fríggjadagur 10. september 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: www.sosialurin.fo
Glottar hómast
fyri javnrættindum
Oddagrein
Fólkaræðið virkar ikki, um ikki bæði kynini
hava somu ávirkan á politikkin, segði ís-
lendskur ráðharri, sum vitjaði í Foroyum
fyrr í summar. Hon hevur í Íslandi staðið
á odda fyri stríðnum um at vinna kvinnum
storri ávirkan á politikkin.
Við hesum í huga var tað sera hugvekj-
andi, at NordFag-heiðurslenin fór til Turið
Debes Hentze, sum hevur staðið á odda
í javnstoðustríðnum í Føroyum.
Tað er einki at taka seg aftur í, at nógv
hava argast inn á Turið Debes Hentze -
og at nógv argast inn á hennara sjónarmið
um, at kvinnur og menn eiga javnbjóðis
rættindi. Vit kunnu bert staðfesta, at For-
oyar á hesum oki eru eftirbátur, borið sam-
an við stoðuna í okkara grannalondum.
Sum forkvinna í javnstoðunevndini gjørði
Turið Debes Hentze vart við, at landsins
kosnu menn og kvinnur brutu javnstoðu-
lógina, tá fólk, tó serliga menn, vórðu vald
i nevndir og ráð. Og hóast politikarar vistu
hetta, so royndu teir at sláa hetta upp í
glens - tí hetta hevði ikki so nógv upp á
seg.
Men tað gekk ikki. Nevndir og ráð máttu
veljast umaftur, eftir at klókir, lógkonir
menn í mánaðir høvdu kannað viðurskiftini
- og komu til ta niðurstoðu, at lógin varð
brotin. Men avleiðingar vóru ongar, og
nógv fólk hildu, at hetta stríð var óneyðugt
fjas...
Á hesum stað skulu vit bara ynskja Turið
Debes Hentze hjartaliga tillukku við heið-
urslønini. Og áheitan okkara skal vera, at
hon heldur fram við stríðnum - tí tað sæst
nakað eftir, og ein hugburðsbroyting er á
veg.
Vit síggja eisini hetta stríðið í kirkjuni, har
nakrir fáir menn royna at halda kvinnu-
ligum prestum uttanfyri. Teir siga hetta
við Halgubók í hondini - hóast veruliga
endamálið mangan tykist vera, at teir fáu
missa tamarhaldið, um fólkið í breiðastu
merking kemur at merkja kirkjuna.
Vit síggja eisini hetta stríð í mállæruni.
Nógvir av okkara eldru málprofetum vilja
ikki laga málið soleiðis, at óneyðugur
kynsmismunur ikki verður gjørdur. Her
eigur eisini nakað at verða gjørt, ti í roynd
og veru er tað bakvent at kalla eina kvinnu
ein mann - tá hon ikki er maður.
— Jú, vit vita, at maður merkir menniskja,
men vit kunnu akkurát tað sama kalla ein
spaka fyri ein spaka og eina kvinnu fyri
eina kvinnu... Sosialurin
an Muller á
Blaðstjóri:
Eiríkur Lindenskov
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
|
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
| Høgni Mohr
| Niclas Johannesen
Postadr: Postsmoga 76,
Myndamenn:
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Alvur Haraldsen Telefon: 311820
vari, uppseting: Telefax. 314720
Etta e-mail: post & sosialurin.fo |
Bústaður: Lýsingar: lysing &sosialurin.fo |
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin J
Viðmerking:
Ansingarálitið er illa |
greitt úr hondum
Alitið um skipan av barna-
ansingarøkinum er so illa
greitt úr hondum, at hetta
hevur ført til eitt fullkomi-
liga óneyðugt kjak. Lands-
stýriskvinnan í almanna-
málum fer enntá so langt í
hesum kjak! sum at siga, at
Tórshavnar Kommuna í
hesum máli blakar við runu.
Hetta kann hon bara siga, tí
hon hevur misskilt okkurt
ella fyri at verja sín arbeiðs-
bólk.
Helena Dam á Neystabø
má hava misskilt, ella verða
misskilt, tå hon í samrødu
vid Sosialin seinasta miku-
dag sigur, at Tórshavnar
kommuna ikki ynskir
blokkstuðul frá landinum til
barnaansingina. Hetta er
íkki rætt. Tórshavnar
Kommuna hevur ongantíð
sagt, at hon ikki vil hava
blokkstuðulin.
Seinasta månakvøld við-
gjørdi býráðið álitið um
skipan av barnaansingarøk-
inum, sum arbeiðsbólkur
settur av landsstýriskvinn-
uni í almannamálum hevur
skrivað. Nidurstødan á bý-
ráðsfundinum er, at vit taka
fult undir við tankanum í
álitinum um, at ábyrgd og
umsiting av økinum skal
leggjast út il kommunurnar.
Men vit taka ikki undir við
háttinum pengarnir verða
býttir út eftir. Hátturin at
býta út pengarnar er eftir
okkara tykki fullkomuliga
skeivur.
I løtuni rindar landskassin
35 prosent og kommunur-
nar 35 prosent av rakstri-
num. Iøgurnar = rindar
landskassin 60 prosent av
og kommunurnar 40 pro-
sent av. Hetta merkir, at
landskassin nú rindar 56,6
milliónir til barnaansing.
Landsstyriskvinnan i al-
mannamålum vil nú í staðin
gjalda hesa upphædd út til
kommunurnar eftir einum
lykli, sum gevur kommun-
um, sum einki hava gjørt
fyri barnaansing, heraklapp.
Fíggjarligu avleiðingar-
nar fyri Tórshavnar komm-
unu, um vit brúka tól fyri
1999, eru at kommunan skal
rinda út við 24 milliónir
meira um árið til verandi
skipan. Afturat hesum koma
so útreiðslurnar til víðkan
av skipanini.
Býráðið er sjálvsagt sinn-
að at samráðast um eitt
greiðari uppgávu- og á-
byrgdarbýtið á barnagarðs-
økinum, men tá landsstýr-
iskvinnan sigur, at býráðið
”blakar við runu", bara tí vit
ikki eru samd við útspæli-
num frá hennara arbeiðs-
bólki, er trupult at byrja
samráðingar.
Býráðið ynskir eina
heildarloysn = viðvíkjandi
uppgávu- heimildar- og á-
byrgdarbýti á almanna- og
heilsuøkinum. Tá tann
loysnin er funnin ber til at
tosa um fíggjarliga býtið
millum land og kommunur.
Tað er møguligt, at tølini
venda ein annan veg, tå 10
figgingin av eldraøkinum
verður løgd út til kommun-
urnar. Hinvegin vita vit
heldur einki um, hvussu
tann skipanin fer at síggja
út, ei heldur um hon kemur.
Skal tað verða rudduligt,
mátti tað verið enn ruddi-
ligari at lagt fíggingina av
báðum skipanunum út til
kommunurnar í einum.
At barnaansingarálitið
ruddar upp á fleiri økjum í
senn, so sum landsstýris-
kvinnan sigur, er torført at
fáa eyga á. Arbeiðssetning-
urin hjá arbeiðsbólkinum er
týðiligur, hann er í fýra
punktum, sum gll viðgerða
fígging av barnaansingar-
økinum, har framgongur tað
týðiliga, at fíggjarstóðið
skal takast út frå 1999 tølu-
num. Hetta hevur Tórshavn-
ar kommuna tikið til eftir-
tektar, og vænta vit ikki, at
landið fer at gjalda meira
fyri barnagardsøkid, enn tað
ger í dag. Tí arbeiða vit útfrá
sjálv at koma at gjalda alla
komandi útbyggjan av øki-
num. Men at átaka okkum
24 miliOnir ella helst meir
omanå er ein sera stórur bita
at gloypa.
Í samrøduni við Sostalin
sigur landsstýriskvinna, at
tey eru farin undir at fyri-
reika eina barnagarðslóg.
Tórshavnar kommuna hev-
ur fyri langari tíð síðani
gjørt hetta. Í politiska mål-
setninginum, sum Tórs-
havnar kommuna samtykti
i 1996, (Alitið: Børn og ung
sí. 21) stendur: At komm-
unan vil virka fyri, at barn-
agardsøkid gerst kommun-
alt burturav, og at føroysk
barnagarðslóggága verður
gjørd. At hetta endiliga
kemur á dagsskránna hjá
landsstýriskvinnuni í al-
mannamålum, og vónandi
gerst veruleiki, kunna vit
bert fegnast um, og vil Tórs-
havnar kommuna sjálvsagt
verða við til at virka fyri, at
hetta gerst veruleiki við
góðum innihaldi og á ein
fíggjarligan rættvísan hátt.
Latið okkum tí setast saman
at tosa um tingini, so málið
verður loyst á besta hátt.
Elin Lindenskov,
býráðslimur í Havn
Viðmerking til reinvasking hjá landsstýrismála-
nevndini í málinum um aliloyvi á Vatnsnesi
Hví vóru juristarnir, báði
tann hjá ákærdu og hjá
landsstyrismålanevndini,
blivnir einigir um longu
áðrenn kanningin fór i
gongd, at sjålvt loyvið, sum
málið snúði seg um, IKKI
skuldi kannast, men bert
ganga út frá at tað var í lagi?
Var tað tí, at so vóru
ákærdu fyrrverandi lands-
stýrismenn, komnir til at
svara uppá hví teir IKKI
høvdu kannað málið? Men
bert givið loyvi oman á
loyvi, tí loyvi var givið
frammanundan. Sum teir
málbóru seg, tá víðari loyvir
vóru givin?
Her er upprunafeilurin!
Men sum juristarnir fingu
stungið til síðis. Ein kundi
spurt, »hvør betalti teimum
fyri at gera tað<. Hetta líkist
avtalaðum spæli?
Tað sær út til at her mang-
laði vilji frá juristunum,
sum landsstyrismålanevnd-
in hevði til hjálpar, til at
gera málið á rættvísan hátt.
Ella eisini arbeiddi hann eft-
ir boðum frá ákærdu? Tað
tænti bert áhugamálinum
hjá ákærdu, at ikki alt málið
bleiv kannað, heilt frá byrj-
an!
Tað at kanna uppruna-
loyvið, havi eg víst á ferð
eftir ferð, men tað blívir ikki
gjørt. Er tað, tí at tað tolir
ikki dagsins ljós?
Nidurstødan: Ongin er
reinvaskaður, fyrrenn
»alt« málið hevur verið
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
vidgjørt!
Målid likist ognartøku av
nevnda vatni, og øll rættindi
hjå porkeningum til vatni.
Og hetta er enn IKKI vid-
gjørt. Nær vil hetta »Kardi-
nalpunkt< blíva kannað??
Vinarlig heilsan
H. B. Danbjørg
+
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at kæri maður
mín, pápi, bróður, abbi og langabbi okkara
HARRY S. JOHANSEN
vanliga nevndur Harry i sjúkrakassanum
andaðist í heiminum mikudagin 8. sept., 78 ára
gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnudagin
kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Emmy
Tey, ið vilja lata blómur ella krans, kunnu ístaðin lata Reyða
Krossi eina gávu