Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 10 - 15. januar 2005 Vit mugu hugsa meira um tey bleytu - ella tey veiku - í ferðsluni, segði nývaldi formaðurin í teknisku nevndini hjá Tórshavnar býráð í eini frískligari samrøðu við Góðan Morgun Føroyar fríggjamorgunin. Eisini nevndi Marin Katrina Frýdal, at vit eiga at hugsa um súklubreytir og umhvørvi. Hetta eru avgjørt nýggir tónar at hoyra. Ikki tí, nógv er gjørt fyri ferðsluna, eisini fyri at bøta um umstøðurnar hjá fót- gangarunum og børnunum. Men tað er avgjørt ikki gjørt nóg mikið, og vit kunnu ikki siga, at allir vegir, gongubreytir og gøtr, eru nóg trygt hjá fólki - serliga ungum og gomlum at ferðast eftir. Vit kunnu taka skúlarnar og dagstovnarnar sum dømi um atkomumøguleikar, sum ikki eru nóg tryggir, tá vit hugsa um ta nógvu ferðsluna, sum er klokkan átta á morgni. Í Varðagøtu verða hundraðtals børn sett av hvønn morgun í høgru síðu oman eftir, tí flestu bilarnir koma frá býling- unum, sum liggja omanfyri. Øll hesi børnini og foreldrini, sum skulu í barnagarð og í skúla, skulu tvørtur um vegin. Og nú er tað einaferð so, at tað eru aðrir bilar, sum ikki skulu seta børn av, sum í skundi koyra oman eftrir somu gøtu, uttan at gáa um, at børn skulu tvrtur um vegin. At størri vanlukkur ikki eru hendar her, er eitt Guðs undur. Tað sama ger seg galdandi longur niðri við Kommunu- skúlan og við Venjingarskúlan á Frælsinum, har børnini verða sett av bilunum í høgra borði og skulu tvørtur um vegin. Heldur ikki her er nóg trygt hjá børnunum at fara tvørtur um í ferðslumeldrinum. Ein bati kundi verið at havt ferðslupatruljur, men ein varandi loysn hevði verið at havt lummar, sum bilarnir kundu koyrt inn í og sett børnini av undir tryggum umstøðum. Men hesum er neyvan pláss fyri. Tað er frálíkt, at nývaldu býráðspolitikkararnir eru tilvit- andi um hesi viðurskifti, sum ikki eru raðfest nóg frammaliga higartil. Í sama viðfangið kann leggjast aftur- at, at nógvar gongubreytir í høvuðsstaðnum - eisini í høv- uðsgøtunum frá miðbýnum - eru so vánaligar, at tær eru ikki farbærar hjá eldri fólki. Og serliga, tá frost ella kavi er. Hóast framstig eru hend, so má upp aftur meiri gerast við henda trupulleikan, tá tað frystur ella kavi er. Aðrastaðni er vanligt við súklubreytum, men í høvuðsstaðn- um er ikki ein tann einasta súklubreyt, hóast meginparturin av vegakervinum er gjørdur av nýggjum seinastu 25-30 árini. Sjálvandi skuldu súklubreytir verið gjørdar eftir øllum skúlavegum so sum framvið Ringvegnum, oman í Hoydalar, framvið R.C. Effersøesgøtu, Marknagilsvegnum, J.C. Svab- osgøtu, har eisini nógv arbeiðsláss eru o.s.fr. Vónandi eru hetta ikki bara tóm orð, men ein politikkur, sum verður framdur í verki. Tað eru øll, sum gjalda skatt, eisini tey, sum ganga, men sum eru í einum vandabólki á vegunum, tí annaðhvørt eru umstøðurnar ikki nóg góðar, ella tí bilførarar eru ov gáloysnir. Um tað eru kvinnurnar, sum fara at gera allan munin, skal vera ósagt, men í øllum førum er tað gleðiligt, at kvinnur- nar í dag eru so væl umboðaðar í Tórshavnar býráð. DAGSINS MEINING Sosialurin Bleytari virði - kvinnuligt framstig? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Vit kunnu venda gongdini í Suðuroynni Jacob Vestergaard. Akrar Støðan í Suðuroynni hevur verið ovast á skránni sein- astu dagarnar, eftir at Fram- taksgrunnurin valdi at steðga virkseminum á fiskavirkjunum í Hvalba og í Vági, og 89 fólk mistu arbeiði. Ikki tí, útjaðarin hevur verið á skránni longi. Vit hava soleiðis havt nevndir/- arbeiðsbólkar sum hava viðgjørt støðuna, og eru niðurstøðurnar at lesa í m- ø. Útoyggjaálitinum og Øk- ismenningarálitinum. Økis- menning hevur somuleiðis verið á skránni í blaðskriv- ing og í politiska kjakinum. Niðurstøðurnar eru greiðar. Útjaðarin má tak- ast meira við. Fyritreytirnar fyri at búleikast í útjaðar- anum mugu javnstillast við møguleikarnar í miðstaðar- økinum. Við einum vælskipaðum samfelag, við javnbjóðis møguleikum allastaðir, fáa vit eitt enn betur samfelag, øllum borgarunum í landin- um at gagni. Ongin kann verða tjentur við, at partar av landinum, í hesum førin- um Suðuroyggin, bløðir burtur. Hetta hevur politiski myndugleikin sæð, og hevur tikið tung tøk fyri at fáa útjaðaran við. Vága- tunnilin, Norðoyatunnilin, Teistin, Smyril, ferjulegur á Syðradali og Trongisvágs- fjørði, tunnil til Gásadals og skjótt tunnil Hov-Øravík v.m. eru talandi dømir um tað. Fast samband gevur ser- liga góðar umstøður, og kunnu møguleikarnir hjá Vágoynni og skjótt Norð- oyggjum tí ikki samanber- ast við møguleikarnar í Sandoynni og serliga Suð- uroynni. Í hesum samband- inum kann nevnast, at út- oyggjarnar eru í einari ser- ligari støðu, ørvísi enn Sandoyggin og Suðuroygg- in, og mugu tí viðgerðast fyri seg. Politiski mynduleikin má tí fylgja økismenningini upp, serliga viðvíkjandi Sandoynni og Suðuroynni. Hvat skal til í Sandoynni vita sandoyingar betur enn eg, og skal eg tí halda meg til Suðuroynna. Fyri at suðuroyingar, ja allir føroyingar, skulu fáa gagn av íløgunum sum framdar eru/verða í Suður- oynni, mugu vit fáa Suður- oynna upp á sama støði, sum restin av landinum. Í hesum sambandinum kann eg ikki lata vera við at nevna kommunusaman- legging, sum eg metið verða avgerandi, fyri at vit kunnu venda gongdini. Tað verður nógv tosað um, at Suðuroynni tørvar hjálp, og satt er tað, men fyri at vit kunnu verða før fyri at móttaka "hjálp", hvør hon so verður, mugu vit fyrst finna útav at "hjálpa okkum sjálvum". Fyri at møgulig "hjálp" skal verða til gagns fyri alla Suðuroynna, og koma okk- um øllum tilgóðar, mugu vit gera okkum tilreiðar at móttaka "hjálpina", og tað gera vit einans við at leggja kommunurnar í Suðuroynni saman, so Suðuroyggin verður ein samansjóða eind. Við Suðuroynni sum ein- ari sterkari kommunu, sam- anhildi við ætlan landsstýr- isins um at leggja fleiri upp- gávur til kommunurnar, høvdu vit fingið væl av til- trongdum almennum ar- beiðsplássum til Suður- oynna, og kundu á tann hátt verið við til at vent gongd- ini. Løgting/landsstýri høvdu tá havt ein lokalan myndug- leika at samskift við og ikki sum nú, 7 ymiskar, sum hava trupult við at draga eina línu. Kjakið um mið- námsskúla, heilsuskúla og ellisheim í Suðuroynni er talandi dømi um trupulleik- ar, sum vit sjálv kunnu gera nakað við. Eg vil tí heita á borgar- stjórarnar í Suðuroynni, sum komandi vikuskifti skulu møtast at viðgera støðuna í Suðuroynni, um at síggja veruleikan í eyg- uni, og taka stig til samráð- ingar um kommunusaman- legging, har øll Suðuroygg- in verður ein kommuna. Tá vit hava skipað viður- skiftini betur á kommunala økinum, ivist eg onga løtu í, at løgting og landsstýri vísa okkum tað neyðugu vælvildina, so vit verða javnstillaðir við almennum arbeiðsplássum, havandi í huga áður nevndu íløgur í samferðslukervið. Við einari kommunu kundu vit eisini hjálpt betur til á vinnuliga økinum. Vit høvdu tá staðið saman sum ein, og skapt neyðugu karmarnir um alla oynna. Her mugu vit eisini læra at "hjálpa okkum sjálvum" og fyrst brúka tær tænastur vit hava í Suðuroynni, áðr- enn vit fara aðrastaðir, um- framt at vit kundu valt okk- um samstarvspartnarar á ymiskum økjum, sum vóru sinnaðir til at stuðla upp- undir vinnulívið í Suður- oynni. Neyðugt er at gera støð- una upp á vinnuliga økin- um, kanna møguleikar, og gera ætlanir fyri framtíðina. Hetta kundi land og komm- una staðið fyri í felag. Vónandi fylgir Framtaks- grunnurin ráðunum frá "serfrøðingunum" og ein- skiljir Fiskavirking, so suð- uroyingar, møguliga saman við øðrum, fáa møguleikan til at nýta flakavirkini sum Framtaksgrunnurin eigur á Tvøroyri og í Vági. Tankin um at suðuroy- ingar, møguliga saman við øðrum, í einum felag, stóðu fyri allari fiskaframleiðsl- uni í Suðuroynni, er áhuga- verdur og átti ikki at verið so fjarður. Hóast vit eru á markin- um, har tað kann verða trupult at venda gongdini, hava vit, sum nevnt, møgu- leikar sjálv at gera nakað við tað. Tað er tí avgerandi neyðugt, at vit taka av hes- um møguleikanum og "hjálpa okkum sjálvum" fyrst og fremst, tí so fáa vit neyðugu hjálpina frá øðr- um eisini.