týsdagur 7. september 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
þ
NR. 168 - 7. SEPTEMBER 1999
spælararnir skuldu havt lagt
ødrvisi til rættis. Men hevði
yvirvágin í 2. hálvleiki
borið sigursmálið við sær,
so hevði tosið verið um
skilagott spæl, tol og nátúr-
ligu årtøkuna.
Nú gekk tað av skriduni,
og so kunnu vit meta um,
um tað hevði verið rætt fyrri
í 2. hálvleiki at styrkt fram-
rættaða partin av midvøll-
inum, t.d. við at flyta Allan
Mørkøre longri fram og/ella
at seta Fróða Benjaminsen
inn, men hetta verður, so
plagdi maðurin at siga,
hypotetiskt prát.
Øll tey fyrstu árini, føroy-
ingar tóku lut í altjóða
undankappingum, vóru
deyðbóltarnir orsøk til nógv
mál til métstødumenninar.
Hetta var eisini soleiðis
fleiri av fyrru árunum hjá
Allani Simonsen. Tey
seinnu árini hevur tað ikki
bilað, men hetta er sum við
havhestasjúkuni, tuberklu-
num og øllum ødrum eitr-
andi og vandamiklum. Um
tað ikki alla tíðina verður
gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri
at halda tí burtur, so vitjar
tað aftur. Imóti Íslandi
kostaði eitt fríspark eitt mál
og ein Ósigur, og ímóti Est-
landi kostaðu eitt fríspark
og eitt hornaspark ein
ósigur, sum var tvifaldur tí
móti Íslandi. Í so máta
er einki annað at gera enn
at byrja av nýggjum, og
tíðindablaðið
2 ANE
Uni Arge var møguliga snýttur fyri brotsspark, tá hann bjóðaði av í høgru. Mynd: Ålvur Haraldsen
fyrsta høvi til tað verður
longu í annadkvøld. Eydn-
ast tað, so er javnleikurin í
ljósmála. Eydnast tað ikki,
so er tap í hendi, tí síðani
summarsteðgin hava mót-
stødumålini verið blokerað.
Um tað hevði borið til at
verið vunnið.
tikið ta blokaduna burtur í jh
Miðverjarnir vøru
enn eina ferð botnurin
Fótbóltur: Jens Kristian Hansen mundi standa fyri besta føroyska avrikinum
Jákup Mikkelsen, Herfølge, 29 ár/
12 landsdystir: Man sjáldan hava
havt so lítið at gera í føroyska
málinum, sum hann hevdi hesa
ferð. Var tryggur í samanspælinum
við verjuna, og útsparkini vóru
long og neyv. Heldur sjálvur, at
hann átti at havt vart fyri, tá
íslendingarnir skoraðu fyrra
málið. í seinna førinum var hann
prívgivin.
Óli Johannesen, AGF, 27ár/41
landsdystir/1 mál: Var tryggleik-
in sjálvur. Setti ongantíð fótin
skeivt í verjupartinum og dugdi
stak væl at spæla seg burtur úr
teimum fáu trongstødunum. Und-
antakið var, tá hann spældi á John
Petersen, sum heyði mann í rygg-
inum. Tað var henda stødan, sum
førdi til frísparkið, ið gav estlend-
ingunum fyrra málið. Helt seg fyri
tað mesta afturi á vøllinum, men í
2. hálvleiki bjóðaði hann seg onk-
untíð til í framrættaða partinum.
Jens Kristian Hansen, B36, 28/
29/2: Stóð fyri besta føroyska av-
rikinum. Fullgóður í verjuparti-
num, var í 1. hálvleiki tann, sum
við sínum dragingum, sneiðingum
og sendingum setti mest ferð á
framrættaða spælið, og var í 2.
hálvleiki uppaftur meiri eyðsýnd-
ur í álopspartinum, sjálvt um hann
longu í 1. hálvleiki tóktist darv-
aður av samanbresti við métstødu-
mann.
Pól Thorsteinsson, B36, 25/17:
Var vinstri vongverji og stóð seg
sum heild væl. Serliga í 2. hálv-
leiki og fram ímóti, tá hann fyri
fyrstu ferð nakrantíð varð skiftur
út, var hann væl við í álopspart-
inum, bæði í vinstru og við dia-
gonalskiftum, men hann megnaði
ikki skrúvandi innleggini, sum t.d.
vinstrabeintu spælararnir Qssur
Hansen og John Ryan megnað so
væl. Hevdi í 1. hálvleiki eitt våna-
ligt fríspark, sum bar vandamikla
snarålopsstødu við sær.
Hans Fróði Hansen, HB, 24/9/
Í: Var sera sannførandi í verju-
partinum. Hevdi ongantíð trupul-
leikar í avspælinum og í 2. hálv-
leiki var hann sannførandi. Tað
dregur frá, at tað tóktist sum um,
at Hans Fróði skuldi havt ábyrgd-
ina av verjuspælaranum, sum stút-
aði til 2—0.
Sámal Joensen, GÍ, 24/12/0:
Hevdi sum høvudsuppgåvu at vera
mest verjukendi miðvallarin og
røkti uppgåvuna at tetta, tå Allan
Mørkøre og Jens Kristian Hansen
fóru framvið. Eina ferð í 1. hålv-
leiki kiksadi hetta í høgru, tá Ser-
gei Terehhov gjørdist leysur.
Hugaligt at siggja, at Såmal fleiri
ferðir traðkaði á bóltin og snaraði
spælrætninginum. Gjørdist blank-
ur í høgru í 1. hálvleiki, men eing-
in var at stýra flata innlegginum í
kassan.
Uni Arge, Leiftur, 28/26/5: Heyði
tað trupult í álopinum, har tað alla
tíðina vóru í minsta lagið tveir
rundanum hann. Megnaði ongan-
tíð at skræða seg leysan, men var
møguliga snýttur fyri eitt brots-
spark, tå hann bjóðaði av í høgru í
brotsteiginum. Dómarin metti
støduna sum film, gav Una Arge
gula kortið, og Sámal Joensen skal
í annadkvøld bera sektina.
Julian Johnsson, Sogndal, 24/28/
I: Reikaði um allan vøllin, strídd-
ist sum altíð og vann nógvar nær-
dystir bæði á jørdini og í luftini.
Luturin í samanspælinum var ikki
sannførandi í 1. hálvleiki, men tað
batnaði í 2. hálvleiki, tá Julian
hevði fleiri stingarar fram í vinstra
borð.
Allan Merkere, ÍBV, 27/44/1:
Var so at siga blindur ferðamaður
í 1. hálvleiki, tá hann fekk alt ov
fáar bóltar at arbeiða við. Í 2. hálv-
leiki stóð mest royndi maðurin á
vellinum sterkari í myndini, sjålvt
um Allan neyvan fer at minnast
henda landsdystin sum ein av sín-
um bestu. Hevði úr stórari fjar-
stóðu næstbestu royndina, tá bólt-
urin brast í tvørtræid.
Todi Jónsson, FCK, 27/35/8:
Hevdi alla tíðina minst tveir mans
rundanum seg. Arbeiddi nógy og
megnaði onkrar ferðir við góða
bóltfórleikanum og skjótleikanum
at sleppa leysur í vinstru. Heyði
eitt gott langskot og var um reppið
at spæla Una Arge leysan, men
tað miseydnaðist.
John Petersen, B36, 27/23/2:
Megnaði onkrar ferðir at fáa sam-
anspæl í lag á midvøllinum, men
misti alt ov nógvar bóltar og fer
avgjørt ikki at minnast henda
landsdystin sum ein av sínum
bestu. Fekk tíðliga gula kortið, og
tað tóktist darva í verjupartinum.
Ossur Hansen, B36, 28/33/1:
Spældi eitt korter á vanda pláss-
inum í vinstru og tóktist falla væl
inn í samanspælið, uttan at tað
kortini bar møguleikar fyri skrúv-
andi og harvið hóttandi innlegg-
um.
Henning Jarnskor, GÍ, 26/29/2:
Spældi bara tveir minuttir á vong-
verjanum í høgru.
Jákup á Borg, B36, 19/7/0:
Spældi bara tveir minuttir í álopi-
num.
Heðin á Lakjuni, KÍ, Jens Martin
Knudsen, Leiftur, Fróði Benja-
minsen, B68 og John Ryan, KÍ,
komu ikki inn.
jh
annadkvøld, so hevði nógv
15
Vit mugu
leita eftir
sinniliga
* | ti
Tad er einki at siga til, at
venjarin hjá føroyska lið
num ikki var nøgdur, tå
hann saman vid islendska
venjaranum hjá Estlandi.
sum hann í síni tíð spældi
landsdyst ímóti, og nú fyri
fjórðu ferð hitti sum lands-
liðsvenjari.
- Eg kann ikki dadla mín-
ar menn fyri ikki at hava
víst tað, sum eg hevði rokn-
að við. Í 1. hálvleiki kundi
spælið havt verið betri, men
í 2. hálvleiki var tað so gott,
sum vit kundu rokna við.
Tíverri megnaðu vit ikki at
spæla okkum til upplagdar
målmøguleikar. Tað var
spell, men tað áttu mót-
stødumenninir sín lut í. Teir
høvdu fýra menn í verjuni,
sum alla tíðina lógu langt
afturi á vellinum, so tað var
sera trupult hjá okkara
monnum at fáa pláss, og
faktiskt høvdu vit færri
møguleikar, enn vit hava
havt í nókrum øðrum av
dystunum í hesi undankapp-
ingini.
Tað minti ikki sért um
heimadystin móti Kekkia, at
mótstøðumenninir skoraðu
sigursmálið í síðstu løtu?
— Í so máta at teir fáa mál
síðstu løtuna minti hetta um
ta ferðina, men annars haldi
eg ikki, at dystirnir líktust
so nógv. Tí kekkarnir høvdu
nógv fólk frammi á velli-
num, og harvið gjørdist tað
leysari hjá teimum, tá teir
royndu at leggja trýst á fyri
at fáa sigursmålid. Tað
hevði við sær, at vit fingu
fleiri møguleikar at gera
mál, enn vit høvdu hesa
ferð, ásannaði Allan Simon-
sen.
Ert tú vånbrotin?
— Sjálvandi eri eg tað. Eg
eri samdur við Teitur
Þordarsyni í, at tá dysturin
lá á vippuni, so hevði tað
verið meiri upplagt, at tað
vóru vit, sum fingu málið,
men soleiðis er fótbóltur.
Ein nýggjur dystur er á
skránni mikukvøldid, hvat
fert tu nú at gera
- Vit mugu royna at fáa
fatur á sinniliga yvirskot-
inum, sum vit mugu hava,
tá vit skulu spæla. Tað er
sjálvsagt, at spælararnir eru
sera vónbrotnir í kvold, men
vit hava nakrar dagar at
savna okkum aftur.
Og beint eftir dystin leyg-
arkvøldid visti Allan Sim-
onsen ikki betur, enn vit
onnur gjørdu:
— Uni Arge og John Pet-
ersen eru leikbannadir, og
tað vil siga, at vit skulu hava
tveir nýggjar spælarar inn í
hópin, og vit skulu eisini
hava tveir nýggjar menn inn
á liðið.
jh