týsdagur 7. september 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið 5052.
NR. 168 - 7. SEPTEMBER 1999
Sjúkan við deyðbóltum
hevur tikið seg uppaftur
Fótbóltur: Estlendingar struku av-
stað við stigunum, eftir at føroying-
arnir høvdu verið leikliga omanå
størsta partin av tíðini
Dr
ikki veruleikafjarður
it upphitingin til landsdyst-
eymurin og hann var
Var,
ar høvdu fáar møguleikar,
so kennist hetta sjålvsagt
sum dyggur smeitur i upp-
hitingini til dystin i annað
kvøld, bædi fyri åskodar-
arnar og ikki minst fyri
spælararnar.
móti Litava í annadvøld
vera ein urtøkan uppá
Reseptin
Uppskriftin hjå Allani Sim-
onsen og hansara monnum
var at royna við uppspælið
í aðrari síðuni og so at
ítróttar
sosialurin
Føroyar-Estland 0-2 (0—0)
Dystur í EM undankapping á Tórsvelli leygar-
dagin 4. september 1999, kl. 17.00
2.300 áskoðarar
Dómarakvartett úr Kroatia: Edo Trivkovic, Ivan
Petek, Drago Huis og Zeljko Siric
UEFA eygleidari ur Ungarn: Gyorgy Szilagye
0-1: Martin Reim 88.
0-2: Raio Piiroja 90.
Føroyar: 1. Jåkup Mikkelsen, Herfølge — 9. Allan
Morkore, Leiftur, 5. Hans Fróði Hansen, HB, 2.
Oli Johannesen, AGF, 3. Jens Kristian Hansen,
liðformaður, B36, 4. Pól Thorsteinsson, B36 (12.
Øssur Hansen, B36, 74.) — 6. Såmal Joensen,
Gi (13. Henning Jarnskor, GI, 89.), 11. John
Petersen, B36, 8. Julian Johnsson, Sogndal —
7. Uni Arge, Leiftur (15. Jákup á Borg, B36, 89.),
10. Todi Jónsson, FCK
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 14. Heðin
á Lakjuni, Ki, 16. Jens Martin Knudsen, Leiftur,
17. Fróði Benjaminsen, B68, 18. John Ryan, Kl
Gult kort: John Petersen 19. min, Uni Arge 43.
min. Á dómaraseðlinum varð Sámal Joensen
skrásettur fyri kortið, sum í dystinum varð víst
Una Arge
Venjari: Allan Simonsen
Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen
Liðleiðari: Heðin Askham
Lækni: Jens Pauli Marstein
Fysioterapeutur: Páll á Reynatúgvu
Estland: 1. Mart Poom, Derby County — 6. Viktor
Alonen, FC Flora Tallinn, 4. Sergei Hohlov-Sim-
son, liðformaður, FC Flora Tallinn, 2. Raio Piiroja,
FC Flora Tallinn, 5. Erko Saviauk, FC Flora
Tallinn (14. Marek Lemsalu, Stromgodset IF, 90.)
— 3. Urmas Kirs, Kotkan TP, 8. Aivar Anniste, FC
Flora Tallinn (15. Ivan O'Konnel Bronin, FC Lev-
adia Maardu, 67.), 10. Martin Reim, Kotkan TP,
7. Sergei Terehhov, FC Flora Tallinn — 11. Indrek
Zeliniski, FC Flora Tallinn (Dimitri Ustritsul, Tule-
vik Viljandi, 75.), 9. Marko Kristal, Kotkan TP
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12.
Toomas Tohver, Flora Tallinn, 13. Kert Haavistu,
FC Flora Tallinn, 16. Priit Reissik, 17. Janek Meet
Gult kort: Viktor Alonen 44., Sergei Terehhov
45.
Venjari: Teitur Þordarson
Hjålparvenjari: Jatmo Kivisild
Lækni: Gunnar Månnik
Fysioterapeutur: Dmitri Sergejev
leggja langar diagonalbólt-
ar. Fyrra umfarið var leik-
liga minni sannførandi enn
hitt seinna. Viðhvort eydn-
aðist tað at samanspæla
fram í vinstru, men tá skifti
i høgru, har Allan Mørkøre
hevði lítið at gera, skuldi
roynast, so miseydnaðist tað
ov ofta. Longu bóltarnir
vóru sjáldan nóg neyvir, ein
millumstød við skjótari av-
greiðslu mangladi, og ov
ofta fekst ov lítið burturúr
mitt á miðjuni, har Sámal
Joensen, Julian Johnsson og
John Petersen vóru yvir-
mannaðir, sammett við sen-
trala midvøllin hjá estlend-
ingunum, sum spældu 4-4-
2, og tiskil bara høvdu stýri-
mannin, Martin Reim, og
stríðsmannin, Aivar Ann-
iste, mitt á midjuni, meðan
Urmas Kirs í høgru og
Sergei Terehhov í vinstru
lógu heilt úti í borðunum og
lúrdu eftir stingarum.
Styrkin hjá gestunum var
avgjørt verjuparturin. Har
vóru teir væl skipaðir, og
tað var ógvuliga átókt tí,
sum føroyska verjan so ofta
hevur víst á útivolli, tá teir
tóku broddin av føroyska
ålopsspælinum. Tad var 6-
møguligt hjá Una Arge og
Toda Jónsson at skræða seg
leysar av mótstøðumonn-
unum. Estlendingarnir
høvdu fýra spælarar heilt
aftarlaga á vøllinum at ansa
Vidhvørt eydnaðist tað føroyingunum at samanspæla fram í vinstru, men tá skifti í høgru, har Allan Mørkøre
teimum báðu føroysku
álopsmonnunum. Tað var
hetta, sum hevði við sær, at
teir vóru undirmannaðir á
sentrala midvøllinum, men
serliga í 1. hálvleiki fingu
føroyingarnir ikki nóg stóra
nyttu burturúr hesum, og tá
vantaði alla tíðina tyngd í
royndunum hjá miðvallar-
unum at stuðla uppundir
einsamallu álopsmenninar.
I 2. hálvleiki hekk fram-
rættaða spælið betri saman
hjá føroyingunum. Verju-
parturin var alla tíðina
tryggur, og umframt Jens
Kristian Hansen, sum í 1.
hálvleiki heyði verið einsa-
mallur føroyingur um at
gera tad, sum ikki var pura
upplagt og harvið hevði sett
eitt sindur av ruðuleika í hjá
mótstøðumonnunum, so
gjørdust bæði Allan Mørk-
øre í høgru og Pól Thor-
steinsson í vinstru framrætt-
aðir og konstruktivir, sam-
stundis sum Oli Johannesen
og Hans Fróði Hansen
spældu við stórum myndug-
leika, og tað heyði einki for-
gjørt verið i, um føroying-
arnir miðskeiðis í 2. hálv-
leiki høvdu fingið málið,
sum ivaleyst hevdi borið
sigurin við sær, tí eitt
leiðslumál til Føroyar hevði
havt við sær, at mótstøðu-
menninir høvdu verið
noyddir at farid ur verju-
kendu støduni, sum teir
VÓTU i.
Men målid kom ikki, og
so gekk, sum tad so ofta ger
í fótbólti.
Mál og meguleikar
Í 1. hálvleiki vóru eingir
púra upplagdir møguleikar.
Eftir tolv minuttir kom
Sámal Joensen igjøgnum í
høgru eftir góðan diagonal-
bolt úr vinstru, men álops-
menninir vóru ikki undir
málinum, tá flati bólturin
kom innfyri. Fýra minuttir
seinni tamdi Todi Jónsson
við brynguni, dró inn móti
vinstru brotsteigarsaman-
koming og royndi vid finum
langskoti, men Mart Poom
visti, hví hann er málverji í
bestu deildini í Onglandi.
Besti møguleikin hjá
estlendingum í 1. hálvleiki
var, tá teir snýttu føroyska
manngarðin í frisparksstødu
í vinstru. Sergei Terehhov
kom igjøgnum í vinstru,
men liðformaðurin og mið-
verjin, Sergei Hohlov-Sim-
son, var akkurát ov seinur
til við handara stólpa at
stýra flata innlegginum í
málið.
Í seinna umfarinum var
naskasta føroyska royndin,
tá Allan Mørkøre av síðu-
linjuni og sekstan metrar úr
baklinjuni rakti tvørtræid,
og tá Todi breyt igjøgnum i
vinstru, men ikki fekk bent
innlegginum nóg langt út
frá, til at Uni Arge kundi
røkka at stýra í kassan, og
tá Julian Johnsson eftir eitt
tvey samanspæl millum Pól
Thorsteinsson og Toda
Jónsson, úr 16 metrum
royndi við skoti, sum varð
blokerað.
Og so var tað, at estlend-
ingarnir fingu mál. Tá tað
restaðu fimm minuttir
streyk innskifti Ivan
O'Konnel Bronin igjøgnum
i vinstru, og innskifti Dim-
itri Ustritsul kom við nærra
stólpan framum miðverj-
una, men stýrdi bóltinum
uttanfyri stólpan. Tríggjar
minuttir seinni skoraði
Martin Reim við frísparki
úr 22 metrum. John Peter-
sen misti á veg fram, hann
fekk fatur á aftur, men dóm-
arin metti, at hann gjørdi
fríspark, og Reim sendi
uttanum manngarðin og
dygst inn við stólpanum.
Føroyingarnir vóru skelk-
a0ir, og tå Raio Piiroja, sum
bara heyði fingið møguleik-
an, tí Marek Lemsalu, sum
vanliga plagar at vera í mið-
verjuni, var skaddur, stútaði
hornasparksinnlegg úr
høgru í kassan, var hann als
ikki vardur.
Bakkspeglið
Vónbrotið var sjálvandi
stórt, og aftaná eru tað iva-
leyst fleiri, sum hava áskoð-
anir um, hvussu venjarin og
hevði lítið at gera, skuldi roynast, so miseydnaðist tað ov ofta. Mynd: Alvur Haraldsen