Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Flogvit å flogi X FLOGI. Niels Egelund er flogskipari hjá Atlantsflog. Men hann e r eisini professari í ser- nåmsfrødi og útbúgvin sålarfrødingur. Hann er ein maður, ið hevur nógvar hugsanir um mong viðurskifti; og hann torir at vera ødrvisi. Lesið fyrra part av samrøðu við mannin, sum bert einaferð hevur fingið minni enn 13 til próvtóku, og sum ta ferðina fór til nýggja provtøku… OTOYS >» aðu Niels Ege d er Í g nix evur n flogK M 5 ð ið er so kri our er els otess se sIrøo cg stovns- og lestrar x i danska lærarahåskula igvin sálar g seta ground-power Hetta er seir Egelund flý istu ferð, Niels gur fyri Atlantsflog í hesum umfari. Í kvold fer hann Niður aftur, og verður neyvan at síggja her á landi aftur fyrr enn, tá jólaflúgvingin av álvara er byrjað Valdi læraraútbúgvingina Vit sita og pråta í crew-room, og tað er Niels Egelund, ella Eiki- lund, ið føroyingarnir kalla hann (meðan teir syngja, at ongin er >oman fyri eikilund<...), ið hevur Ís OS gjørt okkum sterka kaffimunnin, vit sita við Hann er ættaður úr Odense; og søgan um flogskiparan Egelund, er eyðkend. Tiggju ára gamal fór at hann byggja modellflogfør Fyrst sveimiflogfør, men seinni eisini motorrikin. Longu heilt ungur, var hann púra vísur í, at hann fór at verða flogskipari í danska flogvápninum. Men, so skuldi ikki verða. Evarska lítið bygningsbrek á øðrum eyganum hevði við sær, at hann varð vrak aður undir upptøkuroyndini Sjálvandi var tað forargiligt, men eg hugsaði, at so noyddist eg at finna mær okkurt annað at gera. at tað bar til at gva seg til flogskipara og rinda sjálvur. Nítjan ára gamal valdi eg mær læraraútbúgvingina, ti eg visti, at lærarar høvdu nógv fri, og at eg sostatt fora at hava góða tíð at flúgva. Longu tå var eg farin at flúgva við sveimiflog- fari, sigur hann Niels Egelund fór, longu meðan hann gekk á læraraskúla í Odense, undir at útbúgva seg til flogskip- ara, men beint áðrenn hitti hann ein sveimiflogskipara, ið eisini var flogskipari í donsku verjuni Hesin spurdi Niels Egelund, hví hann ikki tók útbúgvingina sjálvur, og rindaði fyri hana eisini. Ta útbúgvingina fór eg undir, meðan eg gekk á læraraskúla í 1966, og fýra ár seinni fekk eg vinnubræv sum flogskipari. Í 1971 fekk eg loyvi at flúgva við tveimum motorum. Meðan eg lærdi til lærara, og seinni meðan eg gjørdi mína hernaðarskyldu, forvann eg mær so frægt av pen- ingi, at eg megnaði at rinda fyri flogútbúgvingina. Tá eg varð Tá visti eg ikki >Ég veit væl, at umbiðin gransking verður mett at vera eitt slag av frødiligari pornøgrafi, ið er ómeta- liga høgravidgongd og afturhaldssinnað. Sagt varð, at eg rann grindi fyri statin og kapitalin; ímóti teimum neyðars menniskjum, sum eru lærararnir - næmingarnir koma í aðru rød, og hetta hevur verið nåmsfrødiliga grundhugsjónin frå sjeytiárunum og fram til í dag< liðugur, heyði útbúgvingin kostað mær líka nógv sum ein lærari tå forvann í hálvannað år, sigur Niels Egelund, ið at byrja við als ongar ætlanir heyði um at vera flogskipari á stórum ferðafólka- fórum. — Eg ætlaði mær at vera lærari, og flúgva aftaná klokkan 3 og í vikuskiftunum, sigur hann. Oljukreppan hevdi avleiðingar Men tá Niels Egelund hevði fing- ið pappír uppá, at hann var skikk- aður at flúgva við tveimum motorum, hugsaði hann við sær sjálvum: Hví ikki sókja um starv í stóru flogfeløgunum. Fyrst í sjeyti árunum vóru SAS, Conair, Maersk og Sterling ráðandi í Dan- mørk, og til teirra sendi Egelund umsóknir. Tríggjar dagar seinni bjóðaði Sterling Airways honum at koma til upptøkuroynd. Hetta endaði við, at hann, eina viku eftir at umsóknin til Sterling varð send, segði seg úr starvi sum lærari. Tveir mánaðar seinni fleyg ungi lærarin leiguferðir við rúgvum av donskum ferðafólki til suðurlond í stórum Caravella-flogførum. — Hetta var spennandi í eitt hálvt ár. Eg eri soleiðis, at tá alt gerst ein vani, so siti eg og keði meg, og tí fái eg hug at fara undir okkurt annað. Nú eg kendi á mær, at alt var vorðið ein vani, og eg varð vorðin troyttur av >flogternu- livinum!«, fór eg at lesa sålarfrødi á fróðskaparsetrinum í Keyp- mannahavn. Eg helt, at til bar at knyta sålarfrødiliga vitan uppí bæði flúgving og lærarastarv. Hetta var 1. februar 1973, og á heysti sama ár var oljukreppan veruleiki. Hon hevði við sær, at ein tridingur av flogskiparunum varð sagdur úr starvi. Tá hugsaði eg við mær sjálvum, at nú galt um at fáa fingrarnar út, og lesa seg lidnan skjótast gjørligt. Meðan aðrir burturspardir flog- skiparar bjargaðu sær tilveruna so dánt við at sproyta eitur á saudi- arabiskar eplaveltur, og uppaftur aðrir gingu arbeiðsleysir á land- jørdini og »stempladu«, setti eg ferð á lesturin. Samstundis søkti eg um starv í SAS. Eg slapp fram at har, og varð sum annar stýri- maður settur umborð á flaggskip felagsins, Boing 747, sigur Niels Egelund, ið tá júst var vorðin liðugur sum sålarfrødingur. Hetta var í 1976, og tískil tók tað hon- um trý år at gerast sålarfrødingur. Ein útbúgving, ið hjá vanligum menniskjum tekur 6 ár... Marxistiskt møsn — Eg helt meg hava úr at gera, og tiskil hevdi eg undir lestrinum ikki tíð at kava niður í alt tað marxistiska møsnid, sum nógvir av mínum lestrarfeløgum hildu vera so sera áhugavert. Vit sótu og gjørdu kapitalskilvisar útgreining ar um Dunnald Dunnu, og tilikt óneyðugt tvass, sigur Niels Ege lund. Og hann meinar tað... Alt hetta óneyðuga leyp Niels Egelund um, eins og hann kvittaði seg av við teir yngru lærararnar, sum undirvístu í sålarfrødi. Hann nýtti í staðin tíðina saman við teimum gomlu lektarunum og professarunum, sum ongin annar lesandi tímdi at fáast við. — Ofta vóru vit bara 3-4 lesandi, ið vóru til fyrilestrarnar hjá hesum gomlu. So hildu hesir eldru, at best var, um vit fóru heim til teirra, og í heimum teirra fekk eg so privatundirvísing, sum var beinleiðis orsøkin til, at eg var liðugur við lesturin so skjótt, sigur Niels Egelund, sum fekk eitt kommunalt granskingarstarv bein- anvegin hann var lidugur sum sålarfrødingur. Medan hann granskadi fleyg hann fyri SAS, men hetta gekk ikki í longdini. Arbeiðsbyrðan var í tyngra lagi. — Heimkomin eitt kvøldid, eg hevði verið í New York við mín- um Boing 747, segði konan við meg, at hetta ikki kundi halda áfram. Vit høvdu tvey småbørn tá, og hon gjørdi greitt, at eg noydd- ist at velja antin at flúgva ella at granska. Tå hesi kravbod komu, hevdi eg flogið fyri løn í átta ár, og tískil valdi eg granskingina. Eg segði upp í SAS, tí teir hvorki vildu geva mær hálvt starv ella farloyvi, sigur Niels Egelund. Gjørdist umstríddur granskari Flogskiparin fekk beinanvegin Dytt starv sum granskari og lærari á Læraraháskúlanum í Keyp- mannahavn. Hann granskaði í, hvussu stóran týdning næminga- talið í flokkinum hevði fyri frá- Ieruna. Flestu halda, at smáir flokkar eru bestir; men hetta er beinleiðis burturvið. Tvørturim6ti; eru ov fáir næmingar, verður frálæran nakað so ótrúliga keðiligt, so bæði lærarar og næmingar eru við at sovna, staðfestir Niels Egelund, sum eisini granskaði í t.d. niður- legging av skúlum, flokssaman- legging, foreldrahugsanum um fólkaskúlan og vantandi nyttuna í serundirvísing. Nógv tóku ikki undir við úrslit- unum hjá hesum umstrídda granskara, og aftursvarini vóru øgilig. At byrja við søgdu hinir granskararnir, at Egelund var óbrúkiligur, og teir brúktu nógva orku uppá at sáa iva um gransk- ingarúrslitini hjá honum. Sjálvur ger Egelund vart við, at hinir granskararnir ikki megnaðu at mótprógva nakrari av niðurstøðum sínum á einum yrkisligum grundarlagi. — Lærararáðið og starvsfelagar vórðu í ødini, tí eg eftir øllum at dóma ikki skuldi halda meg vera. Eg var jú nógv yngri enn flestu teirra, og passaði als ikki inn í teirra hugnaliga dunnuhyl; hartil hildu teir, at eg brúkti kjaft alla tíðina, sigur Niels Egelund. Høvudsnidurstødan hjá honum er, at trupulleikin í hugvísundaligari gransking er, at tað er torført at granska í viðkomandi viðurskiftum; og upp aftur meira torført, um gransk- ingin í roynd og veru er nýtilig... Gjørdist professari — Tá måtstødan í mínum egna frødiliga umhvørvi var størst, Tað tók Niels Ekelund try år at lesa til sålarfrøding. Vanliga tekur tad seks år Orð: Høgni Mohr Myndir: Álvur Haraldsen »Eg helt meg hava úr at gera, og tískil hevdi eg undir lestrinum ikki tíð at kava niður í alt tað marxistiska møsnid, sum nógvir av mínum lestrarfeløgum hildu vera so sera áhugavert. Vit sótu og gjørdu kapitalskilvisar útgreining- ar um Dunnald Dunnu, og tílíkt óneyðugt tvass« bodadu 24 av 35 starvsfeløgum i tidindaskrivi til danskar fjølmiðlar frå, at tað eg hevði gjørt, var ónýtiligt. Aðrenn hetta tíðindaskriv, heyði eg longu sekt um professaraembæti, eins og eg bað um at verða uppfluttur til lektara. Eg gjørdist lektara við rósi, og í sambandi við profess araarbeiðið, varð sjálvandi neyðugt hjá teimum, ið ráddu fyri borgum á læraraháskúlanum, at lesa alt mítt skrivaða tilfar sera någreiniliga. Niðurstøða teirra var, at tilfarið var minst líka gott sum so mangt annað, sigur Niels Egelund, og leggur flennandi afturat, at hann, júst orsakað av sama tíðindaskrivi, slapp at grundgeva fyri sínum gransking- arúrslitum í fleiri tíðinda- sendingum í donskum sjónvarpi Tað vóru mótstøðumenn hansara ongantíð slopnir Fyrsta, og eftir øllum at dóma hin mest spreingifima gransingar uppgávan hjá Egelund um næm- ingatal í flokkunum var umbiðin av táverandi danska kenslumála- ráðharranum, Dorthe Bennedsen Hetta er tað, ið neynt verður »um- biðin gransking«, og var tað ikki serliga vældámt i frødiliga um- hvørvinum, men hetta er gransk- ingin, ið Niels Egelund hevur arbeitt vid, og framvegis ætlar sær at arbeiða við Ur frødi og á flog Eg veit væl, at slík gransking verður mett at vera eitt slag av frødiligari pornografi, ið er 6 metaliga høgravidgongd og aftur haldssinnad. Sagt vard, at eg rann ørindi fyri statin og kapitalin; ímóti teimum neyðars menniskj um, sum eru lærararnir - næming- arnir koma í aðru rød, og hetta hevur verið nåmsfrødiliga grund- hugsjónin frá sjeytiárunum og fram til í dag, sigur Niels Ege- lund, sum í 1988 ikki longur tímdi at virka í hesum frødiliga um- hvørvi. Hann tímdi ikki longur at arbeiða ímóti tí stóru mótstøðuni, og altíð verða hin sum fekk ein undir vangan, sum hann málber seg. Egelund ætlaði sær eitt profess- araembæti í sålarfrødi, men mót- stødan gjørdi, at umsóknin ong- antíð varð vidgjørd. Ístaðin var embætið avtikið. Hetta var í 1988. — Tá varð eg so súrur, at eg gekk og froysti eitt heilt viku- skifti. Kortini fór eg til arbeiðis aftur mánamorgunin eftir. Men á veg í bili út á læraraháskúlan ringdi ein sum eg kendi í lítla danska flogfelagnum, Muk-Air, og segði, at teir høvdu keypt sær ein Fokker 27 (sum íslendingar flúgva til Føroya i, bl.m.), og um r eg ikki vildi koma og hjálpa teim- um at útbúgva flogskiparar til hetta flogfar, og eisini sjálvur vera ein av trimum skiparum á flog- farinum. Eg ringdi til konuna fyrst, og hon játtaði. Síðani ringdi eg til stjóran á læraraháskúlanum og bað um farloyvi. Hann játtaði eisini. Síðani vendi eg bilinum og koyrdi út til Muk-Air, heldur enn at fara á læraraháskúlan, sigur Niels Egelund, sum seinni gjørdist flogleiðari i Muk-Air, og var tað i try år Men ein dagin ringdi ein føroy- ingur púra óvæntað til hansara Hetta var klokkan 14, og tímar seinni stóð Niels Egelund til reiðar á flogfarstødini i Kastrup; å veg til samráðingar við stjóran i Atlantsflog, ið tå æt Heri Morten sen. Heri vildi hava Niels at við at byggja føroyska flogf upp tvem ra gfelagi0 Dåmdi væl i Førovum Niels Egelund og Heri Mortensen tóku morgunin eftir í hondina á hvor øðrum, og nakrar dagar seinni fór danski flogskiparin til Bretlands at verða umskúlaður til BA 146e flogfarið hjá Atlantsflog Hetta var í 1991, og afturkomin til Foroya fleyg Niels Egelund einar tríggjar mánaðar undir eftirliti av tí gamla garvaða Hans Hansen, ið enn er eitt av ålitunum í føroyska felagnum. Egelund var nu floygd ur, fekk fýra strípur á skjúrtuna og gjørdist ein av skiparunum á flaggskipi føroyinga í luftini Foroyska kreppan, ið var eir óreingiligur veruleiki í 1993. hevði eisini tydning fyri danan Niels Egelund. Atlantsflog noydd ist tá at gera eina avtalu við Maersk Air, og henda avtala hevði við sær, at flogferðslan minkaði við einum góðum triðingi. Neyð- ugt varð at senda flogskiparar til húsa; teir yngstu, og so danan Niels Egelund. Hann sigur sjálvur orsøkina vera, at hann var ov dýrur fyri flogfelagið — Harumframt høvdu vit avtal- að, at eg bert skuldi vera í felag- num avmarkaða tíð. Eg var 6- metaliga keddur, tå eg var koyrd- ur, ti mær hevdi dámt væl at ar- beida i felagnum, eins og mær dámdi væl at búgva í Sørvågi. Eg var nú arbeiðsleysur flogskipari, sålarfrødingur og doktari í náms- fróði. Men, nú vísti tað seg bein- anvegin, at læraraháskúlin vildi hava onkran at skipa eina gransk- araútbúgving í Mogolia. Eg bjóð- aði meg til, og fekk hálvdagsstar í tí sambandinum, og pína doy, um eg ikki eisini fekk hálvdags- starv í gamla flogfelagi mínum, Muk-Air, sigur Niels Egelund. Seinni partur næsta leygardag | Lesið í næsta leygardagsblaði um, hvørja hugsan flogskiparin og | professarin, Niels Egelund, hevur um tað hann skírir hina ófanta- | ligu og fesjutu líkasæluna í danska fólkaskúlanum. Eisini sigur | Egelund frá, hví hann heldur flogfarið hjá føroyingum vera nógv. | betur til Føroyaleidina, enn tað hjá Maersk Air.