leygardagur 15. januar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2005
9
Nýggjasta og størsta
skipið hjá danska
herflotanum, Absa-
lon, kemur til Føroya
um vikuskiftið
FLOTAVITJAN
Stásiliga herskipið Absalon
hjá donsku verjuni, kemur
til Føroya um vikuskfitið
og fer her at hava venjingar
saman við sjóverjuskipin-
um Vædderen, sigur Færø-
ernes Kommando í tíðinda-
skrivi.
Vant verður í Nólsoyar-
firði sunnudagin 16 januar,
stendur í tíðindaskrivinum.
Absalon skal saman við
einum systurskipi, sum enn
ikki er liðugt og navngivið,
vera høvuðsstuðulin í al-
tjóða
uppgávum,
sum
danski herflotin í framtíðini
fer at taka lut í. Skipini fara
at vera útgjørd til bæði
hernaðarligar og humanit-
erar uppgávur.
Fyrsta royndin hjá Absa-
lon eftir at hann hevur verið
í Føroyum, verður at royna,
hvussu skipið klárar ymsar
veðurfrøðiligar umstøður.
Bæði í Norðuratlantshavin-
um og í tropunum, sigur
Færøernes Kommando í
tíðindaskrivinum.
ej
Atlantsflog vendi aftur
Flogfarið hjá Atlants-
flog, sum var á veg til
íslands herfyri, vendi
aftur, tí flogskiparin
varnaðist okkur brek
við teknikkinum
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Á veg til íslands herfyri
varnaðist ein floskipari hjá
Atlantsflogi, at okkurt var í
ólagi við teknikkinum hjá
flogfarinum. Hann tók ong-
ar kjansir og vendi aftur í
Vágar
at
fáa
brekið
umvælt.
Magni Arge, stjóriá At-
lantsflogi, váttar, at flog-
farið tann eina túrin vendi
aftur. Hann váttar eisini, at
talan var um tekniskar trup-
ulleikar. Meira vil hann
ikki siga. Hevur ikki hug at
viðgera
detaljur,
sigur
hann.
– Og so nyttar tað so lítið
at spyrja meg um tað tekn-
iska, tí tað hava onnur betri
skil á, enn eg havi, sigur
stjórin á Atlantsflogi.
Men hann vil ikki siga,
hvør so er betri egnaður at
diga, hvat tað var, sum
hendi. Tað er stjjórin, sum
úttalar seg alment um
felagið, sigur hann, og vil
ikki koma inn á, um tað var
eitt hendiligt tekniskt brek,
ella tað var ein menniskja-
ligt mistak, sum gjørdi, at
ikki alt riggaði, sum tað
skuldi.
Magni Arge leggur dent
á, at flogfarið er útgjørd við
dupultari útgerð allastaðni,
soleiðis at um eitt gongur
fyri, er tað næsta klárt at
taka við. Soleiðis var eisini
hetta kvøldið, og tað var
avgjørt
ongantíð
nakar
vandi fyri trygdini.
Flogskiparin valdi at
binda um heilan fingur og
vendi aftur beinanveg, hann
varnaðist
óreglusemið.
Flogfarið varð umvælt í
Vágum og helt so afur til
Íslands og kom heim aftur
sama kvøldið, sigur Magni
Arge.
Oljuavgjaldið á flog-
ferðaseðlum, sum
var ásett herfyri,
verður verandi eina
tíð enn
AVGJALD
Oljuavgjaldið á flogferða-
seðlum verðuru ikki tikið
av aftur fyribils. Til tess er
altjóða oljuprísurin ov
høgur, siga flogfeløgini.
Fólk eru farin at halda,
at nú man oljuavgjaldið á
flogferðaseðlum
skjótt
fara at verða tikið av, tí nú
er brýfrítt bensin til bilar
so bíligt. Og tað mátti
saktans smittað eitt sindur
av á brennievnini til flog-
førini.
Men soleiðis hongur
tað ikki saman sigur stjór-
in á Atlantsflogi. Hetta
hevur einki við hvørt ann-
að at gera.
Magni Arge, stjóri á
Atlantantsflogi, sigur, at
avgjørt er, at so leingi
altjóða oljuprísurin er om-
an fyri 35 dollarar fyri
tunnuna, verður avgjaldið
ikki tikið avaftur. Fríggja-
morgunin var prísurin 45
dollarar fyri eina tunnu, so
tað tykjast ikki serliga góð
útlit fyri eini avtøku, held-
ur hann.
Talið 35 dollarar er eitt
tal, sum fleøgini eru samd
um. Tað er í grundini týska
flogfelagið
Lufthansa,
sum hevur sett tað á, sigur
Magni Arge. Og hesum
støðinum fer Atlantsflog
eisini at fylgja, sigur hann.
ej
Avgjaldið verður
verandi
Absalon vitjar
Absalon er nýggjasta og best útgjørda skipið hjá danska herflotanum
Oljuavgjaldið, sum dýrkar flogferðaseðlarnar, verður eftir øllum at døma ikki tikið av við
tað fyrsta
Flogfarið hjá Atlantsflog, sum var á veg til Íslands, fekk tekniskar trupulleikar og vendi aftur. Stjórin vil ikki siga, hvat tað var,
sum hendi