Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. september 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 170 - 9. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið ja Formaður ivast í egnum tilmæli um toskatving Hóast vinnunevndin í vár einmælt mælti til at tvinga fisk um uppbodssøluna, so sær formaðurin í neyndini Heini O. Heinesen fleiri vansar við hesi ætlan. NICLAS JOHANNESEN Tað var eftir fund við smærri ráfiskakeypararnar í vár, at ein samd Vinnunevnd mælti landsstýrismanninum við fískivinnumálum at tvinga ein triðing av ávísum (botn)fiskasløgum um upp- bodssøluna. »Ein samd nevnd heldur, at landsstýrismaðurin átti at nýtt sína heimild í lógini um vinnuligan fiskiskap til at seta krav um, at 1/3 av fiski- num skal verda seldur um uppbodssølu.« Hesi vóru orðini í ålitin- um, tá løgtingslóg um stuð- ul til flutning av fiski var fyri í tinginum fyrr í vár. Trojanskur hestur Formaður í Vinnunevndini er Heini O. Heinesen. Í dag ivast er tingmaður tjóðveld- isfloksins kortini í, um tað er rætt at tvinga fisk um uppbodssøluna. Hinvegin er hann sann- førdur um, at landsstyris- maðurin vid fiskivinnumål- um Jørgen Niclasen sleppur ov biliga, tå hann visir til til- mælið frå vinnunevndini, nú arbeitt verdur i fiskimåla- styrinum vid at seta kunn- gerð í verk, sum tvingar 30% um uppbodssøluna á Toftum. — Eg haldi ikki, tað hóskar seg landsstýrismanninum at brúka vinnunevndina sum trojanskan hest i hesum málinum. Við nýggju styris- skipanarlógini kunnu lands- stýrismenn seta slíkar kunn- gerðir í verk uttan at spyrja vinnunevndina eftir, sigur Heini O. Heinesen. — Fleiri dómi eru eisini um, at vinnunevndin er komin við tilmælum, sum slettis ikki eru gingin á moti av landsstýrismanninum. Eitt nú málið um Frøyanes, sigur formaðurin í vinnu- nevndini. Fleiri vansar Heini O. Heinesen sigur , at hóast hann tók undir við til- mælinum í vår, so ivadist hann kortini, hvussu rætt tað er at tvinga fisk um upp- bodssøluna. — Og nú siggi eg í Sosial- inum, at tað er m6tstøda í vinnuni. Og eg má siga, at eg eri eisini bangin fyri, at tað fer at ganga serliga út- Heini O. Heinesen, formaður i vinnunevndini, ivast i, hvussu rætt tad er at tvinga fisk um uppbodssøluna yvir útjaðaran, meðan mid- stadarøkid fer at kenna ágóðan av at tvinga fisk um uppbodssøluna. — Eg ivist eisini i, hvussu rætt tað er, at ein privat upp- bodssøla skal brúkast til hetta endamálið. Formaðurin í Vinnu- nevndini sigur, at hann fer kortini ikki at royna at fáa vinnunevndina at koma við øðrum tilmæli enn tí, so hon kom við í vár. Heini. O. Heinesen vísir á, at við nýggju stýrisskip- anarlógini er ikki neyðugt hjá landsstýrismanninum at spyrja vinnunevndina eftir, hvat hann ætlar at gera. Sostatt er heldur ikki neyðugt, at koma við til- mælið. Vinnan ósamd Jørgen Niclasen segði í Sos- Komandi kunngerð hjá landsstýrismanninum umfatar bara ávís fiskasløg ialinum mikudagin, at hann kennir seg noyddan at tvinga fisk um uppbodssøl- una til tess at geva øllum fiskakeyparum — eisini teimum smærru — ein kjans at bjóða upp á fiskin. Landsstýrismaðurin sig- ur, at gongdin seinastu tíð- ina vísir, at alt fleiri skip eru farin at selja beinleiðis til virkini — uttan at smærru fiskakeypararnir fáa kjans at bjóða upp á fiskin. Hesi gongd vil landsstýrismaður- in steðga við eini komandi kunngerð um at krevja 30% um uppbodssøluna. Partar av vinnuni eru tó ímóti hesum. Egil Olsen á Sandoy Seafood er ein teirra, sum finst at ætlanini. Hann metir at útjaðarin fer at vera taparin, tí flutnings- útreiðslurnar økjast. Egil Jorgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, ætlar sær — hóast mótstøðu frá pørtum av vinnuni — at krevja 30% av ávísum botnfiskasløgum um uppbodssøluna Olsen metti haraftrat, at ein slik lóg fer at gera tað lættari at flyta heilan, 6vidgjørdan, fisk av landinum.