Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 169 - 8. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið Lesið her hví landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum Jórgen Niclasen ætlar sær at tvinga 30% av ávísum fiskasløgum um uppbodssøluna. Lesið eisini, hvussu ávísir partar av vinnuni eru harðliga ímóti hesi ætlan NICLAS JOHANNESEN Týsdagin (í gjár) var fundur í Fiskimálastýrinum. Á skrivstovuni fyrireikaði landsstýrismaðurin við fiskivinnumålum Jørgen Niclasen seg til at taka imóti monnum, ið neyvan fóru at vera í tí blíða lagnum. Ráfiskakeyparafelagið hevði biðið um fund. Á skránni er ætlanin hjá lands- stýrismanninum at tvinga ávís (botn)fiskasløg um uppbodssøluna. Hetta er ikki fallið í góða jørð hjá Ráfiskakeyparafelagnum. Og úti um landið finnast virkisleiðarar og reiðarar, ið slettis ikki taka undir við ætlanini hjá landsstýris- manninum. Men Jørgen Niclasen er sannførdur um, at hann ger tad rætta, nå hansara løg- frødingar sita og snikka lóg- ina endaliga til. Lobbyar- beiðið hjá ráfiskakeyp- arunum henda týsdagin sær sostatt ikki út til at kunna broyta støðuna hjá lands- stýrismanninum. — Tað er altíð keðiligt at tvinga. Men í hesum føri- num eri eg noyddur, sigur Jørgen Niclasen við Sosi- alin týsdagin áðrenn fund- in. Ein samd vinnunevnd við formanninum Heina í Kun- oy á odda, tekur undir við landsstýrismanninum. Tað tíð til tvingsil. Vinnan ímóti Aftan fyri avgerðina um at tvinga 30% av ávísum fiskasløgum um uppboðsgl- una liggur eitt ávíst lobby - arbeiði frá øðrum parti av vinnuni — serliga teimum smærri virkjunum. Tey kenna seg við sviðusoð nú alt fleiri skip eru farin at selja beinleiðis til tey størru, kapitalsterkaru virk- ini. Spurningurin er so, um henda gongdin er sprottin úr tí fria viljanum hjá skip- um at selja har tað loysir seg best. Ella um eitt slag av duldum terrori liggur aft- an fyri broytta landingar- mynstrið. — Tað eru serliga størru skipini, ið eru farin at selja beinleiðis til virkini. Størru virkini siga; „alt ella onki“. Sostatt fáa onnur ongantíð kjans at bjóða upp á fiskin, sigur Jórgen Niclasen. Hesum tekur stjórin á JFK trol og Kósini Hanus Hansen slettis ikki undir við. — Okkara bátar selja har teir vilja. Onkuntíð hjá Kós- ini. Aðrar tíðir aðrastaðnis. Eg haldið, tað er fullkomi- liga skeivt, at landsstýrið skal siga monnum, ið hava gjørt stórar íløgur í skip, hvar teir skulu landa. Hjá skipunum er tað einfalt: Tey landa, har tað er best fyri tey. Hanus sigur samstundis, at tað er ikki vist, at ein komandi lóg um uppboðs- sølutvingsil fer at gera tað verri hjá Kósini at keypa fisk. Tað er ikki hesum, hann er bangin fyri. — Men eg haldi tað er skeivt, politiskt at tvinga at selja gjøgnum eina upp- bodssølu. Stjórin á Sandoy Seafood Egil er enn hvassari í sínum atfinningum móti ætlanun- um hjá landsstyrismanni- num. — Hetta kann gerast eitt satt bakkast fyri útjaðaran í Føroyum. Ti skal so stórur partur tvingast ígjógnum á megingkinum, so skulu stórar upphæddir brúkast at flyta fiskin til Sandoynna. So hetta er eitt bakkast fyri okkum. Stjórin á Sandoy Seafood heldur eisini, at ætlanin hjá Jørgen Niclasen er góðbiti hjá øllum teimum, ið royna at flyta 6vidgjørdan fisk av landinum. — Tey eru sum oftast bara úti eftir pørtum av lastini og hava ongan áhuga fyri rest- ini. Nú fer at vera lættari hjá teimum, sigur Egil. - Haraftrat haldi eg eisini, at spurnartekin kann setast við, hvussu rætt tað er, at almenni politiski myndug- leikin tvingar fisk um eina privata uppbodssølu. Vinnan fyri | Hjá landsstýrismanninum vendir myndin eðrvísi. Hann heldur ikki, at stødan hjá stjóranum á Sandoy Seafood er serliga umboð- andi fyri smærru virkini í landinum. Jørgen Niclasen nevnir dømi, har smærru virkini fåa restir av lastum, sum størru virkini keypa og ikki sjålvi brúka. Landsstyrismadurin met- ir, at við einum slíkum mynstri verður tað altíð tal- an um, at tey smærru virkini liva av náði frá teimum stóru. Tí tey sleppa ikki at bjóða. Og tá er torført hjá teimum at leggja teirra virk- semi til rættis og í síðsta enda at halda sínar skyldur mótvegis útlendskum keyp- arum. Jørgen Niclasen vísir eis- ini aftur, at hann við slíkari lóggávu farvoriserar smærru virkini. — Orsøkin til, at eg vil tvinga 30% um uppbods søluna er júst til tess at geva øllum kjans at bjóða. Klára smærru virkini seg ikki í tí kappingini, ja so gerst ikki við. Men tey skulu hava ein kjans at bjóða. Jørgen Niclasen vil ikki koma inn á, hvussu endaliga lógin fer at síggja út. Sostatt er heldur ikki enn heilt greitt, hvørji fiskisløg vera undantikin lógini um upp- bodssølutvingsil. Tað er heldur ikki greitt, hvørjar fylgjur brot á nýggju lógina fara at fáa.