Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 168 - 7. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið 17 Pól Thorsteinsson varð úttikin í dystinum móti Estlandi, sum var hansara 17. landsdystur á rað. Mynd: Álvur Haraldsen Pól helt í 1514 minuttir Fótbóltur: Størsta hóttanin móti Ola Johannesen, sum nú er tann drúgvasti, man koma frá møguligum leikbannum Tad kendist næstan sum um vit høvdu tikið orðið av Póli Thorsteinssyni, tá vit í blað- num leygardagin staðfestu einastandandi avrikið hjá honum, sum var, at hann heyði spælt allar teir sekstan landsdystirnar á tamb, sum hann hevdi verið við i, síð- ani hann kom á landsliðið niðri á Malta í apríl 1997. Tá tað restaði eitt korter leygardagin, og Allan Sim- onsen valdi at gera fyrstu útskiftingina, hevði kroat- iski fjórði dómarin, Zeljko Siric, skiltið við fýra tali- num á lofti, og tað merkti, at Pól Thorsteinsson síðsta korterið fyri fyrstu ferð síð- ani hann kom í landsliðs- hópin noyddist at hyggja at, meðan liðfelagarnir strídd- ust fyri at fáa sigursmálið - og taptu! Tá Pól Thorsteinsson fór av vellinum, hevði hann spælt 1514 minuttir á lands- liðnum, og tað verður iva- leyst torført at taka metið frá vágbinginum í B36. Oli drúgvastur Hagtølini siga okkum, at hann, sum nú hevur verið á landsliðnum flest dystir á rað uttan at verða útskiftur, er Óli Johannesen, ið — sum vit nevndu leygardagin — hevði havt eitt einastand- andi met, hvat samanhang- andi leiktíð á landsliðnum viðvíkur, um hann ikki hevði verið skaddur í San Marino í 1995, og um hann ikki orsaka av próvtóku hevði verið noyddur at geva avboð til útidystin í Estlandi í juni í fjør. Um Óli ikki hevði verið noyddur at geva avboð til hesar dystirnar, so hevdi hann havt spælt 34 dystir upp í slag, ella í alt 3060 minuttir, og hetta hevði havt verið eitt met, sum tað iva- leyst skuldi leitast leingi og víða eftir! , Men hóast Oli ikki var við hesar báðu ferðirnar, so er hann nú tann spælarin, sum hevur verið drúgvastur á landsliðnum. Eftir avboð- ið í Estlandi í altjóða skrá- setta landsdysti nummar 52, hevur Óli verið við allar 90 minuttirnar í øllum teimum níggju dystunum, sum síð- ani eru spældir. Tað vil við øðrum orðum siga, at hann hevur spælt 810 minuttir upp í slag, og soleiðis sum hann hevur spælt hesa síðstu tíðina, so er eingin møguleiki fyri, at hann nakrantíð fer at verða út- skiftur. Hóttanin í Vandarnir fyri at Oli Jo- hannesen kann verða út- skiftur eru skaðarnir, sum tað ikki ber til at verja seg ødrvisi ímóti enn at vera í góðari venjing, og tað er Oli Johannesen, og so leikbann- ini. Í landskappingini heima á landi vístu dómararnir ofta Óla Johannesen gula kortið og onkuntíð tað reyða, og hann var tískil ofta leik- bannaður, men tað er merk- isvert, at higartil hevur Óli ongantíð verið leikbannaður á landsliðnum. Vit eru ikki heilt vísir í, at skrásetingarnar hjá okk- um, hvat gulum kortum á landsliðnum viðvíkur, eru heilt nágreiniligar, men tað, sum vit hava skrásett, er, at Óli Johannesen hevur fingið fimm gul kort í 41 lands- dystum. Eitt var í venjingar- dystinum í Íslandi 27. juli 1997, og tað hevði sjálvandi einki leikbann við sær. Hitt fyrsta var í 3-0 tapinum á heimavelli móti Kekko- slovaki 16. juni í 1993. Oli fekk einki annað kort í tí HM undankappingini, og tí- skil slapp hann undan leik- banni. Tað næsta kom í 3-0 tapinum á útivglli móti Slo- vakia 23. oktober 1996. Hetta var síðsti dystur í HM undankappingini, og tí var ongantíð vandi fyri leik- banni í tí kappingini. Og so var tað EM undan- kappingini, sum verður lið- ug í heyst, og sum Oli Jo- hannesen longu hevur fing- ið tvey gul kort í, uttan at hetta hevur havt leikbann við sær, tí dómarin úr Luksemburg var so óneyv- ur, at hann skrásetti nummar tvey hjá Litava fyri kortið. Um dómarin hevði gjørt, sum hann átti, so heyði kort- ið, sum Oli fekk á heima- velli móti Bosnia 9. juni havt við sær, at hann heyði verið leikbannaður leygar- dagin móti Estlandi. Tað var hann ikki, og harvið ber tað framvegis til staðar hjá Óla Johannesen at taka metið hjá Póli Thor- steinssyni, sum er at spæla 1514 landsdystarminuttir upp í slag. jh Ítróttar ' Sosialurin - vit eru við har tað hendir Rógvi Johansen ovast, Gunnar Dahl-Olsen nummar 2 og Sverri Mohr Edvinsson nummar 3 Rógvi fór vid greipuni I vikuskiftinum vóru FM kappingar i súkkling, og stóri vinnarin var Rógvi Johansen, sum vann bæði í einkult- starti og landavegssúkkling. Rógvi hevur altíð verið væl við einkultstartin, og hesaferð var hann tríggjar minuttir betri enn næsti maðurin í rødini, sum var Gunnar Dahl-Olsen. Sverri Mohr Edvinsson var nummar 3, og hin „danski“ súkklu- maðurin, Bogi Kristiansen, var nummar 4. Í kappingini á 100 kilometra landavegssúkkling var Rógvi aftur fremstur, heilar 11 minuttir undan næsta súkklaranum. Nummar 2 og 3 vóru teir somu sum í einkultstartinum, meðan Bogi Kristiansen hesaferð noyddist at gevast, tí hann punkteraði. ek ítróttar sosialurin FM kappingar í súkkling 30 km einkultstartur Navn . Régvi Johansen . Gunnar D Olsen . Sverri M Edvinson . Bogi Kristiansen . Kristian Guttisen . Beinir Rasmussen . Eyðun Poulsen . Kjartan Egholm . Esmar Joensen 10. Jén Ellingsgaard 11. Evald Rasmusen 12. Geir Gilsteinsson Tíð 42,31 45,25 46,52 47,02 48,10 53,11 53,46 53,47 54,44 55,08 56,29 21,09,05 100 km landavegssukkling Navn . Rógvi Johansen . Gunnar D. Olsen . Sverri M. Edvinsson . Páll Didriksen . Beinir Rasmussen . Eyðun Poulsen . Kjartan Egholm . Jón Ellingsgaard SAN ABN DU Fullfordu ikki: Bogi Kristiansen Evald Rasmussen