Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 10 - 15. januar 2005 – Eg mól bara runt um meg sjálva – Tú kanst ætla, at vit fingu ein hvøkk henda morgunin, tá vit blivu uppsøgd. Og eg skal siga tær akkurát sum er – eg bleiv forferdi- liga kedd. Hóast vit høvdu ein varhuga av tí, so visti eg ikki hvat eg skuldi gera, og hvussu eg skuldi rea- gera, sigur Marianna Poulsen, ein av teim- um arbeiðsleysu hvalbingunum KREPPA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tað kom dátt við hjá mong- um, tá íalt 89 tímalønt flakafólk vórðu uppsøgd í Vági og í Hvalba í farnu viku. Hetta rakti meint, tí bygdirnar báðar eru nær tengdar at fiskivinnuni, og uttan fiskaarbeiði, fer helst at vera trupult at hugsa um eina framtíð á hesum støð- um. Ein teirra, sum varð upp- søgd í farnu viku, var Mari- anna Poulsen í Hvalba. Hon hevur í mong ár arbeitt á flakavirkinum í Hvalba, men kann nú skráseta seg sum arbeiðsleysa eins og hini 88. Tað kom sum eitt sjokk uppá hana, tá stjórin í Fiskavirking boðaði teim- um frá, at einki arbeiði varð til teirra á virkinum í Hvalba. Hetta virkið sum týðir so nógv fyri bygdina. Og hetta virkið sum í veruleikanum eigur lívið í nógvum heimum – ja, í sjálvari bygdini. Hóast tey høvdu ein ill- gruna um tað, komu tíð- indini púra óvart á tey øll. Fólk vóru kedd, hørm, ørkymlaði og í døpurhuga av hesum. Eisini Marianna. – Ja, tú kanst ætla at eg bleiv kedd. Serliga tá eg hugsaði um allar tær ungu familjurnar her í bygdini, sigur Marianna. Umframt starvið sum flakakvinna er hon eisini forkvinna í Arbeiðskvinnu- felagnum "Roynd". Hetta felag hevur verið virkið í tí at tryggja bygdini hetta arbeiðsplássið. men fyribils er líkt til, at flestu limirnir eru uttan arbeiði. Ein spurningur um tíð Mánakvøldið 29. november í fjør fór Marianna til song- ar sum vanligt. Hvørki hon ella nógv onnur í Hvalba vistu tá um tann fundin, sum tá varð hildin í einum hølum í Havn. Fundurin sum skuldi avgerða, at Fiskasølan bleiv løgd undir Fiskavirking. Men 8 tímar seinni skuldu tey so sanniliga fáa úrslitið av hesum fundinum at vita. Og tað uppá ein heldur barskan máta. Tá Marianna og øll hini vaknaðu morgunin eftir, týsdagin 30. november, varð sum siður er tendrað fyri útvarpinum. Tá fekk hon at hoyra nakað, sum kom púrasta óvart á hana: Nú var samanlagt. Og nú var bara Fiskavirking eftir. Í øðrum heimum í Hvalba komu hesi tíðindini eisini óvart á, og tey mundu nú gruna, hvønn veg tað bar við flakavirkinum í bygd- ini. Tað hevði neyvan nógv- ar dagar eftir, út frá tí sum varð sagt um framtíðina hjá Fiskavirking. Tey tímaløntu starvsfólk- ini á Fiskavirking í Hvalba vórðu tó ikki uppsøgd for- melt henda dagin, men tað mundi bara vera ein spurn- ingur um tíð. – Vit livdu í óttanum gjøgnum allan desember mánaða – ja, í sjálvum jóla- mánaðinum, tá vit royna at gera alt gott fyri hvønn annan. Hesin mánaður var fyri okkum ein mánaður í stórari óvissu. – Vit fingu einki at vita um nakað sum helst. Eingin segði nakað, hvørki orð ella ei við okkum. Ikki fyrrenn Meinhard Jacobsen kom suður her í farnu viku og segði okkum øllum upp, sigur hon. Tey ungu ringast fyri Fyri tey tímaløntu flaka- fólkini í Hvalba var tað næstan sum at fáa morgun- matin í rangastrúpan, tá tíð- indini bórust í Útvarp- inum. – Tú kanst ætla, at vit fingu ein hvøkk henda morgunin. Og eg skal siga tær akkurát sum er – eg bleiv forferdiliga kedd. Hó- ast vit høvdu ein varhuga av tí, so visti eg ikki hvat eg skuldi gera, og hvussu eg skuldi reagera beint aftaná, at vit høvdu fingið hetta at vita. – Eg gekk faktiskt bara og mól rundan um meg sjálva í fleiri tímar. Hetta høvdu vit als ikki væntað, sigur Marianna. Sjálv eru hon og maðurin kanska ikki tey, sum eru ringast fyri. Men hon hugs- aði beinanvegin – og hugs- ar framvegis – um tey ungu flakafólkini. – Hvat skal verða av teimum? Og hvar skulu tey verða í framtíðini? Er og verður Hvalba eitt pláss fyri ungar familjur í fram- tíðini? Ja, spurningarnir eru nógvir, sigur hon. Men svarini eru fá. Fyri Mariannu er tað ein spurningur, um tað unga fólkið kann verða verandi í bygdini. Har er einki at bjóða teimum í løtuni, uttan arbeiðið á flakavirkinum. – Eg eri greið yvir, at tey mugu hava eitt arbeiði ella lærupláss her. Annars rýma tey. Og tey sum fáa sær eina útbúgving, tey koma neyv- an aftur, tí tað er einki at koma aftur til. Klárað skerini fyrr Nú er meiri enn hálvonnnur vika síðani Marianna varð uppsøgd, og enn eru eingi útlit fyri at arbeiðspláss hennara verður latið upp- aftur í bræði. Hesa tíðina, hon hevur verið uttan arbeiði hevur hon ikki fingið tað stóra í lag. Hon hevur spurt seg fyri um nakað nýtt var at frætta um virkið og hon hevur sjálv verið á fundi í samband við hetta. – Nei, hetta hevur ikki verið nøkur góð tíð. Eg havi bara gingið og malið rundan um meg sjálva, sigur Marianna, sum sigur seg vóna, at virkið kann lata uppaftur. – Vit hava øll eina vón um at tað fer at henda. Vit hava fyrr verið í eldi og kláraðu tá skerini. Og eg vænti, at vit klára tað eisini hesaferð. Øll eru niðurtyngd Marianna er ikki millum tey, sum eru ringast fyri í Hvalba, tí maðurin hevur arbeiði og børnini eru farin heimanifrá. Men hann var sjálvandi keddur um, at konan misti sítt arbeiði. Hann var eisini forferdi- liga keddur um at tað skuldi henda so. Serliga tí hetta hendi í sjálvum jólamánað- inum. Kona hansara, Mari- anna er jú sjálv komin nak- að til árs, so tað avmarkar møguleikarnar fyri útbúgv- ing og tílíkum. – Vit orka líkasum ikki at hugsa so langt fram í tíðina. Vit taka bara ein dag ísenn, sigur hon. Hetta hevur ikki einans ávirkað heimið hjá Mari- annu. Kring alla bygdina eru fólk sera hørm um støðuna og framtíðina hjá bygdini, sum ikki sær so ljós út. Øll bygdin er niður- tyngd av hesum. – Hvussu skalt tú kunna savna tankarnar um nakað sum helst, tá tú verður koyrdur til hús eftir einari nátt? Hvussu við framtíðini hjá Hvalba? Hvat er Hvalba uttan eitt flakavirki? – Vit hava bara fiskin. Vit hava trolarar, og teir hava givið nógv av sær. Og teir hava givið bygdini nógv. So kanska er ein ávísur møgu- leiki fyri at vit sleppa til arbeiðis aftur einaferð í framtíðini, sigur Marianna Poulsen. Hon hevur luttikið á fundum um støðuna hjá flakavirkinum. Tey hava fingið eitt tilboð um fram- tíðina í virkinum, men enn er einki avgjørt í hesum sambandi. Ímeðan bíðar fólkið í Hvalba eftir eini loysn, sum skal tryggja hvalbingum ein nýggjan dag. Og eitt trygt arbeiðspláss. Eina trygga framtíð. – Hvussu er tað at vera barn, tá annað ella bæði for- eldrini eru sálarliga sjúk? Henda spurningin ætlar Sinnisbati nú at seta ljós- kastaran á. Tí verður boðið til eina ráðstevnu um hetta evnið í næsta mánaði. Til hesa ráðstevnuna eru øll boðin, sum hava áhuga fyri evninum, m.a. fólk innan heilsuverkið, sosial- ráðgevarar og onnur. Ráðstevnan verður hild- in á Føroya Læraraskúla. Her verða fyrilestrar, sam- talubólkar og reflektións- bólkar á skránni, teir báðar dagarnar ráðstevnan varir. Gestir koma úr Danmark til ráðstevnuna, men eisini forkvinnan í Sinnisbata, Soffi Egholm fer at hava orðið. Umframt hana fer m.a. leiðarin á dagstovnin- um í Hoyvík, Anna Maria Erlingsdóttir Anthoniussen fer eisini at siga frá, hvussu tey úti á stovnunum síggja hesi børn. Øll familjan Tá ið ein mamma ella pápi eru sálarliga sjúk, so verður barnið eisini ávirkað av tí. Tey hava sjálvandi tørv á umsorgan og stuðli frá for- eldrunum, men tá annað av foreldrunum fær eina sál- arliga sjúku, verður familju- lívið fullkomuliga broytt. Tað verður aldrin tað sama. Fyrr var hesin trupul- leikin als ikki nakar trupul- leiki, av teirri einfaldu orsøk at einki varð tosað um hetta. Hesi børnini gingu tí ofta einsamøll og stóðu sera einsamøll við sínum trupulleikum og spurningum. Men hesi seinastu 10 ár- ini er nógv sagt og skrivað um hetta evnið, og nú er so túrurin eisini komin til Føroyar. Nú skal ein ráð- stevna haldast, har hesi børnini verða tikin fram og teirra støða lýst. Endamálið við hesi ráð- stevnuni í næsta mðanað er at fáa gongd á eina positiva menningargongd. Við hes- um ynskir ein at betra um umstøðurnar hjá hesum børnum og ungfólki, eins og hjá teirra sálarliga sjúku foreldrum. Gongur so sum fyrireik- ararnir ætla, so verður skip- aður ein tvørfakligur áhugabólkur, sum kann verða við til at seta ymisk tilboð í verk til børnini og foreldur teirra. sb. Børn hava brúk fyri serstakari umsorgan – Vit orka ikki at hugsa so langt fram í tíðina. Vit taka bara ein dag ísenn, sigur Marianna Poulsen, h.m., ein av teimum arbeiðsleysu hvalbingunum Mynd: Áki Bertholdsen