týsdagur 7. september 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið 5052 rn
NR. 168 - 7. SEPTEMBER 1999
Todi
Fótbóltur: Og
Jákup Mikkelsen
segði seg í gjár
framvegis síggja
frísparksmálið
hjá estlending-
unum fyri sær
Tad er einki at siga til. at
foroysku landsliðsspælarar-
nir vóru vónbrotnir, tá teir
leygarkvoldið komu úr HB
húsinum og vóru á veg nið-
an á Hotel Føroyar, har teir
hvíldu og svóvu. Sunnu-
morgunin vóru teir í svimji-
høllini í Gundadali, og eftir
degurða høvdu teir frí inntil
í gjårkvøldid, tá teir hittust
aftur og fóru undir upphit-
ingina til stríðið móti Lit-
ava, sum verður í annað-
kveld
Jákup Mikkelsen hevur
sjáldan havt so lítið at síggja
til. sum hann hevði hesa
ferð. Herfølge málverjin er
altíð eirindarleysur, tá hann
metir um sítt egna avrik, og
soleiðis var hann eisini hesa
ferð:
— Eg haldi, at eg átti at
havt tikið hatta frísparkið.
Eg sá bóltin alla tíðina.
Hann sendi hann innanfyri
manngarðin, og so skrúvaði
hann út aftur móti horn-
inum. Nú aftaná hugsi eg
við mær sjálvum, at eg má
hava undirmett snúðurin í
bóltinum, tí hann fór meiri
frá mær, enn eg hevði rokn-
að við. Jú, frísparkið varð
skotið úr so mikið stórari
fjarstødu, at eg haldi, at eg
skuldi havt bjargað tí, er
dómurin hjá Jákupi Mikkel-
sen yvir seg sjálvan.
Sá bóltin í málinum
Todi Jónsson arbeiddi nógv,
helt bólturin var
s
á veg í
Á
netið
— Sjálvt um vit vóru yvirmannaðir á miðvellinum, so fingu vit ikki fulla nyttu burturúr tí. Ofta kiksaðu fyrstu ferð sendingarnar hjá
miðvallarunum, og tað haldi eg komst av, at vøllurin var so óslættur, at tað órógvaði, sigur Todi Jónsson. Mynd: Avlur Haraldsen
men hann kom sjáldan leys-
ur, og hann hevði ongan
upplagdan målmøguleika.
Besta royndin hjá honum
var í 1. hálvleiki, tå hann úr
seytjan metrum í vinstru
smekkaði móti handara síð-
unetinum:
— Eg rakti bóltin púra
reint, og satt at siga, so trúði
eg, at hann var á veg í
málið, men tíverri fyri okk-
um, so vísti Mart Poom í tí
førinum, at hann er ein góð-
ur málverji.
Í 2. hálvleiki kom Todi
eina ferð igjøgnum í
vinstru, men bólturin endaði
heilt úti í hinum borðinum.
Tað hevur hann hesa frá-
greiðingina til:
— Eg ætlaði at skjóta
sjálvur, men so sá eg, at Uni
Arge var við í hinari síðuni
av málinum, so eg broytti
ætlan, men tíverri hoppaði
bólturin skeivt akkurát tá eg
skuldi senda tvørturum, og
so gjørdist tað hvorki fuglur
ella fiskur.
Todi Jónsson dylir ikki,
at hann var vónbrotin av, at
tað ikki eydnaðist at vinna,
tí hann heldur, at møguleik-
ar vóru í føroyska liðnum
at vinna á estlendska lið-
num:
— Sjålvt um vit vóru yvir-
mannaðir á midvøllinum, so
fingu vit ikki fulla nyttu
burturúr tí. Ofta kiksaðu
fyrstu ferð sendingarnar hjá
miðvallarunum, og tað
haldi eg komst av, at vøll-
urin var so óslættur, at tað
órógvaði, sigur Todi Jóns-
son, sum rósar áskoðaru-
num fyri stuðulin, sum teir
veittu:
— Men eg má siga, at eg
hevði roknað við, at tað fóru
at vera fleiri áskoðarar enn
tað vóru, og tá so nógv á-
skoðarapláss vóru tóm, so
kendist tað eitt sindur tóm-
ligt hjá okkum inni á vøll-
inum, men hetta fer vónandi
at blíva betur.
jh
ítróttar
sosialurin
EM-bólkur 9
Leygardagin 4. september
Føroyar-Estland 0-2
Litava-Kekkia 0-4
Bosnia-Skotland 1-2
Stødan
1. Kekkia
2. Skotland
3. Estland
4. Bosnia
5. Litava
6. FØROYAR
Næstu dystirnir
08.09 Estland-Skotland
08.09 FØROYAR-Litava
08.09 Kekkia-Bosnia
itrottar-Sosialurin
— vit eru har tað hendir
Fotboltur er ikki rættvisi
Fótbóltur: Íslendski venjarin hjá estlendingum var meiri enn fegin um at
sleppa úr Føroyum við øllum stigunum
Hann er altíð róligur og sátt-
ligur, men á tíðindafund-
inum eftir lokið stríð duldi
hann ikki fyri, at hann var
meiri enn nøgdur við, at
hann og undirsáttarnir hjá
honum kundu fara úr Før-
oyum við gllum trimum
stigunum. Harvið hava est-
lendingarnir í hvussu so er
inntil í annaðkvold, tá teir á
heimavølli spæla móti Skot-
landi, møguleika at vinna
annað plássið og harvið
høvid at spæla um eitt pláss
í EM endaspælinum, sum
verður í Hollandi og Belgia
komandi summar.
— Vit ætlaðu at vinna, men
eg má ásanna, at sum seinni
hálvleikur leið, so snúðu
hugsanirnar hjá mær seg
meiri um, hvussu vit skuldu
byrgja fyri, at føroyingarnir
ikki fingu sigursmálið. I 1.
hálvleiki haldi eg, at vit
leikliga vóru á hædd við
mótstøðumenninar, men í 2.
hálvleiki megnadu føroy-
ingarnir at kroysta okkum
aftur å vøllin, teir høvdu
onkrar møguleikar, men tí-
betur fingu teir einki mål,
og tað skulu vit vera fegnir
um.
Tú skifti tveir spælarar
inn mitt í 2. hálvleiki, var
tað ti tú vildi styrkja um
møguleikan at vinna?
— Nei, eg skifti út fyri at
styrkja um verjupartin, men
so var tað, at vit fingu tvey
mál uppá deydbåltsstødur.
Vit hava vant nógv við
deyðbóltsstøðum, og vit
hava ofta fingið nógv burt-
urúr. Í dystinum í dag høvdu
vit tveir ella tríggjar møgu-
leikar, og vit fingu tvey mál,
og tað kann eg ikki annað
enn vera sera væl nøgdur
við. Satt at siga havi eg
vegna Allan Simonsen ilt
av, at úrtókan hjá Oføru før-
oyingunum skuldi vera so
lítil, men vit mugu bara
staðfesta, at fótbóltur hevur
ikki nógv við rættvísi at
gera.
Besti álopsspælarin
viðaftur
Ætlar tú at gera nakrar
broytingar á liðnum upp-
undir dystin móti Skot-
landi?
— Besti álopsspælarin hjá
okkum eitur Andres Oper.
Hann spælir í Aalborg, men
tíverri var hann so mikið
skaddur, at tað bar honum
ikki til at spæla hesa ferð.
Eg vóni og rokni við, at
hann verður við frá byrjan
mikukvøldid. Vanliga er
Marek Lemsalu, sum spælir
i Strømgodset í Noregi, lið-
formaður hjá okkum, men
hann var so mikið skaddur,
at hann kundi bara vera við
síðstu løtuna. Eg veit ikki,
um hann verður tøkur miku-
kvoldið, segði Teitur Þord-
arson, áðrenn hann saman
við hinum í estlendska
ferðalagnum fór í bussin,
sum koyrdi teir vestur í
Vágar, hagani teir fóru
klokkan tiggju leygarkvøld-
ið og lendu í Tallinn tíðliga
sunnumorgunin.
Allan Simonsen ynskti ís-
lendinginum góða eydnu
mikukvøldið, og tað er einki
at siga til, at tað kendist
hugaligt hjá venjaranum og
estlendingunum, tá teir fóru
úr Gundadali.
jh