Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 10 - 15. januar 2005 Suðuroyingar og politikara – Fiskavirking og Framtaksgrunnurin hava ikki skapt trupulleikan í Suðuroy. Men tað eru politikararnir og suðuroyingar sjálvir, sum hava havt møguleikarnar at loysa teir, sigur Hans Andrias Joensen, nevndarlimur í Framtaksgrunninum SUÐUROY OG FRAM- TAKSGRUNNURIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað eru ikki Fiskavirking og Framtaksgrunnurin, sum hava skapt trupulleikarnar í Suðuroynni. Tað sigur Hans Andrias Joensen, nevndarlimur í Framtaksgrunninum. Og hann sigur, at skulu trupulleikarnir í Suðuroy loysast, eru tað fyrst og fremst suðuroyingar sjálvir og politikararnir, sum hava havt møguleikarnar fyri tí. Men politikarnir hava onki gjørt og eisini suður- oyingar mugu taka í egnan barm. Hans Andrias Joensen er rættiliga fortørnaður inn á Hendrik Old og onnur, sum tvinna trupulleikarnar í Suðuroynni saman við Fiskavirking og Framtaks- grunninum. Og fyri fyrstu ferð tekur ein nevndarlimur í Fram- taksgrunninum blaðið frá munninum og svarar teim- um ógvusligu álopum aftur, sum bæði politikarar og onnur, hava havt á Fram- taksgrunnin og Fiskavirk- ing. Ì Sosialinum hósdagin segði Hendrik Old, at hann var til reiðar at varpa nevndina í Framtaksgrunn- inum á dyr og at fáa annað fólk í nevndina sum vildi lata virkið í Vági upp, ella vildi selja øðrum tað. – Sostatt er hann farin upp í kórið hjá Bjarna Djurholm, sum eg havi bestan hug at kalla avtøku- málaráðharra, eftir at hann fyrst avtók alivinnuna og nú eisini ætlar sær at avtaka Framtaksgrunnin. – Eg kann eg bara siga fyri meg, at eg eri til reiðar at verða varpaður á dyr, sigur Hans Andrias Joen- sen. Kundu strika kravið um at fáa 93 milliónir Hann minnir á, at Fram- taksgrunnurin er ein vinnu- rekandi grunnur, sum hevur eitt einasta endamál og tað er at fáa avkast av sínum íløgum. – Framtaksgrunnurin er ikki ein menningargrunnur. Vilja politikararnir, hava ein menningargrunn so skulu teir bara seta ein á stovn og bara hava eina nóg stóra játtan á fíggjarlógini til at gjalda fyri virksemi við, sum gevur hall. – Vil landstýrið at Fram- taksgrunnurin skal taka virknari lut í vinnuni, nú tað brýtur í bæði borð, bæði hjá Framtaksgrunninum og vinnuni, eisini takkað verið einum miseydnaðum vinnupolitiki, kundu teir hóskandi byrja við at slept kravinum um, at Framtaks- grunnurin skal betala landskassanum 93 milliónir aftur nú. – Við at krevja, at Fram- taksgrunnurin skal betala landskassanum 93 milliónir aftur, skerja teir virkis- møguleikarnar hjá grunn- inum munandi. Vildu teir tí havt, at Framtaksgrunnurin skuldi havt ein virknari leiklut í føroyskum vinnu- lívið, eisini í Suðuroy, kundu teir fyrst av øllum slept kravinum um at fáa tær 93 milliónirnar, tí hetta er helvtin av grunninum, sum nú verður tikin úr hon- um, sigur Hans Andrias Joensen. – Hetta verður enntá gjørt ímeðan føroyskt vinnulív er á veg niður av aldukambinum, uttan at vit vita, nær vit eru komin heilt niður í aldudalin. – Og hetta er ikki ein niðurgongd, sum vit hava nakra sum helst ávirkan á, tí her er talan um lækkaða keypiorku úti í heimi, hækkaðan oljuprís o.s.f.r. – Eg vil minna politikar- ar á, at tað er ikki nevndin í Framtaksgrunninum, sum kann gera nakað við, at tað er trupult at reka fiskivinnu á landi. Og tað er altso ikki bara í Suðuroynni tað er trupult at fáa lønsemi í fiskaframleislu. – Hinvegin eru tað bara politikarar, sum kunnu gera nakað við, at kostnaðurin fyri tær tænastu, sum vinn- an má keypa sær, er so dýrur, sum ongantíð fyrr. – Allar tænastur eru dýr- ar, bæði orka og aðrar tæn- astuveitingar til vinnuna. Ikki minst er arbeiðsmegin dýr. Lønarlagið kundi verið lækkað, uttan at lækka keypiorkuna hjá arbeiðs- fólkinum. Tað kundi verið gjørt við at lækka skattin. Tað er so ein møguleiki hjá politikarum at hjálpa til at fáa gongd aftur á flakavinn- una og aðrar útflutnings- vinnur. – Kostnaðarstøðið er høgt og tað eru fyrst og fremst politikararnir, sum kunnu ávirka tað, men eisini her hava teir sovið í tímanum og hava onki gjørt fyri at bøta um okkara kappingarførið, sigur Hans Andrias Joensen. Tvørturímóti heldur hann at landspolitikarar kasta alla ábyrgdina frá sær við at leggja fleiri og fleiri máls- øki yvir á kommunurnar at umsita. – Tá ið tíðir versna, verða tað sostatt kommunupolit- ikarar, sum koma at standa fyri skotum og ikki teir sjálvir. Hann vísir eisini á, at í nógv ár høvdu vit methøg- an fiskaprís og metlága rentu og metlágan oljuprís, samstundis sum vit hava fingið eina innspræning upp á eina góða milliard úr Danmark í hjálp fyri at fáa gongd aftur á samfelagið fyrst í nítiárinum. – Orsøkin til innspræn- ingina var vánalig politisk stýring og einki annað. – Men síðan gongd kom aftur á samfelagið hava vit kortini ongar nýggjar útflutningsvinnur fingið og ein orsøk til tað er at politikarar ikki hava skapt tær neyðugu fortreytirnar. – Tvørturímóti at alivinn- an avtikin, tí vinnupolitikk- urin sveik og ikki tók trup- ulleikan upp í rættari tíð. – Somuleiðis hevur tað almenna gingið á odda at trýst lønarlagið upp. Sostatt eru tað tær almennu lønirn- ar, sum legga støðið fyri lønarlagnum og tað er bæði óvanligt og óheppið fyri útflutningsvinnuna. Varpa Hendrik Old á dyr Annars Hans Andrias Joen- sen, at suðuroyingar áttu at umhugsa at varpa Hendrik Old á dyr. – Alt talar fyri at Hendrik Old ikki er sína uppgávu vaksin. Hann er valdur í løgtingið og har hevur hann sitið í nógv ár. Hann er enntá limur í samgonguni og formaður í vinnunevnd- ini. Tí hevur Hendrik Old havt so góðar møguleikar sum nakar at skapt teir neyðugu karmarnar, so at vinnan í Suðuroy fekk umstøður at virka. Hans Andrias Joensen vísur á, at politikarar og aðrir suðuroyingar føra fram, at orsøkir til vinnu- liga bakkastið í Suðuroy eru flutningskostnaðir og flutningsmøguleikar, bæði innanlands og ímillum Suð- uroynna og umheimin. – Hvør hevur betri møgu- leika at ávirka flutnings- kostnaðin enn Hendrik Old og hinir politikararnir, men teir hava latið staðið til í fleiri ár. – Er tað nakar, sum kann ávirka flutningskostnaðin ímillum Suðuroynna og Havnina, er tað politikar- arnir, og tá serliga formað- urin í vinnunevndini, Hendrik Old. – Og hvør hevur betri møguleikar at leggja lunnar undir betri flutning ímillum Suðuroynna og umheimin uttan politikarar og tá ser- liga formaðurin í vinnu- nevndini, Hendrik Old – Men tað hava politik- arar ikki gjørt. Tvørtur- ímóti avtóku teir fyri nøk- rum árum síðani tað bein- leiðis sambandið sum var ímillum Suðuroynna og Skotland. Í øðrum lagi heldur Hans Andrias Joensen, at vinnan í Suðuroy kann sjálv leggja lunnar undir eitt slíkt flutn- ingssamband. Suðuroyingar taka í egnan barm Og har heldur Hans – Ongin hevur havt so góðan møguleika at skapa karmar fyri vinnulívi í Suðuroy, sum Hendrik Old, Bjarni Djurholm og aðrir politikarar, m í egnan barm. Hví avreiða teir ikki meiri í oynni og hví hava teir selt 6-8 fiskiloyvi av onni seinastu árini, spyr Hans Andrias Joensen, nevnd