Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 168 - 7. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið 1 Thor í Hósvík bjóðar seg fram á oljumessu í Aberdeen: Annað beinið í fiskivinnu - hitt i frálandavinnuni Í dag byrjar stóra altjóða oljumessan í Aberdeen. Millum tær mongu fóroysku fyritøkurnar, sum eru við á messuni, er reiðaríið „Thor“ í Hósvík, ið longu arbeiðir í frålandavinnuni ' Afrika, í Norðsjónum og við Føroyar. Thor hevur gjørt seg út til at virka bæði í fiski- og frålandavinnu JAN MULLER JENS K. VANG Hóast tað man teljast mill- um heimsins minstu reiðarí, so hevur tað stórar ætlanir. Reiðaríðið „Thor“ í Hósvík, sum er einasta av sínum slag í Føroyum, ið virkið er farið inn í offshorevinnuna, ætlar at vera við, tá olju- leiting byrjar við Føroyar um eitt til tvey ár. Í dag eigur felagið 5 skip. Tað eru fiskiskip og hjálpar- og vaktarskip hjá seismikkskipum. Bróðurnir Hans Andreas og Gunn- bjørn Joensen hava báðir drúgvar royndir á sjónum sum åvikavist skipari og maskinmaður, og tað er m.a. við hesi bakgrundini, at teir hava fingið sítt egna reiðarí. Ætlan teirra er m.a. at satsa uppá offshorevinnuna við eitt nú at brúka royndirnar frá fiskivinnuni. Byrjaðu í 1993 Tað byrjaði í 1993. Fyrst keyptu teir nøkur gomul fiskiskip. Síðani hava teir fingið fleiri skip og hava gjørt tey út til offshore- vinnuna eisini. Nú oljuvinn- an er við at taka seg upp við Føroyar halda teir báðir brødurnir, at tað er rætt, at føroyingar sjálvir bjóða seg fram sum veitarar av tæn- astum til offshorevinnuna. Her hugsa teir fyrst og fremst um hjálpar- og chaseskip og harnæst um bæði standby-, supply- og supportskip. Fyrstu loyvi år 2000 Føroyar, sum eru partur av The Atlantic Margin, eru vid at gera klårt til fyrstu lisensrunduna nakrantíð. Nú tey fyrstu loyvini verða latin til at bora í ár 2000, verður eisini høvi hjá før- oyingum sjálvum at veita tænastur. Og her ætla Joen- sen-brødurnir úr Hósvík at vera við. P/F THOR hevur longu í dag fleiri skip í frálanda- vinnuni. Reiðaríðið veitir ein rød av tænastum bæði í sambandi við leigu av skip- um og ráðgeving. Her er so eisini flutningur til og frá landi til skip, flutn- ingur av manning, teldu- tøkni, eykalutum umframt tænastur á landi og á staðn- um. Thor er eisini ført fyri at standa fyri verkætlanum av ymsum slag. Utbúnar og royndar føroyingar heim - Vit hava ikki sett hetta reið- aríið á stovn eina og aleina við oljuleiting vid Føroyar fyri eygad. I dag arbeida fleiri hundrad føroyingar umborð á oljuskipum kring allan heimin. Teir eru væl útbúnir og hava drúgvar royndir. Tað er hetta fólkið vit vilja hava heim til at manna ein føroyskan off- shoreflota, sum bæði skal arbeiða úti í heimi og við Føroyar sigur Hans Andreas Joensen, sum eigur parta- felagid og annars sjålvur førir fleiri av skipunum. Tey fåu årini føroyska reiðaríið Thor hevur verið í offshorevinnuni hava teir arbeitt bæði í norskum, bretskum og írskum øki men eisini longur burturi sum í Vesturafrika, í Congo og Gabon. Bygt upp ekspertisu Teir hava hesa tíð bygt upp eina ekspertisu, sum teir meta er fult kappingarfør við onnur reiðarí. Ætlanin er at menna reiðaríið og bjóða uppá enn fleiri upp- gávur ymsa staðni í heim- inum. Tað verða so roynd- irnar í fremmandum sjógvi, sum skulu koma fyritøkuni til góða, tá verulig leiting tekur seg upp við Føroyar. Longu nú brúka útlendsk seismikkfelog chasebátar hjá Thor til kanningar við Føroyar. Vid nógva staðnis Gunnbjørn Joensen er maskinmaður og stendur fyri dagliga rakstrinum av felagnum. Tey eru bert tvey fólk á skrivstovuni, so talan er um ein sera effektivan og bíligan rakstur. Hóast For- oyar liggja fjarskotnar úti í Atlantshavi, so ger tann nýggjasta tøknifrødin eitt nú innan kommunikatión tað møguligt at reka ein off- shore flota so langt burturi sum í Afrika. Gunnbjørn Joensen sær fram til eina komandi olju- leiting vid Føroyar, men hann ger greitt, at endamál teirra er at vera við í off- shorevinnuni ymsa staðni í heiminum. Eins og bróð- urin Hans Andreas sær hann tó stórar møguleikar hjá reiðaríinum, tá rættilig gongd kemur á oljuleiting á The Atlantic Margin, sum Føroyar eru ein partur av. Fyrimunur at brúka føroyskt reidari Ikki tí at hann heldur tað eigur at vera nakað krav frá føroyskum myndugleikum, at eitt nú seismikkfeløgini við lóg skulu tvingast at brúka føroysk hjålparskip. Tvorturímóti er hann fyri fríari kapping alla staðni. Tí má ein gera alt fyri at út- vikla seg fyri at vera kapp- ingarførur. Gunnbjørn Joensen held- ur tó, at tað kann vera ein stórur fyrimunur hjá altjóða offshorevinnuni, sum ætlar sær at arbeiða í føroyskum oki, at brúka eitt føroyskt reiðarí, tí hetta hevur ser- staka vitan og royndir um økid her, og sum kanska onnur ikki hava í sama mun. Tað er neyvan heldur nak- ar ivi um, at eitt nú útlendsk seismikkfeløg í stórri og stórri mun fara at gera brúk av føroyskum hjálpar- og chaseskipum, sohvørt ein veruliga leitingarfasa byrjar. - Vit hava annars lagt til merkis, at flestu av teimum seismikkskipunum, sum hava gjørt kanningar við Føroyar í seinastuni, hava Tvey av skipunum hjá Thor við bryggju í Hósvík A skrivstovuni hjá Thor í Hósvík, Sue Philbron og Gunnbjørn Joensen havt hjálparskip við sær inn á foroyska landgrunninum. Hetta kemur av, at oftani hava tey bundið seg til at brúka eitt ávíst hjálparskip yvir eitt longri tíðarskeið, og er tað eisini so, at føroyskir mynguleikar hava ikki sett nakað krav um, at hjålpar- og vaktarskip skulu vera føroysk. Men tað hevur kortini eydnast Thor at fáa chartur í føroyskum oki. Skipini hjá Thor hava arbeitt fyri fleiri av teimum størstu og mest kendu seis- mikkfeløgunum, eitt nú Western, PGS og Geco Prakla. I løtuni verður ar- beitt við at fáa reidariid ISO góðkent, soleiðis at felagið lýkur tey strangastu altjóða krøvini til bæði dygd, trygd og umhvørvi umborð á skipum. 50 fólk í arbeiði I dag eru 50 fólk í arbeiði hjá Thor. Alsamt fleiri ungir føroyingar vilja sleppa við skipunum, nú off-shore- vinnan nærkast Føroyum. Roynt verður alla tíðina at menna fyritøkuna til at ganga øllum hugsandi krøv- um á meti, og í løtuni verður hugt eftir chartur til bæði standby- og supply- skip. Fæst ein sáttmáli. so verður skip leigað ella bygt. I løtuni lúra teir eftir einum sáttmála til eitt supportskip, sum teir hava í umbúnað at keypa. Tað kostar einar 80 mill. kr. Tørvurin á support- skipum til mongu seismikk- skipini er vaksandi. Eisini fylgja teir báðir Joensen brødurnir væl vid, hvat hendir å kadalskipamarkn- aðinum. Ti nú nógvir kað- alar skulu skiftast út um alla verðina er brúk á hesum skipum. Og hesi skip skulu so eisini hava hjålparskip, og har ætlar Thor sær at vera við í kappingini. Annað beinið í fiskivinnu - hitt í frálandavinnu -Hóast vit eru eitt lítið reiðarí í einum lítlum landi, so halda vit okkum eiga eitt gott fólkagrundarlag og royndir annars til at fara meira miðvíst inn í off- shorevinnuna sigur Hans Andreas Joensen. Eitt reið- arí, sum bæði virkar innan fiskivinnu og innan frå- landavinnu er kanska ein tann besta loysnin í fram- tíðini her um leiðir. Hann heldur eisini, at tað er gott og sunt fyri foroyska samfelagið at fáa fleiri bein at standa á, og her kann eitt reiðarí sum Thor í Hósvík verða eitt stig á leiðini Hans Andreas Jeonsen dyl- ur heldur ikki fyri, at teir við eitt nú at luttaka á oljumessum so sum henni í Aberdeen í september bæði vilja vísa á góða førleikan hjá felagnum at veita tæn- astur í sambandi við oljuleiting við Føroyar men eisini aðrastaðni í heim- inum.