hósdagur 9. september 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 170 - 9. SEPTEMBER 1999
Tutl yvirtekur FC-búðina:
tíðindablaðið
Tutl eigur nú
eisini Matrix
Tutl, ið rekur plátufelag og flóguhandil, hevur nú eisini tikið við
virkseminum hjá FC-búðini
DAGFINN OLSEN
Plátufelagið Tutl, ið eisini
rekur fløguhandil I Gongini
í Havn, hevur nú eisini tikið
við virkseminum hjá FC-
Búðini, ið harvið broytir
navn til Matrix.
Eigarin av FC-Búðini
hevði ikki stundir ella áhuga
í at reka handilin og vendi
dæt tí til Tutl. Ætlandi verð
ur handilin broyttur nakaðí
útsjónd, men talan verður
framvegis um fløgur, teld
uspol og filmar.
Í handlinum hjá Tutl Í
Gongini er breitt savn av
I hurðini á FC-Búðini
stendur nú Matrix.
Væntandi kemur tað eisini
at standa við stórum
stavum, har FC-Búðin nú
stendur skrivað
tonleiki. I Matrix er ætlanin
at hava popp tónleik og ann
ars nýggjari tónleik
Brúkt
Í gjár stríddust Niclas Thor
steinssen og Gudmund
Helmsdal vid at seta dåm å
i Matrix
Teir heita á fólk. ið ligja
inni við brúktum telduspøl
um og sjønbondum, um at
koma framvið, tí hetta ætla
teir at hava at bjóða í nýggja
handlinum
Niclas = Thorsteinsson,
nevndarlimur i Tutl, kemur
at standa fyri handlinum, nú
hann letur upp. Hetta hendir
eftir ætlan í morgin, fríggj-
adagin.
Niclas Thorsteinsson verður at síggja handan diskin í
Matrix.
Trúboðin og Kirkjuligt Missiónsblað
Umframt stóru dagblødini, so eru
mong smærri blød, ið åhugafeløg og
felagsskapir geva út. Trúboðin og
Kirkjuligt Missiónsblað eru trúgvir
gestir og nú eru aftur nýggj eintók
millum tóka lesnaðin
DAGFINN OLSEN
Kirkjuligt Missiónsblað nr
8, august 1999, er komið út.
Hetta er 52. årgangur hjå
bkaðnum, sum Kirkjuliga
Missiónsfelagið gevur út. Í
blaðnum er andaligt tilfar
og greinar um ymiskt ar-
beiði. Í blaðstjórnini eru
Jákup Olsen, Albin, Jo-
hannesen, Annebeth Absa-
lonsen og Anna Maria
Ragnarsson. Blaðið kostar
8 krónur í leysasølu.
Trúboðin er eisini komin
út. Tað er blað nummar 14,
august 1999. Tað er 57. ár-
Fyrilestur um
gangur.
Blaðið er í litum á for-
síðuni. Innihaldið er anda-
ligt, umframt greinar um
ymiskt, t.d summarlegu og
konsertir. Eisini er forvitni-
sligt innlegg í blaðnum,
nevnt Utisetin. Her verður
greitt frá ymsum, ið fer fram
aðrastaðir, einamest í Dan-
mark. Trúboðin er málgagn
hjá Kirkjuligu Heima-
missiónini. Í bladnevndini
sita Bergur D. Joensen, Der-
hard Olsen og Tom Skaale.
Blaðið kostarl0 krónur í
leysasølu.
public service
Almennur fyrilestur verður í Norðurlandahúsinum i kvøld
SVEINUR TRÓNDARSON
Í kveld klokkan 19:30
verður almennur fyrilestur
í Norðurlandahúsinum, har
Stig Hjarvard, lektari við
lærda háskúlan í Keyp-
mannahavn fer at røda um
public servicestødirnar í
kapping. Stig Hjarvard
hevur júst givið út eina
bók, TV-nyheder í konkur-
rence, har hann hevur
granskað aktuellu støðuna
hjá Danmark Radio og
TV2.
Stérar broytingar eru
hendar á tíðindagkinum,
soleiðis at tíðindi eru vorð-
in ein undirhaldssending
heldur enn upplýsing. Fyr-
ilesturin er ein partur av
NorFag rådstevnuni, sum
útvarps- og sjónvarpsfólk
í Føroyum skipa fyri.
Trúboðin og Kirkjuligt M
issionsblad
NÝGGJ VORA HEIMKOMIN
av merkjunum
tara. IVAN GRUNDAHL,
da
%
SAN ANTONIO
og
HEBBEDING
úr
Hollandi
VÅGSBOTNUR - FO 100 TÓRSHAYN
TLF. 320840 - FAx 3177B2