leygardagur 15. januar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 10 - 15. januar 2005
Lestrarmørkini kámast
Heili 45 føroyingar
byrjaðu á lærustovni
uttanfyri Norðanlond
við lestarbyrjan
2004/05, og hetta er
met. Ein høvuðsorsøk
til, at fleiri og fleiri
føroyingar velja at lesa
uttanfyri Norðanlond
er útbúgvingarstevn-
an, Markleys útbúgv-
ing, sum millum
annað kunnar um
mongu lestrartilboð-
ini uttan fyri Norðan-
lond
MARKLEYS
ÚTBÚGVING 2005
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Holger Arnbjerg og Altjóða
Skrivstovan leggja nú aftur
til brots við árligu útbúgv-
ingarstevnuni,
Makleys
Útbúgving. Endamálið við
stevnuni er fyrst og fremst
at gera føroyingar, ið ætla
sær undir lestur, meira til-
vitaðar um mongu lestrar-
tilboðini, sum eru uttanfyri
Norðanlond.
Arbeiðið
hjá
Holger
Arnbjerg og Altjóða Skriv-
stovuni hevur eftir øllum at
døma borið ávøkst, tí talið
av føroyingum, ið lesa utt-
anfyri Norðanlond, økist á
hvørjum ári. Til lestrarárið
2004/05 byrjaðu heili 45
føroyingar at lesa uttanfyri
Norðanlond, og tað er met.
Ein av høvuðsorsøkunum
til broytta lestrarmyntrið er
útbúgvingarstevnan, Mark-
leys útbúgving, sum í ár
verður hildin í døgunum
26. og 27. januar.
Exit
Norðurlandahúsið
Altjóða Skrivstovan spenti
bogan høgt í fjør, tá Mark-
leys Útbúgving stóð fyri
durum. Karmurin var stási-
liga Norðurlandahúsið og
umleið 40 útlendskir læru-
stovnar funnu leiðina til
Føroya at greiða lestrar-
fúsum føroyingum um síni
tilboð. Útbúgvingarstevnan
í fjør var ómetaliga væl
vitjað, og eini 800-900 fólk
kunnaðu seg um mongu
lestrarmøguleikarnar
í
Norðurlandahúsinum.
Í ár er blussið eitt sindur
lægri.
– Eftir stevnuna í fjør
høvdu vit eina eftirmeting
av stevnuni, og vit vóru á
einum máli um, at vit áttu
at koma betur út til næm-
ingarnar á skúlunum. Hetta
verður fyrst og fremst gjørt
fyri at fáa meira burturúr
teimum kreftum, vit fáa
hendavegin, og tískil hava
vit gjørt av, at stevnan í ár
verður flutt frá Norður-
landahúsinum til miðnáms-
skúlarnar á Kambsdali og í
Hoydølum, fortelur Holger
Arnbjerg.
Sammett við útbúgving-
arstevnuna í fjør verður
stevnan í ár eisini øðrvísi
skipað. Í fjør vóru læru-
stovnarnir í teimum ymisku
londum sjálvir umboðaðir,
men soleiðis verður ikki í
ár. Altjóða Skrivstovan hev-
ur í ár lagt høvuðsdentin á
at fáa so mong lond um-
boðað sum gjørligt, heldur
enn at bjóða einstøkum
lærustovnum.
– Tað er nærum vónleyst
at vita, hvørjir lærustovnar
skulu við, og tí hava vit valt
ein øðrvísi leist, har tær
ymisku tjóðirnar verða
umboðaðar av vegleiðar-
um. Vit hildu, at tað var
skilabetri at fáa eina meira
generella vegleiðing heldur
enn at lova teimum ymisku
lærustovnunum fram at,
greiðir Holger frá.
Hann leggur afturat, at
møguleiki verður fyri at
hitta teir ymisku vegleiðar-
arnar á máli aftaná teirra
fyrilestur, og tá er lag á
manni at spyrja meira ítøki-
liga um teir ymisku læru-
stovnar í landinum, sum
vegleiðarin einaferð um-
boðar. Londini, sum verða
umboðað á Markleys út-
búgving eru: Stóra Bret-
landi, Danmark, Noreg,
USA, Avstralia, Týskland,
Finland, Svøríki, Fraklandi,
Italia og sjálvsagt Føroyum.
Málskeið
Tá Altjóða Skrivstovan fór
undir sítt virksemi fyri
nøkrum árum síðan var
høvuðsendamálið
hjá
stovninum at fáa føroyingar
at lesa uttanfyri Norðan-
lond. Hetta endamál er
longu rokkið. Fyri nøkrum
fáum árum síðan vóru bert
20 føroyingar, sum lósu
uttanfyri Norðanlond, með-
an samlaða talið í dag er
heili 95. Av teimum 95 før-
oyingum lesa góð 90% í
einum enskttalandi landi.
Nú vil Altjóða skrivstov-
an virka fyri, at lestrar-
áhugaðir føroyingar velja
onnur lestrarlond enn tey
enskttalandi. Hetta skal
millum annað tryggjast við
at lata teimum lesandi stuð-
ul til sonevnd málskeið,
áðrenn farið verður undir
sjálvan lesturin.
– Vinnulív í Føroyum ger
okkum javnan vart við, at
tey ynskja fólk, sum duga
onnur mál enn bert danskt
og enskt, og tí er næsta
málið at eggja føroyingum
at lesa í eitt nú Italia, Týsk-
landi ella Fraklandi. Hetta
gera vit millum annað við
at lata stuðul til málskeið
upp til eitt hálvt ár, áðrenn
sjálvur lesturin byrjar, sigur
Holger Arnbjerg.
Stuðulsskipanin til mál-
skeið varð sett í verk undan
lestrarárinum 2004/05, og
nakrir
føroyingar
hava
longu gjørt sær dælt av
møguleikanum. Stuðulin,
sum verður veittur til mál-
skeiðini, er í mesta lagið
20.000 krónur til livikostna
og 20.000 krónur til læru-
stovnin.
Markleys
Útbúgving
2005 verður á miðnáms-
skúlanum á Kambsdali
mikudagin tann 26. januar,
og á miðnámsskúlanum í
Hoydølum hósdagin tann
27.januar.
Leyvu stevna
í Havn
Um vikuskiftið hava
norðurlendskar leyv-
ur sett hvørji aðrari
stevnu í Tórshavn.
Talan er kortini um
tvíbeintar limir í
Lions Club, sum
hittast
RÁÐSTEVNA
Tað eru ikki Simba og
annað gott fólk, sum
hittist til ráðstevnu í Havn
um vikuskiftið, uttan
limir í Lions feløgunum í
Norðurlondum, sum her
koma saman.
Umframt nógv fundar-
virksemi verður eisini
høvi at síggja nakað av
oyggjunum á úferðum,
skipað verður fyri. Eisini
fáa ráðstevnuluttakararnir
høvi at vitja onkra før-
oyska fyritøku. Høvuð-
støð fyri sjálvari ráðstevn-
uni veðru Norðurlanda-
húsið. Luttakaranir búgva
á gistingarhúsum í Havn.
Ráðstevnan endar við
stórari gallaveitslu.
ej
Uppskot til
orkupolitikk
og elveiting-
arlóg
TÍÐINDASKRIV
1. ávegis álit frá arbeiðs-
bólkinum, við umboðum
frá Vinnumálaráðnum og
Oljufyrisitingini, til at
gera uppskot til orkupol-
itikk og elveitingarlóg, er
handað landsstýrismann-
inum í vinnumálum.
Arbeiðsbólkurin fekk til
uppgávu at lýsa støðuna í
Føroyum
og
teimum
londum, ið vit vanliga
samanbera okkum við,
við serligum denti á:
Framtíðar orkutørv,
Veitingartrygd, Varandi
orkukeldur,
Kapping,
U m h v ø r v i s a t l i t ,
Búskaparligar avleiðingar
Og leggja fram fyri álit
til almenna kunning og
politiska
viðgerð
við
ávísum millumbilum.
Fyrsta
ávegis
álitið
verður lagt fyri Løgtingið
til aðalorðaskiftis í næst-
um. Umframt álitið eru
tvinnar frágreiðingar latnar
løgtingslimunum.
Frá-
greiðing
hjá
Arnstein
Niclasen "Orka og orku-
politikkur – ein lýsing av
orkusøgu, rákum og roynd-
um í Føroyum og øðrum
londum" og "Frágreiðing
um orkunýtslu, sparing og
grønan roknskap/politikk",
Magni Dybczak.
Mikudagin og hósdagin 26. og 27. januar fáa ungir lestraráhugaðir føroyingar møguleikan at nema sær kunning um tey mongu lestrartilboðini, sum eru
uttanlands og í Føroyum.
Mydn: Jens Kr. Vang