Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 10 - 15. januar 2005 34 ára gamla Jensina Olsen hevur í hesum døgum eina listaframsýning í forhøllini í Mentamálaráðum. Tað, ið eyðkennir abstraktu verkini, er tann glaði liturin og teir skemtiligu formarnir, og tá ið ein hittir Jensinu, so skilir ein væl, hví so er. Fryntliga kvinnan hevur humor og eina ótrúliga lívsgleði LISTAFRAMSÝNING Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismaður við Mentamál- um, rakti seymin á høvdið, tá ið hann hósdagin opnaði listaframsýningina hjá Jensinu Olsen í forhøllini í Mentamálaráðnum. – Tað, sum eyðkennir Jensinu er humor, oftast ger hon stuttligar formar og litirnir eru skemtiliga samansettir. Kanska skuldi Jógvan á Lakjuni lagt orðið frískt afturat, so hevði ein veru- liga skilt, hvør Jensina er, og hvat fyri list hon stendur fyri. Tí frísk, tað er hon av- gjørt, tá ið hon kemur stór- leypandi inn gjøgnum dyrnar, beint áðrennn lista- framsýningin skal fara í gongd. – Bíða, bíða, eg havi ikki tíð at tosa beint nú. Eg má fara at skriva tøl á verkini, tí annars veit ongin, hvat tey kosta, sigur Jensina. Og so tá ið gestirnir, ið eru rættiliga nógvir í tali, eru komnir inn um dyrnar, avgerð Jensina brádliga, at har manglar eitt verk í, so hon fer í holtur við at hanga upp. – So skal ongin koma at siga, at ikki máli landslag og fjøll, sigur Jensina stór flemmandi. Jú, undirritaða má bara ásannað at málningurin líkist einum fjalli, og tó fjallið er krunkasvart. Fallos ímyndin Íblásturin til hesa framsýn- ing sigur Jensina, er nakað so einkult, sum tá ið nakað hittist. Hon greiðir víðari frá, at hon hevur valt hetta evnið, tí tá ið tvey ting hitt- ast, so kann tað útloysa eitt triðja innan í okkum, sum ikki sæst. Og tað er ikki sørt, at bæði undirritaða og mynda- maðurin hjá Sosialinum, ikki kunnu lata verða við, at seta hetta í samband við, tá ið eitt nýtt lív verður til og alt hetta inniber. Tí nógv av verkunum líkjast veruliga fallos ímyndum í okkara eygum. Eisini gongur eggið fleiri ferðir aftur í framsýn- ingi, og tað fær jú eisini tankarnar í gongd handan- vegin. – Oy Jesus, fallos ímynd. Tað hevði eg ikki í huga, tá ið eg gjørdi hetta, sigur Jensina, og peikar á eina tekning, ið í eygunum hjá undirritaðu ikki kann verða nakað annað enn ein fallos ímynd. – Eg hugsaði meira um longsul, tá ið eg teknaði hetta. Men ongin kann døma um, hvat fyri meining ein fær, tá ið ein sær eitt listaverk av fyrstan tíð. Tað er tað sum er so gott og hugtakandi við listini. So tað er í fínasta ordan, at tú sær fallos, og eg síggi longsul. Fæst eisini við tónleikin Jensina er ein roynd lista- kvinna. Fyrstu ferð hon sýndi fram var á Ólavsøku í 1999, og hon hevur síðani verið við á Ólavsøkufram- sýningini í Listaskálanum á hvørjum ári. Annars hevur hon verið við á Várfram- sýningini í Listaskálanum, og hon hevur eisini havt framsýningar í Keyp- mannahavn. Umframt listaframsýn- ingar, so fæst Jensina eisini við tónleikin. – Eg havi millum annað verið við til at gjørt barna- fløgur sum t.d. Grísa Flísa Pætur, sigur Jensina ikki sørt errin. Kanska onkur eisini kennir Jensinu aftur frá Flatt av Flatlondum, tá ið hon segði tey nú víðagitnu orðini, Eru tit frá Føroyar? Jensina Olsen er 34 ár, og hevur nomið sær útbúgving innan myndlist á Billed- skolen í Keypmannahavn. Hetta er bert ein av teimum litríku verkunum, ið síggjast kunnu í Mentamálaráðnum í hesum døgnum, nú Jensina Olsen hevur listaframsýning har Mynd: Jens Kr Vang Skemtilig og glað list Mentamálaráðið brúkar teirra forhøll sum ein sýnisglugga til alla list. Síðan Mentamálaráðið flutti inn í bygningin á Hoy- víksvegnum, hava mong verk hingið á vegginum í for- høllini. Veggurin er serliga gjørdur til at hanga listaverk uppá LIST Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Tað stendur øllum lista- fólkum í boði at sýna list teirra fram í Mentamála- ráðnum. Og hetta er eitt tilboð, ið nógv listafólk við gleði hava tikið ímóti. Mentamálaráðið fær tilmæli frá Myndlista- felagnum, um hvat fyri listafólk hevði verið áhugavert at sæð á bróst- inum í forhøllini. Mentamálaráðið krevur ongantíð pening fyri sýningarnar, og listafólk- ið fær ongan peningaligan ágóða frá Mentamála- ráðnum; og tó, Menta- málaráðið bindur seg til at keypa eitt verk frá hvørjum listafólki, ið sýnt hevur fram í forhøll- ini. Endamálið við øllum sýningunum er at vísa tann ríkdóm, ið føroyska listin inniheldur. Tílík til- tøk eru eisini heilt vanlig í okkara grannalondum. Øll list fær pláss í Mentamálaráðnum