Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 14. januar 2005 31 Fiskikapping við tráðu eftir hemara, verður frá 29. januar - 12. februar Í tráð við "big-game "fiskikappingar í øðrum londum, verur skipa fyri einari tílíkari fiskikapping í Føroyum, um nóg nógv teknað seg. Aðrastaðni er vanligt at hava kappingina yvir 5-7 dagar; men orsaka av veðrinum hesa ársins tíð hava vit valgt at strekkja kappingina yvir 15 dagar. Reglurnar eru einfaldar • Tráða skal brúkast • Loyvt er at fiska útfrá øllum havnum í Føroyum • Mynd av hemara og veiðumanni/kvinnu við tráðu, skal sendast til fyrireikararnar, og vektin skal upplýsast • Luttøkugjaldið er kr. 150 pr. tráðu • Luttøkugjald skal verða goldið í seinasta lagi 28. jan • Tann ið hevur størstu samlaðu vektina av hem- ara gerst vinnari av kapp- ingin Vinningar: Nr. 1: Gávukort á samlaða luttøkugjaldið Nr. 2: Gávukort á 1000 kr frá Jógvan Weihe Nr. 3: Gávukort á 500 kr frá Dynema Eisini verður steyp latið til vinnaran og medaljur til 2. og 3. plássi, og minst til, at jú fleiri luttakarar, jú størri gerst vinningurin til 1. plássi!!! Vinningarnir verða handaðir á Café Bryggjuni í Vestmanna, leygarkvøldi tann 12. februar, kl. 20:00 Til ber at boða frá lut- tøku, ella frætta nærri um kappingina, við at ringja til ein av fyrireikarunum á tlf. 581582 ella á tlf. 216514 Seinasta freist at boða frá luttøku er 28. januar kl. 15:00 TÍÐINDASKRIV Bókadeild Føroya Lær- arafelags hevur givið út bókina »Tann tvíeggjaði knívurin« eftir Philip Pullman. Hjalmar Peter- sen hevur týtt úr ensk- um. »Tann tvíeggjaði knívurin« er onnur bók- in av trimum í røðini undir felagsheitinum »Myrkursins frumevni«. Fyrsta bókin »Norðlýsi« kom út í februar í fjør. Tann triðja og seinasta, ið eitur »Ravkikarin« kemur væntandi seinin í hesum árinum. Søgan byrjar, tá ið Lyra sníkir seg inn á harrastovuna á Oxford universitetinum. Fjald aftan fyri lenistólin sær hon rektaran hella eitur í vínið hjá Asriel lordi, pápabeiggja sínum. Lyra trýr valla sínum egnu eygum. Hví ætlar rektar- in at drepa pápabeiggj- an? Man tað hava nakað samband við loyndar- fullu ferðir hansara til Arktis? Tó er tað rektar- in, sum gevur Lyru gyltu kumpassina, men hví má hon onki siga fyri vøkru og hugtakandi frú Coulter? Og hvørjir eru teir ræðuligu gloypar- arnir, ið stjala børn í Oxford? Í næstu bókini hevur tólv ára gamli Will dripið ein mann. Púra einsamallur í verð- ini ætlar hann at finna sannleikan um, hví pápin hvarv. Hann fer ígjøgnum eitt vindeyga og kemur í ein annan heim. Her hittir hann Lyru, og saman fara tey upp í tornið Torre degli Angeli, har ein gripur liggur fjaldur, sum fólk vilja drepa fyri at fáa hendur á. Hesin lutur skal vísa seg at fáa av- gerandi týdning fyri lagnuna hjá øllum mannabørnum. Bøkurnar hava fingið framúr góða móttøku um allan heim og sum vera man nógvar virðis- lønir, m.a. fremst ensku bókmentavirðislønirnar The Carnegie Medal, The Guardian Award og The Whitebread Book of the Year 2001. Um »Tvíeggjaða knívin« skrivar ummælarin í The Young Telegraph: »Spenningur, óvissa og vandi á øllum síðum og ein ógvuslig søgugongd, eg fekk ikki lagt bókina frá mær. Hon verður avgjørt ein klassikari. »Tann tvíeggjaði knívurin« er 324 bls. og kostar 240 kr. í bóka- búðunum. »Tann tvíeggjaði knívurin« Fiskikapping Klaksvíkingar ynskja eisini at verða til- búnir, tá ella um ein størri oljudálking hendir hjá teimum. OLJUVINNA Snorri Brend Í eina tíð hevur ein bólkur arbeitt við at gera eina slíka tilbúgvingarætlan. Og í týs- dagin fekk býráðið so hesa ætlan frá Rani Nolsøe, for- manni í tilbúgvingarbólkin- um. Allar kommunur hava skyldu at hava eina til- búgvingarætlan í sambandi við oljudálking. Endamálið við hesi frá- greiðing er at geva Klaks- vikar kommunu eitt amboð at brúka, tá átøk skulu gerast í eini dálkingarstøðu. Í hesi frágreiðing verður greitt frá hvussu eitt átak kann skipast. Síðani eru listar yvir manning, útgerð, avtalur og telefonlistar. Ætlanin er skipað, so hon fylgir hendingunum í einari tilbúgvingarstøðu. Ætlanin tekur serliga atlit at olju- dálking fram við strondini, men partar av henni kunnu eisini brúkast í øðrum førum, t.d. fráboðan av dálking á landi. Málið við tilbúgvingar- ætlanini er at geva Klaks- víkar kommunu eitt amboð til at basa dálkingini við. Her er serliga hugsað um olju og onnur dálkandi evn- um í havnum og á strondini og at neyðugur útbúnaður til basing av dálking er í kommununi. Tilbúgvingin kann eisini brúkast tá tørv- ur er á eini slíkari á landi, men tað er ikki lógarkrav og er tí upp til kommununa, um hon ger tað av. Bólkurin sum hevur gjørt leistin, hevur arbeitt í umleið eitt ár við leistinum. Í bólkinum sótu: Rani Nolsøe, formaður Bergur Viderø, skrivari Sverri Michaelsen, Klaksvíkar kommuna Kári Kjelnæs, sløkkiliðsleiðari Karl Johansen, løgreglumaður Jógvan Ziska Dahl, Klaksvikar havn og Marius Magnusson, Norðoya Bjargingarfelag. sb. Nývalda og umskipaða Sunda kommuna hevur havt sín fyrsta fund. Hetta hendi mánadagin, tá átta mál vóru til viðgerðar. Flestu málini henda dag- in vóru val av ymiskum nevndum – m.a. skatta- kærunevnd, barnaverndar- nevnd, brunanevnd, hegn- sýnisnevnd fyri hvørja sókn og valnevnd. Neyðugt varð eisini at velja nýggja nevnd fyri Røktarheimið á Streymnesi, nú viður-skift- ini eru broytt við stóru felagskommununi. Hereftir kemur røktarheimið at hoyra undir Trivnaðar- nevndina, og tí verður tað Trivnaðarnevndin sum verður bygginevnd í fram- tíðini. Á fyrsta fundinum vóru allir limir møttir. Formað- urin er Heðin Zachariassen. sb. Klaksvík er tilbúgvin til eina oljudálking Sunda kommuna valt nevndir Klaksvíkingar ynskja eisini at vera tilbúnir um ein dálkingarvanlukka verður á sjógvi ella landi Stóra felagskommunan í bygdunum við og nærhendis Sundalagnum hevur nú hildið sína fyrsta fund