fríggjadagur 10. september 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 171 - 10. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
Sum ringar í vatni -
Fyri nókrum árum síðani varð ikki hugsað stórvegis um at selja fóroyskan tónleik
uttanfyri landoddarnar. Í dag eru fleiri, ið starvast við hesum og Sosialurin hevur
áður skrivað um samtøkuna, verkætlanina, av 4 plåtufeløgum úr Føroyum, Íslandi,
Grønlandi og Sámalandi. Eitt úrslit av hesum var fløgan „Rock from the cold
seas“, men henda fløga hevur givið fleiri úrslit, ið breiða seg sum ringar í vatni.
M.a. skal Hatespeech til Íslands at leika í oktober og konsertin verður send bein-
leiðis í útvarpi og møguliga eisini á internetinum og í sjónvarpi. Eisini verður har-
monikutreff í Fóroyum komandi summar
DAGFINN OLSEN
I Føroyum eru tað Kristian
Blak frå Tutl og Rakul Pet-
ersen frå NORA, id hava
verið frammi í sambandi
við verkætlanina viðvíkj-
andi tónleikasamstarvinum
í útnorði. Eitt samstarv, ið
fevnir víða, bæði innan
virksemi og landalæruna.
Men eisini kenna føroy-
ingar íslendingin Jens Guð.
I fjør vitjaði hann í Føroy-
um fyri at halda skeið í kal-
igrafi. Skeiðið varð væl
vitjað og hann kemur aftur
á í Føroyum í oktober í ár.
Tá hann vitjaði í fjør,
legði hann lunnar undir ætl-
anina um fløguna „Rock
from the cold seas. Ein
savnsfløga við rockbólkum
úr Føroyum, Íslandi, Grøn-
landi, Sámalandi.
Spæla á festivalum
Fløgan er liður í at gera vart
við norðurlendskan tónleik
og hugsjónin er, at vit kenna
ov lítið til tónleikin hjá
næstu grannum okkara. Og
fløgan fekk góða móttgku í
teim ymsu londunum. Hat-
espeech høvdu longu vunn-
ið sær lurtarar í Íslandi.
Grønt Fót Slim hava fingið
góða móttøku í Grønlandi.
Hesir báðir bólkarnir
fingu, sum úrslit av fløguni,
innbjóðing at spæla á festi-
valum. Hatespeech í Íslandi
og Grønt Fót Slim í Grøn-
landi. Tað gekk tó heldur
illa vid luttókuni hjá Grønt
Fót Slím, tí teir komu ong-
antíð avstað, men tað var
ikki teirra skuld.
Teir skuldu luttaka á Nip-
iaa Rock Festival, sum varð
hildin fyrstu ferð í august í
ár. Men byrjanartrupulleik-
ar og vantandi royndir
gjørdu, at ymiskt fyrireik-
ingararbeiði ikki var, sum
tað átti. Til dømis varð bólk-
urin boðin at luttaka. Seinni
vísti seg, at sponsorar lupu
frá sínum avtalum við fest-
ivalin, so bólkar mátuu
gjalda sjálvir. Eisini vísti tað
seg, at tað tekur einar 5 dag-
ar úr Føroyum til Aasiaat.
Hetta var eingin rættuliga
greidir yvir, fyrr enn ov
seint var.
Jens Guð i kava
Ein annar av luttakarunum,
Alsæla vid Jens Gud å odda,
nåddi heldur ikki fram. Her
var orsøkin vedur. Men Jens
Gud gjørdi ikki vandari, enn
at halda eina rimmar kon-
sert, har hann lå vedurfastur
í kavanum, og tað sigst ikki
at hava gingið stillisliga fyri
seg, men sera væl eydnað.
Kanska vit frætta nærri frá
tiltakinum í kavanum
seinni.
Alt í alt, so leiktu bert
lokalir bólkar á Nipiaa fest-
ivalinum í Aasiat, men hetta
verður vónandi bøtt um til
næstu ferð. Men skuffandi
fyri føroyska bólkin, må á-
sannast.
Hatespeech og
síðstu oyruni
Føroyski rockbólkurin Hat-
espeech er boðin at leika á
Nordpopp, ið er ráðstevna,
ið verður í Reykjavík 8. til
11 oktober. Enn er tó eftir
Hatespeech skulu spæla á rådstevnu í Íslandi. Konsertin verður send í útvarpi og
kanska eisini í sjónvarpi og á internetinum. Enn er tó eftir hjá teimum at fáa síðstu
krónurnar til ferðina til vega
hjá teimum at finna síðstu
krónurnar til ferðina, tí teir
gjalda sjálvir og mugu finna
sponsorar.
Eini 200 ungfólk savnast
í Reykjavík til Café Norden
- Nordpopp. Her verður við-
gjørt evnid nordurlendskur
tónleikur til og ungfólk,
gjørdur av ungfólki. Ser-
frødingar, tónleikarar og
lurtarar fara at røda um, hvi
norðurlendskur tónleikur
F:55
Kon
ikki fær stórri rásarúm. E
talan um fordómar?
Tvær konsertir vera, har
12 bólkar úr ymsum lond-
um spæla. Konsertirnar
verða sendar beinleiðis í út-
varpi og kanska eisini í
sjónvarpi og á internetinum.
Eisini verður ein útgáva
gjørd og blød og tidarrit
samstarva eisini við tiltakið.
Grannar - harmoniku-
treff í Føroyum
Eitt annað tiltak, ið eisini
hevur borið åvøkst, er
harmonikufløgan Grannar,
har fleiri lond luttóku. Berg
og Jacobsens Dansiorkestur
hevur síðani verið á ferð í
Danmark og komandi
summar verður harmonik-
utreff í Føroyum.
Annars siga fólkini hand-
an rúgvusmiklu ætlanina, ið
fevnir um fløgu útgávur,
film og sølu og marknaðar-
førslu av norðurlendskum
tónleiki, at verkætlanin er
longd eitt år. Eins og i fjør,
so er ætlanin at luttaka å
stóru messuni Midem í ár. I
fjør luttóku úr Føroyum
Kristian Blak og Rakul Pet-
ersen.
Ætlanin er annars ikki at
satsa breitt longur, men
heldur at leggja seg eftir
ávísum leiðum, har vit eru
sterk. Í hesum sambandi er
ætlan um etniska fløgu og
ætlanir eru eisini frammi
um ein slíkan film.
ER
Íslendingurin Jens Guð, ið tók stig til floguna „Rock
from the cold seas“. Hann sendir hvønn sunnudag 2
8 <
tímar í lokalvarpi og rókkur eini 20.000 fólk. Hann
spælir nógvan norðurlendskan tónleik og ætlandi verður
sending hansara at hoyra í íslendska útvarpinum. Í
Reykjavík rekur hann fløguhandil, har fóroyskur tón-
leikur eisini er at fáa
Blue'n'icy
At nýta internetið sum søl-
ustad gerst eisini alt vanlig-
ari. Í hesum sambandi er ein
heimasíða ávegis, ið vísir á
norðurlendskan tónleik.
Síðan fær heitið Blue'n' Icy.
Eisini eru ætlanir um at
fáa samband við Amazon,
ið er kent sølustad á inter-
netinum.
Sum skilst, so er talan um
verkætlan, ið hevur nógv
jørn í eldinum og har ein
ætlan kann føra fleiri við
sær og breiða seg sum ring-
ar í vatni. Við hesum hevur
føroyskur tónleikur møgu-
leikar, ið ikki hava verið
áður, men tónleikaheimurin
er serstakur og ringt er at
sláa igjøgnum. Men miðvíst
arbeiði verður gjørt og sam-
firmations-
fåast I
Kallkyn
Vágsbotnur - tlf. 31 62 06
starv um landamørk er
kanska eitt lyklaorð. Ein
kann í hvussu er fegnast um,
at tað við „Rock from the
cold seas“ er eydnast at lata
oyruni upp, so gannar hoyra
hvønn annan.
Filmur
Vit hoyra seinni meira um
ein film, ið er gjørdur við
føroyskum, islendskum og
grønlendskum bólkum.
Filmurin var upprunaliga
ætlaður til marknadarførslu,
men bleiv annað og meira
og fleiri vísa honum áhuga
Filmurin verður væntandi
vístur í SVF og KNR í
Grønlendi hevur keypt film-
in og DR 2 hevur partvís
áhuga í filminum.