir
sluppu umborð og fóru so.
Tá ið teir komu yvir á
Sundaberg, var eystfallið
liðugt. Tá vóru mest eyst-
falskyrrindir, og tað var
komið fram ímóti skýming.
Teir sigldu tvær ferðir mill-
um Havnartanga á Svín-
oynni og Sundaberg, men
tá ið tað har vendi norður
móti kvøldi, var einki at
hugsa um at vera har ella at
fara norður í Svínoyarfjørð.
Tað var ringari veður enn
so. Tað vísti seg, sum alt
gekk saman. Brim frá báð-
um londunum út á Svínoy-
arfjørð.
Um nakað kundi vera far-
ið suðurum eftir eystfallin-
um har, áðrenn teir komu
har yvir, dugir Kaj íkki at
siga, men tað er ikki óhugs-
andi, og hann heldur, at tað
sum varð funnið í Lorvíks-
firði dagin eftir, kann vera
farið suður gjøgnum Svín-
oyarfjørð tann seinnapartin.
Ein sundabátur fann dag-
in eftir líkið av einum
manni eysturi í Svínoyar-
firði. Trý lík vórðu sama
dagin eftir funnin í Lorvíks-
firði og førd til Klaksvíkar.
Tilsamans vórðu líkini av
seks monnum funnin, og
vórðu tey grivin í Klaksvík-
ar kirkjugarði. Teir vóru
kapteynurin Perris, tríggir
matrósar úr handilsmarin-
uni og tveir matrósar úr
Royal Navy. Annar æt Ross.
Kona hansara kom í 1947
til Føroyar og setti ein stein
á grøvina hjá manninum, og
nú hevur hon verið aftur og
sett ein nýggjan stein.
Captain G. A. Perris
hevði andsvarið fyri øllum
vørum, sum sendar vórðu úr
Leith til herliðið í Fóroyum.
Hann vildi sjálvur fara til
Føroyar at kanna, hvussu
vørurnar og harímillum ikki
minst kjøtið varð viðfarið,
frá tí tað fór av goymsluni í
Leith, til tað kom á goymsl-
una í Føroyum.
15
| Turið Kjølbro
| Fyri tveimum vikum síð-
| ani funnu menn umborð
å vaktarskipinum Tjaldri-
num jólaskipið. Tað var
tíðliga í summar, at leit-
ingin eftir jólaskipinum
kom uppá tal. Vaktar- og
Bjargingartænastan hevur
regluligar venjingar við
sjókaganum, og eftir
áheitan skipaði Tjaldrið
eina venjing á Fugloyar-
firði, har jólaskipið sakk
á sinni. Vaktarskipið leit-
aði á uppgivnu posi-
sjónini, men til fánýtis.
Leitingin var síðani av-
blást, men aftaná at hava
fingið aðrar upplýsingar.
var ein leiting gjørd
afturat. Og tá bar betur til.
Skipið, sum hevur ligið
á havsins botni í nærum
seksti ár, er illa farið. Á
Jólaskipið
funnið
upptøkunum, ið gjørdar
eru við sjókaganum, sæst
forskipið, kúgvaeygu,
pullartur og annað, men
navnið á skipinum sæst
ikki.
Sauternes liggur å 84
metra dýpi. Skipið er
funnið vestantil á Fugloy-
arfirði, eitt sindur frá leið-
ini, har menn síðan hava
hildið uppá, at tað sakk.
Vaktar- og Bjargingar-
tænastan ger ikki meir við
leitingina, men metir
uppgávuna at vera av-
greidda.
Annars høvdu bretar
ætlanir um at koma til
Foroya í summar at leita
eftir skipinum. Henda
ætlanin var tó av ongum.
Sum skilst vóru hetta
fólk, sum hava tilknýti til
herin.
Klokkan umborð á Sauternes funnin á havsins
botni nærum 60 ár eftir, at skipið sakk. Myndin er
tikin við sjókaganum umborð á Tjaldrinum
Um onnur ferðafólk vóru
við, veit eingin at siga, men
helst hava tey bara verið
nøkur få, tí troppaskipið
røkti ta uppgávuna. Mann-
skapið við fólkinum, sum
røkti kanónina og maskin-
byrsur, kann metast at hava
verið umleið 25-30.
>Kerrera< — trolarin, sum
fylgdi >Sauternes< — kom á
Havnina 8. desember. Hann
hevdi fingið stóran skaða á
brúnna, men fólkið hevði
tað gott.
Dagin eftir vóru nakrir
motorbátar úr Hvannasundi
og sigldi yvir í Svínoyar-
fjørð at vita, um nakað sást
til bjargingarflakar. Eingin
var at síggja. Men har rak
nógv, sum var flotnað upp
av skipinum, og bar boð
um, at ein vanlukka var
hend. Ein bátur fann eisini
líkið av einum manni.
Tað hendi eisini annar
stórur skaði í Føroyum i
hesi ódnini. Á Skálafirði
slitu sjey skip, sum lógu for-
toyað á fjørðinum, og fóru
á land. >C. £ M. Slater< á
Strandalandinum, >William
Martin« í Saltnesi, »Colum-
bus<, >Lizzie< og >Galat-
hea< í Runavíkini, meðan
»Austerlitz« hekk føst í
kavbátanetinum.
A Fuglafirði fóru
»Columbus«, >Bearnaise<
og >Boðasteinur< á land.
Fleiri av skipinum fingu
so stóran skaða, at menn
hildu tey vera vrak, men øll
komu tey aftur í sigling.
Hesar keldur hevur N.J.
Arge brúkt:
Hans Jákup Matras, Við-
areiði
Jógvan Lydersen, Kirkju
Kaj Simonsen, Kirkju
Kaj Johannesen, Klaks-
vík
Henry
Tórshavn
Norðlýsið 22.12.52
Dimmalætting 10.12.41
Haakon Hansen, fyrrv.
sýslumaður, Tórshavn
Tingakrossur 10.12.41
Meteorologisk Institut,
København
PRO: Lovat Scouts, War
Diary
Fútin: Dagbók (»Krigs-
hendingar«)
Mellemgaard,