Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2005 11 VIÐMERKINGAR Málval Stella Zachariassen Argir Sjálvt um tað eru 3 vikur síðani at flóðaldan oyðilegði ein stóran part av heimlandið mínum, so er sárið sera fríkst enn, og sum sagt fyrr so fari eg til Sri Lanka um miðan februar. Ætlanin var at opnað eitt barnaheim, men av tí at stjórnin á Sri Lanka hevur broytt reglarnar viðvíkjandi adoptión, so verður einki gjørt við tað inntil øll børn eru niðurskrivaði tí at sera nógv børn vera misbrúkt kynsliga ella burturflutt. Mítt hjarta er enn hjá hes- um børnum, sum í stóran mun hava brúk fyri hjálp. Tey hava ongan møgu- leika at fáa sær arbeiði og eru ikki sterk nokk at siga nei ella verja seg ímóti teim- um, sum gera ónt. Hetta er tí at vit mugu gera okkurt, serliga í hesum tíðum tá vit kanska ikki hava nakað, tá er tíð at geva av tí tað er tá vit geva alt vit hava. Grundin til at eg skrivi hetta bræv er henda, at ídag fáa londini alla hjálp tey hava tørv á, men hvat so um ein mánaða ella tveir. Fer alt hetta at verða gloymt? Tí er tað at eg geri planir um at fáa familjur her at stuðla familjur á Sri Lanka hvønn mánaða eftir førimuni, inntil familjurnar á Sri Lanka eru komnar upp á føtur aftur. Peningurin sum fer at koma inn fer til at sikra familjum, teimum fáu sm vit fáa hjálpt, til at fáa hús, heim, skúlagongd o.s.v. Klæðir og mat kunnu tey altíð fáa, og tí heiti eg á tykkum ikki at senda klæði og mat, tí klæðini tey eru í eru ikki tey vit brúka her og maturin er sera annaleiðis. Heldur vil eg heita tykkum á at flyta pening. T.d. kunnu 20 kr. brúkast til at keypa 2 t-shirts ella mat til 4 dagar. Eg vil eg staðfesta at peningurin sum kemur inn ikki fer til mína fer, men óskorðin til hjálpina. Pápi mín, sum er á Sri Lanka er í fer við at kanna møguleik- ar hvussu vit kunnu byggja hús til tær familjur, sum hava tørv á tí. Sjálvandi kunnu vit ikki nøkta tørvin hjá øllum, men vit kunnu hjálpa nøkrum og tað ger mun. Í síðsta skrivi, segði eg at um nakar hevði hug at koma við, so kundu tey ringja og tað hava nógv gjørt, men av tí at lógirnar eru broyttar á Sri Lanka nú, so má eg fara fyrst yvir nú og so verður gjørdur ein plan til at fara yviraftur til summarið og tá kunnu tey í hava hug koma við. Eg fari tær næstu vikur- nar at skriva nøkur lesara- Sjálvandi skal kappingin vera frí Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Eftir at Atlantsflog í eina tíð hevur verið einasta flogfel- ag, ið hevur havt regluliga flúgving millum Føroyar og Danmark, hevur eitt annað flogfelag (DAT) nú eisini bjóðað seg fram á hesi rutu. Í samrøðu við Dimma- lætting 3. januar, sigur stjór- in í DAT, Jesper Rungholm, at av teimum 500 sum ferð- aðust við teirra flogfari um jólini, vóru millum 200 og 300 sum annars ikki høvdu farið út at ferðast, um tey ikki fingu tilboðið frá DAT. Tey fóru avstað vegna lága prísin. Tað er gleðiligt, at fólk, sum annars ikki høvdu ráð til at vitja heim á klettarnar á jólum, nú kortini fingu henda gylta møguleikan. Samtíðis kunnu vit fegnast um, at stóra undirtøkan sum DAT hevur fingið, nýt- ist als ikki at merkja eina tilsvarandi afturgongd fyri Atlantsflog, tí samlaða ferðafólkatalið økist, tá til- boðini gerast fleiri. Men nú skilst á samrøð- uni, sum Dimmalætting hevði við stjóra í DAT, at ivasamt er, hvussu verður við Føroyaflúgvingini hjá felagnum í framtíðini. Stjórin vísir á, at kappingin á Føroyarutuni er ikki frí, eins og í restini av Evropa. Tað eru myndugleikarnir sum geva loyvi til flúgving- ina, og eisini kunnu teir áseta, hvussu nógvar frá- ferðir kunnu vera. Harum- framt skulu ferðaseðlaprís- irnir góðkennast av mynd- ugleikunum. Aðrastaðni í Evropa fáa flogfeløg bót, um tey seta marknaðarkreftirnar til viks, men hjá okkum er støðan júst tann øvugta. Her er tað ein treyt fryi at sleppa at flúgva, at bæði prísir og tal av fráferðum eru avtalaði frammanund- an. Hesum mugu vit koma burtur frá sum skjótast, tí taparin av hesum er kundin. Sjálvandi skal kappingin vera frí. Berghol til Dals Gerhard Lognberg Løgtingsmaður 1) Hoyrdi í fjølmiðlunum, at man visti ikki hvussu bleiv við tunnulsgerð ímill- um Húsavík og Dal. Heldur ikki um peningurin fór at røkka til at projekterað fyri í ár. Hetta vóru úttalilsir frá stjóranum á Landsverki. Eg skal gerða viðmerk- ingar til hetta. Í 2004 var peningur játtaður til kann- ingar av tunnilsgerð ímill- um Húsavík og Dal. Men tað sum hendi, var at Landsverk kom so seint í Sandoynna at arbeiða. So- statt blivu teir ikki lidnir við forkanningarnar. Hetta eiga dalbingar ikki at svíða fyri, tað sær soleið- is út eftir útalisinum. Í hesum árinum - altso 2005, er ein millión avsett til at projekterað arbeiðið við, og tað er eisini tað sum eg fyrihaldi meg til, soleið- is at hetta arbeiðið kann byrja sum skjótast. Vælsaktans kunnu vit ikki bjóða dalbingum eina farleið, sum er beinleiðis vandamikil at ferast eftir. Har ið tað er dagligur kost- ur, at vegurin næstan loysnar undan akfarinum. Ávirkan 2) Annars sær tað ikki út til, at Sandoyggin hevur møgu- leikan leigi avtrat at ávirka nakað í gjøgnum Løgtingið. Tá ið eg havi hoyrt mín góða vin, Jógvan við Keldu gramt seg um at valskip- anin má broytast, tí tað er synd í Tórshavn. Teir fáa ov fá umboð vald inn á ting, sostatt eru teir ov illa um- boðaðir í tinginum. Haraftur ímóti kann Sandoyggin væl verða umboðan á tingi fyri uttan. Slík úttalilsir falla mær fyri brósti. Tórshavn sum flýtur í mjólk og hunangi hevur onga neyð, hvørki so ella so, Jógvan. Nei, royni tit heldur at menna útjaðarin, heldur enn at avvápna hann heilt, soleiðis at eisini røddirnar, sum skulu halda skansan á tingið skulu tagna. Eg vóni at veljarin skrivar sær aftan fyri oyra, hvørjar røddir á tingið vilja avvápna útjaðaran, fyri at fáa eitt enn sterkari miðstaðarøkið. Eitt dømi. Í skrivandi løtu. 3) Tað er ein góður mán- aði síðani eg sá okkara nýggju skútu "Teistan". Skipið bleiv tikið úr sigl- ing í jólamánaðinum. Síðani hevur eitt avloysaraskip silgt um Skopunarfjørð, sum eftir míni meining er óegna. "Teistin" er alt ov nógv úr sigling. Sandoyggin og Suðuroyg- gin liggja soleiðis fyri, at tær mugu hava gott flutn- ingssamband, tann møgu- leikan mugu útoyggjarnar eisini hava. Prísurin til flutning eigur ikki at gerða hesar oyggjar minni kappingarførðar. Liðugt vøra av flakavirkj- um, eigur at fáa flutnings- stuðul. Eg kann t. d. nevna, at tá ein keypur eina bingju av lidnari vøru úr Sandoynni, so er henda vøra í bingjuni uml. kr. 3.000,- dýrari enn á meg- inlandinum. Er hetta minni nøgdir, er prísurin hægri. Til síðst, latið okkum sum stýra hesum landið royna at hjálpa útjaðarinum. Heldur enn at brúka orku uppá at leggja bein fyri hann, við tí ætlan at styrkja miðstaðarøkið. Rættleiðing til RFF um motorsúkkurnar Nevndin í Føroya-MC Leiðarin fyri RFF hevur í bløðunum 5. jan ár eina viðmerking til tað sum Føroya-MC førdi fram um avgjaldsmálið, og lat tað verða sagt beinavegin, at tað var ikki meiningin at fáa eitt blaðkjak burtur- úr men m.a. at vísa á at Føroya-MC, (sum aller- helst restin av Føroya fólk) eisini gongur inn fyri nullhugsjónini um at eingin skal doyggja í ferðsluni. Tó vil tað ikki siga at vit eru 100% samd í, hvat Jón Kragesteen førir fram, men at vit hava sama mál og ymiskar framfararhættir. Tó mugu vit koma við einari rætting til nøkur av teimum hagtølum, sum JK leggur fram. Bitið var serliga merki í donsku tølini yvir deyð á motor- súkklu, sum í talvuni hjá JK, hevði nøkur stór sving uppeftir, serliga í 1999. Eftir at hava eftirkannað tey tøl, sum JK leggur fram, síggja vit, at tað als ikki samsvarar við tølini frá "sikkertrafik.dk", sum bæði RFF og Rådet for Større Færdselsikkerhed (DK) vísir á, tá tað kemur við hagtølum. Sí tabell. Her tosa vit um eina lækking uppá 20% yvir bert 7 ár. So Føroya-MC hevur, bert við at rætta nøkur tøl, gjørt tað nógv tryggari í ferðsluni og so enntá í Danmørkini! Nú er tað einaferð so- leiðis við hagtølum, at ein kann fáa tað burturúr teimum sum ein vil, bara ein setur tey upp á rættan hátt. M.a. kemur JK fram til, at tað skal vera 16 ferðir vandamiklari at koyra á motorsúkklu enn í bili. Hetta er grundað á, at tað eru 10,2 mio. koyrdir km millum hvørja bilvan- lukku og bert 0,6 mio. koyrdar km millum hvørja motorsúkkluvan- lukku í Føroyum. Um vit nýta tølini hjá JK sjálvum og siga, at í meðal koyrir ein bilur 15.000 km árliga, so svar- ar hetta til, at tað pr. bil ganga 680 ár til at tað hendir ein vanlukka. Um ein motorsúkkla í meðal koyrir 3000 km pr. ár, svarar tað til, at tað pr. motorsúkklu ganga 200 ár til tað hendir ein van- lukka. Sostatt er tað ikki 16 ferðir vandamiklari at koyra motorsúkklu enn bili, men "bert" 3,4 ferðir so vandamikið. Hvat hava vit so gjørt her? Hevur RFF gjørt tað ótryggari at koyra motor- súkklu og hevur Føroya- MC gjørt tað tryggari? Ella hava vit í heila tikið gjørt nakað ítøkuligt fyri at gera nakað sum helst tryggari? Í okkara verð hava vit bert víst á, hvussu tað ber til at nýta/misnýta hagtøl, sum ein vil. Men hvat kunnu vit so gera, fyri at fáa ferðsluna tryggari? Sum vit nevndu í umtalaðu grein um av- gjaldsmál, so meina vit ikki at tað er ein gongd leið at hækka avgjaldið á motorsúkklum, tí tá verð- ur aldurin á súklum vænt- andi enn hægri enn í dag, og motorsúkklunar harvið enn meira ótryggar. Um avgjaldið hinvegin lækkar kann man vænta, at mot- orsúkklunar verða yngri og harvið nógv tryggari, men vit halda tó, at ein sera týdningarmikil part- ur av at fáa tryggari ferðslu er upplýsing. At Føroya-MC meldaðu seg sum lim í RFF í ´01 var ikki av tilvild...tað var fyri at betra um trygdina, og eisini koma við okkara vitan á hesum økinum. Vit vilja hervið biða RFF um ein fund, har báðir partar kunna legga síni sjónar- mið fram, og har báðir partar og Føroya fólk vón- andi fara at vinna nakað viðv. ferðslutrygdini. Hagtøl hjá Jón Kragesteen (JK) kontra Sikkertrafik.dk (ST.DK) Ár JK ST.DK Munur 1997 23 19 4 1998 27 21 6 1999 43 26 17 2000 36 24 12 2001 12 12 0 2002 24 24 0 2003 25 25 0 Tils. 190 151 39 Framhald á síðu 12