Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 168 - 7. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið Uppksotið um anleggslog klárt — og landsstýrismaðurin, Finnbogi Arge, bíðar nú eftir viðmerkingum frá flokkunum til uppskotið, sum hann vónar koma skjótt. So verður uppskotið um løgtingsløg um gerð av tunnli um Vestmannasund lagt fyri tingið ÓLAVUR i BEiri Vága Handverkarafelag skipaði fyri fundi um viku- skiftið í Miðvági, har eisini løgtingsumbodini fyri Vág- oynna, Marjus Dam og Jó- annes Nielsen, vóru við, umframt aðrar góðar kreft- ir. Sum skilst var hetta ein kunnandi fundur um arbeið- ið viðvíkjandi Vågatunnili- num higartil, men fram kom eisini, at sera umráðandi er at fáa eina løgtingslóg, tað sonevndu anleggslógina, samtykta um tunnilsgerð- ina, so ikki tær 20 mió. krónurnar, ið verða settar av á fíggjarlógini nú verða brúktar til okkurt annað undir einum øðrum lands- stýrið. Og tað er júst tað sum landsstýrismaðurin Finn- bogi Arge eisini hevur í um- búna at gera við einum upp skoti um løgtingslóg um gerð av tunnlinum um Vest- mannasund. Hevur skund Finnbogi Arge sigur, at upp- skotið um anleggslógina er liðugt og er úti hjá flokku- num til ummælis, og hann vónar at flokkarnir koma við viðmerkingunum sum skjótast, so endaliga upp- skotið kann berast niðan í tingið til samtyktar. - Høvudsendamålid við lógini er fyrst og fremst at tryggja fíggjarliga grunda- lagnum undir tunnilsgerð- ina, so veitast kann stórri trygd til lánsveitaran og har- við møguleikanum at taka pant í matriklinum, sigur Finnbogi Arge í stuttari við- merking. Arliga verða settar av á fíggjarlógini 20 mió. krónur og er ætlanin at 160 mió. krónur skulu setast av til- samans í fyrstu atløgu, og tá talan er um so stóra upp- hædd. er eisini sera umráð- andi, at hon verður tryggjað og oyramerkt við lóg. Í Kvivik hava teir gjørt royndarboringar til tess at kanna jarðfróðisligu viðurskiftini í sundinum Nú fara vit skjótt aftur at dansa Vetrarskráin er fjølbroytt sum vanligt við dansifrá- læru, hugnakvøldum, viku- skiftisskeiði og ikki at gloyma j6lahugnaløtuna við børnunum. Vit leggja fyri vid einum vikuskiftisskeiði 17.-19. september við vælumtóktu Onnu Kirstin av Tvøroyri, har undirvist verður í eing- ilskum dansi. Skeiðið er fyri øll dansiåhugad. Hesaferð verður eisini dansað við børnum frá 10-åra aldri. Vetrarskeiðið hjá Dansi- frøi, har dentur verður lagd- ur á, at hava frálæru í goml- um dansum, byrjar 22. sep- tember og endar við eini av- dansiveitslu 18. mars 2000. Seinasta vetur vóru tað 182 fólk á dansiskeiði, og vóna vit at tað verða enn fleiri í ár. Sí annars lýsingar í blað- num. I 1990 skipaði Dansifrøi á fyrsta sinni fyri stórari dansistevnu í Itrottarhøllini i Havn, har øll feløgini, 10 dansað fólkadans, kring landið luttóku. Byrjað varð um morgunin við morgun- borðhaldið. Dansað varð so allan dagin, har ymisk fólk Lesarabræyv: undirvistu, og endaði stevn- an um kveldið við eini rimmarveitslu. Síðani heyði annað hvert ár verið skipað fyri tílíkum stevnum, sum tey ymsu feløgini hava staðið fyri. Stevna hevur verið í Klaksvík, í Skopun, í Vágunum, á Tvøroyri, og nú stendur Havnin aftur fyri tørni, og verður hetta 13. mai 2000 í Itréttarhøllini á Hálsi. Tílíkar stevnur eru gott høvi at koma saman og læra av hvørjum øðrum. Hetta er ein fínur máti at koma vekk frá tí dagliga, og dansa stressið burtur. Eru vit takksom fyri landsstýrið? >Ég åminni nú um, at bønir, åkallanir, forbønir og takkargerdir verða hildnar fyri llum menn- iskjum, fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett<. (1. Tim. 2, 1-2) Flestu okkara taka undir við Paulusi um, at tað er neyð- ugt at biðja fyri poliuskum leiðarum. Men mong menn- iskju hava sera trupult við at góðtaka Paulusar áheitan um at takka Gudi fyri myndugleikar okkara. Or- sakað av ollum tí órætti, tey síggja í lands- og kommu- nalpolitikki, tykist landsins stjórn heldur at vera teimum til banningar enn signingar. Tey standa undrandi og spyrja, hvørjum tey skulu væntast at vera takksom fyri. Um vit kenna tað á hend- an hátt, eiga vit at minnast til, at Paulus livdi undir eini stjórnarskipan við ráðarík- um rómverskum keisarum. Hann metti teirra stýri at vera betri enn lógloysi. Vit áttu eisini at mint okkum sjålvi á, at mangir av teim- um fyrimunum, sum vit njóta, eru úrslit av góðum lógum, sum eru viðtiknar í lóggevandi tingi okkara. Mong lond hava til dømis lógir, sum verja børn og fátók móti ómenniskjalig- um arbeiðsháttum. Viður- skiftini eru kanska alt annað enn fullkomin, men tey kundu havt verið mangan verri, um hesar samkenn- andi lógirnar ikki vóru í gildi. Paulus segði, at Harrin nýtir myndugleikar til at revsa tey, sum ilt gera (Rómbr. 13, 4.) Vit síggja, hvussu Gud brúkar løgreglu og dómsvaldið fyri at hava tamarhald á brotsverkum og fyribyrgja ófriði. Paulus fer enntá so langt, at hann nevnir teir fyri at vera »tæn- arar Guds< (Rómbr. 13, 6), sum Hann brúkar til okkara besta. Um vit steðga á og hugsa eina løtu, verða vit varug við, at tað er øll góð orsøk til at frambera tøkk sam- stundis sum vit biðja fyri myndugleikum okkara. Herbert Vander Lugt ums. úr enskum M. á Bergi Endamál Endamálið við skeiðinum er . At faa innlit i og fatan av avgerdandi teoretiskum fyritreytum fyri utinning av leidslu og samspæli vid onnur At fáa førleika í at brúka hóskandi manna- : gongd, tå ið felags uppgavur skulu loysast : Arbeiðsháttur Skeiðið er lagt soleiðis tilrættis, at luttakararnir fáa moguleika fyri at royna seg við ymsum framferðarhættum, at uppliva, hvørja ávirkan teir hava á onnur, at viðgera egnar upplivingar og læra av tí Stevnumið Eftir skeiðið hava luttakararnir fingið innlit í . Fyritreytir fyri effektivum samskifti og samstarvi Hvussu samskiftis- og samstarvs trupulleikar verða loystir Endamál, skipan, stýring. og menning, tá ið ein uppgáva skal loysast í bólki Hvussu bólkaarbeiði og personligt feed- back verda eygleidd Funktionstreytir og arbeidsumstødur Hugburð leiðslunnar og hvørjar av- leiðingar, hann kann hava, leiklut Innihald . Samskiftishættir (at lurta aktivt) . Leiðaraleiklutir, teirra millum, leiklutirnir sum serfrødingur og sum leiðari Motivationsteortir við stoði í Herzberg Leiðarafunktiónir Hvussu trupulleikar verða vidgjørdir Praktiskar venjingar í skipan og útinning av arbeiði Utinning av kontrollfunktiónum hjá leiðarum Hósdagin .....07. oktober kl. 09.00 til leygardagin 09. oktober kl. 16.15 Staður Hotel Eiði Skeiðleiðarar Peter Gram frå LMB Prísur Kr. 5.500,00 fyri bvønn, íroknað mat og gisting å tvikamari ella kr 6.000,00 fyri hvønn, troknad mat og gisting å einakamari Tilmeldingarfreist 27. september 1999 Skeiðini eru ætlað leiðarum, millumleiðarum og komandi leiðarum Fleiri upplýsingar og tilmeldingarblað fáast við at venda sær til LEIÐSLUMENNINGARBÓLKURIN NÆ SKEIDTÆNASTA HANDILSSKULANS Marknagilsvegur 77 * Postsmoga 177 * 110 Tórshavn * Tel 317177 * Fax 313374 LMB (Leiðslumenningarbólkurin) er ein arbeidsbolkur, id er samansettur av Foroya Handilsskúla, Foroya Arbeiðsgevarafelag, Foroya ldnaðarfelag og Menningarstovuni við tí endamáli at eggja til sjónir, menna leiðslur og skipa fyri skeiðum.