Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 168 - 7. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið Dómurin fallin í Hafnia málinum: Danske Bank fekk bank Hósdagin í síðstu viku fall dómur í Sjó- og handilsrættinum í málinum um Hafnia. Dómurin gav saksókjar- unum viðhald og dómdi danska stór- bankan at gjalda teimum endurgjald. Nú vilja politikarar hava, at eisini pensjónsgrunnarnir skulu stevna bankanum eftir mista peninginum SVEINUR TRÓNDARSON Tað vóru ikki smápengar, sum stóðu uppá spæl tá Haf- nia málið fekk ein fyribils enda í Sjó- og Handilsrætt- inum í Keypmannahavn fyrrapartin hósdagin í síðstu viku. Milliardir, sum bæði priv- atpersónar og pensjóns- grunnar settu í eina søkk- andi skútu tíðliga í 1992, høvdu neyvan verið settar í, um so var, at allar tær upplýsingar, sum nú eru al- mennar, vóru tað tá. Og í grundini var tað tað, sum sakarmálið í Sjó- og hand- ilsrættinum snúði seg um. Søgan um Hafnia byrjar í 1991. Stóra danska fyritøk- an hevur fingið nýggja leiðslu stutta tíð framman- undan, og henda leiðsla hevur í hyggju at økja um virksemi. Hetta skal ikki bara gerast á danska markn- aðinum, men í øllum Skandinavia, og tað skal gerast við at keypa aðrar tryggingarfyritøkur. »Offr- ini< verða Baltica og Skandia. Trupulleikin hjá leiðsluni í Hafnia Holding er, at talan er um risastórar upphæddir, sum skulu útvegast, og tá ikki aðrir útvegir eru, verður ein stórur partur av pening- inum læntur úr kassunum hjá dótturfeløgum. Trupulleikin er bara, at hetta er ólógligt sambært danskari virkislóg, men eins og so nógv annað í sam- bandi við Hafnia, so var eis- ini tað skúgva til viks. Ætlanin kollsiglir Men tað eydnaðist ongantið leiðsluni í Hafnia at fáa fat- ur á teimum báðum kapp- ingarneytunum og stutt eftir fekk felagið stórar fíggjar- ligar trupulleikar. Skandia, sum Hafnia hevdi roynt at keypa beyð sær nú at keypa Hafnia fyri 2,7 mía. krónur, men hetta var ikki serliga átiligt fyri danir. Í staðin fyri at lata svensku fyritøkuna keypa Hafnia fór Den Danske Bank, vid Peter Straarup å odda undir eina tad, sum i dag verdur nevnt sum »den danske løsning«. Henda ætlanin bygdi å, at danskir privatpers6nar og pensjónskassar skulu seta 1,5 mia. krónur í felagið. Beinagrindin skinklar Sum sagt, so gjørt. Løn- modtagernes Dyrtidsfond (LD), Arbejdsmarkedets Tillægspension (ATP) og Kommunernes Pensionsfor- sikring gjørdu av at seta umleid eina milliard i Hafnia, meðan privatir upp- sparar settu g60a hålva mill- iard. Men, eins og vid so mongum ødrum í søguni um Hafnia, so var var held- ur ikki alt sum tað skuldi i hesum førinum. Stødan hjå Hafnia var so kaotisk, at tað var nyttuleyst at seta pening í fyritøkuna, men hesar upplýsingar vóru fjaldar fyri íleggjarunum, sum tískil ikki vistu av, at teir, so at >kastaðu pengarnar út gjøgnum vind- eyga«. siga I gjaldsstedg ein månad seinni Tå danska loysnin var fing- in upp å plåss åtti Hafnia nú at kunna komið upp und- an aftur, men soleiðis var ikki. Fleiri og fleiri beinagrind- ir bóltaðu úr skápunum hjá stjórnin! í felagnum og und- irskotini bara vuksu. Eftir bert fáum mánaðum hvarv eginpeningurin, sum var umleið 3 mía. krónur og tískil var einki annað at gera enn at koyra fyritøkuna í gjaldssteðg ein góðan mán- að eftir at umleið hálvonnur milliard krónur vóru settar í. Aftur her var kortini ein trupulleiki, sum ger søguna um Hafnia til eina søgu um hvussu tað ber til at kroysta pengar úr lummanum á smáspararunum til eina stóra fyritøku, næstan uttan at tað fær avleiðingar. Fíggjareftirlitið, sum alla tíðina sat við borðið, meðan roynt var at bjarga Hafnia gjørdi vart við, at stórri av- setingar skuldu gerast, men henda ávaring varð tikin aft- ur. Stjórin í Den Danske Bank, Peter Straarup kroysti stjóran i Figgjareftirlitinum, Ejgil Mølgaard til at gloyma kravið upp á tær 165 milli- ónirnar, ti kravið hevði havt við sær, at øll bjargingar- ætlanin datt sundur. Lániavtala var hildin loynilig Meðan Hafnia av álvara var á veg niður eftir, gjørdi leiðslan eina avtalu við kreditorarnar um at bíða við at gjalda eina ovurstóra stuttfreistaða skuld. Al- menningurin fekk hetta at vita, men kortini »gloymdi« leiðslan í Hafnia at siga al- menninginum at ein treyt fyri hesi avtaluni var, at eg- inpeningurin ikki skuldi fara niðurum eina milliard. Í veruleikanum gekk bert heilt stutt tíð frá tí at avtalan varð gjørd til eginpening- urin var farin undir milli- ardina, og tískil var avtalan í grundini burturfallin. Bankin trumlaði víðari Hóast hesar upplýsingar, sum høvdu gjørt Hafnia til eina sera, sera ivasama íløgu, gjørdi Den Danske Bank av at koyra víðai við sínum ætlanum um at tilføra fyritøkuni nýggjan kapital. Nógv hevur verið sagt um orsøkirnar og nógv eru tey Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank: Strangur og óvæntaður dómur Hóast stjórin í Den Danske Bank er bilsin av at dómurin í málinum um Hafnia varð so harður, so er ikki vist, um bankin kærir dómin SVEINUR TRÓNDARSON Hóast Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank er bilsin av dóminum, sum Sjó- og handilsrætturin segði hós- dagin, so er hann kortini ikki vísur í um bankin fer at kæra dómin. Den Danske Bank hev- ur fingið sera stóra ábyrgd fyri nakað, sum vit hava gjørt so væl sum tað yvir- høvur var møguligt fyri okkum at gera, sigur Peter Straarup. Hann heldur ikki, at bankin kundi gjørt »børs- prospektið< ødrvisid enn tað varð gjørt, og ti skilir hann ikki rættiliga grund- gevingarnar hjá rættinum fyri dóminum. Kortini er hann ikki vísur í um bankin fer at kæra dómin. Vit fara nú at lesa treytirnar fyri dómin og at tosa við grannskoðararnar, sum eisini vórðu dømdir áðrenn vit avgera um vit kæra ella íkki. Annars sigur stjórin í Den Danske Bank, at leiðslan í bankanum hevur avgjørt, at um so er, at dómurin íkki verður kærdur, so fáa allir smáspararnir, sum hava keypt partabrøv í Hafnia frá Den Danske Bank, endur- gjald. I fyrsta umfari snýr tað seg um einar 500 smáspar- arar, sum hava keypt bein- leiðis frá bankanum, meðan eini 900 onnur eisini hava útvegað sær partabrøv í Hafnia. sum siga, at grundin var, at leiðslan í Den Danske Bank var illa fyri, tí bæði Hafnia, Baltica og Føroya Banki vóru kleppur um beini á danska stórbankanum. Sera stór tap hóttu bankan um so var, at ikki okkurt heilt serligt varð gjørt bein- anvegin, og í grundini kann sigast, at tað var ikki hissini »trekk«, tí við at fáa fremm- andar at gera iløgurnar var tapsvandin hjá bankanum fyribils burtur. Um hann kom aftur seinni, so sást tað ikki aftur á sama hátt. Og tað var júst tað sum hendi. I 1996 fekk Ole Steffen- sen, sum var ein teirra, sum setti sín sparipening í Haf- nia fría prosess til at royna sakina í Sjó- og handilsrætt- inum. Hann var ónogdur við, at bankin var sloppin snikka- leysur burtur úr ollum og Den Danske Bank hevdi ein kunnleika til stóðuna hjá Hafnia, sum átti at siga teimum, at fyritøkan var í sera álvarsligum fíggjarligum trupulleikum. Hesar upplýsingar fingu uppspararnir ongantíð, og tað eigur Den Danske Bank ábyrgdina av, sigur Sjó- og handilsrætturin í dóminum, sum var sagdur hósdagin kravdi at fáa sín pening aft- ur. Hesum fekk hann viðhald í hósdagin í farnu viku, tá dómarin í Sjó- og handils- rættinum segði, at bankin visti, at stødan í Hafnia var verri enn tað, sum stóð í »børsprospektinum«, og at bankin tí hevur ábyrgd fyri teimum feilum og mangl- um, sum kunnu ávísast at vera í børsprospektinum. Krosstein pr Svend LYSING NR. 14 Dygdar radiatorar frå RIO Falkavegur 6 - FO 110 Tórshavn Tlf. 314600 - Fax 317360 Teldupostur: skæpost olivant.fo