mikudagur 8. september 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Miller
Internet: www.sosialurin.fo
Eingin fugla-
veiðipolitikkur
Oddagrein
Stutt fyri 1. september, sum er fyrsti dagur
loyvt er at skjóta skarv, hevði fuglavinurin
Erik Mortensen eina áhugaverða grein um
syndarligu stoðuna hjá skarvinum. Fugl-
avinurin greiddi við stórum innliti frá,
hvussu skarvameingið er minkað eftir fá-
um árum, tí veiðan hevur verið uttan fyrilit.
Tey, sum ferðaðust við báti ella til gongu
fram við strond ella fjøru, kundu til fyri
fáum árum síðani gleðast um, hvussu
nogv var til, og hvussu spakur skarvurin
var. Stovnurin var kanska storri enn hann
nakrantíð hevur verið hesa oldina. Eisini
fyrstu árini eftir, at bannið at skjota skarv
varð sett úr gildi, var nógv til. Men so kom
knappliga eitt nýtt veiðimannaættarlið til.
Ungir menn. Skjóttgangandi bátar. Og
byrsur við fleiri skotum. Hesi fyribrigdi vóru
nóg mikið.
Tey, sum fást við veiði og bát, vita, at
talan er um einar 5-6 bátar í Havn og
nakrar fáar bátar afturat. Farið verður 1.
september í lýsingini og skjótt er at fara
fram við skarvabolum ella tangum, har
skarvur heldur til - fram við Botnsíðuni, í
Kirkjubohólmi, Velbastaðlandinum, runt
Hest og Koltur, síðani undir Sandoynna
og at enda runt Skúvoynna fyri síðani at
halda norður aftur. A veg til Havnar kanska
eitt legg eystan fyri Nólsoynna. 55, 110
ella 165 skarvar fyri at nevna nøkur tel,
sum menn vita um. Gamal skarvur sum
ungi.
A henda hátt er skjótt at skjóta ein skarv-
astovn niður, og tað sum ikki liggur við
fyrsta skot, sleppur at liggja. Tað, sum
sleppur á flog, verður siglt upp aftur við
einum skjottgangandi báti. Fuglurin hevur
ikki ein møguleika at sleppa undan - og
við hesum hvørvur eisini ítróttin at skjóta
og umdomið at vera ein góður skynsamur
veiðimaður.
Sjálvandi skal verða loyvt at skjóta, men
sjálvandi skuldi hvor veiðimaður havt eina
kvotu og eitt veiðiloyvi ella -prógv, sum
øll framkomin lond hava. Harafturat áttu
vit at umhugsað at avmarka loyvi til bátar
við vanligari ferð, upp í eini 10 míl, eins
og í Íslandi. Uttan avmarking í ferð verður
veidiøkid nærum alt Føroyar eftir einum
degi. Harafturat áttu vit at havt eina nátt-
úrufyrisiting, sum fylgdi við og hevði skil
á. Um vit tóku nøkur slík stig, kundu vit
sagt, at vit høvdu ein veiðipolitikk. At vit
ongan hava, er veiðilógin eitt domi um.
Hóast tvinnar royndir at broyta hana, hev-
ur einki embætisfólk ella politikari torað
at tikið hana fram aftur. Og verandi stoða
sømir seg ikki eini >mentaðari< tjóð.
Sosialurin
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjort S. Hansen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
| Dagfinn Olsen |
| John Johannessen
| Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hegni Mohr
Niclas Johannesen
Myndamenn: | Postadr: Postsmoga 76,
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Álvur Haraldsen | Telefon: 311820
Utgevari, uppseting: | Telefax. 314720
Sp/f Sosialurin
Bústaður: |
Argjavegur 26, Argir
| e-mail: post 2 sosialurin.fo
Lýsingar: lysing € sosialurin fo
Prent: Sosialurin
Hvitabok slær fast: Javn-
aðaruppskotið er gongd leið
Nú kom hon umsíðir, frá-
greiðingin sum so nógv hava
bíða eftir, summi við bivan,
summi við spenningi. Men
tey, sum væntaðu sær at fáa
svar uppá ella bara eina á-
bending um, hvort loysing
ella fullveldi eigur at vera
framt nú, vóru við sviðusoð
Fáfongdin
Hvorki Hvítabók ella Fylgi-
bindini I og 2 innihalda nak
að vísundaligt ella bara nok
ulunda logiskt ella objektivt
argument fyri, at loysing
verður Foroya fólki at gagni
I hesum er einki logið, men
har aftur ímóti bara tann
sannleikin, at avgerðin um at
lýsa fullveldi ella ei, í veru-
leikanum byggir á "smag og
behag”. Kortini verður hildið
rimmarfast við uppáhaldið
um, at alt annað enn fullveldi
og tað beinanvegin, er émøg-
uligt. Hetta er eyðkent fyri
tað tjóðskaparligu fáfongd-
ina, sum í besta føri er heim-
fødislig, men í ringasta føri
er totaliter.
Hugsjónin
Afturímóti stendur tann pol-
itikkurin, sum Javnaðarflokk-
urin hevur í umhugsan. Hetta
er ein politikkur, sum ikki
tekur stødi í undirluta-
kenslum, stórleikagði ella
øðrum kensluligum fyri-
brigdum, men sum tekur
stødid í rættinum hjá einstak-
linginum at hava ávirkan á
sína egnu tilveru í sonnum
demokratiskum anda. Javn-
aðarflokkurin hevur, sum
stevnu, at verja vunnin rætt-
indi hjá einstaklingum og
samfelagsbólkum. Rættindi,
ið hava ført tey veikastu í
samfelagnum nærri teimum
lívskorum og —treytum, sum
hægru samfelagsbólkarnir
taka fyri givnar. Javnaðar-
flokkurin vil tí undir ongum
umstødum vera við til at
fremja eina skipan, sum ber í
sær, eitt afturstig fyri tey, sum
longu framanundan eru fjón-
að.
Félkaatkvøda, manna-
rættur og demokrati
Í búskaparálitinum (Fylgi-
bind | til Hvítubók) verður
møguleikin at spara blokk-
stuðulin burturav fíggjarlóg-
ini viðgjørdur. Búskaparbólk-
urin avvísir ikki at hetta ber
til, men í Búskaparálitinum
stendur, at henda manna-
gongd fer at hava við sær
arbeiðsloysi og at fólk flyta
av landinum: "Tá ríkisveit-
ingarnar minka, verður al-
menni sektorurin lutfalsliga
minni. { ] Hetta ber í sær
arbeiðsloysi, og at fólk flyta
í onnur lond." (Síða 117,
fjóðra og fimta reglubrot).
Við øðrum orðum fer ein
skjót loysing at hava við sær
álvarsligar avleiðingar fyri
nógvar einstaklingar í før
oyska samfelagnum. So álv-
arsligar, at nógvir føroyingar
vera noyddir úr arbeiði og, í
ringasta føri, at flyta av land-
inum
Í demokratinum hevur ein
staklingurin rætt til trygd í
móti ágangi frá øðrum, so
leingi hann ikki sjálvur frem
ur ágang mótvegis øðrum
Rættindi. sum hetta, neynast
grundleggjandi rættindi, og
uppí bólkin av slíkum hoyrir
m.a. rætturin til lív. Lív skal
skiljast sum lív í víðari merk-
ing, og rætturin til lív fevnir
sostatt eisini um rættin til
eina tilveru í samfelag við
øðrum menniskjum.
Tosa vit um lív í neyvari
merking, so er dráp hóttanin
ímóti tí grundleggjandi rætt-
indinum. Úr einum manna-
rættindarsjónarhorni finst
eingin verja fyri manndrápi,
onnur enn tann, at fordóming
ikki verður hildin at vera rím-
ulig tá dráp er framt í sjálv-
verju, t.e. fyri at verja egið
lív, í neyvari merking.
Tosa vit um lív í víðari
merking, so er hóttanin ímóti
eini tilveru í samfelag við
onnur menniskju, útstoytan
tað verið seg útstoytan úr
arbeiðslívinum ella útstoytan
úr samfelagslívinum. Úr ein-
um mannarættindarsjónar-
horni finst ongantíð nøkur
verja fyri útstoytan, tí her
kann ongantíð vera talan um
sjálvverju. Tað er høpisleyst
at siga, at ein demokratisk
avgerð kann hava sum av-
leiðing, at meirilutin fær allan
rætt, og at minnilutin verður
útstoyttur. Ein slík avgerð
hevur einki við demokrati at
gera, tí tað er eitt grundleggj-
andi demokratiskt prinsipp.
at júst minnilutar eisini
sleppa at virka. Lat tað enn
einaferð vera sligið fast at
demokrati snýr seg ikki um
rættin hjá einum meiriluta
til at avgera lagnuna hjá
minnilutanum. Demokrati
snýr seg harafturímóti um
rættin hjá minnilutum til
eisini at virka og vera til.
Ein avgerð um at útstoyta
ein minniluta er altíð ódem-
okratisk. Rætturin til eina til-
veru í samfelagi við onnur er
ein grundleggjandi manna-
rættur, og grundleggjandi
mannarættindi eru ómissandi,
og kunnu ikka takast frå
fólki, heldur ikki tí at meiri-
lutin sigur tað. Verður ein út-
stoytan framd, er hon í stríð
við altjóða mannrættin og í
stríð við demokratiið. Tí er
ein félkaatkvøda, um at
fremja tiltók sum bera í sær
útstoyting, ódemokratisk og
í stríð við altjóða mannarætt-
in.
Enn er langt á mál
Javnaðartlokkurin kann, sum
nevnt, ikki vera við til at
fremja eina útstoytan. Javn-
aðarflokkurin hevur tí, í bók
lingi sum flokkurin gav út í
vár, skotið upp, at heildarveit-
ingin frá danska statinum
verður minkað yvir eitt ára-
mál, eftir einum lykli soleiðis
at samsvar er ímillum vøkst
urin í føroysku framleiðsluni
og minkingina í heildarveit
ingini. Hetta fer at merkja, at
vælferðarstoðið í føroyska
samfelagnum verður óbroytt
tey árini, minkingin av ríkis
veitingini stendur við. Ar-
beiðsloysið veksur ikki or-
saka av minkandi rikisstudl-
inum, og tískil verður eingin
fólkaflyting úr landinum av
teimum ávum. At hetta er ein
gongd leið, ásannar búskap-
arbólkurin í Hvítubók:
"Verður búskaparvokstur-
in varðisliga mettur til (...)
helvtina av sóguliga vøkstri-
num í útflutninginum, skuldi
verið óneyðugt hjá tí al-
menna at framt beinleiðis
niðurskurðir, so hvort sum
ríkisútreiðslurnar minkað,
um so er, at tær minkað eftir
einum longri áramáli, t.d. 15-
20 árum." (Síða 14, triðja-
seinasta reglubrot).
Endamálið við uppskoti
Javnaðarfloksins er, at
føroyingar skulu hava fullan
sjálvsavgerðarrætt. Javnaðar-
flokkurin ásannar, at politiski
avgerðarrætturin er treytaður
av búskaparligum sjálvsav-
gerðarrætti. Búskaparligan
sjálvsavgerðarætt fáa føroy-
ingar ikki fyrrenn heildarveit-
ingin er burtur. Tí skulu út-
vegir finnast fyri at fáa ríkis-
veitingina burtur úr føroyska
búskapinum. Men Javnaðar-
flokkurin sær ongan trupul-
leika í, at føroyska samfelagi
fær tíð til at laga seg til
broyttu fortreytirnar.
Í Hvítubók verður eisini
víst á, at áðrenn fullveldi
kann gerast veruleiki er neyð-
ugt 1) at føroyska fyrisitingin
verður laga betur til føroyskar
fortreytir, 2) at tiltøk, sum eru
neyðug til tess at tryggja før-
oyska búskapin, vera framd,
og 3) at mannagongdirnar í
føroyskum politikki vera
styrktar soleiðis at eitt nú
fíggjarlógararbeiðið verður
merkt av langtíðarætlanum.
Hetta eru alt tillaðingar, sum
taka drúgva tíð.
Ein onnur avgerandi for-
treyt fyri ábyrgdarfullum,
men framvegis menniskjans-
ligum, fíggjar- og búskapar-
politikki er, at polariseringin
í føroyskum politikki verður
tálmað, og til tess er neyðugt
at styrkja og menna hugsjón-
arliga stødi undir demokrati-
num i Føroyum. Skal hetta
eydnast, og vid hesum ætl-
=
Jóannes N. Dalsgaard
anin um einar sjálvstýrandi
og fullvaldandi Føroyar, er
avgerandi neyðugt, at allir
flokkar á Tingið og við teim
um allir føroyingar leggja
doyðin á, at fáa í lag eina
semju um, hvat eru áhugamál
Føroya lands og Føroya fólks
måtvegis umheiminum.
Hetta er eydsæd ikki løtu-
verk, og tiskil eiga vit ikki at
renna beinini undan okkum i
fåfongdari langtan eftir at
kunna bringupryda okkum
við tómum heitum. Heldur
eiga vit, við stødi í Hvítubók,
og serstakliga Búskaparáliti-
num, at fara undir eitt miðvíst
orðskifti, við tí fyri eyga at
tryggja, at sjálvstýrið kann
fremjast uttan tær álvarsligu
búskaparligu, og harvið
menniskjansligu, avleiðingar,
sum fullveldisætlan Lands-
stýrisins ber í sær.
Stórar avgerðir krevja
drúgva umhugsan
Í sinnismuni vera sjálvdan
tiknar skilagóðar avgerðir. Tí
áttu føroyingar at fingið tíð
til at sissa seg, áðrenn teir
vera bidnir um at taka støðu
til framtíðar lagnu landsins.
Tá avgerðin er tíkin vendist
ikki aftur. ,
Oftani verður víst til Ís-
lands í 1944, men stødan var
ein heilt onnur í Íslandi tá.
Íslendingar vóru samdir um
loysingina, og høvdu altíð
verið tað. So er ikki í Føroy-
um í dag, men við miðvísum
arbeiði og sakligum orða-
skifti kemur ivaleyst tann
dagur. Latið okkum tí heldur,
í frið og náðum, í felag royna
at eina framtíðarleið, sum øll
kunnu taka undir við. Tað er
soleiðis eitt samfelag verður
bygt: Við at savna — ikki við
at spjaða!
Tað er mín trúgv og vón,
at hetta eisini samsvarar við
tað, sum Løgtingsins meiri-
luti og Landsstýrið veruliga
ynskja.
06.09.1999
Jóanes N. Dalsgaard