Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 9 - 14. januar 2005 Við íblástri frá mentorum sínum, Sergio Leone og Don Siegel, hevur Clint Eastwood her skapt tann ultimativa western-filmin, sum eisini hevur fingið sínar oscar-virðislønir. Við útgangsstøði í síni egnu fortíð hevur Eastwood sett sær fyri at greina døkka harðskapin, sum var gald- andi fyri vestan, tá tað framvegis gekk vilt fyri seg. Sjálvur hevur Clint Eastwood leiklutin sum tann víðagitni dusør-veiðu- maðurin, William Munny, sum áður var ein illa gitin revolvaramaður, men nú meira líkist einum bónda, sum fyri tað mesta hevur giktina at stríðast við. Tá møguleikin fyri eini rúgvu av dollarum býður seg, ger Munny tó av at royna eydn- una enn einaferð. Saman við vinmanninum, Ned Logan (Morgan Freeman), og tí unga Scholfield Kid, setir hann sær fyri, at fanga brotsmenninar, sum hava skamfíla likamið hjá eini gleðisgentu í Big Whiskey. Sheriffurin í býnum, Little Bill (Gene Hackman), er vanur at stýra sínum sam- felag við harðari og eina- ráðandi hond, og hann er tí alt annað enn fegin um vitjanina, sum býurin nú hevur fingið. Friðarliga fer tað so í øllum førum ikki at ganga fyri seg. Lola DR sendir miku- kvøldið eina týska filmperlu frá Tom Tykwer Lola hevur 20 minuttir til at fáa fatur á 100.000 týskum markum. Peningurin skal latast einum mafiabossi, og upprunaliga høvdu Lola og sjeikurin eisini pengarnar um hendi. Men sjeikurin hevur nú mist peningin, og áðrenn klokkan slær tólv, skal peningurin vera gold- in. So tað ræður um at renna skjótt. Heilt skjótt! Manni, sum er sjeikurin hjá Lolu, ringir til hennara um 11.40. Hann hevur júst mist taskuna, har peningur- in lá, og so er spurningurin, hvørji ráð eru til at taka. Sjálvur heldur Manni, at einastu ráðini eru eitt bankarán, men hetta gevur Lolu tveir trupulleikar at loysa. Hon skal steðga hes- um ætlanunum hjá Manni, samstundis sum hon skal fáa fatur á øllum peningin- um. Og Lola rennur skjótt. Tom Tykwer, sum er ein sera avhildin týskur leik- stjóri, hevur nýtt ymsar ani- matiónsteknikkir, soleiðis at ferðin verður økt langt upp um tað menniskjans- liga, meðan Lola soleiðis tuskar fyri lívinum. Sam- stundis síggja vit í brotum ymiskt úr fortíð hennara, sum ger, at hon í øllum førum setir sær fyri, at hesa ferð skal tað ikki kiksa. Unforgiven »Lola« fekk stóra altjóða viðurkenning fyri óvanliga frásøguháttin, sum verður nýttur í filminum Heldur enn at fremja banka- rán, roynir Lola at finna horvnu taskuna aftur DR1 mikukvøldið kl. 21.00: Sheriffinum í býnum dámar einki, at tað ikki longur er hann, sum hevur alt at siga Clint Eastwood hevur sjálvur leikstjórnað oscar- virðislønta cowboy filminum, sum veruliga sýnir, hvussu lívið gekk fyri seg í the Wild West 3+ mánakvøldið kl. 19.55: