týsdagur 7. september 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 168 - 7. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið -
Nú kemur
R-Skann-
Leingi gekk, áðrenn farið varð undir
at gera klárt til MR-Skannaran,
Landssjúkrahúsið fekk til gávus frá
Tryggingarfelagnum Føroyum, men
nú er gongd komin á arbeiðið og
væntandi verður skannarin tikin í
nýtslu fyrst í komandi ári
JOHN JOHANNESSEN
17. september 1998 fekk
Landssjúkrahúsið eitt gávu-
bræv frá Tryggingarfelag-
num Føroyar við einum
virði á 7 milliónir krónur,
ið nýtast skuldu til ein so-
kallaðan — MR-skannara.
Gávan varð latin í sambandi
við, at nýggja felagið al-
ment byrjaði tryggingar-
virksemi.
Nú hava vit september
1999, og enn stendur eingin
MR-skannari á Landssjúk-
rahúsinum. Men Jákup
Mørkøre, sjúkrahússtjóri,
sigur, at arhbeitt verður av
fullum alvi at gera klárt til
at seta skannaran upp, og
gongst alt sum ætlað verður
skannarin tikin í nýtslu í
fimtu viku í næstu old.
Drúgvar fyrireikingar
Tað er einki dulsmál, at
plásstrot er ein stórur trup-
ulleiki á Landssjúkrahús-
inum. Og júst hetta er eisini
ein av høvudsorsøkunum
til, at so drúgv tíð er gingin
frá degnum skannarin varð
latin til farið varð undir at
gera klárt til skannaran.
Trupulleikar vóru nevniliga
at finna pláss til hendan
góða skannara.
Men leiðslan á Lands-
sjúkrahúsinum hevur nú
funnið eina loysn á trup-
ulleikanum, og nú arbeiða
handverkarar við fullari
ferð við at gera røntgen-
deildina og medioteknisku
deild klárar til skannaran.
Væntað verður, at klárt er
at fara undir uppsetanina av
skannaraútgerðini um mið-
jan november. Hetta arbeið-
ið verður mett at vera liðugt
móti jólum, tá starvsfólkini
á deildni skulu lærast at
nýta útgerðina. Eftir ætlan
skal skannarin vera klárur
at taka í nýtslu tíðliga í jan-
uar, men alment verður
hann ikki avhendaður fyrr
enn í fimtu viku í nýggju
øldini.
Nyggjur
kanningarhåttur
At nyta MR-skannara er ein
rættuliga nyggjur kanning-
arhåttur, id einki hevur vid
vanligu røntgenkanningar-
nar at gera. Tó fara kanning-
arnar fram á rønigendeild-
unum, av tí at talan er um
sokallaða myndadiagnostik.
MR-skannarar vóru eisini
til tíðliga í åttatiårunum,
men tá var prísurin munandi
hægri enn nú. Fyrsti MR-
skannarin í Danmark kom í
1984. Hann varð latin sjúk-
rahúsinum í Hvidovre, og
kostaði hann 30 milliónir
krónur. Gevari var Simon
Spies Grunnurin.
Anders H. Ree, yvirlæk-
ni, greiðir frá, at ein MR-
skannari er ein magnet-
skannari, ið byggir á tann
eginleika, at 70 prosent av
mannakroppinum eru vatn.
Sostatt er ein stórt tal av
brintkjarnum ella pro-
tonum, sum hetta eisini
verður kallað, í manna-
kroppinum. Brintkjarnurnar
virka sum smámagnet við
einum suðurpóli og einum
norðurpóli. Tá ein sjúkling-
ur verður lagdur inn á MR-
skannaran, sum í veruleik-
anum er ein magnet, stilla
brintkjarnurnar seg parallelt
við magnetiska økið. Undir
sjálvari kanningini verða
radio impulsir sendir inn í
mannakroppin. Hetta ger, at
brintkjarnurnar koppa úr
magnetiska økinum. Tá
sløkt verður fyri radiosig
nalinum, fara brintkjarnur-
nar aftur í náttúrligu stød
una, samstundis sum tær
senda út radiosignal. Hesi
radiosignal verða síðani
móttikin av antennum og
send gjøgnum stórar teldur,
10 eru førar fyri at gera tvør-
skurðsmyndir av øllum
mannakroppinum burturúr
hesum signalum.
Neyvar upplysingar
MR-skanningarnar = verða
serliga nýttar til kanningar
av heila, menu og øðrum
kropslutum, ið beinleiðis
hava samband við hesi. Og
gevur hesin kanningarháttur
ógvuliga neyvar myndir, tá
kannað verður fyri svullum
á heilanum, scelerosu og
øðrum heilasjúkum. Eisini
er kanningarhátturin ógvu-
liga neyvur, tá kannað verð-
ur fyri epilepsi. Harafturat
koma sjúkur í bróstkassa og
búkholu helst eisini at verða
kannaðar við MR-skannara-
num.
MR-skanningarnar koma
partvís at avloysa sera
ógvusligar kanningar, sum
til dómis myleografi, ið er
innsprænan av kontrast í
mønurennuna.
Mett verður, at so hvørt
tíðin gongur, fer at bera til
at nýta MR-skanning sum
kanningarhátt innan fleiri
2000 borin
tember 1999.
komandi bók.
strikingum,
upptøku.
Búmerkið:
um er avmarkað.
Í februar/mars 2000 verð-
ur telefonbókin fyri ár
telefonfelagar í Føroy-
Seinasta freist at lata broyt-
ingar inn er tysdagin 14. sep-
Kundar, id hava lysingar i
Gulu sidum, verda vinarliga
bidnir um at siga frå um ver-
andi lysingar skulu vid aftur i
— seinasta freist, at koma við rætting-
| um til Hvítu síður í telefonbókini
| fyri ár 2000 (vanliga telefonyvirlit-
| ið). Rættingarblað til Hvítu síður er
| á síðu 499 í telefonbókini 1999, ið
| skal sendast til Teleforlagið.
|
|
Eykaupptøkur v.m.:
Umframt rættingar til navn, bústað,
telefonnummar, o.s.fr. ber eisini til
at gera nakað serligt burturúr júst
tínum telefonnummari, við undir-
eykaupptekum
undirupptøkum. Prisurin er 57,50
kr. (íroknað mvg) fyri hverja undir-
striking, eykaupptoku ella undir-
I løtuni arbeiða handverkarar upp á nýggja skannararúmið
og fleiri sjúkur, og eru tey á
Landssjúkrahúsinum tískil
út til allar
,
og
GG: Prísirnir á Gulu síðum eru uttan mvg!
FOROYAICLE TF |
att: Teleforlagið
Postboks 27 - 110 Torshavn - tel 30 30 30 - fax 30 30 31
www.nummar.fo - infoGnummar.fo
Eisini ber til at umbidja búmerki í
Hvítu síðum. Prísurin fyri búmerki er
1.500,00 kr (ikki íroknað mvg).
Talið av búmerkjum í Hvítu síð-
sera glað fyri nýggja skann-
aran.
Mynd: Jens Kristian Vang
DO Telefo ml
O Telefoni
Tysdagin 14. september 1999 er | Týsdagin 14. september 1999 er seinasta freist, at boða |
L— 4 frå um uppteka ynskist í Gulu síðum. Rættingarblað til
Gulu síður er á síðu 500 í telefonbókini 1999, ið skal
sendast til Teleforlagið.
Litlýsingar:
Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møgul-
eiki at lýsa við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostn-
aður fyri hvíta bakgrund er kr. 500,00 og fyri lítir við
hvítari bakgrund kr. 1.250,00.
=
Prísir:
| (A) Standardlýsing ...... ...-....... kr. 350,00
| (B) Stórtnavn.......................kr. 50,00
Í (C) Innramming .......... 0.000.kr. 100,00
(D) Eykaregla.......................kr. 50,00
(E) Grafisk lysing pr. mm. (min. 30 mm.) ..kr. 15,00
Á