Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

e-mail: eydunØsosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf, 31 18 20 - Fax 31 47 20 Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo Skeivur maður varð ofraður Fótbóltur: Sámal Joensen var púra ovfarin, tá hann varð biðin at pakka taskuna, meðan Uni Arge slapp at halda fram á landsliðnum Eitt sera óheppið mistak á skriviborðinum hevði leyg- arkvøldid við sær, at mið- vallarin á landsliðnum, Sámal Joensen, av órgttum noyddist til hús og ikki verður við í dystinum móti Litava í annadkvøld. Sámal varð ofraður, meðan Uni Arge sleppur at halda fram á landsliðnum. Hetta var eitt sera 6- heppið fyrisitingarligt mis- tak, sum ikki eigur at koma fyri. Vit mugu taka hetta upp innanhýsis fyri at tryggja okkum betri ímóti, at sovorðið endurtekur seg, er viðmerkingin hjá Isaki Mikladal, aðalskrivara í Fótbóltssambandinum, sum greiðir soleiðis frá orsøkini til, at Sámal Joensen er leik- bannaður og Uni Arge ikki er leikbannaður í annað- kvold: — Í yvirlitinum, sum pressan, sum var í Gunda- dali fekk, og sum varð sent til altjóða tíðindastovurnar hava allir spælararnir tað talið, sum teir skuldu hava. Men á démarasedlinum stóð Sámal Joensen at vera nummar sjey og Uni Arge at vera nummar seks, og tá tað er dómaraseðilin, sum er almenna og einasta góð- kenda skrivliga frásøgnin, sum verður send UEFA, so kunnu vit einki gera við hetta. Tað hevði kanska bor- ið til at kunnað UEFA um, at vit hava gjørt eitt mistak, men eg dugi á ongan hátt at ímynda mær, at hetta á nakr- an hátt hevði verið okkum til fyrimunar, heldur Ísak Mikladal, sum eisini harm- ast Sámal Joensensa vegna. Eingin troyst Fyri øll tey, sum leygar- kveldið antin á Tórsvelli ella í sjónvarpinum sóu slagið móti Estlandi, var tað sjón fyri søgn, at føroyingar í 1. hálvleiki fingu tvey gul kort, og at tað vóru nøvnini á nummar ellivu, John Pet- ersen, og nummar sjey, Una Arge, sum vórðu skrivað í svørtu bók hjá kroatiska dómaranum. Og á tíðinda- fundinum eftir lokið stríð, staðfesti Allan Simonsen, at tað í hvussu so er var neyðugt at broyta liðið á tveimum plássum, tí bæði John Petersen og Uni Arge fóru at verða leikbannaðir móti Litava. Men soleiðis skuldi tað ikki vera: — Vit sótu við døgurda- borðið á Hotel Føroyum, tå Allan Simonsen segði við meg, at eg var leikbannaður mikukvøldid. Eg skilti einki av hesum, men tað gekk skjótt upp fyri mær, at einki var at gera við hetta, og sjálvandi eri eg ógvuliga harmur um, at hetta skuldi enda soleiðis, sigur Sámal Joensen, sum við kortinum, sum hann av érøttum var skrásettur fyri hesa ferð, er leikbannaður, tí hann niðri í Bosnia 19. august í fjør eisini sá gult. Men er tað ikki ein troyst í, at so er tað heilt víst, at tú verður við í Kekkia fyrst í oktober? — Nei, tað er eingin troyst. Um eg hevði havt gjørt brot til gult kort, so hevdi tað verið í lagi. Eg hevði ikki ætlað at fingið gult kort móti estlendingum og held- ur ikki móti litavum, so eg eri sera harmur um hetta. Fert tú at hyggja miku- kvøldið? — Ja, tað fari eg, men tað harmar meg almikið, at eg ikki havi møguleika at hjálpa til inni á vellinum, sigur Sámal Joensen, sum leygardagin var á landslið- num fyri 12. ferð. Fyrsta royndin hjá honum á lands- liðnum var fyri tveimum árum síðani, tå Føroyar í Tartu í Estlandi vunnu 2—0. Storar broytingar At bædi Såmal Joensen og John Petersen eru leikbann- aðir i morgin hevur við sær, at tað sammett við leygar- dagin er neyðugt at skipa midvøllin so at siga av nýggjum i annadkvøld. Juli- an Johnsson er einsamallur eftir av teimum trimum, sum mannaðu miðvgllin, og tá tað ikki er sjálvsagt, at tveir spælarar verða settir inn á ódnirnar hjá Sámali Fyrisitingarligt mistak hevur við sær, at Sámal Joensen hevur leikbann í landsdystinum í annað- kveld. Mynd: Alvur Haraldsen Joensen og John Petersen, so er tað ein sannroynd, at landsliðsvenjarin er noydd- ur at gera fleiri broytingar og rokeringar, enn hann brýggjar seg um, og sum tað hevði verið óneyðugt at gjørt, um tað hevði verið ein miðvallari og ein álops- spælari, sum vóru leikbann- aðir. Samstundis sum John Petersen og Sámal Joensen vórðu sendir til hús, vórðu boð send eftir Bartali Elia- sen úr GI og Rógva Jacob- sen úr Kl. Bartal er mið- verji, og Rógvi er mið- vallari. Bartal spældi tvær ferðir á landsliðnum á sumri í 1997 — seinni dysturin var, tå Føroyar vunnu 2—0 í Est- landi — og hann sat å beink- inum alt heystid i 1997. Síðani hevur hann ikki verið í átjan manna hópinum. Rógvi var fyrstu ferð á landsliðnum móti Íslandi, tá hann spældi síðstu fimm minuttirnar. jh Einki livstekin frå litavunum Fótbóltur: Mótstóðuliðið í morgin tapti leygardagin, tá teir eisini mistu tveir av týdningarmiklastu spælarunum Sambært skránni verður EM undankappingardystur aftur á Térsvølli í annad- kvold, tá Litava og Føroyar skulu spæla síðsta dystin í Føroyum í hesari undan- kappingini. Men tá vit vóru í sam- bandi við skrivstovuna hjá Fótbóltssambandinum fyrr- apartin í gjár, vistu tey einki um litavarnar: — Bileggingin å hotelli- num er í lagi, men annars vita vit einki um teir. Vit hava ringt fleiri ferðir til teirra, og við hava sent teimum fleiri faks, men tað er so eidasørt, at vit hava fingið fatur á teimum, ella at teir hava svarað nøkrum skrivligum fyrispurningum, og tað undrar okkum ikki so lítið, tí leygardagin spældu teir á heimavelli móti Kekkia. Vit mugu bara staðfesta, at um teir koma við flogfarinum í dag, so hava teir sjálvir syrgt fyri, at eingin verður ímóti teim- um, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssam- bandinum, sum tískil íkki kann geva okkum nakran lista við nøvnunum á fremmandu spælarunum, sum sambært reglarnar hjá UEFA skulu vera komnir til Føroya í minsta lagið eitt samdøgur frammanundan dystarbyrjan og tad vil siga seinnapartin i dag klokkan 17. Eru verri fyri Litava, sum Føroyar í okt- ober í fjør megnaðu mål- leysan javnleik ímóti í Vilnius, tapti leygardagin 4-0 á heimavelli móti Kekkia, og harvið minkadu møguleikarnir hjá teimum at røkka endaspælinum i Hollandi og Belgia rættu- liga nógv. Kekkia, sum vann fyri sjeyndu ferð av sjey møgu- ligum í hesari EM undan- kappingini og harvið hevur tryggjað sær rættin at taka lut í endaspælinum kom- andi summar, fekk øll fýra málini síðsta hálva tíman. Tá vóru litavarnir moyrir, tí longu í 1. hálvleiki vórðu teir undirmannaðir. Edgaras Jankauskas, sum er besti álopsmaðurin hjá teimum, sá longu í 1. hálvleiki reytt, tí hann hevndi seg. Og tað vil siga, at hann verður ikki á liðnum móti Føroyum í annadkvøld. Litavarnir vóru eisini óhepnir á annan hátt. Liðformaðurin hjá teimum eitur Valdas Ivanauskas Hann hevur nógvir royndir, tí longu í áttati árunum var hann á landsliðnum hjá Sovjetsamveldinum, sum Litava tá var partur av. Í 1 hálvleiki móti Kekkia noyddist hann longu í 1 hálvleiki at taka seg av vellinum, ti hann var skadd- ur, og soleiðis sum vit hava skilt tað, so er tað nógv, sum bendir á, at hann fer ikki at verða førur fyri at spæla í annadkvøld. jh