Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið e-mail: eydunsosialurin.fo Fótbóltur: Litavar fara at spæla meira álopssinað, enn Estland gjørdi, og verjuskansin Oli Johannesen væntar nógv trýst á føroysku verjuna í kvold Foroyska landsliðið fer at fáa ein truplari dyst í kvold. enn teir høvdu móti Estlandi leygardagin Bæði styrkislistin hjá FIFA og royndirnar frá fyrra dystinum siga tað. - Dysturin í Litava er ein tann strævnasti dysturin, eg nakrantíð í lívinum havi spælt, sigur Oli Johannesen, verjuálit á landsliðnum. — Vit vóru alla tíðina und- ir trýsti, og vit vóru hepnir at fáa javnleik burtur úr, heldur hann. Tað var serligu fyrstu 20 minuttirnar, at heimaliðið legði stórt trýst á føroyska liðið. Teir lupu á heilt frammi á vellinum og sendu eina ørgrynnu av bóltum í føroy ska brotsteigin. Men dysturin endadi mål- leyur, og tad var fyrst og fremst málverjin Jákup Mikkelsen. sum við stór- spæli syrgdi fyri, at litavar einki mál fingu. Fyrstu løt- una heyði hann triggjar frå- gera góðar bjargingar, og serliga í eina førdinum, tá leysur litavi fluktaði móti málinum, var bjargingin hjá Jåkupi í heimsflokki. So hvort sum dysturin leið, komu føroyingarnir eitt sindur við í dystinum, og at enda var um reppið, at føroyingar fóru við øll- um, ti Todi Jónsson hevði naska roynd Páll Guðlaugsson venja Keflavík Fótbóltur: Íslendskt blað veit at siga, at Páll Guðlaugs- son skiftir felag eftir kappingina í ár Páll Guðlaugsson skiftir eftir íslendsku kappingina í ár til Keflavík. har hann skal verða venjari. Tað veit íslendska blaðið DV at siga frá álítandi keldum, sum ikki verða nevndar. Blaðið skrivar, at munnlig avtala er gjørd millum Keflavik og Påll Gud- laugsson um, at hann skal venja Keflavik næsta kappingarár. Páll Guðlaugsson hevur verið venjari hjá Leiftri í tvey ár, eftir at hann var venjari í Føroyum í nógv ár, millum annað hjá A-landsliðnum og GÍ. Í ár stríðist Leiftur um triðja pláss í kappingini aftanfyri KR og ÍBV, men í fjør var liðið nær gulli, tá tað spældi seg í íslendsku steypafinaluna, men tapti hana. Føroyskir spælarar til Íslands Venjaraparið hjá Keflavík, Gunnar Odd- son og Sigurð Bjørgvinsson, fingu sekk- in mitt í kappingini, og síðani tá hevur Kjartan Másson røkt venjarastarvið í felagnum. Men hann var ber ein fyri- bilsloysn, og varandi loysnin er sambært DV Páll Guðlaugsson. Í Leiftri hava tveir føroyskir spælarar spælt. Jens Martin Knudsen hevur vart málið og Uni Arge hevur verið í álopi- num, har hann ferð eftir ferð hevur gjørt mál. Teir báðir føroysku spælararnir hava gjørt so góða reklamu fyri sær sjálvum í íslendskum fótbólti, at tað fer ikki at standa á hjá teimum at halda fram í kappingini har. Páll Guðlaugsson verður eftir øllum at dóma venjari hjá Keflavík næsta kappingarár. Mynd: Álvur Haraldsen Spurningurin er so, um føroyskir spælarar verða aktuellir til liðið í Keflavík. Umframt teir báðar í Leiftri hava eisini spælarar sum Eyðstein Skipanes úr NSÍ og Henning Jarnskor og Sámal Joensen úr GÍ verið upp á tal hjá íslendskum liðum. ek NR. 169 - 8. SEPTEMBER 1999 Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo % ta á Få — Dysturin i Litava er ein tann strævnasti dysturin, eg nakrantíð í lívinum havi spælt, sigur Óli Johannesen, verjuálit á landsliðnum. Mynd: Álvur Haraldsen Miðverjan er sterk Hesaferð koma litavar til dystin móti Føroyum, eftir at teir hava tapt 4-0 å heima- vølli fyri oddaliðnum i bólkinum, Kekkia. Og Skulu teir gera sær nakrar vónir um at verða við í stríð- num um næstfremsta pláss- ið í bólkinum, sum skotar í løtuni sita á, so kann bert ein sigur brúkast. — Hetta verður ein truplari dystur enn hann móti Est- landi, tá vit høvdu uppibor- ið meira enn eitt tap, men tað er igjørligt at siga frammanundan, hvat eitt gott úrslit vildi verið. Men í øllum førdum skulu vit royna at fáa ein javnleik, sigur Oli Johannesen. Superligaspælarin = av Tvøroyri vísti saman við hinum báðum í føroysku miðverjuni, Hans Fróða Hansen og Jens Kristian Hansen, sera gott spæl móti Estlandi. Verjan var grund- arlagið undir einum góðum føroyskum avrikið, sum ti- verri endaði við tapi. Vit tríggir hava spælt nógv saman og kenna hvønn annan rættiliga væl. Vit tosa væl saman, og tað tykist sum tað gongur bara betri og betri við okkara samanspæli. Men vit heysta eisini fruktirnar av, at alt liðið er blivið betri, sigur Óli Johannesen. Føroyski kletturin Óli Johannesen, sum spældi seg av 2. deildarliðnum hjá TB og inn å superligaliðið hjá AGF eftir ongari tíð, hevur havt eina strævna skrá seinastu vikurnar. Hann flutti av Tvøroyri og til Arhus, hevur spælt bæði superligadystir og fleiri landsdystir, og hevur ferðast aftur og fram millum Danmark og Føroyar — Eg havi ikki kent tað at ve Ps so ødiliga strævið. Eg eri vanur við at ferðast nógv, og tí hevur tað ikki verið so metimikið, sigur Oli Johannesen. Hann hevur spælt so væl seinastu vikurnar, at í Dan- mark hevur hann fignið nøvn sum „múrurin“ og »føroyski kletturin“, og í Føroyum hevur tað verið sjón fyri søgn, at róligi tvøråmadurin hevur heilt serlig evni til fótbólt. Og í morgin verður tað Óli Johannesen, sum saman við restini av føroysku verj- uni, skal halda litavum burt- ur frá føroyska málinum. ek