leygardagur 15. januar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2005
13
Tøkk
Vit takka fyri sýnda samkenslu, og tað stóru hjálp
vit fingu í samband við jarðarferð hjá mammu,
vermammu og ommu okkara
Almu Sofíu Samsonsen
tann 12. desember 2004.
Hansemann, Jancy, Randi, Finn Fróði og Karin
Tøkk
Eg takki teimum mongu, ið komu
inn á gólvið hjá mær í sambandi
við 85 ára føðingardagin 10. januar.
Stóra tøkk fyri blómur, gávur og heilsanir.
Vinarliga heilsanir
Egil Restorff
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, ið sýndu samkenslu,
tá kæri bróðir mín
Herman Joensen
Hósvík
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til leiðara og starvsfólk á Lágargarði.
Tøkk til prestarnar Hera Joensen og Marjun Bæk,
til sangarar, berarar, organist og klokkara.
Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum,
ið fylgdu honum.
Tøkk fyri alla hjálp í sambandi við ervi.
Bergitta Joensen
Tøkk
Vit takka øllum fyri sýnda samkenslu
í vøkrum orðum og gerðum í sorgini yvir deyða
Valdemar Dalsgaard
Bozena, Meduna, Maja og Tommy,
Mira og Malfríð
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jóna Sørensen 60 ár
Leygardagin 15. januar
fyllir Jóna Sørensen í
Trongisvági 60 ár.
Jóna er úr Vági. Sum ung
fór hon til Havnar at læra til
sjúkrasystir á Landssjúkra-
húsinum. Útbúgvingin varð
liðug í 1967.
Síðan hevur hon arbeitt
sum sjúkrasystir á Suður-
oyar Sjúkrahúsi, og í 23 ár
hevur hon eisini arbeitt
sum skúlasjúkrasystir hálva
tíð.
Jóna er dóttir Ragnhild, f.
Nicodemusen, ættað av
Hamri
í
Skálavík,
og
Andreas Djurhuus (Diurin),
ættaður úr Porkeri. Hon er
yngst av fýra systrum.
Hon er gift við Viberg
Sørensen, skipara úr Trong-
isvági. Tey eiga og reka P/F
Seta, sum eigur garnabátin
Anitu, á landi er garnavirki
og ein maskinverkstaður.
Jóna og Viberg eiga trý
børn, Anitu, Ansgar og
Ragnar, sum øll búgva á
Tvøroyri.
Ommu-
og
abbabørnini eru nú seks í
tali, frá seytjan árum og
niður til tveir mánaðir.
Í fjør fekk Jóna sær far-
loyvi, og hon og Viberg
fóru at taka sær av løttum
og sigla við teirra egna
frítíðarbáti, Svaluni.
Tey settu kós suður eftir
úr Onglandi í august, men
vestan fyri Spaniu sigldi
Svalan á okkurt, sum lá í
sjónum og sakk undan
teimum.
Hóast
hendan
skelkin mistu tey ikki mót-
ið, men keyptu sær ein
annan bát við sama navni.
Seinast í november komu
tey heim aftur, og ætlanin
er at fara avstað aftur síðst í
februar. Báturin liggur í
Spaniu,og í mars ætla tey at
sigla
eystur
ígjøgnum
Miðjararhavið og vænta at
vera í Grikkalandi í summ-
ar. Tey vænta at sigla nógv í
millum oyggjarnar har og
fáa væntandi vitjan av
børnunum og annars vinum
og kenningum.
Mánadagin 17. januar 2005 fyllir
Kjartan Kjartansson, f. Petersen, í
Havn, 50 ár.
Kjartan er føddur í Norðdepli,
har hann búði, til hann sum seks
ára gamal flutti til Vágs.
Hann var í mong ár sjómaður.
Fyrsta skipið hann var við, sum 13
ára gamal, var sluppin Johanna
TG326.
Síðan
sigldi
hann
við
seglhúsbátinum, Pison, og seinni
við Sigurfarinum í nógv ár. Hann
var við hin minnuliga túrin, tá teir
tóku fleiri av manningini upp av
einum russiskum skipi, sum var
komið í havsneyð.
Hann sigldi við Vestland eina
tíð, áðrenn hann fór á skiparaskúla.
Í dag arbeiðir hann sum rágevi á
viðgerðarstovninum Heilbrigdi á
Velbastað.
Kjartan er elstur av fimm
systkjum. Mamman er Signy, f.
Petersen, úr Hattarvík, og pápin
Kjartan Frederiksen var úr Hvanna-
sundi. Hann doyði 9. desember
1954, sum Kjartan er føddur 17.
januar 1955.
Saman við Eydnu, f. Olsen, úr
Klaksvík eigur Kjartan dóttrina
Anju, ið er 30 ára gomul og býr í
Havn, og sonin Sonny, ið er 22 ára
gamal og býr í Klaksvík.
Kjartan er í dag trúlovaður við
Hannebeth Dam í Havn.
Í Norðdepli siga fólk, at Kjartan
er norðoyingur, men ogor í Vági
siga at hann er vágbingur.
Vælkomst verður í hølunum hjá
Odd Fellow, Grønlandsvegur 56,
leygardagin 15. januar kl. 19.00.
Systkini
Í 1939 komu á fyrsta sinni
svávuldósir við føroyskum
motivi á marknaðin. Arthur
Brend, sum var heilsølu-
maður, fekk á eini verk-
smiðju í Finnlandi framleitt
1. millión svávuldósir
Motivið á svávuldós-
unum var Eiðiskollur, Risin
og Kellingin. Tað var kona
Arthur Brend, Ruth Eilsa-
beth Bagge Brend, sum
teknaði motivið til dósirnar.
Myndin vísir, hvussu
svávuldósin sá út. Insettu
myndirnar eru av Arthur
Brend (1880-1959) og Ruth
Elisabeth Bagge Brend
(1899-1977). Arthur var
breti, og Ruth var donsk.
Tey, sum hava okkurt at
viðmerkja í samband við
hesar svávuldósir, eru væl-
komin at seta seg í sam-
band við Birgar Johannes-
sen á telefon 314647 /
273168.
Kjartan Kjartansson 50 ár
Havnar leksikon:
Ein millión svávul-
dósir til Brend
Myndaeigarar: Myndin av svávulspinnamotivinum: Sigrún Brend
Myndirnar av Arthur og Ruth Brend: Føroya Fornminnissavn
Arthur Brend (1880-1959) og Ruth Elisabeth Bagge Brend
(1899-1977).
Motivið á svávuldósunum var Eiðiskollur, Risin og Kellingin