Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 10 - 15. januar 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Føðingar Jólaaftan, 24 desember 2004, fingu Barbara Michelsen, Froðba, og Lars Linnet, Kolding, eina dóttir, sum vigaði 3500 g og var 50 cm long. 1. januar fekk Sølvá ein beiggja, hann vigaði 4150 gr og var 56 cm langur. Foreldrini eru Guðrið og Pól Patursson. 3. januar fingu Lena Poulsen og Petur Andersen í Glostrup eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3520 gr. 6. januar fingu Majken og Jónsvein Joensen, Hvítanesi, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3730 gr. 6. januar fingu Kathe og Hans Klakkstein, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4100 gr. 7. januar fingu Hansi í Kálvalíð og Súni Jacobsen, Hósvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3500 gr. 7. januar fingu Ásbjørg Reinert Petersen, Kollafirði, og Ólavur Olsen, Argjum, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3000 gr. 10. januar fingu Eyð Mørkøre Hansen og Thomas Hansen, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 4500 gr. 11. januar fingu Finngerð E. og Ingolf Debes, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3250 gr. 12. januar fingu Jonli og Jóan Pauli í Dali, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4250 gr. 13. januar fingu Bjørg Arge og Magnus Myrdal Hentze, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4000 gr. 13. januar fingu Kitty Madsen og Flemming Gullaksen, Kollafirði, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3300 gr. 13. januar fingu Jensina og Arvid Hansen, Gøtugjógv, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3200 gr. Leygardagin 15. januar 2005 hevur Søren Skinder- holm, sersjantur, 25 ára starvsdag hjá verjuni. Har- av hevur hann arbeitt í Før- oyum í 17 ár. Søren nam sær útbúgving sum tekniskur assistentur á Viborg Tekniske Skole árini 1978 til 1979. Hesi árini hevði hann tilknýti til heimaverjuna, har hann m.a. eisini fekk sær útbúgving sum bólka- leiðari og innan spreingi- tænastu. 15. januar 1980 bleiv hann settur í starv hjá sjóverjuni. Hann byrjaði á Søværnets Grundskole í Auderød, har hann lærdi ymiskt av tí, sum hermenn eiga at duga. Eftir tað fór hann á Sø- værnets Taktik- og Våben- skole í Frederikshavn, har hann fekk útbúgvin innan hernaðarkunning. Í tíðarskeiðinum frá mai 1980 til mai 1982 gjørdi hann tænastu umborð á minustrúkaranum "Guld- borgsund", verjuskipinum "Hviðbjørnen", og fregatt- ini "Peder Skram". Síðan fór hann aftur til Frederikshavn, hesaferð til Søværnets Sergent- og Reserveofficersskole, har hann fekk sær útbúgving sum sersjantur av "stam- linien". Frá august 1982 til august 1983 gjørdi hann tænastu umborð á kor- vettini "Niels Juel". Í august 1983 kom Søren til Føroyar at gera tænastu sum vagthavandi og sum liðleiðari hjá Færøernes Kommando. Upprunaliga var ætlanin at hann skuldi vera í Føroyum til mið- skeiðis í 1985. Men Søren dámdi so væl í Føroyum, at hjá honum var eingin ivi var um, at tað var her, hann vildi búseta seg. Men nýggjar uppgávur og avbjóðingar lógu fyri framman. Í 1990 varð hann fluttur til Skagen Fyr, har hann var til februar 1993, tá hann var á Søværnets Taktik- og Våbenskole i Frederikshavn, har hann fekk eftirútbúgving í hern- aðarkunning og m.a. var í tænastu sum "kampin- formationsbefalingsmand" umborð á verjuskipinum "Hvidbjørnen". Eisini fekk hann sær útbúgving sum "helikopterkontrolofficer". Síðan november 1994 hevur Søren búð fast í Før- oyum, har hansara starv er: "leder af det maritime operationscenter og minør- holdleder". Frá februar til juni 2000 fekk hann sær víðari út- búgving "trin 2 for mell- emledere" í sjóverjuni, sum m.a. umfatar stápstænastu, samfelagsfrøði og merko- nomútbúgving. 26. maj 1986 giftist Søren við Turid, sum er før- oysk. Tey búgva í Hoyvík og eiga dóttrina Sáru, sum er 8 ára gomul. Søren Skinderholm, Hoyvík: 25 ára starvsdag hjá Færøernes Kommando Øllum tykkum sum á ymsan hátt gleddu okkum á gullbrúðleypsdgnum 19. Desember 2004, takka vit hjartliga. Vit ynskja øllum eitt gott nýggjár. Kærar heilsanir Sigurd og Absalon Jacobsen, Vági Tøkk