Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 10 - 15. januar 2005 VIÐMERKINGAR Oljan í undirgrundini og landgrunnsmarkið Miðnámsskúla og røktarheim í Vági og fyrisitingarbygning í Hovi Edmund Joensen Ì útvarpssending um árs- skiftið, kallað Vinnutáttur- in, segði Jan Müller, blað- stjóri á Sosialinum, frá síni áhugaverdu áskoðan um støðuna í føroysku olju- vinnuni hiðartil. Jan er altíð sera áhuga- verdur at lurta eftir. Hann er eldhugaður og brennur fyri sakini. Hansara stóra arbeiði sum fjølmiðlamaður í olju- høpi hevur haft og hevur al- miklan týdning fyri samfel- agið Føroyar og olju- vinnuna í síni heild. Oljan Í sendingini varð nomið við viðurskifti, sum tað frøddi meg at hoyra, at tey vóru tikin fram. Jan vísti á teir stóru trupuleikarnar sum standast av, at føroyingar ikki eiga eitt alment olju- felag sum tey stóru oljufel- øgini kundu vent sær til og samtarva við. Hann vísti eisini á, at heldur ikki hev- ur tað almenna tryggja sær optiónir (framíhjárættindi), sum tað almenna annað- hvørt kundi valt at brúkt ella selt, um feløgini funnu olju ella gass. Hann tók eisini nakað so- leiðis til: Hundrað-tals ella túsund-tals føroyingar slep- pa ikki at vera við í teimum stóru oljusamtøkunum gjøg- num privatu føroysku feløg- ini, tí ikki ber til at takað tað eina privata felagið framum annað. Eg eri so samdur, so samdur! Hetta var júst tað sum eg sum løgmaður og varandi av oljumálum stríddist sum úlvur á skóg fyri. Í tí sambandinum fekk eg gjørda eina serliga frá- greiðing, út yvir tað sum embætisfólk og ráðlegging- arnevndin lótu úr hondum. Serliga frágreiðingin var júst gjørd við hesum fyri eyga, tí hetta var hildið at vera besti mátin at tryggja, at møgulig olja skuldi koma Føroyum og øllum føroy- ingum til góðar. Fyri mær var tað ein sjál- fylgja, at føroyingar skuldu fáa fyrimunir av hasum slagnum og sjálvandi skuldu hesir fyrimunirnir vera ein treyt, sum skuldi fylgja við loyvunum. Føroyingar áttu jú rættin til ráevni í undir- grundini, og hesin rættur skuldi brúkast á bestan hátt. Tíverri var ongin undir- tøka fyri hesum millum frægu embætisfólkini, og tí mæltu tey frá hesum. Og helst av somu orsøk fekst heldur ikki meirluti fyri hesum í tinginum. Hetta er nú bert at harmast um. Nú er spurningurin um hendan samgongan vil og kann rætta teir álvarsligu feilir sum gjørdir vórðu. Landgrunnsnarkið Jan vísir í samrøðuni eisini á, at bretar byrjaðu við at krevja markið norð ímóti Føroyum. Hann vísir á tey góðu samráðingarúrslitini og takkar embætisfólkunum fyri tað. Eingin ivi skal vera um, at okkara embætisfólk vóru dugnalig og høvdu holla vitan um viðurskiftini. Mínar royndir frá dugna- ligum embætisfólkum eru, at tey oftast vilja hava eitt gott og skjótt úrslit, kanska serliga tað seinna. Av tí sama hava tey sjáldan tað neyðuga mótstøðuførið, sum skal til fyri at náa røttu politisku úrslitunum. Tey eru jú embætisfólk og ikki politikkarar. Í 1998 sótu vit føroyingar við longra endanum eftir eitt langt og strævi talv. Vit høvdu vunnið nógv framá, men ikki nóg nógv. Tá høvdu bretar skund og blivu pressaðir av altjóða oljuvinnuni. Vit høvdu ikki skund, og tí var tað óneyð- ugt at slaka so stóran part av undirgrundini burtur. Diplomatútsagnirnar aft- aná at markið var sett prógv- aðu somuleiðis, at ræðu- myndirnar um at bretar høvdu í kvittanum at senda málið til dóms í Haag onki høvdu uppá seg. Hetta var ikki annað enn vanligur samráðingartaktikkur sum sjálvandi altíð verður brúkt- ur og hevur sín stóra leiklut. Hvør skuldi annars vita tað betur enn júst Stórabretland? Her mistu Føroyar móti endanum meira enn neyð- ugt var, men nú vendist ikki aftur. Í framtíðini mugu vit kannska liva við at hoyra tíðindi um hvat aðrir finna "skamt frá føroyska mark- inum" ístaðin fyri á okkara øki. Orsøkin er eftir mínum tykki, at okkara dugnaligu embætismenn, fyri ikki at tosa um okkara ábyrgdar- havandi politikkarar, fóru at rista í brókunum tá á stóð. Og her eru tað sjálv- andi politikkararnir sum hava ábyrgdina yvir fyri øllum teimum føroyingum sum fáa alt ov lítið burtur úr, um oljan verður funnin og tikin upp. Vinnutátturin her um árskiftið var ein sera áhugaverd útvarpssending, millum annað um olju- vinnu og landgrunnsmark. Eilif Samuelsen Miðnámsskúla og røktar- heim í Vági og fyrisitingar- bygning í Hovi Fyri fleiri árum síðani var avgjørt, at ein mið- námsskúli skuldi byggjast í Vági. Fullfíggjaðar tekn- ingar vórðu fingnar til vega, Vágs kommuna út- vegaði byggilendi, sum síð- ani er gjørt byggibúgvið, bygginevnd er sett, sum hevur lagt alt til rættis, fyri at byggingin skal ganga so skjótt og so lagaliga fyri seg sum gjørligt. Lands- stýrið hevur sett pening av til, at farast kann undir at byggja skúlan, og soleiðis skuldu øll tekin verið í sól og mána um, at vit fóru at kunna uppliva eina sól- skinssøgu fyri Suðuroynna fyri einaferð skyld. Men hetta var ov gott til at vera satt. Tíðirnar gjørd- ust aftur einaferð (knapp- liga?) ringar fyri Suður- oynna og serliga Vágs bygd, og fjáltur kom á pol- itikararnar, so teir komu fram til ta løgnu niður- støðu, at teir skuldu bjóða vágbingum at fáa eitt røkt- arheim, ímóti at teir søgdu frá sær skúlan, sum so skuldi verða bygdur í Hovi. Fyrr hevur talan verið um at byggja studentaskúla í Hovi, sum eina eyðmýkj- andi neyðloysn millum pól- arnar báðar í oynni. Men mær vitandi er hesin trupul- leikin nú loystur og lagdur niður fyri langari tíð síðani. Hví hevur annars verið semja um at byggja skúlan í Vági? Tað er óivað neyðugt at byggja eitt røktarheim aftr- at í Suðuroy. Eitt nútíðar røktarheim er framman- undan á Tvøroyri. Har kann neyvan vera skilagott at byggja eitt aftrat. Vágur er næststørsta bygd í oynni og hevur næstan líka nógvar íbúgvar sum allar hinar smábygdirnar tilsamans. Einki er meira skilagott og natúrligt, enn at røktar- heimið verður bygt har. Eitt annað er, at brúktar eru longu einar 7 mió. kr. upp á skúlaprojektið higar- til. Tekningarnar til skúlan eru gjørdar og útformaðar eftir tí lendinum, sum grundstykkið nú er gjørt byggibúgvið til. Hesar tekn- ingarnar kunnu ikki brúkast nakra aðra staðni. Og grundstykkið er helst totalt óegnað til at byggja nakað røktarheim á. Skal skúli byggjast á øðrum stað, skal heilt nýtt projekt og heilt nýggjar tekningar til. Tær 7 mió. eru farnar fyri skeytið, og tær 45 mió. kr., sum verklagslógin fevnir um, mugu hækkast við í minsta lagi 12-15 mió. til eina ítróttarhøll, sum neyðugt verður at byggja aftrat í Hovi. Í Vági er ítróttarhøll tætt við skúlan. Og so ganga minst 2-3 ár, til farið kann verða undir at byggja skúlan + tey bæði árini, tað tekur at byggja hann. Góðu politikarar. Sleppið hasum deyðføddu tankun- um um at byggja ein skúla úti í nærum óbygdum, har hann fer at standa skrall- tómur eftir klokkan 3-4 hvønn dag. Byggið Mið- námsskúlan í Vági, soleiðis sum ætlað og samtykt er. Farið undir at hjálpa teimum sperdu kommun- unum at finna útvegir fyri at fara í gongd við at fyri- skipa bygging av einum røktarheimi í Vági so skjótt, sum til ber. Á tann hátt ber til at fremja tykkara annars frálíka uppskot, at útvega nógv arbeiðspláss aftrat í oynni. Nógv hevur verið talað og skrivað um ta kappingina, sum skal hava valdað mill- um norðara og sunnara part í oynni. Í okkara tíð hava vit nærum bert verið vitni til tær negativu avleiðingarnar av slíkari kapping, tí hon hevur syndrað tær kreftirnar og teir menningarmøguleik- arnar, sum eru til staðar. At vit fingu kommunur- nar í 1872 var eitt megnar framstig fyri fólkaræði. Tá var Suðuroyggin sum vera man ein kommuna. Síðani varð hon tægað sundur í sjey. Høvuðsgrundgeving- arnar fyri, at tær einstøku bygdirnar skuldu gerast sjálvstøðugar, var sum oft- ast tey ringu samferðsluvið- urskiftini. Hetta er ikki talan um í dag. Vit hava stutt síðani havt kommunustýrisval, og í Suðuroynni varð nógv talað um at leggja kommunur saman. Gjørdu suðuroyingar rætt, so fóru teir beinan veg- in undir at mýkja spurningin av nýggjum, soleiðis at teir nýttu hesi komandi fýra árini til at sameina allar kreftirnar í strembanini eftir at leggja alla oynna í eina kommunu. Tá kundi komm- unan verðið ein kraftmið- depil og verið før fyri at havt fleiri vælútbúgvin fólk, sum kundu fyrireikað ætlanir fyri allar borgarar í oynni. Og tá hevði verið so upplagt, at Kommunuskriv- stovan og allir aðrir al- mennir stovnar í oynni bygdu ein felags umsiting- arbygning í Hovi. Petur í Gong Formaður í Brúkarasamtakinum Nú verður sagt, at enska ávirkanin á okkara ungu er so mikið stór, at ikki er neyðugt við frálæru í hesum máli longu frá triðja flokki. Djúptøknar kann- ingar av málinum vísa eftir øllum at døma, at danska ávirkanin má lúta fyri tí ensku trumluni, og at hesi av okkara smæstu longu duga enskt, tá tey byrja í fólkaskúlanum. Lítið man tað hava at siga, at í sjónvarpi eru nær um allar tær ensku rásurnar maldar í donsku kvørnini. Ella at í handlunum eru nær um øll bløð og tíðarrit á donskum máli. Og at fekst tú ikki eina føroyska bók, er hópin av donskum bókum at velja í. Og hvat hevur tað at siga, at filmar bert kunnu leigast ella keypast antin við danskari talu ella donskum teksti. At fartelefonir og teldur verða latnar okkum við donskum máli, og so at siga allar vørulýsingar eru danskar. Dømini eru mong, og kundu fylt alla síðuna. Tó munar tað eftir øllum at døma einki ímóti tí eirindar- leysa enska málinum. Men hetta hongur snøgt sagt ikki saman. Sannleikin man heldur vera tann, at vit í Føroyum sjáldan hava møguleika fyri at velja nakað annað enn danskt. Ein sera ónøktandi støða hjá einum brúkara, sum kundi hugsa sær ein val- møguleika. Nú kann mann siga, at útboðið fylgir eftirspurn- inginum, og at eingin eftir- spurningur er eftir hesari vøruni. Nakað tað sama sum tær stóru donsku handilsketurnar siga, tá tær rudda handilshyllarnar fyri fjølbroytni. Men tað ber snøgt sagt ikki til at velja eina aðra vøru, tá hon ikki er at fáa. Sjálvur haldi eg, at lívið hevði verið nógv litríkari, um eg kundi valt mær eina teldu við norskari útgávu av Windows. Ella um eg kundi keypt ein svenskan Pippi film og ein danskan Olsen banden. Og hvussu við einum enskum slatri- blæði? Tað duga bretar eisini nógv betri enn danir. Tó eru vit ikki heilt slept uppá fjall. Vit Føroyingar hava nevnliga altíð kunna keypt Bravo, hóast mong okkara ikki skilja so nógv av tí, ið har stendur skrivað. Men vit kunnu altíð hyggja eftir myndunum, og latast sum um. Málval brøv um nøkur broyting er í lógum etc. Á Sri Lanka. Eg vil at enda takka øllum føroyingum, sum eru so gávumildir og sum hava tikið meg á bólið við teirra gávum og uppmuntringum. Tit eru sanniliga ein gev- andi tjóð og nú skilji eg betri tað enska orðatakið "a friend in need is a friend indeed". Takk til allar kirkj- ur og samkomur sum stuðla hesum bæði fíggjarliga og andaliga, eg havi ongi orð fyri hetta uttan eitt stórt takk, og eg eri vís í at Før- oyar fara at verða signaðar fyri tað sum gjørt er nú. Um tú hevur hug at stuðla hesum tiltakið so er konto nr. í Føroya Banka: 162.286.4. Takk fyri. Framhald av síðu 11