fríggjadagur 10. september 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 171 - 10. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
SIÐI
nor
Ferðslukaosið í hóvuðsstaðnum:
Marknagilsvegurin skjótt liðugur
Tað er synd at
siga, at tað hevur
verið lætt fyri
sinni, at fara til
arbeiðis í bili í
hóvuðsstaðnum
seinasta árið.
Longu róðirnar
orsakað av veg-
arbeiðinum á
Marknagilsvegn-
um hava fingið ilt
í sjálvt tann mest
róliga bilfóraran.
Men nú sær út til,
at ljós er fyri
endan av tunnlin-
um
SVEINUR TRÓNDARSON
Tikið verður ofta til, at tá
summarið nærkast og ferða-
fólkini koma, tá verður farið
undir tey stóru vegarbeiðini
í hóvuðsstaðnum, soleiðis at
tað ikki er framkomandi
nakrastaðni.
Neyvan er tað heilt rætt,
men heilt við síðuna av er
tað heldur ikki. Og tað finst
eisini ein skilgóð frágreið-
ing um hví so er. Nógv av
tí, sum gjørt verður kann
bert gerast á sumri. Til døm-
is ber als ikki til at asfaltera
um veturin, so tað er ikki
bara fyri at arga bilførarar-
nar, at so verður farið fram.
Seinasta árið hevur eitt av
hesum arbeiðum verið í
gongd.
Marknagilsvegurin, frá
Dalavegnum og næstan út
til Skúlaheimið hjá Tekn-
iska skúla, hevur sæð ræðu-
ligur út í mong ár, og nú
skuldi hetta arbeiðið gerast.
Men tað er ikki bara sum
at siga tað, soleiðis at leggja
vegin av nýggjum, tí sam-
stundis sum vegurin verður
stongdur verður eitt øgiligt
trýst lagt á hinar vegirnar í
býnum, og úrslitið hevur
ikki latið bíða eftir sær.
Langar bilrødir ávísar tíð-
ir á degnum, og illfýsnir bil-
førarar.
Nú fer hetta kortini at fáa
ein enda, fyribils í hvussu
er.
Asfalterast í næstum
Boði Haraldsson, býarverk-
fróðingur, sigur, at arbeiðið
við Marknagilsvegnum nú
er komið so langt ávegis, at
um ein mánað ella so, er
asfalterað og aftur koyrandi
eftir Marknagilsvegnum.
— Arbeiðið hevur tikið og-
iliga drúgva tíð, og upprun-
aliga var ætlanin, at tað
skuldi vera liðugt asfaltera
áðrenn farið varð í summ-
arfrí. Tað eydnaðist bara
ikki, og nú er tað bara so, at
tað skal gerast áðrenn hesin
de.
mánaðin er farin. Annars er
tað ov seint, sigur Boði Har-
aldsson.
Byarverkfrødingurin vid-
gongur, at tað er serstakliga
óheppið, at ein so týdning-
armikil vegur verður skorin
av, á henda hátt, men hann
vísir á, at tað er neyðugt.
Strævið at
standa i bilrødum
— Marknagilsvegurin er illa
farin, og skuldi gerast. Ar-
beiðið hevur verið fyrireik-
að í longri tíð, og nú mangl-
ar so bara tað stykkið frá
Dalavegnum út til Skúla-
heimið. So er hatta vega-
strekkið liðugt, sigur hann.
Men skilir tú, at fólk eru
misnøgd, ella í óðini um, at
tað tekur so drúgva tíð?
— Tað tekur sína tíð, at fáa
slíkt igjøgnum. Tá eg byrj-
aði her í fjør, tá var arbeiðið
upp á Marknagilsvegin
byrjað, men har var nógv
eftir at fáa upp á pláss. Vit
taka burtur av stykkinum
hjá fólki, og tær avtalurnar
skulu fáast upp á pláss áðr-
enn farið verður undir ar-
beiðið. Og tað er ikki bara
sum at siga tað, at fáa allar
tær avtalurnar gjørdar, sigur
Boði, sum leggur afturat, at
hann veit hvat tað snýr seg
um tá tosað verður um bil-
rødir um morgunin.
Ikki endaliga liðugt
fyrr enn í 2002
Hóast tað nú fer at nærkast til Marknagilsvegurin aftur verður latin upp, so er hann ikki liðugt umvæld-
ur. Verri enn so. Býarverkfróðingurin væntar, at alt arbeiði við Marknagilsvegnum verður liðugt í 2002
SVEINUR TRÓNDARSON
— Eg rokni við, at arbeiðið
við at gera Marknagilsvegin
verður liðugt í ár 2002, tað
sigur byarverkfrødingurin
Boði Haraldsson. Og eftir
tað eigur vegurin út á Argir
eisini at vera gjørdur.
Umstødurnar í býnum eru
sera ólagaligar í løtuni nú
Marknagilsvegurin er kvett-
ur av, men vegurin út á Arg-
ir er einki pettið frægari. Og
tað er hann altíð. Har er
nevniliga einki vegarbeiðið
í gongd.
— Jú, tað er rætt. Vit fara
at hyggja at tí strekkinum
tá hetta er liðugt, sigur Boði
Haraldson.
Ein stór uppgáva
Byarverkfrødingurin vísir á,
at tað er eitt sera stórt ar-
beiði, sum er farið í gongd,
og at tað, orsakað av íløgu-
politikkinum hjá býráðnum
tekur sína tíð at fáa liðugt.
— Hesum mugu vit hava
virðing fyri. Tekniska av-
greiðsla fer avstað við
einum sera stórum parti av
íløgujáttanini hjá býráðn-
um, og tað ber illa til at
hugsa sær, at okkara partur
gerst stórri. Tí verða arbeið-
ini gjørd í stigum, sigur
Boði Haraldsson.
Tað arbeiðið, sum nú er í
gongd, skal vera asfalterað
áðrenn ein mánaði er farin,
tí annars er tað ov seint. Tað
vil siga, at Marknagilsveg-
urin verður latin upp aftur
um ein mánað ella so.
Næsta ár verður so farið
undir annað byggistig av
Marknagilsvegnum.
Ringvegurin
gerast liðugur
Marknagilsvegurin er ein
partur av ringvegnum, sum
skal gerast út á Argir. Ein
stórur partur av hesum veg-
astrekkið er gjørdur. Tað,
sum manglar er Markna-
gilsvegurin og so tann sein-
asti parturin úti við krikju-
garðin við Velbastaðvegin.
— Hetta verður alt gjørt,
men tað verður eitt sindur
seinni, sigur Boði Haralds-
son.
— Stødan hjá teimum, sum
búgva, hava arbeiði ella
hava børn, sum ganga i
skúla á Argjum, er ótolandi,
tí har er bara tann eini veg-
urin. Men tað er ætlanin at
betra um hesi viðurskifti,
men tað verður ikki rætti-
liga enn, sigur Boði Har-
aldsson.
Nógv munnu tey vera, sum
hava ilskast av øllum
teimum ferðslutóppunum,
sum hava verið í býnum,
síðani farið varð undir at
gera Marknagilsvegin.
Men nú sæst fyri ein enda,
sigur Boði Haraldsson,
býarverkfróðingur. Um ein
mánað skal asfaltarbeiðið
vera liðugt.
Mynd: Jens Kristian Vang
Hann skal
mong onnur igjøgnum býin,
og av tí at stovnurin har
barnið skal avleverast ikki
letur upp fyri enn beint áðr-
enn klokkan átta, so ber ikki
til at fara heiman í frá langt
áðrenn.
EIns og so
Mugu steingja
arbeiðsekið
Men er tað nú tvingandi
neyðugt, at steingja Markn-
agilsvegin ?
— Vit sum hava við hatta
at gera, mugu í fyrsta umfari
hugsa um trygdina hjá teim-
um sum arbeiða har, og tí
er valt at steingja vegin í
dagtímunum, meðan arbeitt
verður. So má ferðslan bein-
ast annan veg, sigur Boði.
Hann leggur afturat, at tað
sigur seg sjálvt, at tá ein
høvudsædrin millum eyst-
ur- og vesturbýin verður
skorin av, so merkist tað í
ferðsluni.
— Tað, sum vit kunnu gera
er, at heita á bilførararnar
um at vísa hógv í ferðsluni,
og serliga nú tað stendur so
nógv á í miðbýnum. Hetta
haldi eg eisini at bilførarar-
nir hava gjørt, sigur Boði
Haraldson.
25 ára
starvs-
-
dag í
landss-
-
týrinum
SVEINUR TRÓNDARSON
25 ár eru ikki 25 dagar
sigur orðatakið, og hes-
um orðunum kann Elis-
abeth á Húsagarði taka
undir við.
Í gjár hevði hon
nevniliga starvast í
samfull 25 ár hjá Før-
oya Landsstýri, har hon
hevur tikist við skrivs-
tovuarbeiði.
Vit ynskja Elisabeth
hjartaliga tillukku við
starvsdegnum.