Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. september 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið - NR. 170 - 9. SEPTEMBER 1999 Timalønt fyri vanbyti Likt er ikki til, at samgongan fer at taka undir vid upp- skotinum hjá Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum um at broyta dagpeningaskipanina soleið- is, at tey timaløntu verða javnsett við tey fastløntu og fáa dagpening frá 1. sjúkradegi JOHN JOHANNESSEN Nógv bendir á, at samgong an ikki fer at taka undir við uppskotinum hjá Sam- bandsflokkinum, Javnaðar- flokkinum og Miðflokkin- um um at broyta dagpen- ingaskipanina soleiðis, at peningur verður veittur wm timaløntu og teim um, sum annars eru undir somu skipan, frá fyrsta sjukradegi Teir triggir flokkarnir sett uppskotið fram. javnseta tey tíma- g onnur, sum fáa dagpening undir sjúku, við tey fastløntu. Fíggjarmála ráðharrin gjørdi nevniliga undir sáttmálasamráðingu num við Starvsmannafel- agið í vár semju um, at hann leggja lógaruppskot fyri Løgtingid um, at lógin um karensdagar hjá alment løntum verður avtikin I dag verður uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum lagt fyri Løgtingid til aðru viðgerðar, eftir tað hevur verið til viðgerðar í Vinnu- nevnd Logtingsins, ið mælir tinginum til at samtykkja uppskotið. Og alt bendir á, at uppskotið verður sam- tykt. Sostatt sleppa tey al- ment løntu undan at verða drigin í løn tveir teir fyrstu sjúkradagarnar. øntu og Arbeidsmarknad- arspurningur Verri er tó stætt við upp- skotinum hjá Miðflokkin- um, Sambandsflekkinum og Javnaðarflokkinum, ið skal geva teimum timaløntu somu sømdir. Tingfólk i Tjodveldisflokkinum halda tað nevniliga vera skeivt, at landið skal gjalda fyri sjúk- radagar hjá timaløntum i privatu vinnuni. Finnur Helmsdal úr Tjóð- veldisflokkinum sigur, at eftir hansara tykki er talan ikki um sosialmål, tå ein timaløntur arbeiðari legst sjukur og må vera burtur frå arbeiði í ein dag ella tveir. Hetta heldur hann tvørtur- ímóti vera eima søk ímillum arbeiðsgevaran og arbeiðs- takaran, og tí eigur landið ikki at hava útreiðslur av hesum, men heldur eigur tað at vera arbeiðsgevarin, ið rindar fyri tveir teir fyrstu sjúkradagarnar. Finnur Helmsdal vísir annars á, at tað er Páll á Reynatúgvu, ið er framsøgumadur í mál- inum, og ti er tað hann, ið skal tosa floksins vegna. Tí- skil vil hann ikki siga meira enn, at oll skulu vera eins fyri lógini, og tí er tað ikki rætt, at landskassin skal rinda einum arbeiðara løn, um hann noyðist at vera heima vegna sjúku ein arbeiðsdag ella tveir. Men Finnur Helmsdal leggur tó dent á, at hann heldur, at tey almet løntu og tey timaløntu sjålvandi skulu javnsetast. Hóast nógv bendir á, at Finnur Helmsdal ikki fer at taka undir við uppskotinum hjá teimum trimum flokk- unum, vil hann hverki svara, um hann fer at at- kveða fyri ella ímóti. Sosialurin royndi í gjár at fáa viðmerking frá framsøg- umanni tjóðveldisfloksins, Páll á Reynatúgvu, men tað eydnaðist ikki. Skilir ikki Tjóðveldisflokkin Rúna Sivertsen úr Fólka- flokkinum sigur seg ikki duga at skilja tjóðveldis- fólk, tá tey siga, at landið ikki eigur at rinda tveir teir fyrstu sjúkradagarnar hjá timaløntum og øðrum, ið eru undir dagpeningaskip- anini. Hon vísir á, at tað jú fer at vera landið og eingin annar, ið rindar teimum al- mennu løn, hóast tey liggja sjúk við hús, eftir at karens- dagaskipanin hjá teimum alment løntu er avtikin. Runa Sivertsen visir å, at í sambandi við uppskotið um at taka av karensdaga- skipanina hjá teimum al- ment løntu, segði hon bein- anvegin, at talan var um eitt uppskot, ið fór at økja um gjónna millum tey fastløntu og tey timaløntu, og tiskil kundi hon als ikki taka und- ir við tí. Men líkt er nú til, at karensdagaskipanin verð- ur avtikin, og tískil gerst gjógvin nú stórri, tí timalønt fáa ongan pening fyrstu tveir sjúkradagarnar. Fer Rúna Sivertsen tí at taka undir við uppskotinum hjá andstøduflokkunum? — Eg fari ikki at siga her og nå fyri blødunum, hvussu eg fari at atkvøda, men málið skal jú viðgerast í nevnd, og eftir nevndar- viðgerðina fari eg helst at hava eina greiðari stóðu til júst hetta uppskotið, sigur Rúna Sivertsen og leggur afturat, at hon ynskir at sláa ógvuliga fast, at dagpening- askipanin eigur at verða broytt ógvuliga skjótt, so at tey tímaløntu verða javn- stillað við tey fastløntu á arbeiðsmarknaðinum. Fólkaflokskvinnan úr Klaksvík heldur tað annars vera heilt burturvið at við- gerða málið um karensdag- arnar, tí landsstýrismaðurin seldi seg undir samráð- ingunum við Starysmanna- felagið í vár. Landsstýrs- maðurin bant eftir hennara tykki samgonguna til at góðkenna uppskotið. Tí ger hon ikki tað, fara tey alment løntu aftur at seta Ogvuslig tiltøk í verk. At enda sigur Rúna Sivertsen, at tá Almanna- stovan sum er rindar dag- pening frá triðja degi, kann hon eins væl rinda frá fyrsta degi. Men hon vil ikki siga, um hon fer at taka undir við uppskotinum frá andstød- uni. Javnstilladur arbeidsmarknadur Likt er til, at flokkarnir å tingi eru samdir um, at vit skulu hava javstillað rætt- indi á arbeiðsmarknaðinum. Uppskotið um at avtaka ka- rensdagarnar fyri alment lønt verður uttan iva sam- tykt á tingi fyrsta dagin, men spurningurin er, um tey timaløntu fáa somu rættindi. Uppskotstillararnir eru 14 í tali, og sostatt er vist, at í hvussu er 14 atkvødum fyri at broyta dagpeningaskip- anina. Fyri at uppskotið skal vera samtykt er neyðugt við einum meiriluta á 17 av teimum 32 tingfólkunum, og nógv bendir á, at sam- gongulimir ikki fara at at- kvøda fyri, av teirri orsøk, at landsstýrið er á veg við einum betri uppskoti. Men velur onkur av samgongu- fólkunum ikki at møta ella ikki at atkvøda, er møgu- leiki tó fyri, at uppskotið verður samtykt. Í hvussu so er verður tað beint í nevnd. Goyma seg aftanfyri fikublad Hans Pauli Strøm heldur tað vera heilt burturvið, um Tjóðveldisflokkurin ikki tekur undir við uppskotinum um at broyta dagpeningaskipanina JOHN JOHANNESSEN — Grundgevingin hjá Tjóð- veldisflokkinum, ið sigur, at ikki kann takast undir við uppskoti okkara um at boyta dagpeningaskipanina, heldur ikki. Tá lógin um dagpening kom fyri góðum 20 árum síðani, varð av- gjørt, at hon skuldi vera undir almannaverkinum. Hetta er enn galdandi, og fá timalønt dagpening frå Almannastovuni eftir annan sjúkradag. Men tá tað er í lagið, at landið skal fyri triðja, fjórða og fimta sjúkr- adag, eigur tað eisini at vera í lagi, at tað almenna rindar fyri fyrsta og annan sjúkra- dag, sigur Hans Pauli Strøm. Tingmadur — Javnadar- floksins sigur, at Tjóðveld- isflokkurin hevur valt keina neyðloyst og goymir seg aftanfyri eitt fikublad, tí hann klárar ikki at síggja í eyguni, hvussu órættvíst tað er, at tey fastløntu og alment løntu skulu hava so nógv betri sómdir enn vanligi, timalønti, arbeiðarin. Ti velur Tjóðveldisflokkurin. eftir hansara metan, bara at siga, at tað ikki ber til at taka undir við uppskotinum, tí tað ikki er rætt, at landið skal gjalda, um tú ikki ert førur fyri at meta til arbeiðis ein ella tveir dagar. Arbeiðsgevarin gjalda Hans Pauli Strøm vísir á, at tá Tjóðveldisflokkurin sig- ur, at arbeiðsgevarin skal rinda dagpeningin fyrsta og annan sjúkradagin, so má tað sama eisini vera gald- andi triðja, fjórða, fimta dagin og so fram vegis. Tí heldur grundgevingin hjá Tjóðveldisflokkinum ikki, og er í staðin bert ein neyð- hurð ella eitt líti fikublad, hann roynir at goyma seg aftanfyri. — Eg eri eisini fyri, at ar- beidsgevarin skal gjalda ein part av dagpeninginum hjå teimum timaløntu, og kem- ur trivnadarnevndin eftir vidgerina av uppskoti okk- ara til eitt annad uppskot, har arbeidsgevarin rindar sin part, vil eg meira enn fegin arbeida fyri ti upp- skotinum, sigur Hans Pauli Strøm, men visir å, at trup- ulleikin hjá Tjóðveldis- flokkinum er, at Fólka- flokkurin aldri fer at ganga við til, at arbeiðsgevarin skal gjalda eina dagpening- askipan. Tískil heldur hann, at Tjóðveldisflokkurin bert roynir at parkera trupulleik- an við at vera ímóti upp- skotinum hjá Javnaðar- flokkinum. — Tað er púra burturvið, at Tjóðveldisflokkurin ikki tekur undir við uppskoti- num um, at timalønt skulu fåa dagpening frå fyrsta sjúkradegi, heldur Hans Pauli Strøm, tingmaður Javnaðarfloksins