Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2005 7 ar mugu taka í egnan barm Andrias Joensen, at eisini skipaeigarar í Suðuroy mugu taka í egnan barm. – Tað hevur verið ført fram, at trolararnir í Suð- uroy fiska 30.000 tons um árið. Hví avreiða teir so ikki meiri enn 5.000 tons í Suðuroy. Høvdu tey avreitt meiri í Suðuroy, kundu tey gjørt sítt til at tað varð grundarlag undir einum beinleiðis flutningi ímillum Suðuroy og Skotlands. – Summi av skipunum eiga í virkjum, so tað átti at borið til at funnið skipanir, so at skipini kundu avreitt í oynni. Men hví taka suður- oyingar seg ikki saman og fáa vinnuna í Suðuroy upp á føtur, spyr hann. – Harafturat skerst ikki burtur, at seinastu fáu árini eru eini 6-8 fiskiloyvi seld av Vágsfirði og úr Suðuroy sum heild, til vinnulívs- menn norðanfyri – bara fyri løtuvinning. – Tí eiga vinnulívsmenn í Suðuroy eisini at taka í egnan barm. – Tað eru suðuroyingar sjálvir, sum hava lýst tey til sølu og ikki nakar annar, sum hevur tvinga teir at selja. Hvat meir kunnu suðuroyingar krevja? Hans Andrias Joensen vísir á, at Fiskavirking hevur bjóðað suðuroyingum at yvirtaka feløgini, sum róku flakavirkið í Hvalba og saltfiskavirkið í Vági ókeypis. – Hvat meiri kunnu suð- uroyingar krevja enn at fáa feløgini fyri einki, púra skuldarfrí, spyr hann. – Tá ið nú suðuroyingar kunnu fáa feløgini fyri einki, og tað skuldarfrí aft- urat, er tað so framvegis ein trupulleiki hjá Framtaks- grunninum, at onki fæst at rigga har suðuri. Nevndarlimurin í Fram- taksgrunninum biðjur suð- uroyingar spegla sær í klaksvíkingum og hyggja at, hvussu væl tey har norðuri standa saman um vinnuna. Hans Andrias Joensen sigur, at veruleikin er, at flakavirkið í Hvalba og saltfiskavirkið í Vági góvu stórt hall. – Tað er ikki eftirfarandi, tá ið Hákun Steingrímsson sigur, at gongdin var við at venda, sigur Hans Andrias Joensen. Men tað var ikki bara virksemi í Suðuroynni, sum gav hall hjá fiskasøl- uni. Og meiri vil hann ikki inn á tann spurningin. – Tey góvu stórt hall og tað var ongin vón fyri, at vend skuldi koma í. Og tá ið tað er støðan mugu virkini leggjast still, ella má onkur annar yvirtaka tey, sum sær ein møguleika fyri teimum. – Og nú hava suðuroy- ingar so møguleikan, so fáa vit at síggja, hvat teir fáa klára at stápla á føtur, og um teir síggja ein møgu- leika at venda gongdini, nú teir fáa møguleikan at byrja við skuldarfríir. – Hákun Steingrímson hevði heldur ikki fígging at keypa Fiskasøluna, tá ið teir fyri nøkrum vikum síð- ani bjóðaði Framtaks- grunninum 47 milliónir fyri Fiskasøluna. – Tí er tað ikki talan um, at Framtaksgrunnurin hev- ur víst einum góðum boði uppá eina vánaliga fyritøku frá sær. – Tvørturímóti høvdu teir eina váttan frá einum pen- ingastovni uppá, at teir onga fígging høvdu. Tað var einasta váttan, teir høvdu, sigur Hans Andrias Joensen. Hann heldur tvørtur- ímóti, at Fiskasølan og Fiskavirking skuldu verið løgd saman fyri langari tíð síðani. – Vit løgdu tær báðar fyritøkurnar saman fyri at styrkja lønsemið í teirri samlaðu fyritøkuna og fyri at geva henni eitt hægri søluvirði. Men vóru tey løgd saman fyrr, var Fiska- virking kanska longu selt, sigur nevndarlimurin í Framtaksgrunninum. – Hinvegin vita vit, at Fiskasølan gekk illa og ein- hvør eigari, sum áttu tvey virki í somu vinnugrein, hevði lagt tær saman, um so var at tað hevði gjørt tað samlaðu fyritøkuna sterk- ari, so at úrslitið harvið varð betri. Átaluvert Hans Andrias Joensen átalar eisini tað, sum hann kallar eina skipaða niður- gerðing av stjóranum og nevndini í Fiskavirking og nevndarlimunum í Fram- taksgrunninm. – Meinhard Jacobsen vendi gongdini í Fiskavirk- ing og gjørdi hana til eina sunna fyritøku og tí er tað nógv fyri, at hann skal fáa lortaspann omaná lorta- spann omanyvir seg fyri nakað, hann onki hevur havt við at gera, sigur hann og sipar til virksemið hjá fiskasøluni. – Hinvegin hevur nevnd- in í Framtaksgrunninum álagt honum at taka upp eftir ævintýrið hjá Fiskasøl- uni. Og limirnar í Framtaks- grunninum hava politikar- arnir sjálvir valt. – Eg giti, at eg eri valdur í nevndina fyri Framtaks- grunnin av tí at eg eri vinnulívsmaður. Eg avi ikki biðið um at sleppa í nevnd- ina, men eg eri biðin um at verða í nevndini. Og tá ið eg játtaði at koma í nevnd- ina, var tað tí, at eg vildi taka arbeiðið í álvara og at røkja tað samvitskufult. – Og tað haldi eg, at bæði eg og restin av nevndini hevur gjørt, sigur hann. – Men hevur Hendrik Old eitt betri boð uppá, hvussu Framtaksgrunnurin skal rekast, er bara at velja hann í nevndina. Hans Andrias Joensen sigur, at Løgmaður hevur verið siðiligur í spurningin- um um Framtaksgrunnin og í málinum um at leggja Fiskasøluna og Fiskavirk- ing saman. – Tí vóni eg, at hann er skeivt endurgivin, tá ið hann í eini grein í Sosialin- um og á Portalinum verður endurgivin fyri at sita, at Framtaksgrunnurin tekur Smiril Line fram um ein loysn á trupuleikunum í flakavinnuni í Suðuroynni. – Hendan skuldsetingin er heilt burturvið. Fram- taksgrunnurin skal viðgera allar umóknir eins og or- søkin til at vit seta pening í eina verkætlan er eina og aleina tí, at nevndin metir, at íløgan fer at geva avkast. – Tað er endamálið hjá Framtaksgrunninum og skal tað broytast, má enda- málið við Framtaksgrunn- inum broytast og so má hann gerast til ein menn- ingargrunn ístaðin. – Men vit eru ikki á fíggjarlógini og haðani er sostatt ongin fígging at fáa. Tí mugu okkara íløgur geva avkast, annars verður grunnurin skjótt tómur. – Tí átalar Hans Andrias Joensen atfinningarnar frá politikarum og øðrum, sum hann kallar illa undirbygdar og beinleiðis lygn. – Endamálið hjá politik- arum er at fáa lættvunnar atkvøður. Orsøkirnar til at- finningarnar frá teimum privatu, er, at tað tænir teirra privatu áhugamálum. Skaðar møguleikarnar í Vági Hans Andrias Joensen heldur eisini, at hendan skipaða niðurgerðingin frá politikarum og øðrum á Fiskavirking og nevndina í Framtaksgrunnin, kann skaða møguleikarnar at fáa nevndarlimir í nevndina fyri grunnin. Hann stúrir eisini fyri, at hetta kann skaða kreditt- virðið hjá Fiskavirking og teimum einstøku nevndar- limunum í Framtaks- grunninum. – Hvat skulu fíggingar- stovnarnir halda, tá ið landsins hægstu menn hava so ringt orð til okkara, spyr hann. – Men hinvegin má eg nú siga, at eg havi ikki bein- leiðis merkt, at tað, sum Hendrik Old ber fram, hev- ur skaða mítt kredittvirði í peningastovnunum, leggur hann afturat. Virkið í Vági vil Hans Andrias Joensen ikki siga so nógv um, tí tað er Fiska- virking sum eigur tað og tí er tað leiðslan og nevndin í Fiskavirking, sum mugu svara fyri tí. – Men virkið hevur ikki ligið stilt alla tíðina. Hin- vegin hevur tað eisini verið alment frammi um at Fiska- virking arbeiðir við eini ætlan á virkinum í Vági. – Hinvegin hevur hendan miðvísa niðurgerðingin frá politikarunum gjørt tað munandi truplari at fáa fígging til eina nýggja ætlan sum tað í Vági. – Tað er fryktandi fyri, at peningastovnarnir aftra seg við at luttaka í eini slíkari ætlan, tí ongin veit, hvat politikarnir kunnu finna uppá. Hendan tíðin hevur víst, at politikararnir eru heilt óútrokniligir, tí teir kunnu hálsa um, nær tað skal vera og tað fær pen- ingastovnar at hveppa seg við fíggja ætlanina, heldur nevndarlimurin í Framtaksgrunninum. – Tí er tað ómetaliga óheppið og beinleiðis skaðiligt fyri Fiskavirking og Framtaksgrunnin, at politikarnir eru so niður- gerðandi, sigur Hans Andrias Joensen. men teir hava allir sovið í tímanum. Samstundis mugu suðuroyingar taka arlimur í Framtaksgrunninum – Suðuroyingar áttu at umhugsa at varpa Hendrik Old á dyr og at valt sær annað umboð á Ting. Hendrik Old og ðarir politikarar skaða møguleikarnar hjá Fiskavirking at fáa fígging til virksemið á tí stóra flakavirkinum í Vági, sigur Hans Andrias Joensen, nevndarlimur í Framtaksgrunninum