Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 168 - 7. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið Vágamenn, sum taptu í Havn seinast, kláraðu akkurát at vinna á Royn sunnudagin. Mynd: Álvur Haraldsen Vagamenn fingu alt í síðstu lotu 2. deild menn: FSV-Royn 4-3 (1-0) Tá lítil tíð var eftir at spæla í dystinum millum oddalið- ið FS Vágar og Royn vóru hvalbingar frammanfyri 3- 2, men við tveimum málum hjá Birgiri Joensen eydn- aðist tað vágamonnum í síðstu løtu at fara fram um hvalbingarnar. Vágaliðið, sum seinasta vikuskiftið tapti móti HB í Havn, hevði aftur hesaferð stórt stríð við at fáa sigur til høldar, men sammett við seinasta vikuskiftið, spældi væl av hesaferð. Bert eitt mál kom í fyrra hálvleiki av málríka dyst- inum, og tað var Sonni Jo- hansen, sum gjørdi tað, tå hann smekkaði til úr nakað spískum vinkli. Hetta var hålvleiksstødan, men eftir at Gisli Svein- bjørnsson hevði javnað fyri Royn, kom ferð á dystin. Kim Poulsen legði FS Vág- ar fram um aftur, tá hann tveitti seg í eitt innlegg, og stýrdi bóltinum í málið. Men ungi Allan Michelsen ( sum í fjør var raktur av álvarsomum skaða) javnaði fyri Royn, tá vágamenn vóru sløstur í verjuni. Allan slapp leysur og skoraði. Gisli Sveinbjørnsson legði vid sínum næsta málið Royn fram um 3-2, tá hann fór sjálvur í brotsteiginum hjá FS Vágum. Hann snýtti tríggjar heldur passivar vágamenn, áðrenn hann skoraði úr stuttari fjarð- stóðu. Toppskjúttin vildi tað øorvisi Tá var líkt til, at Royn skuldi fara vid øllum. Teir fylgdu væl við oddaliðnum, og í spælandi venjaranum, Zoran Mancic, eiga teir ein undangongumannn bæði frameftir og aftureftir á vøllinum. Í málinum hjá hvalbingum stóð Lars Miill- er ein góðan dyst. Hann hevur annars vant við vága- monnum í ein mánað nú, tí hann er løgreglumaður í Vågoynni í løtuni. Lars Miiller kundi t6 ikki forda toppskjuttanum Birg- iri Joensen at skora, tå knappir fimm minuttir vóru eftir at spæla. Birgir tamdi bóltin við bringuni, vendi sær á og so sendi hann í málið. Og frødin var 6Gfør á heimaliðnum, tá tað í yvirtíðini eydnaðist Birgiri Joensen at gera eitt mál aft- urat. Hann dróg inn í brots- teigin hjá Royn, var nakað trýstur av einum verju- manni, men tá málverjin kom út í móti, sendi hann fram við honum og í kassan til 4-3 til FS Vágar. Vágamenn høvdu í fyrra hálvleik spæl og møguleik- ar til okkurt málið afturat, men tá gestirnir rættiliga fótaðu sær í seinna hálv- leiki, var um reppið at odda- liðið annað vikuskiftið á rað stóð eftir við ongum. Men hesaferð vildi topp- skjúttin tað ødrvisi… ek Gøtumenn av aftasta plássi 2. deild menn: Skåla-GI 4-5 (2-2) Hóast teir vóru aftanfyri triggjar ferðir, kláraðu gøtu- menn at vinna botndystin móti Skála í oysregninum sunnudagin. Tað komu nógv mál, heili 9, og samanlagt hevði GÍ eitt mál meira enn heima- liðið, og við sigrinum tók GI seg fram um trý lið og er nú omanfyri niðurflyting- arstrikuna. Skálamenn løgdu seg í fyrra hálvleiki tvær ferðir fram um. Fyrst var tað Kajsten Rasmussen, sum skoraði við brotssparki, eftir at skot hjá Boga Gregersen rakti hondina á gøtumanni. javnaði Tað gjørdist 1-1, tá Skála- maður sendi bóltin í egið mál, eftir gott innlegg úr vinstru síðu, sum varð ætlað tveimum leysum gótu- monnum longri inni í brots- teiginum. Esbern Jacobsen gjørdi tað til 2-1 til Skála, tá hann stútaði ein hornasparksbólt í málið, men fyri hálvleik brasiliumaðurin Moises Felipé, tá hann var spældur leysur í høgru síðu. Beint eftir hálvleikssteðg- in legði Bogi Gregersen Skála fram um aftur, tá hann stútaði enn ein hornasparks- bólt í kassan, men eftir tað tóku gøtumenn yvir, og teir skoraðu tríggjar ferðir upp í slag. Veðrið á Skála var sum alla aðrastaðni ring, og vøll- urin var hálaður í tí nógv avfallinum. Hetta hevði við sær, at verjuspælið hjá liðunum var alt annað enn sannførandi, og tað spurdust fleiri målmøguleikar burtur úr enn talan hevði verið um, um dysturin hevði verið spældur í betri líkindum. Símun Petur Justinussen javnaði til 3-3, tá hann skoraði við brossparki, sum varð dømt, tå ein Gl'ari varð rendur í ryggin í brotsteiginum hjá Skála. Jan Skoradal legði GI fram um 4-3, tá hann avgreiddi ein hornasparksbólt í málið við høvdinum, og Moises Feli- pé økti til 5-2, tå hann eftir skjótt spæl fram eftir vøll- inum var spældur leysur av Magna Jacobsen og skor- aði. Skálamenn royndu at kom afturíaftur, men teir kláraðu bert at gera eitt mál í tíðini, sum eftir var at spæla, og tað var tá Bogi Gregersen enn eina ferð var fyrstur á bóltin, tá Skála- menn høvdu horna, og enn einaferð stútaði hann i kass- an. Skål:menn hildu, at teir kundu havt fingið meira burtur úr, men tað vóru gøtumenn, sum fingu fleir mål, tá teir høvdu sína leik- liga yvirvág í dystinum. ek 24 | 2. deild menn: LIF-EB/Str. 7-1 (4-0) LÍF tók beinini undan gestunum beinanvegin, og restina av dystinum var stundum talan um lætt spæl hjá lorvíkingum, sum eru beint í hølunum á oddaliðnum í 2. deild. Tað var álopsveteran- urin Kristian á Reynatrød, sum gav botnliðnum úr Sundalagnum fyrsta slag- ið í andlitið. Hann fekk ein bólt úr vinstru síðu, og so hevði hann lætt við úr púra fríari stóðu at senda í kassan. Hetta var eftir bara tveir minuttir og lítla lotu seinni økti Petur Sjúrða- berg til 2-0, tá hann stút- aði eitt innlegg frá Signar á Reynatrød í málið. Póllendingurin Mirek Gil gjørdi tað til 3-0, tá hann fekk eina sending frá Kristian í Vági, hann vendi sær og sendi bóltin í málið. Og tað gjørdist 4- 0 áðrenn hálvleikssteðgin, tá Kristian í Vági smekk- aði til úr 17 metrum. Fyrra hálvleik høvdu lorvíkingar fult tamarhald á dystinum, og tað var langt í millum royndirnar hjá EB/Streymi. Í seinna hálvleiki løgdu lorviking- ar enn meira fyri fram eft- ir vøllinum, tf teir hava havt verri målmun enn kappingarneytarnir = úr Vágum, og tað eydnaðist at fáa trý mál afturat. Teir báðir Kristian í 2. deild menn: TB-NSI 2-3 (1-0) TB vann dystin um tridja plássið í 2. deild, tå NSÍ vitjaði á Sevmýri sunnu- dagin. Í fyrra hálvleiki legði Dan Mortensen TB fram um við einum frálíkum langskoti. NSÍ hevði fitt av spælið fyrra umfarið, men teir kláraðu ikki at gera mál. Í seinna hálvleiki fekk TB verjuspælaran Eyðun Kjærbo útvístan, og runa- víkingar vóru sum heild serstakliga misnøgdir við dømingina. Heimaliðið spældi nart, og tað hildu teir á útiliðnum ikki, at dómarin kláraði at sláa niður á. Fleiri ferðir var talan um hørð frispørk, sum ikki fingu uppibornu revsingina. TB vann við 10 monnum Trivaligur sigur til lorvikingar Vågi og Kristian å Reyna- trød skoradu hvør sitt mål áðrenn EB/Streymur javnaði, tá Suni Jacobsen skoraði eftir eitt av mót álopunum hjá EB/ Streymi Kaj Eli Olsen, sum hev- ur verið búsitandi i Dan- mark, men nú er fluttur heim, gjørdi tað til 7-1 stutt fyri leiklok, tá hann royndi seg við einum skoti nakað uttanfyri brotsteigin. Lorvíkingar royndu all- an dystin at spæla ágang- andi álopsspæl, og tað gav úrslit. Teir skoraðu sjey ferðir, og teir høvdu eisini aðrar møguleikar, men stóð Ola Christian Djur- huus, sum hesaferð vardi málið hjá EB/Streymi, í vegin, og tað bar illa til at geva málverjanum skuld ina fyri stóra tapið, tí hann var sum oftast prisgivin, tá lorvíkingar skoraðu - Vit kunnu avgera sjålvir, um vit flyta upp í 1. deild, og tað er júst tað, sum vit ætla at gera, sigur Harry Benjaminsen, sum er venjari hjá LIF. Lorvíkingar hava tveir heimadystir eftir í sein- astu trimum dystunum Teir skulu næstu ferð spæla móti NSI í Lorvík og í seinasta umfarið koma klaksvíkingar á vitj- an. Í næstaseinasta umfari er úti- og toppdystur móti FS Vágum. ek Tá NSI í seinna hálv- leiki høvdu vent ødini móti dómaranum og ann- ars løgdu nógv fyri fram eftir vellinum, skoraði TB tvær ferðir við skjótum mótálopum. Fyrst skotaði Einar Petersen, og hann varð eisini maður aftan- fyri málið hjá Vagni Nol- see. NSI gjørdi ein vørr móti endanum av dystinum. Mortan Hansen fór fyrst sjálvur og skoraði, og síð- ani sendi hann ein horna- sparksbólt í málið. Eftir tað hevði NSI eitt skot á samankomingina, men heimaliðið kláraði at halda tætt og harvið tryggja sær sigurin TB liggur framvegis á triðja plássið í deildini. ek