fríggjadagur 10. september 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Turið fekk Nordfa
virdislønina 1999
tidindabladid SO
Dómsneyndin valdi at geva Turið Debes Hentze Nordfag prísin, fyri við sín-
um hugburði í skrift og talu at ávirka miðlarnar og givið teimum, sum ræði
hava nakað at hugsað um
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyri nøkrum mánaðum síð-
ani vóru tey trý, Frits Jo-
hannesen, Ingvør Nolsøe og
Oli Petersen bidin um at
manna Nordfag dóms-
neyndina, sum hevur til
endamåls at finna ein per-
son, sum verður mettur egn-
aður til at fáa Nordfag virð-
. sum verður latin
wbeiði fyri at menna
c-service hugtakið í al-
menna kjakinum
Tey trý í dómsneyndini
hava síðani tey vóru biðin
fylgt við í kjakinum og tey
komu til ta niðurstøðu, at
virdislønin skuldi latast Tur-
ið Debes Hentze, advokati.
Í nidurstøduni siga tey
try, at Turið Debes Hentze
við sínum hugburði í skrift
og talu hevur ávirkað miðl-
arnar og givið teimum, sum
ræði hava nakað at hugsa
um. Hetta er komið fram í
orðaskifti um kvinnur í pol-
itikki, likaløn, barnsburðar-
farloyvi, kvinnur sum prest-
ar, kvinnur í nevndarsess-
um, málkjaki O..s.. fr.
Turið hevur ikki gjørt
hetta fyri egnan vinning
staðfesta tey try, og leggja
afturat, at hon sum kvinna
hevur sagt og nomið við
eym mál, sum hava almenn-
an tydning, júst ti sum publ-
ic service hugtakið stendur
fyri - at fáa innlit í sam-
pub
Oli Petersen, limur í dómsneyndini handar Turid Debes Hentze virdislønina, meðan
Ingvør Nolsøe, sum eisini var í dómsneyndini stendur til reiðar vid blómunum. Triðji
dómsnevndarlimurin var Frits Johannesen
felagsmál, vitan, føroyskt
mál og mentan. Eisini at fáa
onnur at skilja tann politikk,
sum hon sjálv stendur sum
talsmaður, sum forkvinna í
javnstødunevndini.
Tað, sum démsnevndin
hevur lagt til merkis er, at
Turið Debes Hentze altíð er
væl fyrireikað tá ið hon gev-
ur seg til kennar við sínari
hugsan. Tað sum hon >legg-
ur seg út í< er mangan
ótakksamt, og til tíðir argast
fólk inn á hennara meining-
ar. Í einum demokratiskum
landi eigur hetta at verða
viðurkent, sum ein partur av
tí demokratisku gongdini.
Hetta hevur Turið Debes
Hentze, advokatur megnað,
og ti samtykti dómsneyndin
at veita henni Nordfag virð-
islønina 1999.
NR. 171 - 10. SEPTEMBER 1999
Útvarpið beyð gest-
unum vælkomin
Nordfag rådstevnan byrjaði mikukvøld-
ið við móttóku í Utvarpshøllini, har
útvarpsstjórin beyð útlendsku gestun-
um at vera vælkomin til Føroya
Høvdingar hittast. Tróndur Djurhuus og Jógvan
Jespersen tóku ímóti gestunum úr grannalondunum
SVEINUR TRÓNDARSON
Í gjáramorgunin byrjaði
Nordfag ráðstevnan, sum
verður hildin á Hotel Før-
oyum, men mikukvøldid
varð skipað fyri móttøku
í Utvarpshøllini, har
Jógvan Jespersen, stjóri í
Útvarpið Føroya og Ing-
un í Skrivarastovu, sum
er ein av fyrireikarunum
av Nordfag rådstevnuni,
bjóðaðu útlendsku gest-
unum at vera vælkomin
til Føroya.
Nordfag samstarvið,
sum fevnir um allar loft-
bornu miðlarnar í Norð-
urlondum er, hevur um-
leið 12.000 limir og av
teimum eru umleið 80
komin til Føroya at vera
við á ráðstevnuni hesa-
Mynd: Jonhard Hammer
ferð.
Ikki kann sigast annað
enn, at tey hava sæð Før-
oyar frá ymsum síðum
longu nú, tí tey sum komu
fyrrapartin mikudagin
sóu landið í fagrasta
skrúð, men bert fáar tímar
seinni var tað at kalla
ódnarveður.
Útvarpið hevði spílað
seg út mikukvøldid og
stilla upp eina åtiliga
buffet og væl gagnadist
hjå gestunum.
Umframt fødina fingu
gestirnir eisini eitt sindur
av undirhaldi at taka vid
sær. Vår Jacobsen og
brødurnir Påll og Suni
Danielsen, framførdu og
sigast må, at tað hepnaðist
væl hjá teimum.
- Glað fyri viðurkenningina
Turið Debes Hentze var bilsin tá hon hoyrdi, at dómsneyndin hevði valt at geva henni Nordfag virdislønina, men hon
tekur hana sum eina viðurkenning av tí sum hon hevur tikist við
SVEINUR TRÓNDARSON
Mikukvøldid um niggju tíð-
ina fekk Turið Debes
Hentze, advokatur, handað
Nordfag virdislønina 1999.
Démsnevndin hevði gjørt
at, at lata Turið virdislønina
fyri tað arbeiði hon ger, fyri
at menna public service
hugtakið i almenna
kjakinum
Sjálv gjørdist Turið bilsin
tå hon fekk at vita, at tað
var fallið í hennara lut at
vera virðislónarvinnari í ár
Men samstundis var hon
bæði stolt og fegin um heið-
urin, tí hon sær tað sum ein
heiður og eina viðurkenning
av ti, sum hon hevst at.
Tað munnu fáir føroying-
ar, sum ikki kenna rødd
hennara. Seinasta veturin
hevur hon saman við trim-
um øðrum manna paneli í
sendingini Spyr bara í út-
varpinum fríggjakvold, og
eins og hon ger í skrift, so
ger hon eisini í talu.
Gevi mína
meining til kennar
Hon gevur sína meining til
kennar, so eingin ivast um
hennara støðu.
Málini, sum Turið dámar
at takast við eru sokallaði
kvinnumál. Sjálv heldur
hon ikki, at tey altíð eru so
eym, men heldur mál, sum
vera tagd burtur, um so var
at m. a. hon ikki tók fatur í
tey
Eg vil ikki siga, at eg
leggi meg út í viðurskifti,
men heldur siga, at eg gevi
mína meining til kennar.
Skal ikki eitt ávíst dirvi
til at leggja seg út í eitt al-
ment kjak? ,
— Tað skal tað nokk. Í á-
vísum fórum er tað nakað,
sum vit hava upp á hjarta,
men tað er ein spurningur
um at fáa tað sagt alment.
Tað er sum at sita í skúl-
anum við einum spurningi,
sum vit aftra okkum við at
seta. Tá vit hava sett hann
Turið Debes Hentze, advokatur, sum fekk Nordfag virðis-
lønina 1999
A ED
Mynd: Jonhard Hammer
vísir tað seg at fleiri onnur
sótu við júst sama spurn-
ingi, sigur Turið.
— Tað ræður um at tora at
siga setningin, heldur hon.
Ongantid mett illvilja
Hóast málini, eftir hennara
egna tykki, ikki eru eym, so
viðgerð hon mál, sum flestu
okkara hava eina meining
um. Vit siga hana ikki oll
alment, men hon er har.
Kortini sigur Turið Debes
Hentze, at hon ongantíð
hevur møtt nøkrum illvilja
fyri sína stóðu.
Eg ferðist har fólk vanl-
iga ferðast, men eri ongan-
tíð komin út fyri, at fólk
hava víst mær illvilja fyri
mína stóðu.
Hon ivast onga løtu í, at
nógv fólk hava eina aðra
hugsan enn ta hon hevur, og
tað góðtekur hon sjálvsagt.
Hon gevur seg eisini til at
tosa við tey, sum ikki eru
samd við henni.
— Í nógvum fórum snýr
tað seg um fordómar og
manglandi vitan, og tá ber
væl til at tosa við fólk og
»tosa tey til rættis<, sigur
Turið Debes Hentze.
Eitt herðaklapp
Hóast Turið sum sagt gjørd-
ist rættiliga bilsin av, at tað
nú er hon, sum kann kallað
seg Nordfag virdislønar-
vinnara 1999, so er hon sera
fegin um tað.
— Eg meti tað sum eitt
herðaklapp fyri tað sum eg
havi gjørt, og sum eina við-
urkenning, sigur hon.
Hevur tað stóran týdning
fyri teg at fáa viðurkenn-
ing?
— Ikki beinleiðis, men tað
er nú soleiðis, at okkum
dámar best tá vit fáa at vita,
at tað er gott, sum vit hava
gjørt, og eg eri ikki ødrvisi
í so máta. Men viðurkenn-
ing nýtist ikki at vera ein
virdisløn. Tað kann eisini
vera eitt gott orð á vegnum,
sigur Turið at enda.