Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið — ST Danska EM vonin livir enn Fótbóltur: Danska fótbóltslandsliðið. sum tók móti Sveits leygarkvoldið, kláraði at halda høvdid kalt tá tað kravdist av teimum, og tí livir danska EM vónin enn. SVEINUR TRÓNDARSON (KEYPMANNAHAVN) Undan dystinum millum Danmark og Sveits, sum varð leiktur í fullsettu Park- ni leygarkvøldid, vóru boðin til donsku leikararnar greið. " Vind eller forsvind" stóð at lesa í teimum flestu bløðunum, meðan okkurt annað skrivaði "Vind eller Morten Olsen" í sambandi við. at tað í vikuni varð almannakunngjørt, at Morten Olsen tekur vid sum danskur landsliðsvenjari næsta summar. Tad eydnaðist eisini døn- um at vinna, men tað var um hár gjørt, at sveitsarar settu dønum kilar i. Danir løgdu hart út frå byrjan og trýstu Sveits. Ser- liga teir báðir "smærru" menninir á miðjum Allan Nielsen og Stig Tofting ar- beiddu væl. og royndu hvat eir kundu fyri at stoypa kúlurnar til áleypararnar Men illa hilnaðist kortini, ti tá danir komu inn í móti brotsteignum steðgaði spæl- ið upp. Sveitsiska verjan hevði gott tak á Ebbe Sand og Jon Dahl Thomason, sum ikki høvdu ein veru- g møguleika í fyrra hálvleiki Harafturímóti var tað um reppið, at Sveits legði seg á odda í fyrra hálvleiki | nya Þeir vinstra borðið bóltin inn i . har ein åleypari royndi at trysta fram við Schmeichel úr trimum metrum. Stóri danski mál- verjin stórbjargaði og tískil var stødan 0-0 í steðginum. foru fram Allan Nielsen setti hol å Tå liðini komu aftur á vøllin eftir steðgin sást á ollum brøgdum, at danir høvdu fingið at vita, at teir skuldu leggja meira trýst á sveits- isku verjuna. Í fyrra hálv- leiki høvdu teir havt trupult við hesum, serliga tí at illa gekst hjá kantspælarunum at fáa bóltarnar inn fyri. Bjarne Goldbæk royndi men fekk sera lítið burturúr. og í hinum borðinum gekst heldur ikki ov væl hjá Martini Jørgensen, sum hevur spælt betri dystir enn tann hesaferð. Bo Johanson gjørdi av at seta Søren Colding inn fyri Goldbæk og tað økti bein- anvegin um aktivitetin í høgra borði. Samstundis vóru Sveitsararnir noyddir at geva eitt sindur meira pláss í hinum borðinum og ti eydnaðist tað dønum at fáa breidd á spæli. Og tað var júst eftir uppspæl úr vinstru, at tað eydnaðist Allani Nielsen at seta hol á. Bólturin varð spældur inn til Ebbe Sand, sum tó ikki fekk skotið á mál. Í staðin fyri at royna sjálvur spældi hann bóltin til ein púra blankan Allan Nielsen, sum smekkaði í kassan. 1-0 og 54 minuttir farnir. Tað sá gott út, tí danir trýstu væl. Danir í koma í verjuni Hóast tað sá út til. at danir høvdu tak á sveitsarum, so lúrdi vandin alla tíðina. Teir royndu at nærkast danska málinum og einar tvær ferðir var Turkyilmaz, sum júst var settur inn nær við Fá umleið 80 minuttir vóru farnir fór Ciriaco Sforza einsamallur igjøgnum. Eingin dani fór eftir honum og brádliga stóð hann púra leysur við Schmeichel. Hann smekkaði til, men lukkutíð fyri danir tók bólt- urin undirkantin á yvirliggj- aranum og fór aftur í spæl. Og tá var tað at Turkyilmaz var hægstur og skallaði í tóma máli, meðan danir stóðu gapandi og hugdu at. 1-1 og so órættvíst sum tað kundi vera, tí tað vóru danir, sum áttu spæli. Hetta mundi vera einasta øtan har danska verjan var úti av spælinum, men tað mundi kosta teimum EM- uttøkuna. Jon Dahl svaradi aftur Tað hevur mangan verið agt dønum fyri, at teir ikki hava megnað at skapað ein dyst tá teir eru undir trýsti. Í nógvum førum hevur hetta kanska verið so, men í kvold royndu teir kortini. Og tá tað sá allarsvartast út vísti dirvi seg at geva av- kast. Ein bóltur varð skallaður út úr sveitsisku verjuni, men tað var Ebbe Sand, sum fekk fatur å honum. Hann royndi seg vid skoti sum málmaðurin vardi fyri. Bólturin var kortini so uttar- lagað, at hann fekk ikki hildið honum, og tá var Jon Dahl Thomason yvir honum sum eitt ljón og setti bóltin í netið til 2-1 til Danmark, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Rættvíst úrslit Tað er eingin loyna, at úrs- litið var rættvíst. Danir vóru teir, sum áttu dystin, og teir gjørdu sítt til at skapa ein undirhaldandi dyst. Gest- mir vóru kortini íkki eigasorir, ti teir byrjaðu við trimum monnum frammi. Hetta munti kortini lítið tí miðjan datt eitt sindur burt- ur ímillum meginpartin av tíðini. Danska landsliðið liggur nú á øðrum plássi í bólk- inum við 11 stigum og ein- um dysti eftir. Tann dystin uppi leikin SEINASTA NYGGJA: Beint fyri evstamark á blaðnum í gjár lat litaviska fótbóltssambandið frætta frá sær. FSF-skrivstovan vendi sær til euro- peisku fótbóltssamgonguna UEFA fyri at fáa teir at koyra undir litavar, og tað gav úrslit. in mikudagin. Í gjár kom telefax frá litavum, har teir boðaðu frá, at teir koma í Vágarnar við leiguflogari í dag klokkan 13.30, og teir ætla sær avstað aftur beinanvegin eftir dyst- 17 spælarar eru við í litaviska hópinum, sum skal halda til á Hotel Føroyum í Havn. ek NR. 168 - 7. SEPTEMBER 1999 Jon Dahl Thomassen var sum eitt ljón yvir bóltinum, tá Ebbe Sand hevði roynt seg, og han sendi bóltin í málið til 2-1 til Danmark spæla teir mikukvoldið móti Italia á útivelli. Hvussu tað fer at hilnast er ikki gott at vita. Sveits harafturímóti er nú á fjórða plássinum við átta stigum, men teir hava tveir dystir eftir. Ein móti Wales og ein móti Hvítarusslandi. Dysturin móti russunum verður leiktur mikukvoldið. Tað merkir sostatt. at danir við einum sigri mikukvold- ið móti Ítalia kann tryggja sær annaðplássið í bólk- inum. Innanhýsis roknskap- urin millum Danmark og Sveits talar nú til danskan fyrimun, og tískil ger einki um liðini bæði enda við líka nógvum stigum. Bo Johanson ikki heilt nøgdur Hóast danir vunnu dystin, so var danski landsliðsvenj- arin, sviin Bo Johanson, ikki heilt negdur við avrikid. Við donsku rásina DR segði hann, at byrjanin og endin gingu sum ætla. - Men um miðjan fyrra hálvleik fóru teir at gera alt ov nógvar tekniskar feilir, sum teir ikki eiga at gera, tá teir spæla á einum slíkum stødi, segði Bo Johanson. Um støðuna tá sveitsararnir fingu mál helt hann lítið um. - Teir sleppa alt ov lætt framat, og okkara menn eiga at sparka bóltin burtur. Vit eiga ikki at lata teir koma til slíkar møguleikar, tí vit halda teimum væl. Vanliga siga vit, at soleiðis er fótbóltur og tað mugu vit aftur siga hesaferð, segði Bo Johanson, sum sjálvsagt var fegin um tey trý stigini, tí hann vil fegin enda við at leiða danska landsliðið til EM endaspælið, sum verður næsta ár. j Nu hava danir sjålvir møguleikan at gera just tad, hóast matarlepin sær lítið åtiligur út. Kravid er stig í Italia mikukvøldid og ong- antíð betri um tey eru try í tali. Um tað fer at eydnast, ja, tí bíða vit eftir í spenn- ingi. Fara at kapprenna runt Agnið Leygardagin skipa Roysnið og Runavíkar Timburhandil fyri rennikapping runt tað sonevnda Agnið. Byrjað verður við Tofta skúla kl. 14.30. Runnið verður úteftir, niðan á Agn- 10, omanav aftur inn til Salt- nes. Málið er á Tofta kei. Fyrstu 2,5 kilometrarnir eru í brattari mótbrekku. Síðan kemur ein 5,5 km langur teinur í undanbrekku. Sein- astu 2,5 km eru rimuliga slættir. Kappingin hevur verið fastur táttur hesi seinnu ár- ini. Seinastu tvey árini hev- ur Guttorm Sørensen vunn- ið kappingina. Skjótast rann hann í 1997, tá hann nýtti 37,15 minuttir um tann 10,5 km langa teinin. Spennandi verður, hvussu veðrið fer at roynast leyg- ardagin. Tað hevur nevni- liga víst seg, at regn og vindur er ein fastur partur av renningini runt Agnið. Runavíkar Timburhandil letur steyp og heiðursmerki til vinnandi kvinnurnar, mennirnar og børnini. Tey, ið hava hug at royna kreftir við "Agnið" leygar- dagin, eiga at meta við Tofta Skúla kl. 13.30.