fríggjadagur 10. september 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
Á i
SOS: VIÐ
NR. 171 - 10. SEPTEMBER 1999
Øll brekað skulu hava
- Hugtakið ítrótt fyri brekað er líka fjólbroytt sum ítrótt fyri frísk. Tað er mín
uppgáva at greiða fólki frá, at hóast tú ber brek, so kanst tú íðka allan ítrótt -
kanska ikki á sama stigi, men á einum stigi, sum verður tillagað brekið, sigur
Hans Hansen, sum í summar varð settur sum ítróttarkonsulentur hjá ISB
TURIÐ KJØLBRO
Í nógv ár hevur ISB. ltrótt-
mbandið fyri brekað,
ynski um at seta fólk
í starv at taka sær
i brekaðum før-
t íðka
hvat
hvørta
Okomandi býr í For
Í Var søktt Sersam
ð so eftir
arð Hans Hansen. ið í
summar tók læraraprógv á
oya Læraraskúla, settur
sum ítróttarkonsulentur fyri
Starvið er fyribils tíð-
aravmarkað til tvey ár
Hetta er eitt ógvuliga av-
bjóðandi starv, tí hóast nógv
år hava gjørt eitt
megnar arbeiði til frama fyri
brekað og ISB. so byrji eg á
berum. Tí fer nógv tíð við at
arbeiða á tekniborðinum og
so spakuliga blása lív í tank-
arnar, eg geri mær, sigur
Hans Hansen.
Bert midstadarøkid
Einastu ítróttartilboðini,
sum hava verið til brekað,
hevur = verið gjøgnum
Kvoldskúlaskipanina i
Havn. Henda skipanin hev-
ur verid galdandi i eini
tíggju år, og kveldskúlin
SS
hevur fíggjað virksemið við
at rinda fyri kvøldskulalær-
ararnar
- I høvudsheitum hava til-
bodini verið svimjing og
boccia. Tað hevur sjálvsagt
verið keðiligt, at bert mið-
staðarokið hevur havt gleði
av, at vit hava eitt sersam
band fyri brekað. Og av tí, at
svimjing og boccia eru ein
astu ítróttargreinirnar, sum
brekað hava tikist við, halda
nógv, at annað ber ikki til
Men hugtakið ítrótt fyri
brekað er líka fjølbroytt sum
ítrótt fyri frísk. Tí er tað mín
uppgáva sum konsulentur at
fara út at greiða fólki frá, at
hóast tú ber brek, so kanst tú
íðka allan ítrótt - kanska
ikki á sama stigi, men á ein-
um stigi, sum verður tillag-
að brekið, sigur Hans Han-
sen
Ítróttarkonsulenturin = hjá
ISB er komin væl áleiðis í
arbeiðinum at útvega brek-
aðum fólki kring allar For-
oyar sama tilboð sum brek-
að í midstadarøkinum hava.
Í vetur verður møguleiki á
øllum kvøldskulunum kring
landið hjá brekaðum at íðka
ítrótt, og ætlanin er so, at
kvøldskularnir fara at kapp-
ast ímóti hver øðrum. Talan
kann verða um alt slag av
kappingum, Føroyameista-
raskapskappingar, úttóku-
kappingar til Malmø Open
og aðrar.
- Tað áliggur eisini mær at
fara út at tosa við fólkaskúl-
alærarar, sum hava brekað í
flokkinum, tað veri seg
stuðulslærarar, = serlærarar
og aðrar, soleiðis, at vit fel-
ag kunnu seta út í kortið
nøkur tilboð. Eg kann vísa
á. hvorji tilboðini eru i Før-
oyum, eitt nú kappingar,
legur og annað, umframt
møguleikarnar, sum eru utt-
anlands, soleiðis at undir-
vísingin í ítrótti í fólkaskúl-
anum fyri brekað, verður
meiri málrættað, sigur Hans
Hansen.
Eingin skráseting
Sum ítróttarkonsulentur fyri
ISB skal Hans Hansen taka
sær av bæði rørslutarnadum
og menningartarnaðum.
- Trupulleikin er, at eingin
skráseting finst í Føroyum
av, hvussu nógv fólk eru
brekað og hvørji brek talan
er um. Havi roynt at funnið
fram til tey gjøgnum ymsar
stovnar. Meiningin er ikki,
at skrásetingin skal vera
avdúkandi, men skal eg
kunna gera eitt dygdargott
arbeiði, má eg vita, hvussu
nógv fólk talan er um.
- Einki brek er ov lítið.
Skal eg til dømis skapa um-
stødur fyri fólk við smáum
breki, - tey kunna hava mist
part av eini hond -, so má eg
vita um tey, hvørji tey eru og
hvar tey búgva. Eg vendi
mær til nógv persónliga og
eru tey ikki sinnað at taka
lut í virkseminum, sum vit
kunnu bjóða, noyðir eingin
tey, sigur Hans Hansen.
Á jøvnum feti
Yvirornaða endamálið hjá
ISB við arbeiðinum hjá
ítróttarkonsulentinum er, at
brekað fólk verða innlimað í
itrottarfeløg á jøvnum føti
vid onnur. Vid ødrum ordum
er målid, at hvørt einstakt
ítróttarfelag í landinum fær
eina deild fyri brekað á
sama hátt sum feløgini hava
eina kappingarnevnd og
eina bingonevnd. Er talan
um eitt svimjifelag skal við-
komandi felag eisini hava
eina deild fyri brekað. Ann-
að hvort skulu tey brekaðu
kunna svimja í felagnum
ella verður tíð sett av til tey.
- Tað at tú ert brekaður
skal ikki gera, at tilboðini
fækkast. Hetta fylgir eisini
andanum í nýggju fólka-
skúlalógini. At tú ert føddur
við breki, er nóg stórt brek í
sjálvum sær, sigur Hans
Hansen.
Sambært endamálsorð-
ingini hjá ISB, skal sersam-
bandið virka til frama fyri
oll fólk í Føroyum, sum bera
brek. Øll, sum bera brek,
møguleika at íðka ítrótt
Hans Hansen varð 1. juli settur í starv sum ítróttar-
konsulentur hjá ÍSB. Hann heldur til í ÍSF-húsinum, og fólk
kunnu altíð venda sær til hansara við fyrispurningum.
Mynd: Jens Kristian Vang
skulu hava møguleika at
íðka ítrótt, bæði innan ítrótt
og kappingarítrótt. Eisini
fólk, sum fáa brek seint í liv-
inum, eitt nú av eini heila-
bløding, skulu fáa tilboð um
íðkan av ítrótt.
- Enn eru vit ikki komin
so langt áleiðis í arbeiðinum
fyri at finna út av, hvussu vit
skulu fara fram, tá ið talan er
um hesi, sum fáa brek sum
vaksin og tilkomin.
ISB arbeiðir við at gera
ein faldara, sum kemur út til
oll, sum bera brek. Faldarin
verður ein kunning um,
hvørjar møguleikar ISB
hevur at bjóða. Hann verður
lutvíst afturlítandi, har hugt
verður at, hvat er fingið á
skafti, og lutvíst frameftir-
lítandi, har hugt verður at,
hvørji tiltók eru fyri framm-
an.
Storur tørvur á dagrøktarmammum
- Sókja nóg mikið av dagrøktarmammum hesa ferð, sleppa 60 børn inn i dag-
róktarskipanina afturat í Tórshavnar kommunu
TURIÐ KJØLBRO
Í hesum døgum lýsir Tórs-
havnar byråd eftir dagrøkt-
armammum. Dagrøktar-
skipanin i Tórshavnar
kommunu er normerað til
300 børn, men av tí, at so
stórt trot er á dagrøktar-
mammum, er talið á børn-
um, sum eru í skipanini, væl
minni. Søkja nóg mikið av
dagróktarmammum hesa
ferð, sleppa 60 børn inn í
ansingarskipanina afturat.
Sostatt er talan um ein tørv á
umleið 10-15 dagrektar-
mammum. Velur ein dag-
róktarmamma bert at hava
børn undir try år, kann hon í
mesta lagi hava fyra børn.
I vår fingu dagrøktar-
mammurnar í Tórshavnar
kommunu nýggjan sátt-
mála, sum bæði gevur teim-
um betri løn og betri ar-
beiðsviðurskifti. Umframt
eru nógv onnur viðurskifti
bøtt. Eitt nú eru spælistovur
komnar ymsa staðni, og øk-
ispedagogar eru settir í
starv, sum eru góður stuðlar
hjá dagrøktarmammunum.
At tað kortini er so trupult at
fáa fatur á nóg mikið av
fólki, ið vilja átaka sær at
verða — dagrøktarmamma,
kemst uttan iva av langa og
strævna arbeidsdegnum.
- Tað er strævið at vera
dagrøktarmamma, tað er
ógvuliga bundið, og ar-
beiðsdagurin er longri enn
hjá øðrum. Tey, ið starvast á
dagstovnum eitt nú, hava
ikki so langan arbeiðsdag,
sigur Eyðun Jensen, leiðari
á sosialu deild í Tórshavnar
býráð.
Tryggari og
áhugaverdari
Hvussu útlitini eru til, at
fleiri dagrøktarmammur
verða settar í starv, veit leið-
arin á sosialu deild ikki.
Hann vísir á, at bøttu ar-
beidsumstødurnar hjá dag-
røktarmammunum gera, at
tað er væl tryggari og åhug-
averdari at vera dagrøktar-
mamma í dag í mun til fyrr.
- Tær kunnu altíð venda
sær til økispedagogin um
vegleiðing, sigur Eyðun
Jensen.
Tríggir = økispedagogar
hava síðsta árið starvast í
dagrøktarskipanini hjå
Térshavnar byråd. Uppgåva
teirra er fyrst og fremst at
vegleiða og ráðgeva dag-
røktarmammunum, at vera
teirra bakland viðvíkjandi
børnunum.
- Skipanin gongur báðar
vegir, soleiðis, at foreldur
kunnu kenna seg trygg í, at
heimið, sum barn teirra
kemur í hvønn dag, fær ta
ráðgevingina, ið er neyðug.
Og samstundis hjá dagrøkt-
armammuni, at hon fær veg-
leiðing um viðurskifti, ið
viðvíkja børnunum og
starvinum, sigur Eyðun Jen-
sen.