leygardagur 15. januar 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2005
3
Óli Poulsen fer at eiga
helvtina av tí nýggju
fløguni hjá Sanne
Salomonsen, ið
væntandi kemur út
fyrst í mars
FLØGUÚTGÁVA
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Á seinastu fløguni hjá
donsku rokkmammuni yvir
teimum øllum, Sanne Salo-
monsen, ið kom út í 2003
og kallaðist Freedom, var
navnframi føroyingurin Óli
Poulsen við sum framleið-
ari. Aftur í dag eru Sanne
og Óli farin í upptøkuhøli
saman.
– Tað kom upp á tal eina-
ferð í 1993, at eg og Sanne
skuldu fara í upptøkuhøli
saman, men hetta bleiv av
ongum. Ikki fyrrenn 10 ár
seinni bleiv tað veruleiki, tá
ið vit bæði arbeiddu saman
á Freedom. Á fløguni vit
arbeiða við nú, er stílurin
eitt sindur rokkutari enn
seinast, sigur Óli Poulsen í
telefonini úr Danmark.
Hesuferð framleiðir Óli
umleið helvtina av fløguni,
hina helvtina eigur Nikolaj
Steen, ið Sanne hevur ar-
beitt saman við í eitt
mannaminni.
Prince er ein skemtilig
typa
Óli hevur millum ár og dag
arbeitt saman við nógvum
sera kendum nøvnum, og
Sanne hevur Óli bert góð
orð at bera.
– Bæði eg og hon hava
verið í hesum yrkinum so
leingi, at vit vita, hvat tað
tekur at gera eina fløgu.
Sanne hevur eina sera góða
rødd, og hon veit, hvat hon
vil. So tað er deiligt, at
arbeiða saman við eini so
professionellari kvinnu; tað
ger arbeiðið so lætt.
So navnfram nøvn sum
Prince og Roxette hava eis-
ini verið innan fyri dyrnar
hjá Óla.
– Marie Fredriksson er so
langt niðri á jørðini sum
komast kann. Bæði hon og
Per vóru sera vanlig menn-
iskju.
Haraftur ímóti kann Óli
ikki læta verða við at flenna
eitt sindur, tá ið hann minn-
ist aftur á, tá ið arbeitt var
við Prince. Óli sigur, at
Prince er líka løgin, sum øll
siga hann er, og at hann ikki
sørt líkist einari plakat, tá
ið hann kom gangandi inn í
sínum løgnu klæðum.
Ymisk hæddarpunkt á
yrkisleiðini
Óli Poulsen hevur verið við
til at framleiða nógvar sera
væl seljandi fløgur. Eitt nú
var tað hann, ið stóð aftan-
fyri Michael Learns To
Rock, tá ið teir byrjaðu.
Men Óli vil tó ikki seta
nakað mark á, hvat hæddar-
punktið hevur verið á yrkis-
leiðini hjá honum.
– Fyri tað um ein fløga,
ið eg havi verið við til at
gjørt, selur fleiri milliónir,
so nýtist hon als ikki at
verða eitt hæddarpunkt fyri
meg. Kanska hevur alt
gingið av hundanum til við
hesi væl seljandi fløgu, tá
ið vit upptóku hana, og ein
onnur, ið bert hevur selt
100 eintøk kann tískil verða
eitt nógv størri hæddar-
punkt fyri meg.
Hæddarpunktið
hevði
fyri mong verið, at arbeitt
saman við teimum, ið ein
sær upp til, men soleiðis er
ikki fyri Óla.
– Altso, eg síggi jú upp til
nakað, ið einaferð var gjørt
so gott, sum tað kundi ger-
ast, so um eg fari at pilka
við tílíkt tilfar, so haldi eg,
at eg bara kann gera tað
verri.
Spurdur, hvat hann fer í
holtur við, eftir at hann og
Sanne eru liðug í upp-
tøkuhølunum, blívur hann
heilt loyndarfullur. Hesum
vil hann helst ikki koma út
við, so vit mugu bara spent
bíða í tolni.
Kloºro_ovddg^k Ò Hbvmj^kk^e^sk bo jfºabmfi cvof c∞olvph^) do∞kibkaph^ ld Òpibkaph^ jbkq^k) sfkkr ld do^kphfkd+ L²sing eftir stjóra til Nor¹urbryggjuna
P∞hq sboºro bcqfo pqgˆo^ sfº _^hdorka fkk^k jbkq^k^oifdq sfohpbjf ld olvkarj fkk^k rjpfqfkd ^s jbkq^k^opqlskrj) fº pgÁisfo phrir ¸qsbd^ mbkfkd qfi sfohpbjfº+
Kloºro_ovddg^k bo bfqq rjs≠iq cofº^º m^hhe¸p Ò @eofpqf^kpe^sk ld eŁpfo jbkq^k^oifdrj sfohpbjf) oÁºpqbskrj) j^qpqlsr) Pbkafpqlsr Œpi^kap ld pbkafpqlsrj C∞olv^ ld Do∞ki^kap+ K¸ ph^i jfºabmfifk jbkk^pq prj jbkq^k^opqlskro ld prj o^jj^ rj crkafo) phbfºsfohpbjf ld oÁºpqbskro+
Rjp∞hk^ocobfpqfk bo 1+ cb_or^o /--2 hi+ ./+-- ld q^h^pq ph^i sfº pq^osfkrj phgˆq^pq dg∞oifdq+
Ibp p^ji^ºr pq^ospiŁpfkdfk^ Á ttt+_ovddbk+ah
Nor¹urbryggjan
Óli Poulsen og Sanne farin í upptøkuhøli
Óli Poulsen og Sanne farin í
upptøkuhøli