Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. september 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Tjóðveldisflokkurin nú høvi at vísa lit... Oddagrein Morgindagurin kann gerast ein stórur dag- ur fyri tann timlønta føroyingin - ti í morgin verður tað, at vit fáa eina ábending um, hvort okkara kosnu menn og kvinnur unna timalønta foroyinginum somu treytir undir sjúku, sum tey unna teim fastlontu. Tað hevur verið eitt langt stríð hjá løntak- arafelogum - og teimum politikarum, ið 1ava stríðst fyri rættindum løntakaranna vinna tey rættindi, sum vit hóast alt hava í foroyska samfelagnum. Tí var tað sjalvandi svart, at nakrir borgarar måtta lata vunnin rættindi í kreppuárunum (her hugsa vit um lógina um karensdagar, sum uttan iva verður avtikin á tingi fyrsta dag- in). Men hetta gjørdu løntakararnir við solidariskum huga - stóðu saman oksl móti oksl í stríðnum at fáa landið úr bú- skaparkreppuni. Hetta eiga politikararnir í dag at hava í huga. + Vit hava á hesum stað fyrr víst á tann Ojavna, ið landsstýrið nú fremur við ikki eisini at lata timaløntu foroyingum somu rættindi undir sjúku, sum fastlontum. Tað er ikki at skilja, at landsstýrið ikki fyri einaferð skuld kann javnseta hesar báðar bólkar, tá hovi býðst - við at broyta lógina um dagpengar, so tey timaløntu eisini fáa dagpengar frá fyrsta sjúkradegi. Fólkaflokkurin hevur longu gjørt greitt, at flokkurin ikki tekur undir við at taka av lógina um karensdagar. Hetta var sjálv- andi hugsandi, tí tað eru ikki júst sosialu viðurskifti løntakaranna, ið liggja flokkinum fremst í huga. Kortini var tað landsstýris- maður Fólkafloksins, ið legði uppskotið fram. Tá nú Javnaðarflokkurin, Sambandsflokk- urin og Miðflokkurin standa saman um at leggja uppskotið um broytingar í dagpeng- alógini fram, er mikið hugsandi, at upp- skotið verður samtykt. Hesir flokkar hava 14 tingmen. Tað merkir, at teimum torva triggjar samgonguatkvoður fyri at fáa upp- skotið samtykt. Nú er talan um eitt andstoðuuppskot - og av royndum vita vit, at samgongupolitik- arar treyðugt taka undir við teimum. Um- beringin plagar at eita, at landsstýrið ar- beiðir við málinum. Men Tjóðveldisflokk- urin hevur nú fleiri eldhugað ungfólk í ting- bólkinum, sum hava roynt at víst seg sum stuðul løntakaranna. Eitt upplagt hovi hjá Tjóðveldisflokkinum at melda út løntakarapolitikkin… Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eiríkur Lindenskov Marknaðardeild: Jan Miller | Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðstjóri: am Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro | Dagfinn Olsen | John Johannessen | Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Hogni Mohr Niclas Johannesen Myndamenn: | Jens Kristian Vang | Alvur Haraldsen Utgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir | Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn | Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post & sosialurin.fo Lýsingar: lysing Q sosialurin fo Prent: Sosialurin Almenningurin og Hvitabok — Til tess at savna spurningar fyri og ímóti ríkisrættarliga råkinum, er Sosialurin er farin undir at savna spurningar, sum verða svaraðir, tá allir partir eru til reiðar - um eina góða viku Í blaðnum í gjár varð lýst við nýggjum tiltaki í blað- num: „Spyr um Hvítu“. Endamálið við hesum tilfari er at lýsa bæði innihald í Hvítubók og eisini vantandi innihald. Nettupp nú tá so stórar og kollveltandi broyt ) Stort og ålvarsligt mål sum framtíð in hjá okkum ollum og okk eftirkomarum verður so væl lyst sum til ber, saklig og breitt, frå øllum sidum Føroyska pressan hevur eina stora åbyrgd i hesum: at lýsa viðurskiftini væl og virðiliga - frá øllum síð- um og sjónarvinklum. Her verður bæði hugsað um at endurgeva og lýsa, hvat Hvítabók sigur okkum, men so sanniliga eisini, hvat hon ikki sigur okkum — hvørjar spurningar hon ikki setur og ti eisini hvørji svar vanta Eitt politiskt orðaskifti um Hvítubók er nakað am- buterað, tá andsstødan á løgtingi hevur valt at bíða við at úttala seg. Argument- ini eru skiljandi. Nú lands- stýrið hevur havt góða tíð at kunna seg við innihaldið í Hvítubók og hevur havt ein hóp av serfrødingum at gera eitt arbeiði ut frá einum ávísum arbeiðssetningi er skiljandi, at andstødan eis- imi vil fáa møguleika at kunna seg og seta sínar ser frødingar at kanna tilfarið Hóast tað út frá einum kann tykjast øvugt at skula bíða eftir einum orðaskifti og at fáa svar frá andstøduni um Hvítubók, so halda vit, at man eigur at respektera hetta ynskið hjá politisku andstøduni. Landsstýrisfólkini hava fleiri ferðir víst á, hvussu tydningarmikil informer- ingin er kring alt fullveldis- og sjálvstýrismálið. Ja, hvussu stóra ábyrgd miðl- arnir hava. Hetta meta vit eisini vera rætt, men um- framt upplýsingina um inni- haldið í Hvítubók, so hevur tað alstóran týdning at fáa settar krittiskar spurningar til innihald og manglandi innihald. Hetta var eitt av endamál- unum vid umrødda teigi okkara „Spyr um Hvitu- bók“. Vit vilja við hesum fjølmiðlasjónarmiði tiltaki gera okkara til, at orð- askiftið verður fjølbroytt men eisini krittiskt. Ætlan okkara er at lata spurningar til bæði landsstýristólk, um- boð fyri politisku andstød- una og fakfólk annars Um so er, at onkur hevur fingið ta fatan við at lesa um tiltakið í Sostalinum í gjár, at tiltakið serliga er ætlað Høgna Hoydal og løgmanni, so er hetta antin miskilt, ella hava vit ikki megnað at lýst nóg væl. hvat hetta snýr seg um Etlan okkara hevur verið at savna saman tilfar, fáa spurningar, fara til røttu við- komandi at fáa svar og síð- ani viðgera og seta hetta upp í blaðnum. Fyrsta tilfarið verður so at koma í blaðið um eina góða viku ella so At vit hava valt at kalla teigin „Spyr um Hvítu“ er so eitt. Men sjálvandi er ætl- anin ikki at avmarka seg bara til tað, sum stendur og verður vidgjørt í hesi bók. Ætlan okkara er at fáa eitt orðaskifti, at seta spurning- ar og fáa svar, sum taka stødi í núverandi og fram- tíðar viðurskiftunum mill- Jan Miller. ábyrgdarbla: stjóri á Sostalinum um Danmark og Føroyar Ti er „Spyr um Hvítu líka nógv ein spurningur til Edmund Joensen, Jenis a Rana og Jóannes Eides gaard sum til Høgna Hoy dal ella Anfinn Kallsberg Ætlan okkara er at lýsa alt málið frá øllum sjónar hornum - bæði við teimum positivu og teimum nega tivu avleidingum, sum broytingar so ella so mugu hava vid sær. Vónandi fáa vit nógvar góðar og krittiskar spurn- ingar og uppfylgjandi skila- god svar. Við vón um eitt lívligt og sakligt orðaskifti Jan Miller, blaðstjóri Frá »Grimu« og Leikarafelag Føroya Hvort hóskvold í september bjóðar Gríma á Café, og í annadkvøld er aftur okkurt áhugavert á skránni. Hesuferð eru tað aftur nøkur av okkara evnaríku, ungu listarfólkum og tón- leikarum sum seta sín dám á kveldið: Ein Jazzkvartett við song- kvinnuni Eivør Pálsdóttir á odda. Eivør hava vit fyrr hoyrt í bólkinum Klikkheys. Afturat sær hevur hon dugnaligar tónleikarar: Michael Blak, á kontrabass, Halgir Arge, trummur og Búi Egasson Dam, guitar Eisini luttekur bólkurin >e"moll< (verður úttalað ess moll!!), sprottin úr bólkin- um »Lokum«, sum vit ser- liga minnast fyri sangin Charlie. Í >e'moll< spæla Michael Blak, Hallur Jo- hannesen og Rókur Jakob- sen - nakrar av hesum tón- leikarum kenna fólk óivað enn betur sum manning í bólkinum >Tangz<. I foyerinum er listafram- syning, við myndum hjá Jens L. Thomsen og John David Joensen, báðir ungir listarmenn úr Eysturoynni. Tað serliga við hesum Vælvitjaðu Café kvøldini á Gamla Meiarínum halda fram kvøldinum er, at Atlantic Radio fer at senda beinleiðis frá Caféini - og Jóhan í Kollafirði støkkur inn á gólvið, og hvat hann fer at finna uppá, er ikki gott at vita!! Kvøldid byrjar kl. 20.00 og kostnadurin er 80,- kr íroknað kaffi og køkur. Kvøldini eru ætladi sum studulskvøld. Grima savnar pening saman, til at keypa innbugv, o.a. til leikhúsið á Meiarínum, so hava fólk hug at lata meira enn tað sum atgongumerki kostar, eru tey vælkomin til tað. Eisini ber til at tekna seg sum >Grímu stuðul< og gjalda pening inn á konto í Fo. Sparikassi nr. 451 4590. Atgongumerki fáast Kunningarstovuni ella við dyrnar. Stuðlað tiltakinum hava: Føroya Keypssamtøka, P/f Frants Restorff, Hjalmar Jacobsens Bókhandil, P/í Poul Michelsen, Sosialurin, Føroya Bjór, Kondittatíið, MáF, Margarinfabrikkin, Læraraskúlin og Sjónleikar húsið umframt allir luttak- arar og hjálparfólk. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, id syndu samkenslu og hjålpsemi tå kæra kona min og mamma okkara MARIANNA HANSEN Vestmanna doyði og varð jarðað. Tøkk fyri blómur og kransar og peningagåvu til kirkjuna. Tummas Enok og børnini